Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 1977síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 85 — 7. desember 1977 sosialurin lesarabrøv eee re NER Svar frå Javna Tann nevndin, id for frå i september i år, hevur i blødunum víst á óheftu stæðu felagsins í sambandi við blaðskriving um ávíst mál. Tað sama skal nú verða tikið uppaftur sum svar upp á lesarabrævið í Sosi- alinum 3. des. 1977. Landsfelagið Javni er óheft átrúnaðarliga og ó- heft politiskt og kann tí ikki taka lut í politiskum orðadrátti í almennu blød- unum. Nevndin 000 Samfelagssnultari? Av tí at tann øsing, ið ein ávísur limur av Tórshavn- ar byråd nú eina tid hevur rikið ímóti Tórshavnar Skipasmiðju, tykist at fáa gróðrarbotn, og tí kann verða til stóran skaða fyri umdemi Skipasmiðjunn- ar, verði eg noyddur til at lýsa støduna, sum hon er. Eg hevði ikki ætlað hetta, men tá nú Dagblað- ið fríggjadagin 2.12. og Sosialurin leygardagin 3. 12., bæði blødini við mynd av Skipasmiðjuni og stór- ari yvirskrivt á fremstu síðu, skriva um tann leigusáttmála, Skipa- smiðjan hevur við Tórs- havnar býráð, og geva út- sjónd av: „her skulu tit síggja alt Feroya fólk, her hava vit avdúkað tann stóra samfelagssnultaran, sum hevur snikt seg und- an at goldid rættvisa leigu til tað almenna.« P/f Torshavnar Skipa- smidja hevur vid såttmåla frå 1. juli 1937 leigað eitt ávíst eki frå Tórshavnar býráð í 99 ár, til at leggja virkið á, ið talan er um, fyri kr. 500,— um árið. Tað stendur víðari í sátt- málanum, at henda leigu- upphædd kann, aftaná 15 ár, also í 1952, broytast við samráðing millum partarnar. Samrådingar vóru ongar í 1952, og hava heldur ikki verið síðan. Fyri at eingin misskiljing skal vera, skal eg upplýsa, at Kjartan Mohr var ikki býráðsformaður tá, men var í minniluta í býráð- num. Tað ekið, ið skipa- smiðjan leigaði frá býráð- num var bøur, ja mest at kalla ein botnleys myra. Hvussu lendið sá út, minnast fleiri við mær. Byggibúning og aðrar við- gerðir av økinum hava ikki kostað býráðnum eitt einasta oyra, alt tað sum er gjørt á hesum eki, er gjørt fyri Skipasmiðjunn- ar egnu rokning. Haraft- urímóti hevur bæði Skipa- smiðjan og tað fólk, ið hevur havt og hevur sína dagligu vinnu, goldið ein hóp av skatti til Tórs- havnar kommunu, fyri- uttan alt tað, ið øll tey skip, sum igjøgnum stiv- liga 40 år eru komin til Vónartoy Stórt úrval av nýheimkomnum. Tunikur Toppar Fyriklød Spensarar MN) langir og stuttir Kjólar langir og stuttir Buksur Smekkubuksur Skipasmiðjuna, hava lagt eftir seg, bæði til býin og til Tórshavnar havn. Her- til skal tó sigast, at hetta skilja tíbetur allarflestu býráðslimir eisini. Tórshavnar Skipasmið- ja hevur ikki til dagin í dag kostað Havnar kom- munu ella samfelagnum eitt einasta oyra. Her er ikki talan um nakran samfelagssnult- ara, men um eitt virki, hvar allir, frá yngsta lær- lingi til hægsta mann ha- va gjert og framhaldandi vilja royna at gera sína skyldu yvirfyri virkinum og harvið Tórshavnar býi og ellum samfelagnum. Sum sagt í byrjanini ætli eg mær ikki at koma upp í nakað blaðtjak um hetta, men geri tað bert fyri at lýsa, hvussu stødan í veruleikanum er. Poul Mohr hvenn mánadag og týsdag hvønn mikudag hvønn hósdag 1 Aalborg 2. hverja viku í Larvik i Halmstad 3. hvørja viku I Aalesund I København 3. hvørja viku I Sandnes 4. hverja viku í Blyth TIL FØROYAR FRYSTIKONTAINARIR EINS VÆL OG VAN LIGIR KONTAINARAR ERU TO KIR líka mikið hvat.... VIT FERMA AVGREIDSLUR: Chr. Jensen, tlf. 122566 Aalborg A/s Traderline, tlf. 203311 København Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Aalesund T. Schanche Olsen, tlf. 62078 sandnes Wi. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth I JÝ S ið I SUNNEVA GRAM Sigmundargøta 4 tlf. 11718 Byggitilfar Hugsa tygum um at byggja, so tosa vid okkum um byggitilfar. Vit geva 15—20% avslåttur uppå eitt parti av stórviði, brúkast til undirsløg, sillar, stólpar og sperrur. Eisini hava vit eitt parti av 5/8” x 4" panel til 20% avslåttur, og 3/4” x 4" panel niðursett vid 15 prosentum. Somuleidis hava vit eitt parti av 10 og 13 mm spønplåtu 122x244 cm, sum er nidursett vid 15 prosentum. Annars hava vit alt vanligt byggi- tilfar til biligastu dagsprisir. sum kann P/FN. Niclasens Timburhandil Telf. 32043 Sørvågur