Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juli 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 126 - 5. juli 2002 Nr. 126 - 5. juli 2002 7 Føroyar Tele hevur stovnað felag at reka útvarps- og sjón- varpstænastu, og møguliga verður nýtt føroyskt útvarp ella sjónvarp sent á nýggja netinum TELEVARP Eyðun Klakstein Føroya Tele tók í gjár eitt ítøkiligt stig á leiðini fram móti nýggjari útvarps- og sjónvarpstænastu. Føroya Tele stovnaði í gjár sítt fyrsta dóttirfelag, og tað eitur p/f Televarp. Felagið skal reka fjarskift- isnet og fjarskiftistænastur, og á vanligum føroyskum merkir tað, at felagið í fyrstu syftu skal veita før- oyingum nýggja tænastu innan útvarp og sjónvarp. Stovnandi aðalfundur var í felagnum mikukvøldið, og nevndin er mannað við fólki, sum hava tilknýti til Føroya Tele. Stjórin formaður Stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, verður nevndarformaður í nýggja felagnum, og afturat sær í nevndini hevur Heina Joensen, fíggjarstjóra, og Hákun Steingrímsson, sum er nevndarformaður í Før- oya Tele. Teir hava sett Trónd Djur- huus sum stjóra í felagnum, men hann heldur sam- stundis fram í starvi sínum móðurfelagnum, har hann stendur fyri menningini av nýggjum tænastum. Føroya Tele ætlar at bjóða føroyingum, sum búgva á landsins stóru plássum, útvarps- og sjón- varpsrásir. Seinni kann felagið víðka virksemi hjá sær við øðrum tænastum, verður sagt. – Fyrsta uppgávan hjá okkum verður at byggja felagið upp, og hvørjar tænastur, vit fara at bjóða seinni, veldst um, hvussu felagið fer at rigga, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í Televarpi. Gera nýtt net Fyrsta uppgávan hjá Tele- varp verður at skipa fyri einum nýggjum útvarps- og sjónvarpsnetið, sum kann breiða nýggju tænastuna út til fólk í Havn, Klaksvík og onnur størri pláss í land- inum. Talan verður um tveir triðingar av føroysku húskj- unum, sum kunnu røkka signalinum hjá Televarpi. Ætlanin er, at Televarp skal bjóða føroyingum einar 20 sjónvarpsrásir um- framt føroyskar og út- lendskar útvarpsrásir. Fe- lagið skal nú undir at gera sáttmálar við tey, sum eiga rásirnar, so at felagið fær loyvi at bjóða tær ymsu rásirnar út. Enn er einki orð sagt um, hvørjar rásir talan verður um, men Televarp ætlar, at tað verða kendur og góðar rásir, sum felagið fer at selja. Nýtt føroyskt Televarp ætlar eisini at geva góðum føroyskum hugskot- um innivist á netinum. Síðani tað kom fram, at Føroya Tele fór at skipa fyri hesi nýggju tænastu, hava áhugaðir føroyingar vent sær til felagið. Teir eru áhugaðir at frætta, um tað ber til at senda útvarp og sjónvarp á netinum hjá Føroya Tele, og tað ger tað. – Tá vit nú gera eitt nýtt sendinet, vildi tað verið skeivt av okkum at sagt, at vit bara fara at bjóða út- lendskar rásir. Vit eru eisini áhugað í at frætta um góð føroysk hugskot, men tað er púra greitt, er at Føroya Tele fer ikki at framleiða útvarp ella sjónvarp, sigur Tróndur Djurhuus. Tað eru longu fleiri, sum hava vent sær til Føroya Tele, og onnur hava biðið um fund. – Tað er stórur áhugi fyri framleiðslu av útvarps- og sjónvarpssendingum, men ofta er talan um fólk, sum duga væl at sita við ein pult, men sum ikki hava møguleikan at senda til- farið. Her verður Televarp kanska ein nýggjur møgu- leiki, sigur Tróndur Djur- huus. Televarp hevur møgu- leikan at seta pláss av til føroyskar útvarps- ella sjónvarpssendingar, og tað er eisini gjørligt, at broyta eitt signal til part av land- inum ella í ein part av senditíðini. Enn er einki ítøkiligt at frætta um føroyskar send- ingar, men tað er greitt, at stórur áhugi er fyri at sleppa fram at sendinetin- um hjá Televarp. Neyvan jólatrøll Føroya Tele vil ikki seta nakað dato á, nær nýggja Televarpið fer at bjóða útvarps- og sjón- varpsrásir, og tað mest ítøkiliga stjórin vil vera er, at tað verður seint í heyst ella tíðliga í vetur. Verður Televarpið jólatrøll? – Nei, tað ætla vit ikki. Um tað verður jóla- trøll, so verða vit vón- brotin, sigur