fríggjadagur 5. juli 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 126 - 5. juli 2002
Nr. 126 - 5. juli 2002
9
Stóra dansistevna
Havleikur 2002 varð
sett á Vaglinum í
Havn mikukvøldið.
Einir 600 dansarar
luttaka á stevnuni, og
vóru teir flestu
savnaðir á Vaglinum,
umframt nógv onnur,
sum komin vóru at
hyggja at, tá stevnan
varð sett
DANSISTEVNA
Edvard Joensen
Tórshavn: Stóra norður-
lendska dansistevnan, Hav-
leikur 2002, varð sett í
fínastu líkindum á Vagl-
inum í Havn mikukvøldið.
Fólk savnaðist sum van-
ligt er til slík høvi. Tey
komu úr ymsum heraðs-
hornum, og áðrenn nakran
vardi, var rættiliga væl av
fólki savnað kring Vaglið
og niðan móti Tinghús-
inum. Nógv vóru í før-
oyskum búna. Eyðvita fólk,
sum luttaka á stevnuni og
skuldu vera við í teimum
tiltøkum, sum skudu vera
út á kvøldið.
Fólk bíðaði eftir, at okk-
urt skuldi henda, og tað
gjørdi tað so. Tí niðan eftir
Áarvegnum
kom
flag-
skrýdd skrúðgonga við
dansarum, sum halda til á
Eysturskúlanum.
Ymsu
norðurlendsku
fløggini
vóur at síggja, umframt tað
hetlendska, sum eisini var
umboðað.
Og tað var, sum formað-
urin í Slaíð Ring, lands-
felagnumm hjá føroysku
dansifeløgunum siteraði úr
Orminum Langa, at fagurt
var tað lið, sum savnað var
hetta summarkvøldið í góð-
veðrinum til dans og leik,
sum eisini liggur í navnin-
um Havleikur.
Sum slíkum tiltøkum líkt
byrjaði tað við røðum frá
ymsum myndugleikum og
persónum,
sum
ynsktu
gestunum, bæði útlendsk-
um eins og føroysku lut-
takarunum, vælkomnum.
Røðararnir tóku allir í
føroyska mentan og serliga
dans. Onkur var kanska í so
langrøkin. Tað er helst ikki
neyðugt at brúka nógva tíð
at greiða fólki, sum komið
er uttanlendis at dansa, frá,
hvat føroyskur dansur er.
Tað vita tey, tí tey hava
áhuga fyri tí. Sum tað eisini
sást, tá tikið varð saman
móti endanum, og øll dans-
aðu til fyrra part av Orm-
inum Langa. Trupuleiki var
eingin við stevinum hjá
hesum fólkum. Tey eru jú
vandir dansarar.
Men Havnin hevði gjørt
sítt besta at taka væl í móti
gestunum, og tað má sigast,
at tað eydnaðist til fulnar.
Flagskrýddi býurin vísti
seg frá síni bestu síðu, eins
og veðrið eisini var til
vildar.
At onnur mentanartiltøk
samstundis eru i býnum,
ger ivaleyst ikki upplivilsið
hjá dansarunum minni.
Eftir at umboð fyri fyri-
reikararnar, Sláið Ring, og
borgarstjróan í Havn høvdu
hildið røðu, setti landsstýr-
ismaðurin við mentamál-
um, Annlis Bjarkhamar,
stevnuna.
Tá stevnan varð sett, varð
tíð hjá luttakarunum at
sýna fram síni kynstur, og
eitt sindur ymiskt var,
hvussu tey komu frá tí, skal
sigast.
Fyrsta byrjanin var eitt
sindur trilvandi. Álending-
ar høvdu valt einar tveir eitt
sindur stillar dansir, sum
ikki rættiliga fingu lív í
fólkið, sum stóð rundan um
og hugdi at. Men stuttligt
var tó at hoyra songkvinn-
una syngja um gentuna,
sum sat og spann og bíðaði
eftir biðlinum, sum ikki
kom. Jú, vit kennast við.
Hon stóð har við rokkin og
spann.
Men tá danirnir beint
aftan á komu út á asfaltið
og fóru at dansa, kom
rættiligt lív í. Tey vístu av
sonnum, at tey vóru komnir
til leik og spæl, og sóu út til
at njóta hvørt stig, tey tóku.
Eisini
hetlendingarnir
vórðu væl fagnaðir. Tey
høvdu, eins og danirnir,
lættar dansir og lívlig løg.
At fólkini so einsi vóru
ung, ein smágenta upp á
eini sjey-átta ár var við, og
hon dugdi væl at dansa,
helt hýrinum hjá áskoðar-
unum uppi.
Soleiðsi gekk slag í slag,
til føroyingar áttu at enda.
Fyrst fólk úr Dansifrøi,
áðrenn tikið varð saman í
ring og øll, sum vóru á
Vaglinum, vórðu boðin
uppí.
