Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. desember 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 86 — 10. desember 1977 H H telf. 14720 . 11820 . giro 6282725 Sosialurin box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Høgni Djurhuus Jogvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Sildalandingarnar UTTAN útflutningsloyvi hava tvey nótaskip hjá sama felag landað hvor sína last av sild í Danmark. Í LØTUNI er stødan so háttað, at fullkomið sildabann er í Norðsjó- num, og avleiðingarnar av hesum eru, at tey føroysku sildavirkini liggja still, og at prísurin á danska marknaðinum er farin langt upp um tað vanliga. VESTAN FYRI 4 stig hava føroyingar kortini rætt til at veiða 2500 tons. Men í hesum sambandi hevur lands- stýrið kunngjørt, at sildin skal av- reiðast í Føroyum, og tískil verður útflutttningsloyvi ikki givið. VERT ER at hava í huga, at hesi 2500 hava vit ikki fingið til gåvis, men fyri tey hava vit latið hýsu og tosk und- an Føroyum. Tað, sum vit hava latið fyri hesa sildina, vildi, um tað ikki fór tann vegin, komið upp á land í Føroyum. UT FRÁ hesum hevur landsstýrið sett ta treyt, at sildin skal landast í Føroyum, og hetta skilja oll uttan triggir persónar. Teir eru blaðstjórin! á Dimmalætting, inklusivt Chr. N. Chr., Petur Háberg og Eiler Jacob- sen. Teir halda tað vera galið, at skipini skulu verða noydd at landa í Føroyum, tá prisurin er hægri í Dan- mark. Taka vit t.d. Ísland, so kunnu íslendsk skip hvgnn dag fáa mun- andi hægri pris i Føroyum, enn tey fáa heima í Íslandi. Men íslendsku myndugleikarnir geva sjálvsagt ikki loyvi til at teirra fiskur verður út- fluttur sum rávgra, og tí verða út- flutningsloyvir ikki givin uttan í ser- støkum fórum. TAÐ ER hugstoytt, at Dimmalætt- ing á sjálvum hundrað ára fødingar- degi sínum skal koma sær at koma við so tápuligum spurningi sum honum, hvar landsstýrið hevur lóg- arheimild til at sýta skipunum at landa í Danmark. Fyri at Dimma ikki skal fara líka óvitandi inn í sína næstu øld, skulu vit upplýsa blað- num, at ongin vgra kann verða út- flutt í Føroyum, uttan at landsstýrið fyrst hevur givið útflutningsloyvi. TAÐ KUNDI verið áhugavert at frætt frá t.d. Paula Ellefsen, um Sambandsflokkurin ætlar at reka ein politikk, sum hevur til enda- máls, at føroyskur ráfiskur skal verða avreiddur har, sum hann til eina og hvørja tíð fær hægsta prís- in? HARRIN HEVUR VITJAÐ FÓLK SÍTT Og Sakaris, faðir hansara, varð fyltur av heilagum anda, og hann profeteraði og mælti: »Lovadur veri Harrin, Guð Ísraels, tí at vitjað hevur Hann fólk Sitt og loyst hev- ur Hann tað út. Lukas 1, 67— 68 Tað er lovsangur Sakaris'ar vit skulu steðga við henda sunnudag. Sakaris byrjar henda lovsang við at siga, at Harrin hevur vitjað og endur- loyst fólk sítt. Tað er nakað av hesum, adventstíðin minnir okkum um: at Guð hevur vitjað okkum; Hann hevur vitjað hesa syndarinn- ar og deyðans jorð. Tá vit vitja menniskju, so er tað tí, vit hava erindi til teirra av einum ella ødrum slagi. Tá Guð vitjaði hesa jørd, so var tað tí, Hann hevði eini erindi. Tað vóru eini ógvuliga stór og tydningarmikil erindi. Guð vildi við Jesusi Kristi frelsa alla ta fallnu manna- ættina. Guð hevði framman- undan sagt frá vitjan síni; hetta visti Sakaris eitt sindur um, tað kunnu vit hoyra av lovsangi hansara. Tað, sum nú var við at henda, var tað, Á NR N Elsa Funding, barnaguds- tænasta, Triði sunnudagur í advent Guð hevði lovað við profet- unum í forðum. Nú var fyll- ing tíðarinnar komin, at hetta stóra fór at henda. Her eru vit við upprunan til advent og jól, hetta at Guð sendi Jesus Kristus til heimin, gjørdist upprunin fyri øllum. Tað er hetta, vit kunna fáa loyvi at uppliva í hesi ad- ventstíð, at Guð vitjar okk- um. Hann kom ikki bert ta einu ferðina, men Hann held- ur áfram at koma til okkara fyri at vitja okkum. Hvat var tað ikki ein góð vitjan, og