Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. desember 1977síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a a Nr. 84 — 3. desember:1977; Grindin í Sandvík Eg varð ikki lítið bilsin, tá ið eg las í »Sosialinum«, at Sandvík ikki er góðkend sum hvalvág. Ti má eg spyrja, hevur hon ong- antíð verið góðkend sum hvalvág? Ella nær er tann broyting komin, ið sigur, at hon ikki er góðkend sum hvalvág? Gamalt er, at Suðuroyggin hevur 5 hvalvágir, Vágur, Trong- isvågur, Hvalbøur, Sand- vik og Fåmjin. Tað eru fleiri grindir deyðar í Sandvík gjøgnum tíðina: 1799 363 hvalir. 1812 48 hv., 1827 43 hv., 1847 35 hv., 1848 108 hv., 1866 88 hv., 1885 143 hv., 1906 42 hv., 1915 206 hv. (skaðagrindin), 1939 140 hv., og 1941 202 hv. Hesar grindir eru ikki vilstar inn og gjert land- gongu av sær sjálvum, men komnar av mannaåv- um. Av hesum má hald- ast, at Sandvík hevur verið lóglig hvalvág. Nú á degum er bæði land og hav so dálkað av óreinsku, at mangan er vandafult at eta nógv av tí, ið land og sjógvur gev- ur. Í hesum viðfangi hugsi eg um grindavágirnar víða hvar í Føroyum, ið eru so óreinar, at tað skuldi ikki verið loyvt at drepa grind í fleiri av hesum hval- vágum. Her er Sandvík eitt undantak, sandurin er reinur, har er eingin klo- akk í nánd og einki órudd av nekrum slag. Ti má tað haldast at vera ógvuliga logið, at Sandvík ikki er góðkend sum hvalvág. k KK sosiåalurin lesarabrøv Tessvegna vóni eg, at av- varðandi = myndugleikar fáa greiði á hesum máli og fáa Sandvík góðkenda sum hvalvág. S. Pedersen Í galdandi grindareglu- gerð, sum er frá 17. mai 1955, er Sandvík ikki nevnd sum góðkend hval- vág sbrt. gr. 21 seinasta pkt. Hvalvágirnar eru fýra í Suðuroynni eftir hesi reglugerð, Vágur, Trong- isvágur, Famien og Hval- ba. Eftir hvat heimilda- menn okkara duga at síggja, er broytingin hend í 1955. Skal reglugerðin broyt- ast, má hon leggjast fyri tingið. Blaðstj. Ítróttaráhugi ella -fanatisma? Tann 25. juni í åg varð far- ið suður til Tveroyrar á Jóanseku at rógva kapp. Veðrið var av ti fagrasta og sum vera man, var nógv fólk samankomið, tá kappróðurin skuldi byrja. Millum tveráfólk var spenningurin sera stórur, um nú Suðringurin fór at vinna fyri triðju ferð á rað í ár. Hetta gjørdist eisini ein harður og spennandi róður, spenningurin snúði seg alla tíðina um Suðr- ingurin enn einaferð skuldi taka Havnarbåtin, sum hevði lagt seg á odda. Hetta eydnaðist ikki hesa- ferð, og frein var stór inn- anborða hjá okkum, sum vera man. Eftir at lagt hevði verið á borði, sum siður er, varð róð inn á dráttin, nú skul- du steypini handast. Jákup Mortensen, løg- tingsmaður handaði steypini, og byrjaði við gomlu seksmannaferu- num. Seinast komu tigg- jumannaførini, har hann handadi okkum ferdasteyp givid av Føroya Banka og »Grillsteypid«, id eisini er ferdasteyp. Haraftrat lat hann okkum vita, at ein privatmadur å Tvøroyri hevði latið eitt ognarsteyp til 10-mannaferini at kappast um, men at hesin sami maður sjálvur vildi sleppa at hitta manning- ina. Farast skuldi norður- aftur við Dúgvuni kl. 22, men har spurdist ongin maður tíansheldur nakað steyp. Seinni frættu vit um hendan mann, Óla Vang, at hann noktaði at geva Havnarbátinum nakað steyp. Long tíð gekk, onki steyp kom. Síðani varð tosað við nevndina í Froðbiar sókn- ar Róðrarfelag, sum var komin heldur illa fyri av