Tróndur Djurhuus. Tað ganga tí helst nakrir mánaðir, áðrenn Televarpið fer undir at senda útvarp og sjón- varp. Og tað ganga eis- ini nakrir mánaðir frá tí at fyrstu signalini verða send, til Televarpið røkk- ur øllum teimum økjum, sum teir hava sett sær fyri at røkka í fyrstu syftu. ek Føroyingar sýna áhuga fyri Televarpinum Annlis Bjarkhamar er nýggja landsstýriskvinnan í mentamálum. Hon hevur sitið í sessinum í stívliga fimm vikur, men sambært almennu heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, er tað Óli Holm, sum er lands- stýrismaður. Ráðini í almennu um- sitingini veita eisini tæn- astu umvegis internetið, og so at siga øll hava seinastu mánaðin dagført sínar upp- lýsingar, nú nýggj lands- stýrissamgonga hevur tikið við. Heimasíðan hjá Føroya Landsstýri hevur broytt manningina á landsstýris- liðnum, og tað sama hevur Trivnaðarmálaráðið gjørt. Men á Mentamálaráðnum hava tey sama landsstýris- mann – á netinum í øllum førum. Skalt tú umvegis heima- síðuna hjá teimum hava fatur í toppinum innan mentamál í Føroyum, so skalt tú senda venda tær til Óla Holm. Um hann fram- vegis hevur myndugleikan er helst ein onnur søga… ek – Tá vit nú gera eitt nýtt sendinet, vildi tað verið skeivt av okkum at sagt, at vit bara fara at bjóða útlendskar rásir. Vit eru eisini áhugað í at frætta um góð føroysk hugskot, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri á nýggja Televarpinum Sami landsstýris- maður á netinum Hósmorgunin fór Havnar Ungdóms- hornorkestur til Frankaríki, har tey skulu spæla fýra konsertir. Tey eru m.a. sloppin at spæla einum palli í Disney- world í Paris, har pláss er fyri 3.000 áhoyrarum TÓNLEIKUR Stefan í Skorini Tað vóru nakrir sera spentir ungdómar, sum fóru við flogrutuni av Farstøðini í gjáramorgunin. Tað var Havnar Ungdómshornork- estur, sum fer avstað til Paris, har tey skulu spæla horntónleik fyri parisbúgv- um. – Hetta er blivin ein vani, at vit á hvørjum ári fara uttanlands at spæla. Í ár gongur leiðin so til Franka- ríki, og tað gleða vit okkum til, sigur ein av limunum í hornorkestrinum, Dávur Magnussen, sum hevur tikið sær venjingini tann seinasta mánaðin. Fyri tveimum árum síð- ani vóru teir ungu blásar- arnir í Bergen í Noregi, og í fjør gekk leiðin til Aber- deen í Skotlandi. Dávur sigur, at tey eru meira spent uppá hesa ferð- ina, tí áður hava tey staðið og spælt á onkrari tilvildarligari gøtu í Bergen, men í ár eru tey sloppin á pall í Disney- world. Tey hava søkt um at sleppa framat í ævintýr- landinum hjá Walt Disney og fingu játtandi svar eftir at hava sent bond við tón- leikinum hjá orkestrinum til fyriskipararnar. Í hesum døgum skipar Disneyworld fyri einum tiltaki, ið nevnist Magical Music Days, og tað er ein liður í hesum til- taki, at hornglaðir ungdóm- ar úr Havn sleppa at fram- føra sín tónleik. Tey vænta, at eini 2-3.000 fólk fara at vitja konsertina hjá teim- um. Tríggjar aðrar konsertir vera í París, men fyri at sleppa framat á hesum støðum hevur orkestrið goldið pening, og tað sigur nakað um tað tónleikaum- hvørvið, har Havnar Ung- dómshornorkestur fer at spæla. 17 blásarar Tilsamans seytjan spælarar í aldrinum 11 til 16 ár eru við á ferðini umframt fýra foreldur. Tey hava vant saman allan vetur, og lærari hjá teimum er Kenneth Philip Jones, sum er úr Wales. Hann hevur veriðí Bretlandi í summarfrítíð, og hann stendur fyri ork- estrinum í París. Dávur Magnussen greiðir frá, at orkestrið fer at spæla horntónleik, sum er lættur hjá fólki at lýða á. Hann nevnir verkini »Music to watch girls by« og »Jeepers creepers«. Harumframt fer hornorkestrið at spæla nak- að av klassiskum tónleiki. Hetta er meira lívligur tón- leikur enn vit kenna frá Havnar Hornorkestri og GHM. Ferðalagið kemur heim- aftur til Føroyar 12. juli. Ungir blásarar spæla í Disneyworld Tað avgerandi vitnið stóð ikki við sína upprunaligu frágreið- ing, tá hann skuldi vitna móti 36 ára gamla dananum í narkomálinum. 