hvat er tað gott, at Guð al- samt vil vitja okkum og vera okkum nær í Sinum orði og við Anda Sínum. Og so hevur Hann endur- loyst fólk Sitt; tað sigur okk- um nakað um sambandið millum adventstíðina og fostutiðina, millum jól og páskir. Tað varð sagt um Jesus, áðrenn Hann kom. Hann skuldi frelsa fólk Sitt frá tess syndum, Hann skuldi endurloysa fólk Sítt, eina ætt, sum livdi í trælakorum, tí syndin var komin inn í heimin. Hon var komin inn í heimin við ólýdninum hjá eini menniskju, nú skuldi bótoff- ur gerast við lýdni av einum, nevniliga Jesusi. Hann kom til henda heim sum endur- loysarin frá synd og deyða og valdi djevulsins, tað vóru er- indi Hansara, og Hann gavst ikki á hendur á miðjari leið, men avrikaði erindi Síni, hó- ast tað kostaði kross og deyða. Jú, sanniliga: Guð Harrin hevur vitjað okkum, og Hann vitjar okkum alsamt við frelsu Síni. Summatidir kann tað henda, tå vit koma til menn- iskju i einum åvisum ørind- um, at vit verda vist aftur, sjålvt um vit vilja teimum tað besta. Tað eru so nógv menniskju, ið vísa Guði aft- ur, tá Hann kemur at vitja — - Barnakórið 21 v/ Henning Bøges- vang, presti um evnið: við frelsu Síni; nú kemur Hann aftur í hesi advents- og jólatíð, og Hann metir menn- iskjum við tí sama tilboðnum um frelsu. Ansa eftir, at tú ikki vísir Honum aftur! Guð vil okkum altíð væl, ja, tað allarbesta — tí tað er tað allarbesta her í lívinum — at fáa lut í frelsuni, verða end- urloystur av Honum, sum eina kann endurloysa eina menniskju frá syndarinnar trældómi. Seinasta sunnudag vórðu vit mint um, at tað kundi verða ov seint, hurðin verður afturlatin. Tá Jesus kemur at vitja, ræður um at taka ímóti Honum. Onnur reglan í tí sálminum av Grundtvig, sum kemur aftaná yvirskriftina: >Natten hun blev til morgen,< sigur okkum eitt sindur um, hvat bleiv burtur úr, at Guð vitj- aði fólk Sitt: Nåttin gjørdist morgun. Eitt ljós varð kveikt, sum ongantið er vorð- ið sløkt og sum ongantið skal sløkkjast, men sum einaferð skal sýna seg í allari dýrd síni, tá tann stóri dagurin upprennur, tá Jesus kemur sum sigurharrin at heinta Sína leyskeyptu brúður: tað fólk, sum Hann endurloysti og sum tók ímóti frelsu Hansara. Harrin hevur vitjað fólk Sítt, nåttin gjørdist morgun. Kundu vit veruliga uppliva tað í hesi tíð, at vit fáa vitjan, einglaboð, soleiðis at náttin gerst morgun. Vit vilja eisini biðja Guð um, at tað mega vera hjørtu, sum opna seg fyri Honum, hjertu, sum hava verið afturlatin, so at tað kundi upplivast, at ljósið frá Guði varð tendrað har, myrkur valdaði. So verð- ur tað ein rík adventstíð. Amen. (umsett úr donskum) j.h. r Grima 7 SÅ g | i" S Í dagbókin Gudstænastur Havnar kirkja: Eivind Vilhelm; Vesturkirkjan: Hans J. Joensen, altar- gongd; Argir: Høgni Poulsen; Kvivik: P. Pet- ersen; Nes kirkja: Jóhs. Follend, Elduvik: Torkil Beder, altargongd; Klaks- vik: Henning Bøgesvang, altargongd (talvan gongur til frama fyri kirkjuna); Skålavik: Bergur Jacob- sen, altargongd; Sandvik: J. Weihe kl. 12; Tvøroyri: syngur; Leiti: Martin R. Jacobsen kl. 12; Øravik: J. Weihe kl. 18. Kirkjukonsert Kirkjukórið Ljómur úr Vági hevur jólakonsert í Tveroyrar kirkju í annað- kveld kl. 19.30. (talvan gongur). KFUM og -K, Klaksvík Sunnudagsskúli kl. 14, meti kl. 18 v/ Poul Jacob Olsen. Ungdómsmeti kl. Vor Herre, sankt Peter og mig. Syðradalur Meti í dag kl. 16, lestur í morgin kl. 12 v/ Martin Hammer, trúboðara og meti kl. 15 v/ Martin Hammer og Niclas Johan- nesen. Húsar Møti í kveld og í annað- kveld kl. 20. Á metinum í annadkvøld tala Martin Hammer og Niclas Johan- nesen. „Kvæðið um kópakon- una< verður framfert á Felagsskúlanum á Oyra- bakka í kveld kl. 20 og í morgin kl. 18. Atgongumerki fáast á tlf. 22157. Evangeliska røddin hoyrist hvørt månakvøld kl. 9 frå Monte Carlo (vid siduna av Luxembourg) å millumbylgju 205 metrum (1466 kHz). Sendingin varar eitt korter. Framhald á síðu 8 | | |