hesum. So ein dagin fáa vit sendandi við postinum eitt annað steyp, men hatta vóru vit ikki negdir við, vit vildu hava rætta steypið. Síðani tosaðu vit Keypið mat og viðskera frá KATRINU CHRISTIANSEN Bringsnagøta — 3800 Tórshavn KOLONIAL telf. 11539 — MANUFAKTUR telf. 11524 aftur við teir í róðrarfelag- num har suðuri, teir lov- aðu at gera alt fyri at fáa fatur á steypinum. Síðani frættist, at teir høvdu havt nevndarfund um málið, har atkvøtt varð, um vit skuldu fáa steypið ella Óli Vang skul- di hava tað aftur. Tveir vóru fyri, at steypið skul- di sendast norður til Havnar og tríggir ímóti. Sostatt bleiv steypið latið aftur til Óla Vang. Við vón um at greiði fekst á hesi flokjuni hava vit hes- ar fimm mánaðirnar, sum lidnir eru, síðani vit vun- nu steypið, ikki viljað gjørt nakað hóvasták burturúr hesum, men nú er tolið uppi. Tað má sigast at vera ein egilig skomm, at skula geva eitt steyp og síðani nokta at handa tað. Kann tað hugsast, at steypið var ætlað onkrum eðrum? Orðatakið >Tab og vind med samme sind« er væl- saktans ætlað áskoðara eins væl og tí íðkandi. Spurningurin er, um tað í framtíðini ikki átti at verið gáað meir eftir, tá tílík steyp verða sett út, um tey verða givin av sonnum ítróttaráhuga og -anda ella um tað er í blindari fanatismu, til litl- an sóma fyri avvarandi. Við ítróttarkvoðu Manningin á Havnarbátinum P.S. Hetta skal á ongan hátt skiljast sum álop á »Sudringin« ella nakran av manningini har um- borð. Mál Hví tegir Javni Tað mundu vera fleiri enn vit, ið gjørdust illa við, tá vit herfyri lósu andstyggi- ligu skriving Ø.B. um so- sialforsorg okkara. Tá hann háðandi skýrir landsstýrismannin í sosi- almálum »ministara fyri neyð og elendigheit« er tað ikki J. Lindenskov hann rakar, men tey med- menniskju okkara, sum av eini ella aðrari orsøk ikki eru arbeidsfør — tey ó- produktivu — sum tað ó- ivað eitur á góðum Breck- mansmáli. Tað er hugstoytt at á- sanna, at ein ungur evna- ríkur politikari í tí Harr- ans ári 1977 brúkar gávur sínar til at háða og spotta og sáða illvilja móti teim- um minst mentu okkara millum. Ein illvilji, sum fyrr var vælkendur í Fer- oyum, men sum so smátt var farin at hverva, ikki minst eftir at rørslur sum t.d. Javni vóru farin at gera vart við hetta órætt- visi. Ikki minni vamlisligt var »svar« O. Bs. til sosi- alráðgevararnar, hesi eru ivaleyst sjálvi for at svara fyri seg — um tey annars hira at gera tað. Vita skal Óli, at meðan hann reypar av, at fólka- flokkurin eigur fólk, ið gera sosialt arbeiði ókeyp- is, so stendur tað rimmar- fast at tað ikki var nakar »Okeypis« fólkafloksmað- ur (ella kvinna), men sosi- alráðgevarin Karin Joen- sen, ið merkti tervin, og tók initiativið til at stovna Landsfelagsskapin Javna. Vit sum av og á hava komið á fund hjá hesum felag, fingu eisini ta fatan, at fólk vóru sera vælnøgd við sosialráðgevaraarbeið- ið hjá Karini Joensen, og vóru illa við, tá hon fór úr hesum starvi. Eisini skiltu vit á formanninum (kvinn- uni), at tey strongdu harð- liga á myndugleikarnar (ministaran fyri neyð og elendigheit), at fáa annan sosialráðgevara, og at tey Síða 7 vóru fegin, tá tað eydnað- ist. Hetta felag vann skjótt stóra virðing millum man- na, ikki minst fyri sítt samfelagsrevsandi virk- semi, ið sanniliga eisini var fyri neyðini. Eitt av vakrastu enda- málum hjá hesum felags- skapi