Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. desember 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | | Nr. 86 — 10. desember 1977 sosialurin Tey óhógligu småplåssini Tá ið eg sum bygdamaður úr óhegligari småbygd fekk áheitan um at taka lut í panelinum um bygda- menning, vildi eg íkki bera meg undan, tí júst hetta orðið bygdamenning hevur okkara stersta áhuga. Fyri okkum, sum í dag strevast úti við sam- felagsjaðaran, er onki sterri ynski, enn at bygdir okkara mugu menna seg aftur, eftir at tær nú í nógv ár hava ligið á deyðastrá. Tey, ið undan hava skrivað um sama evnið, hava nomið við dagarnar á bygd fyri 20—40 árum síðani. Eg skal eisini i huganum leita 30 til 40 ár aftur í tíðina, og minnast teir ríku dagar, og í mang- ar mátar tann vælstand, ið tá sermerkti bygdirnar sum heild og eisini tær óhegligu småbygdirnar. Bygdaskipanin var góð. Teir, ið onga jerð áttu, høvdu flestu eitt traðar- stykki, sum teir so kundu velta eplir í til húsbrúk og føda kúnna á. Mjólkin hevði ómetalig virði í hús- arhaldinum tá, og var kúgv nærum í hverjum húsi. Torvskurðarrætt høvdu øll húsini her i sóknini — eisini tey ogn- arleysu. Til flestu útbygd- ir hoyrdu fuglabjørg, og vóru tey dúgliga sekt. Mangur gyltur fongur av fugli var fingin til húsa. Konufólkini høvdu úr at gera við at royta. Eisini fjøður var virðismikil vera tá. Tá veðrið var til vildar, var dúgliga rógvið út um vetrarnar, og heimaútróð- ur var mangan góður stuðul í húsarhaldinum. Tá so hvert húski sær GÅ ad hevði fingið omanfyri nevndu inntøkukeldur veiddar saman við ti, sum fiskimaðurin fekk summ- arhálvárið í Íslandi ella Grenlandi, og tí sum bún- aðarmaðurin fekk av jorð síni, so kendu øll seg at vera rík. Tað kom meira til sjóndar tá enn nú, at setur var sjálvgivin biti. Fólkið var nógv á bygd tá. Hóp- ur av ungum og røskum kreftum. Sostatt kundi ein altið fara væl mannad- ur til verka bæði til fjalls og til fjóru. Skúlarnir vóru fullsettir av bernum. Sanniliga vóru hetta dag- ar, ið mangur man minn- ast aftur á við takksemi og virðing. Tá seinni heimsbardagi var av, byrjaði niður- gangstíðin hjá smábygd- unum. Broyttir veiðu- hættir saman, við dyrtidini gjørdu, at maður mátti í heilársvinnu á sjónum, fyri at føda seg og síni, antin á skipsdekki ella sum útróðrarmaður á stór- plássunum. Tað gjerdist ov óhegligt at búgva i heimbygdini. Hesir valdu at flyta til meira høglig pláss. Eftir vóru bónd- irnir, onkur ognarmaður, men fáir fiskimenn. Hesir hava roynt at hildið lív í smábygdunum til dagin í dag, og soleiðis er staðan í dag í fleiri av teim 6høg- ligu plássunum. Sum fyrsti luttakari í panelinum um bygda- menning sigur Finnbogi Isaksen, landsstýrismað- ur millum annað, um tey óhogligu smáplássini, at um íkki ein miðvísur bygdamenningarpolitikk- ur verður førdur fyri hes- ar bygdir í bræði, hava tær ikki annan kjans enn at hverva av kortinum og teljast í skaranum, har vit frammanundan hava Ská- latoftir, Skarð, Blanka- skála og Slættanes. Hetta er so satt, sum tað er sagt av landsstýrismanninum, men ein táttur í stevnu- skrá landsstýrisins er jú nettupp tann, at fera ein slíkan bygdamenningar- politikk, sum skal bjarga smáplássunum frá at hverva av kortinum. Sum fyrsti aðaltáttur í bygdamenningini