Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ed STATE UR OO TS Nr. 85 — 7. desember 1977 sosialurin Síða 5 Jens Chr. Svabo BE góðan laksatur Rannsóknarskipið Jens Chr. Svabo hevur gjørt ein góðan laksatúr undir Feroyum. Svabo var úti í fýra dagar og fekk tilsamans 174 laksar, sum í miðal vigaðu sjey pund. Teir settu tilsamans 2100 húk- ar. Leiðin, teir royndu á, var inn av Sandoyarbank- anum og inn móti land- grunninum, og norðanfyri Fugloyarbankan út av landgrunninum. Síðan Jens Chr. Svabo var liðugur við laksa- royndirnar hevur hann gjørt royndir vid troli við Sandoyarbankan. Skip hevdu sæð okkurt har um leiðir, og Svabo fór út at kanna, hvat tað vóru fyri fiskasløg. Tað visti seg at vera svartkjaftur og hvit- ingsbróður Miðvingur vánaligan fiskiskap Tað hevur gingist illa við fiskiskapinum hjá Miðv- ingi, sum ger royndir fyri Fiskirannsóknarstovuna eftir upsa við snellu og gørnum Teir byrjadu at um hålvan oktober, og skulu royna til hålvan de- sember. Teir hava roynt ymsa staðni vid Føroyar, men fiskiskapurin hevur verid vånaligur, og teir hava eisini verið nógv tarnaðir av vánaligum veðri. Síðan teir byrjaðu hava teir fingið millum 30 og 40.000 pund. royna Garnabátarnir í Vágunum út aftur — Lækkaklettur skal umbyggjast til trolara Nú tykist sum gongd kemur aftur á garnaskip- ini í Vágunum. Hamraberg fer, so skjótt tað viðrar, at royna við upsagernum undir Feroyum. Hamraberg hevur ligið síðani í mai, tá garnaveiðan endaði. Annars hevur ein annar garnabátur úr Miðvági, Miðvingur, gjørt royndir við upsagernum síðani 18. oktober, men úrslitið hev- ur ikki verið so gott. Lækkaklettur umbyggjast Lækkaklettur, sum eisini hevur ligið síðani í vár, fer við toskagernum fyrstu vikuna í januar. Tá vár- | + róðurin endar i mars — april er ætlanin at seta trolspæl i skipið. Hetta arbeiðið kemur at vara 2 — 2 1/2 mánað og verður gjørt í Føroyum. Vanlig figgjan er fingin til vegar og umbyggingin kemur at kosta uml. 1,5 mill. kr. Reidarin Gottfred Joen- sen upplysir, at teir hava litlan åhuga fyri linuni, Lækkaklettur VA 6, Hamraberg VA 220 og Reynsatindur VA 27 við bryggju i Mið- vågi, Nú er útlit fyri, at skipini aftur koma í vinnu bæði tí agnið er dýrt og, tí tað er torført at fáa fólk til hesa vinnu. Hann sigur víðari, at Lækkaklettur hevur bæði motor og skrúvu, sum eru ætlað til troling. Umframt er skipið serliga gott í sjónum, so tað egnar seg væl til trol- veiðu. Riggar væl hjá Heldarstindi Ein annar av »polakku- num<, Heldarstindur, er longu umbygdur til trol- veiðu og hann hevur verið nakrar túrar. Fiskiskap- urin hevur ikki verið tann stóri, men kemst hetta av fiskaloysi, tí: trolútgerðin roynist væl og skipið egn- ar seg væl til troling, verður upplýst. Heldars- tindur kom inn mánadag- in fyri veður. Hann hevði tá roynt í 4 dagar og heyði 13.000 pund. Seinasta túrin royndi hann í 12 dagar og tá avreiddi hann 55.600 pund. Heldarstind- ur hevur roynt á Munka- grunninum og vestur. úr Mykinesi. Enn er ikki av gjørt, nær fer út aftur, men tað verður helst áðrenn vár róður byrjar Keynsatindur Tónleikur og upplestur i læraraskúlahellini Leygarkveldið skipar Feroya deildin hjá Am- nesty International fy- ri einum tónleika- og upplestrarkveldi í hell- ini á Feroya Lærara- skúla. Felagið skipar fyri kveldinum í sam- band við at felagsskap- urin leygardagin, man- narættindardagin, fær handað nobelfriðar- heidurslønina í Oslo. Kveldið byrjar við at Halgir Winther Poul- sen, nevndarlimur í Á I. greiðir frá felags- skapinum Amnesty In- ternational og arbeidi num hjá føroysku deildini. Síðan verður tónleik- ur og upplestur. Fyrst spælir ein blásarakvin- tett trý svensk løg, og síðan syngur Volker I. Behrens „una futiva la- grima< eftir G. Doni- zetti, meðan Pauli Jo- hannesen, Alex Sól- stein og Verland Jo- hannesen hava undir spælið. So steðgur í tónleikinum, og Kristina Øster fer at lesa upp verður Besta ár higartil Ísvirkið í Fuglafirði hevur higartil í ár tikið móti 1600 tonsum av ráfiski og er hetta besta árið hjá virki. num, síðani tað í 1960 fór undir at framleiða flak“ Í 1976, sum tá var higartil besta ár, keyp- ti virkið tilsamans 1400 tons av ráfiski. Herfyri varð ein nýggj flekimaskina til saltfisk tikin í brúk. Hon kostaði 350.000 kr Í samband við eina møguliga útbygging verður lendið uttanum virkið nú javnað. Fimm línubátar fiska í løtuni til Fugla- fjarðar isvirki, Dragin, Nósi, Guttabáturin, Anna Maria og Finn bjørg. Fagraberg hev i naskinskada og Havn til um Fiskaklett liggur í vælingar Alex Sólstein og Árni Hansen spæla síðan Rondino í g-dur eftir Beethoven. Alex Sólstein spælir violin og Árni Hansen klaver. Fyrri partur endar við at blandað kór undir leiðslu av Ólavi Hátún syngur: Freunde lass uns frølich loben, Ay, linda amiga, My bonny lass og Tourdion. Eftir steðgin lesur Axel Tórgarð upp, og síðan spælir Big Band trý log undir leiðslu av Brandi Qssurssyni, og Lars Rørbech spælir jazzlog á piano. Tón- leikurin endar við at Big Band spælir ymisk kend nutidarløg. Kveldið endar vid at formadurin i Føroya deildini hjå Amnesti International Anette Wang sigur nøkur orð. Peningurin, sum kemur inn hetta kvøld- ið á Læraraskúlanum, verður óskerdur sendur til høvudsskrivstovuna hjå felagsskapinum i London. ur, sum royndi við troli í summar, legði ikki um til línu, men fer aftur at trola aftaná nýggjar. Byggja egningarhús Fuglafjarðar ísvirki hevur ætlanir um at byggja eitt egningar- hús til bátarnar, sum avreiða til virkið. Hús- ið skal byggjast innan- fyri virkið á kommun- alum eki og nú verður bíðað eftir byggiloyvi frá kommununi Egningarhúsið verð- ur 160 m? til støddar og innrættað leiðis, at hvort rúm hevur sina egnu frystigoymslu, sum fer at taka millum 30 og 100 stampar Eftir ætlanini skal húsið takast í nýtslu á kostnaðurin kemur at 100.000 kr liggja um