leygardagur 3. desember 1977síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 84 — 3. desember 1977
Fótbóltsnevndarfundurin:
Vána ár vi
Vit hava umhugsað at seta nýggjar reglur
í gildi fyri unglingalið, um ikki fleiri melda
luttøku næsta ár, segði Christian Olsen,
fótbóltsnevndarformaður, á ársfundinum
Annars var tað mest áhugaverda, at í
1979 verða tað 8. lið bæði í fyrstu og aðru
deild. Tvey uppskot vóru innkomin um
hetta
Leygardagin tann 26. ok-
tober varð ársfundurin hjá
fótbóltsdeildini hildin á
Hotel Hafnia.
Umboðsmenn frá ellum
felogunum uttan Skála-
og Sands Ítróttarfelag vó-
ru mettir til fundin. Har-
afturat vóru Jógvan
(Egga) Jensen og John
Nielsen, landsliðsvenjarar
á fundinum.
Fyrsta á skránni var
frágreiðingin frá formann-
inum.
Broytingar
Aftan á hana vóru broyt-
ingar í kappingarreglu-
num og í steypakapping
arreglunum. Her
uppskotum kom
var ein
hópur av
in inn.
Í grein 2: (Deildin):
Luttøkupening fyri hvert
luttakandi lið soleiðis: 1.,
2. og 3. deild 200 kr. Hin-
ar deildirnar 100 kr.
Í grein 4: Leiktir verða
tveir semifinaludystir
ein heima og ein úti. Hetta
skal verða galdandi bæði í
lands- og steypakapping-
ini
Í grein 5: Tað er bert
loyvt leikara at leika ein
dyst sama dag hvenn leik-
dag. Leygardagur og sun-
nudagur er ein leikdagur.
Í grein 7: Føroyingur, ið
hevur luttikið í lands-
kapping uttanlanda, kann
undir somu treytum sum
aðrir leikarar, luttaka í
landskappingini, um hann
var limur í føroyskum í-
tróttarfelag, áðrenn hann
fór heiman.
Í grein 7: Luttakandi lið
hava í mesta lagi loyvi at
hava ein útlending á lið-
num.
Í grein 9: Eftir leikbyrj-
an er bert loyvt at seta úr-
slit og undirskrift dómar-
ans á dómaraseðilin.
Í grein 13: Heimafelagið
skal seta samband
við dómaran til ásettan
dyst í seinasta lagi 3 dag-
ar áðrenn dystin — fyri at
vissa sær, at alt er í lagi
Í grein 14: Sigur lið seg
skrivliga til ÍSF út úr
kappingini og ÍSF góðtek-
ur útgonguna teir
dystir, ið hetta lið hevur
seg í
verða
leikað ikki stig- og mál-
roknað.
Í grein 15: Tó kann
bólkur nr. 5 nýtast í
dreingjadeildini, um bæði
felogini og dómarin eru
samd um hetta.
Í grein 20: Kærur um
avgerðir fótbóltsdeildar-
innar verða at leggja fyri
dómsnevndina í seinasta
lagi 7 samdegur aftaná, at
hesar fyriliggja.
Í grein 20: Um leikari
hevur fingið 2 ávaringar í
sama kappingarári, fær
hann leikbann ein leikdag.
Í grein 22: Fylgja skulu
500 kr. slíkari kæru, sum
verða afturgoldnar, um
kærumálið vinnur semdir.
Steypakappingin
Allar reglurnar fyri steyp-
ini eru nú samskipaðar.
Steypakappingin gongur
nú eftir somu reglum sum
eru galdandi fyri Ísafjarð-
arsúluna. 2 greinar vórðu
broyttar.
Sverri T. Hansen, ið er
nývaldur til fótbóltsdeild-
ina
Grein 3: Leikað verður
soleiðis, at tá ið lið tapir
dyst, fer tað úr kapping-
ini.
Fótbóltsdeildin avger
(við lutakasti) hverji lið
skulu leika móti hverjum
ødrum, og fyrst drigna
liðið fær heimavøll. Leikt-
ir verða 2 semifinalu- og 2
finaludystir, ein á heima
og ein á útivelli.
Grein 4 Um
stendur á jøvnum aftan á
vanliga leiktið, verður far
ið soleiðis fram.
dystur
ð unglingaliðum
Er talan um 2. finalu-
dyst og úrslitið av 1. og 2.
finaludysti samanlagt er
javnleikur, verður nýggj-
ur dystur ásettur annan
dag.
Er talan um annan
dyst, verður leikur aftan á
lutakast hildin fram 2 X 15
min.
Er framvegis javnleik-
ur, verður sektarsparks-
kapping til vinnarin er
funnin.
Soleiðis verður eisini
farið fram í 3. finaludysti.
Uppskot frá HB:
HB hevði lagt eitt broyt-
ingaruppskot fram. Teir
vildu festa upp í endan á
grein 4 soljóðandi: Fót-
bóltsdeild ISF's skipar
fyri kappingini, og verða
øll figgjarlig viðurskifti
kappingini vidvikjandi
greidd av feløgunum. (So-
statt dettur grein 7 burt-
ur).