var eisini at tala sak teirra, sum andaliga vóru soleiðis fyri, at tey sjálvi ikki vóru fer til tess. Ti eru vit fleiri sum í dag spyrja: HVÍ VALD- AR TØGN I JAVNA? Hví mótmæla tit ikki? Er verndarrødd tykkara tagnað, ella kanska er hon útskift? Tað eru sanniliga boð eftir tykkum ' dag, tí ikki síðan myrkastu miðeld hevur slíkur ágangur verið framdur móti brekaðu medmenniskjum okkara. Limir í Javna (enn) P.S. Vónandi kenna tit her ábyrgd tykkara, og mótmæla dyggiliga. — Tá hava vit framvegis somu virðing fyri tykkum. Bølmenni i Dagbladnum Tå undirritadi hevur lut- tikið í orðaskifti í blød- unum, havi eg ongantíð vidgjørt persónar. Eg havi heldur ikki vidgjørt per- sónin hr. Ola Breckmann í teimum greinum, eg havi skrivað um almannamål. Eg havi bert viðgjert sjálvt málið, og tað sum er skrivað um tað. So tað er púra skeivt, tá O. B. sig- ur, at eg skal hava nýtt ókvæmisorð um hann. Eg havi tvørtur imOti sagt, at hann ikki var »asosialur«, og eg havi verid so vinar- ligur at lata vera vid at nýta orð nakað aftarlaga í alfabetinum, sum hevði hóskað sera væl til hendan mann. Skrivingin í Dag- blaðnum seinastu tíðina hevur nevniliga avdúkað ikki so heilt lítið um hendan mann. Og tann sum hevur lisið hansara skendsku greinir nóg gjølla kemur til hetta úr- slit: 1. Hetta er ein maður, sum als onga virðing hev- ur fyri livandi ella fyri deyðum, og hann aftrar seg ikki við at lata sín óndskap ganga útyvir heilt óviðkomandi menn- iskjur. 2. Hann hevur onga re- spekt fyri kenslunum hjá ødrum fólki. Tær traðkar hann uppá uttan nakað fyrilit, men hann er ótrú- liga erkvisin, tá hann heldur, at gingið verður honum sjálvum ov nær. 3. Tað er avgjørt einki mark fyri hverjar óhugna- ligar og andstyggiligar lygusegur, hann kann penta saman fyri at æru- skemma fólk. Tað finnast konkret dømi um hetta i Dagblaðnum 23. novem- ber. 4. Sjålvt eina ta mest gripandi søguna i okkara Nyggja Testamenti torir hann at vanhalga vid at skriva spottandi um at »rida inn i tad sosialistiska Jerusalem å revaliderings- eslinum.« Hetta er bein- leiðis blasfemi. Tað er einki heilagt fyri hendan mann heldur. Er slikt politiskt terror- virksemi av fólki og av- varandi flokki roknað sum »normalt«, og maðurin aftanfyri verður roknaður fyri at vera rættsiktaður, tá hava vit sanniliga orsok til at øtast yvir okkum sjálvar meira enn yvir onnur, sum vit annars eru so ofør til. Sjálvur meti eg meg at vera fult feran fyri at skifta orð við blaðstjóran á Dagblaðnum um åvis mål og um viðgerð av tøl- um v.m. Men skal tað snúgva seg um at nýta 6- kvæmisorð, og at penta saman grovar ósannar skuldsetingar móti fólki, tá kann eg ikki vera við. Og tá sami blaðstjóri mest tykist at vera førur fyri hetta seinna ætli eg ikki at halda áfram við nekrum orðaskifti. Eg kæri meg als ikki um at vera mál fyri = hansara vitleysa andaliga yvirgangsvirk- semi, og eg vil eisini spara enn fleiri óviðkomandi fólk fyri at verða offur fyri tí óhugnaliga óndskapi- num hjá hesum persóni. Hetta eru kanska herð orð fyrst í jólamánaði- num, men vónandi skilir lesarin, at tað er eitt mark fyri, hvat ein kann finna seg í. Skal bert enda við at siga, at í Sodoma vóru hó- ast alt 5 rættvis. Higartil hava vit ikki sæð so mikið sum ein rættvisan fólka- flokksmann í Dagblaðnum tikið avstand frá hesi 6- hugnaligu skriving. Óli Jacobsen