Hetta gekk eisini rímiliga
væl. Fólk dugdu stev, og
føroyingarnir kvóðu við,
sum vera man, hóast tað
skiltist á skiparanum aft-
aná, at hann helt seg hava
klárað tað fult so gott áður.
Setanin á Vaglinum var at
enda komin, og dansifólk-
ið, við føroyingum kvøð-
andi á odda, fór í skrúð-
gongu niðan í Sjónleikar-
húsið og fimleikarhallirnar
i Kommunuskúlanum, har
dansast skuldi til midnátt.
Sonevndur samansjóðing-
ardansur, skuldi vera.
So gongur
tann gleði-
streymur
í ring
Tá stevnan varð sett, varð tíð hjá luttakarunum at sýna fram síni kynstur, og eitt sindur ymiskt var, hvussu tey komu frá tí, skal
sigast
Mynd: Jens K. Vang
Mikukvøldið hevði
Landsverkfrøðing-
urin eina framløgu
um ætlaðu ferjulegu-
na, sum skal verða á
Syðradali á Kals-
oynni, fyri bygdar-
fólkunum. Undirtøk-
an var góð. Umleið 40
fólk vóru í bygdar-
húsinum á Húsum til
framløguna
SAMFERÐSLA
Solby A. Eliasen
Landsverkfrøðingurin
hevði eina framløgu, har
greitt varð frá tíðarætlanini.
Eisini vóru tekningar og
myndir av ætlaðu ferjuleg-
uni, umframt modellroynd-
ir, skipssimuleringar, og
projekt løgd fram. Og so
fingu bygdarfólkini eisini
høvi til at seta spurningar.
Sosialurin
frættir
frá
Landsverkfrøðinginum, at
nógv varð spurt og fólki lat
væl at ætlanini.
Tíðarætlanin vísir, at for-
kanningarnar til ferjuleg-
una byrjaðu í desembur
2000 og vóru lidnar í apríl
í ár. Modellroyndirnar byrj-
aðu í novembur 2001 og
vóru lidnar í juni í ár.
Skipssimuleringarnar vóru
eisini í apríl, og projekter-
ingin fer fram í oktobur í ár.
Og so er ætlanin at bjóða
arbeiðið út tann 10. oktobur
í ár.
Bjørn Kalsø, bygdarráðs-
formaður á Syðradali og
Húsum, heldur, at tað var
eitt gott hugskot at hava
eina tílíka framløgu, har
fólkið í oynni fekk høvi at
seta spurningar, tí so eru
tey greið yvir gongdina í
arbeiðinum og vita eisini,
hvat fer at henda nær.
Hann heldur eisini, at ein
tílík ferjulega fer at hava
stóran týdning fyri oynna.
- Tað er sjálvandi torført
at siga akkurát, hvat hon
kemur at týða fyri oynna og
fólkið, men tað fer so av-
gjørt at lætta munandi um
arbeiðsumstøðurnar bæði
hjá bøndunum og smolt-
støðini, sum er her. Um-
framt, at tað eisini fer at
verða lættari hjá fólki, sum
ferðast dagliga at koma aft-
ur og fram, greiðir Bjørn
frá.
Tá hann tosar um bønd-
urnir
og
smoltstøðina,
hugsar hann serliga um tað
at fáa fóður og annað tílíkt
til og frá oynni. Og eisini
olju.
- Eitt nú nýtir smoltstøð-
in nógva olju og fóður. Tað
kann vera torført at fáa til
oynna, og tá noyðast tey so
at finna aðrar loysnir – eitt
nú at leiga annan bát. Tað er
ein
sera
kostnaðamikil
loysn, so eg dugi ikki at
síggja annað enn, at tað fer
at lætta munandi um hjá
teimum, tá ferjulegan er
komin, heldur Bjørn Kalsø.
Tað eru umleið 20 bilar í
oynni í dag, men Bjørn
væntar, at talið fer at økjast,
tá ferjulegan er liðug.
Arbeiðið at gera ferjuleg-
una á Syðradali kemur at
kosta umleið 20 milliónir
krónur. Tað eru játtaðar 16
milliónir krónur á fíggjar-
ætlanini.
Arbeiðið verður, sum
sagt, boðið út í oktobur og
ætlanin er, at byrja arbeiðið
seinast í oktobur ella fyrst í
novembur. Tað fer helst at
verða arbeitt fyri tað mesta
uppi á landi í vetur, tí tað er
ikki vist, at umstøður verða
til at arbeiða á sjógvninum.
Nær arbeiðið verður lið-
ugt, kemur sjálvandi ann
upp á hvussu alt fer at
ganga, og hvussu tann, ið
fær arbeiðið, kemur at arb-
eiða. Men væntast kann, at
ferjulegan á Syðradali í øll-
um førum verður liðug á
sumri í 2004.
So verður spennandi at
vita, hvat fyri skip kemur at
røkja siglingina um Kals-
oyarfjørð til ta tíð. Tá verð-
ur so undirsjóvartunnilin
um Vestmannasund liðug-
ur, so tá skuldi onkur ferja
verið til yvirs. Bjørn Kalsø
metir, at ein ferja á stødd
við Sam verður hóskandi til
Kalsoyarfjørð.