Uppskotid hjå HB fekk
ongar sømdir frå fundar-
luttakarunum.
Vallirnir
I síðsta blaði var ein villa
komin. Vit høvdu skrivad,
at Sverri Trónd Hansen
mælti til at kolldøma vøll-
in i Klaksvik, men er hetta
ikki rætt. Sverri helt fyri,
at vallirnir å Tvøroyri,
Fuglafirdi, Eidi, Sørvågi
og partvis Klaksvík vóru
als ikki i lagi til lands-
kappingardystir.
Bert ein utlendingur fær loyvi at leika å føroyskum lidi, man hetta fåa avleidingar fyri
tey ymsu feløgini t.d. TB og ÍF?
itrottur
Skipast skal fyri skeiði i fótbóltsskaðum
Fundarsamtyktir
Undir fundarsamtyktir å-
legði Fram fótbóltsdeild-
ini at skipa fyri skeiði fyri
venjarum í m.ø. itrottar-
skaðum, og fekk hetta
uppskot góða undirtøku.
Eisini vóru 2 uppskot
innkomin um talið á liðum
í 1., 2. og 3. deild. Fram
hevði uppskot um, at i 1.
deild skuldi vera 8 lid, i
aðru deild 12 lið í tveimum
bólkum, og í 3. deild óav-
markað tal av liðum.
Fram skeyt upp, at mill-
um fyrstu aðru deild skul-
di bert flyta eitt lið, með-
an tað millum 2. og 3.
deild skuldi verða upp- og
niðurflyting av tveimum
liðum.
Skála Ítróttarfelag
skeyt eisini upp at viðka
1. og 2. deild til 8 lið, her
skuldi 2 lið flyta upp og
niður hverja ferð.
B36 setti fram
ingaruppskot, so at mill-
deild flytur
broyt-
um l. og 2
bert eitt lið
Royn legði síðani broyt-
ingaruppskot fram, at
hesar reglur fyrst kundu
koma í gildi til kapping-
arárið 1979.
Uppskotini hjá Skála,
B36 og Royn vórðu part-
vis viðtikin. Hetta førir
við sær, at aftan á kapp-
ingarárið 1978, verður
eingin niðurflyting úr 1. í
2. deild.
Nevndarval
Tað stóðu 3 nevndarlimir í
fótbóltsnevndini fyri vali.
Teir vóru Per Person, Ole
Christensen og Anfinn
Hammer. Ole og Per bóru
seg undan afturvali.
Í uppskoti sum nýggjur
nevndarlimur vóru ikki
færri enn 7 mans, og
gjørdist úrslitið av at-
kvødugreidsluni hetta:
Børge B. Hansen 13 at-
kvødur, Sverri T. Hansen,
12, Jógvan Eliasen 12,
Tommy Petersen 11,
Johny Nyby 5 og Anfinn
Hammer og Símun E.
Berg hver sínar 4 atkvoð-
ur
Teir 3 fyrstnevndu vóru
sostatt valdir, meðan
Tommy Petersen og Joh-
ny Nyby eru 1. og 2. til-
Hinir báðir
nevndini eru
taksmaður
limirnir í
Kristian Olsen og Marcus
Køtlum. Eisini skuldi
veljast dómsnevnd og
eykamenn. Skotið varð
upp at velja somu nevnd
og eykamenn, og varð
hetta samtykt.
Limirnir í dómsnevnd-
ini eru: Jógvan Sundstein,
Jógvan (Ki) Jacobsen og
Sølvi Jespersen. Eyka
maður er Jógvan Johan-
nesen.
Vánaligt
unglingaár
Seinasta punkt á skránni
var ymiskt. Her kom
mangt áhugavert fram,
m.a. tann muturgøla, ið
B36 varð lagt undir og tær
óhugnaligu dómararokn-
ingar, ið stjórnarlimur
ISF's Sverri Midjord á-
legði stjórnini at fáa
greiðu á sum skjótast.
Kristian Olsen segði
annars, at árið innan ung-
lingadeildina hevði verið
stak vánaligt. Um ikki
fleiri lið meldaðu til næsta
ár, hevði deildin umhugs-
að at taka álvarslig stig og
seta nýggjar reglur í gildi
orsaka av teimum U-
landsdystum, ið skuldu
vera.
Annars segði Leivur
Hansen (Fram), at vert
var at umhugsa, um felog-
ini og fótbóltsdeildin ikki
skuldu hittast einaferð um
mánaðin, soleiðis at slepp-
ast kundi undan teimum
mongu klagunum. Til
hetta svaraði Kristian Ol-
sen, at deildin var at hitta
hvert hóskveld, og vóru
feløgini altíð vælkomin.
At enda takkaði Liggj-
as Joensen fyri ein sera
siðiligan og góðan fund.
Ítróttamyndir
A itrottasidunum í SO
SIALINUM koma bert
nakrar av teimum
myndum, sum itrotta
blaðmenn blaðsins ha-
va tikið. Hesar, eins og
tær, ikki
fingið blaðrúmd.
hava
kun-
nu tygum fáa til keyps.
Telf. 14720 11820
ella at skriva til SOSI-
ALIN box: 76
3800 Tórshavn.
sum