10 kilo av hassji gjørdust brádliga til 80 gramm. Tann ákærdi fekk 30 dagar afturat teimum 33 mánað- unum, sum hann longu hevur fingið RÚSEVNI Stefan í Skorini Dómarin fann tann ákærda sekan í at hava selt 740 gramm av hassji, og tað gevur 30 dagar afturat handan rimar. Harumframt skal hald leggjast á 37.000 krónur, sum er vinningurin av søluni. Hetta var niður- støðan, tá Føroya Rættur viðgjørdi tríggjar tær sein- astu ákærurnar móti tí 36 ára gamla dananum í stóra narkomálinum, sum nú hevur fingið fongsulsrevs- ing á tvey ár og tíggju mán- aðir. Tann dømdi valdi at kæra revsingina til Landsrættin, tí hann metir ikki, at dóm- arin kann geva honum harðari revsing, enn hann longu hevur fingið. Ákæruvaldið fer hinveg- in at royna at fáa revsingina herda, tí tað kravdi fongs- ulsrevsing í 9 mánaðir, og at hald skuldi leggjast á 533.000 krónur. Tveir menn vóru møttir sum vitni í rættinum miku- dagin. Teir vóru báðir til skips, tá rættarmálið var fyri á fyrsta sinni. Stóð ikki við frágreiðing Tað var heldur snópisligt hjá ákæruvaldinum, tá eitt avgerandi vitni í málinum móti tí høvuðsákærda í narkomálinum ikki vildi kennast við ta frágreiðing, sum hann áður hevur givið undir politiavhoyring tann 18. apríl og í rættinum tann 19. apríl. Hann hevði tá greitt frá, at hann hevði keypt minst tíggju kilo av hassji frá tí ákærda síðan 1988. Hetta vil hann tó ikki kennast við longur, tí nú vil hann bara játta at hava keypt 80 gramm av hassji frá ákærda. Hetta kom tó ikki óvart á ákæruvaldið, tí maðurin, sum vitnaði mikudagin, var sjálvur á ákærubeinkinum mánadag- in, og tá játtaði hann bara tey 80 grammini. Dómarin vrakaði tí tær gomlu frágreiðingarnar og tók ta seinastu til eftirtekt- ar, tí hon var givin undir vitniábyrgd, og tað vóru hinar ikki. Dómarin hefti seg við, at vitnið og tann ákærdi ikki hava kunnað havt samband hvør við annan í longri tíð- arskeið, tí vitnið hevur bæði siglt nógv og búð eitt skifti í Danmark. Undir trýsti Maðurin varð spurdur, hví hann hevði givið løgregluni og dómaranum skeiva frá- greiðing at byrja við. Hann greiddi frá, at hann hevði verið undir stórum trýsti frá løgregluni, og hann var bangin fyri, at hann skuldi inn at sita, um hann ikki skrivaði undir frágreiðing- ina, sum løgreglumaðurin hevði skrivað. Hann legði tískil løgregl- una undir at hava lagt hon- um orð í munnin og at leggja hann undir trýst. Hetta hava fleiri onnur vitni í narkomálinum eisini sagt, tá tey ikki vilja kennast við áður givnar frágreiðingar. Málið móti hesum vitn- inum heldur fram týsdagin í næstu viku, tá tað seinasta vitnið skal geva sína frá- greiðing. Síðani var løgreglumað- urin, sum hevði framt av- hoyringina á løgreglustøð- ini, kallaður inn sum vitni. Hann greiddi hinvegin frá, at maðurin sjálvur hevði sagt, hvussu nógv hassj hann hevði keypt frá tí ákærda, og at hann ikki hevði lagt honum orð í munnin. Eitt annað vitni var eisini í rættinum mikudagin, og tað var ein 45 ára gamal maður. Hann fekk dóm fríggjadagin fyri at hava keypt 660 gramm av hassji frá ákærda. Hann fekk 60 daga fongsulsrevsing, har 30 dagar vóru treytaðir. Hann játtaði tað sama, nú hann var innkallaður sum vitni. Hann hevði keypt 300 gramm at selja vinum og kenningum, og 360 hevði hann keypt til egið brúk. 36 ára gamli danin er nú dømdur fyri at hava selt tíggju kilo av hassji og smuglað tvey kilo av hassji. 54 gramm av kokaini og 25 gramma av amfetamini hevur hann eisini fingið dóm fyri at selja. Málið móti 36 ára gamla dananum verður tikið upp- aftur tann 23. september, tá Landsrætturin fer at við- gera tað. Stóð ikki við frágreiðing Føroya Rættur viðgjørdi fyri seinastu ferð ákærur móti einum 36 ára gomlum manni, sum høvuðsákærdur í stóra narkomálinum. Landsrætturin tekur málið upp í september Mynd: Jens Kr. Vang Havnar Ungdóms- hornorkestur fór hósmorg- unin avstað til Paris, har orkestrið fer at hava eina konsert í Disneyworld. Seytjan spæl- arar í aldrinum 11-16 ár eru við á ferðini Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6