Framløga um ferjuleguna á Syðradali
Modellmynd av ferjuleguni á
Syðradali á Kalsoynni.
Arbeiðið verður bjóðað út í
oktobur í ár
Hetta er tekningin av ferjuleguni á Syðradali á Kalsoynni
Mangla eisini pedagogar í Tórshavn
Katrin Petersen, sam-
skipari av barnaans-
ingini í Tórhavnar
Kommunu sigur, at
tørvurin á pedagog-
um í høvuðsstaðnum
eisini er stórur.
Barnaansingarøkið í
kommununi veksur
alsamt og tørvurin á
pedagogum harvið
BARNAANSING
Solby A. Eliasen
Katrin Petersen sigur, at ein
kanning er gjørd á stovnun-
um í Havn um, hvussu
nógvir pedagogar eru í
starvi. Og kanningin vísir,
at eini tríati ársverk eru,
sum ikki eru sett av peda-
gogum. Her skal tó leggjast
aftur at, at verri enn so allir
stovnarnir
hava
svarað
kanningarspurningunum
enn, tí nú er summarfrítíð,
men sum sagt, so mangla
pedagogar í tríati ársverk-
um út frá teimum, ið hava
svarað.
Í blaðnum í gjár, segði
Jancy B. Klein, leiðari á
sosialu deild í Klaksvíkar
Kommunu, at tað hevði
onki gjørt, um tveir flokkar
av pedagogum vórðu tiknir
inn um árið á námsfrøðiligu
útbúgvingina
á
Føroya
Læraraskúla. Jancy helt, at
tað fór at bøta munandi um
tørvin á pedagogum, um so
hevði verið.
Katrin tekur undir við
henni í hesum. Barnaans-
ingarøkið í Tórshavnar
Kommunu er sera stórt.
Fólkatalið í Havnini veksur
alsamt og harvið talið á
børnum, ið hava tørv fyri
ansingarplássi eisini.
Men Katrin vísir á, at
hendan býráðssamgongan
setti sær sum mál at útvega
fleiri ansingarpláss. Og tað
hevur eisini eydnast teim-
um í ein mun. Seinasti
nýggi stovnurin, sum kom-
in er, er dagstovnurin í
Øknagerði, har pláss eru
fyri 60 børnum, umframt,
at eisini er pláss fyri 10 til
12 børnum við serligum
tørvi.
Um pedagogar í dag
søkja meiri inn á serøkið
enn barnaansingina, veit
Katrin ikki at siga fyri
vissu, tí barnaansingarøkið
er so nógv størri enn ser-
økið.
Hon sigur, at fyrst í kom-
andi ári fara tveir stovnar at
lata upp í Tórshavnar
Kommunu. Annar verður í
Homrunum úti á Argjum,
meðan hin verður uppi á
Løgmannabreyt í Hoyvík,
har øll tey nýggju húsini
skulu
byggjast.
Hesir
stovnar fara báðir at kunna
taka ímóti 60 børnum hvør,
so talið á stovnsplássum í
Tórshavnar Kommunu øk-
ist við 120 fyrst í komandi
ári.
Tann 1. januar í ár stóðu
225 børn á bíðilista í Tórs-
havnar Kommunu. Hetta
eru øll børn, sum onki ans-
ingarpláss hava. Harum-
framt er ein annar bíðilisti,
har børn sum eru í dagrøkt
standa og bíða eftir einum
stovnsplássi. Tí eins og í
Klaksvíkar Kommunu arb-
eiða tey eisini í Havn fram í
móti, at dagrøktararnir
skulu hava børn í aldrinum
0 til 3 ár, og so skulu tey
sleppa á stovn.
Orsøkin til, at talið á
bíðilistanum, sum nýtt er
omanfyri, er frá 1. januar
og ikki í dag, er, at tey júst
hava tikið nýggj børn inn í
skipanina, og tí er listin ikki
dagførdur enn. Men tað
verður hann, so skjótt sum
øll tey børnini, sum hava
fingið pláss í august eru
byrjað. Tá verður talið á
børnum á listanum so
minni aftur, men hann
veksur skjótt aftur eftir tað,
tí tað verða jú allatíðina
børn fødd og børn, sum
flyta til kommununa.
Tað verður gingið eftir
bíðilistanum, tá nýggj børn
verða tikin inn í barnaans-
ingarskipanina í Tórshavn-
ar Kommunu. Tað vil siga,
at børnini verða tikin inn
eftir uppskrivingardegnum,
og ikki eftir tørvi hjá dag-
røktara ella stovni, sum tað
verður gjørt eitt nú í Klaks-
víkar Kommunu.
Roynt varð at fáa eina
viðmerking til støðuna frá
landsstýriskvinnuni
í
mentamálum,
Annlis
Bjarkhamar, men hon var
ikki at hitta, áðrenn blaðið
fór til prentingar.
C
M
Y
K
9
8