Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 1977síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 85 — 7. desember 1977 Ikki øll eru líka glað fyri jólamannin. Hesin smádrongurin sýnist ikki at vera hugaður fyri at sita á knøunum á jólamanninum í ein- um handli í Bumsville í USA. Kanska heldur hann, at jólini eru komin ov tíðliga, ella er tað skeggið, ið ger hann bangnan. Dunna álopin Bob Holt greiddi poli- tinuin frá, at hann varð álopin av einum sintum manni á opnum vegi. — Hann tók í annan veingin hjá mær og syfti meg runt, segði Holt. Hann reklamer- aði fyri eina radiosteð har á staðnum við at lata seg í ein dunnu- ham. Holt segði eisini, at hann ikki hevði tos- að við mannin ella flaksa við veingjunum fyri at verja seg. Matarlystur Herfyri varð líkið av einum heilum manni funnið í maganum á einari 6 metra langari pytonslangu í Djakar- ta. Ikki eiti á matar- lystur, slangan hevur havt. Bretland er komið nær- ri Europa, sigur brets- ki admirálurin David Haslam — tað er ikki samarbeiðið við EF, hann sipar til. Haslam hevur kannað gomul landkort og er komin til tað úrslit, at Bret- land liggur nærri fast- landinum nú enn fyrr. Fjarstødan er minkað við 100 metrum. Het- land er flutt 63 metrar suður eftir og 116 metrar vestur eftir. Jólahugni Nakrir bretskir tjóvar eru longu komnir í jóla- hugna. Teir brutu inn á eina brennivinsgoyms- lu, har teir tóku »nak- að< av ginni. Virðið var 500.000 kr. ella 1/2 miljón. Miss World Hin svenska Mary Stavins, 20 ár, varð herfyri vald til Miss World í London. Hon fær, umframt heiðurin at vera vakrasta genta, 50.000 kr. kontant og arbeiðssáttmálar, sum eru tríggjar ferðir so nógv verdir. Hver ið er Viðurskiftini hjá teimum littu ikki brovtast eftir valsigurin sigur forsætisráðharrin Johannes Vorster Tjóðskaparflokkurin hjá suðurafrikanska forsætis- ráðharranum Johannes Vorster hevði stóra fram- gongd við tjóðartingsvalið í Suðurafrika. Flokkurin fekk 134 av teimum tilsamans 164 sessunum í tjóðartingi- num. Hetta er ein fram- gongd uppá 19 sessir. Andstaðan hevur nú 30 limir í tjóðartinginum. Johannes Vorster út- skrivaði val, fyri at styrkja stødu sína mót- vegis teimum stødugt vaksandi krøvunum utt- anífrá um litt meiriluta- stýri í Suðurafrika, og hesin spurningurin var eisini mest frammi í val- striånum. Í eini viðmerking, eftir at valúrslitið fyrilá, segði Vorster, at hann hverki fer at broyta trygdarlógir- nar í Suðurafrika, ella at fremja broytingar í viður- skiftunum millum tey littu og tey hvítu í landi- num. Hann segði, at stjórn hansara fer at halda fram við royndunum at seta í verk eina nýggja stýris- skipan í Suðurafrika, sum gevur teimum littu, asiat- unum og teimum hvítu hvert sítt tjóðarting. Men tey littu og asiat- arnir fáa neyvan politisk rættindi í bræði. — Alt hetta tekur sína tíð, legði Vorster afturat i reðu síni. Vorster, sum nú fer undir eitt fjórða valskeið, kann vera negdur við úr- slitið av tjóðartingsvali- num. Hann fekk góðan stuðul frá teimum 2,2 milliónunum av teimum hvítu í Suðurafrika, sum hava valrætt. Og enda- málið hjá honum við val- inum var at styrkja sína stødu millum tey hvítu mótvegis ti stødugt vaks- andi trýstinum, sum onn- ur lond og ST royna at leggja á Suðurafrika. Tann nýggi leiðarin í andsteðuni í Suðurafrika Collin Eglin Svenskir pengamenn komnir í neyð Tora ikki at taka pening sín úr donskum bankum Ein hópur av svenskum ríkmonnum, sum tilsam- ans eiga einar 100 milli- ónir krónur í donskum bankum, eru komnir í neyð av hesum pengum. Teir vilja yvirfyri svensku skattamyndugleikunum ikki kennast við, at teir eiga hendan pening. Eftir svenskari lóg hava privatfólk ikki loyvi til at flyta pening úr landinum. Svensku skattamyndug- leikarnir eru ikki í iva um, at teir eru snýttir fyri hesar 100 milliønirnar. Svensku myndugleikar- nir fóru undir kanningar í hesum málinum fyri ein- um ári síðani, eftir at stjórnirnar í Danmark, Noreg og Sveríki høvdu undirskrivað eina avtalu um, at skattamyndugleik- arnir í teimum trimum londunum skulu útvega hverjum ødrum upplýs- ingar. Eftir donsku bankalóg- ini kundu svensku skatta- myndugleikarnir ikki fara til donsku bankarnar, og biðja um upplýsingar um figgjarligu viðurskiftini hjá svenskarunum. Tí vendu teir sær til donsku skattamyndugleikarnar, og hava nú fingið ein lista yvir teir sviar, sum eiga pening innistandandi í donskum bankum. Svensku skattamynd- ugleikarnir eru nú farnir undir at avhoyra fólkini á listanum, men meginpart- urin av teimum vilja ikki kennast við, at tey eiga pening í donskum bank- um. Í einum føri eiga faðir og sonur 1,7 milliónir krónur í danska Provins- bankanum. Men teir siga nú, at onkur annar, sum má hava misbrúkt teirra navn, má eiga hendan pening. Helst hava teir roknað út, at teir sleppa lættast burtur úr hesum við ikki at kennast við peningin. Verða teir funn- ir sekir í ólógliga at hava flutt pening úr Sveríki, kunnu teir verða sektaðir við bót, og harafturat fara skattamyndugleikarnir eisini at krevja skatt av hesum peningi. Endin á hesum legna málinum kann verða, at tað verða svensku skatta- myndugleikarnir, sum kunnu fara til teir donsku bankarnar og taka út tær umleið 100 milliónirnar, sum ongin nú vil kennast við. Heldur tú ikki