eru samferðsluviðurskiftini. Nú er tað so, at fleiri av okkara smáu bygdum liggja so óhegliga fyri, at í løtuni må alt ferðasam- band til og frá hesum bygdum rekjast sjóvegin, kanska verður tað ikki so leingi, til tað fer at bera til at ferðast loftvegis, um so hevði verið, mundi tað verið eitt gott stig framá. Ferðaætlanin, sum strandferåslumyndugleik- arnir gera til småplåssini, er góð á pappirinum, men ein skal hava i huga, at flestu av hesum bygdum hava verið, eru og vera brimpláss, sum av náttúr- unnar hond ger tað ógjer- ligt hjá teimum, ið rutur- nar rekja at fylgja ferða- ætlanini. Í hesum sam- bandi kunnu vit nevna bygdirnar Hattarvik, Kirkja, Svinoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og St. Dímun. So eru tað aðrar, sum við vegagerð úr brim- plássum til kyrrupláss kunnu fáa tíðarhóskandi ferðasamband, og eru hes- ar m.a. Múli, Haraldsund, Kunoy, Trellanes, Mikla- dalur og Gásadalur. Hesar bygdir bíða nú eftir at fáa landsveg gjørdan skjótast gjørligt, og skuldu tær, i mun til ta vegagerð, ið farin er fram inni á »meg- inlandinum« seinastu hál- vu eldina, staðið framma- laga á listanum. Tá hesin táttur er í lagi, hevur landsstýrið sum fyrsta stig í menningarpolitikki sínum, gjert sína skyldu mótvegis hesum bygdum. Smáplássini eru fáment í dag; tí er umráðandi at gera livilíkindini so góð har, at fólkaflytingin úr hesum plássum steðgar og at fólk aftur fer at flyta út á bygdirnar. Ikki fyrr enn tað er hent, kann talan vera um veruliga menn- ing. Hugsa vit okkum, at komið er so langt, at smá- plássini veruliga fara at menna seg aftur, hverjir eru tá møguleikarnir fyri at driva eina lønandi vinnu har? Hertil er at siga, at jarðarbrúk, við øllum tí, sum jørdin kann Soleiðis kunnu umsteðurnar síggja út við lendingina í Mikladali ein brimdag Trøllanes er ein av bygdunum, sum bíðar eftir at fáa tíðarhóskandi ferðasamband framleiða, altíð vil vera ein týðandi táttur á hesum plássum. Ein sær í flestu bygdum fyri sær stórar Ó- dyrkaðar viddir, sum mø guleiki er fyri at dyrka og heysta grødi av. Smærri idnaðarvirkir, urtagarðsbrúk og mangt annað, sum ibúgvarnir r einaferð kunnu finna uppá at velja sær til vinnu- greinir, mundu helst givið úrslit, og hví ikki pels djóraaling, sum einaferð var bygdunum góður stuðul.“ Sjógvurin kundi givið sitt, bara manning var at drivið útróður Smáplássini við útendar- nar vóru, tann tíð tað ver, bestu útróðrarpláss. Hag ar komu menn úr ymsum bygdum bæði vetur og vár at rógva út, tí hesar bygd ir lógu so nær fiskimið- unum. Eitt, ið hevur ført til at fólkið flytur av småplåss Líggjas Eliassen, post- maður og bygdaráðsfor- maður í Mikladali. — Í hesum degum sita tingmenn og gera nýggja løgtingsfiggjarlog fyri 1978/79. Væl hevði verið, um sitandi landssíýri nú av álvara sýndi, at teirra miðvísi bygdarmenning- arpolitikkur eisini rekkur út á tey óhegligu smá- plássini, skrivar Liggjas Eliassen m.a. i panel- greinini. ER unum, er skúlaskapurin. Bernini ganga sín barna- skúla í heimbygdini, men skulu tey so í framhalds- skúla, sum vanligt er nú á degum, noyðast tey at flyta úr heimbygdini 14 ára gomul, hagar hesir skúlar eru. Tað er mangan komið fyri, at foreldrini flyta vid børnunum. Hesir trupulleikar eru n' loystir í teimum sterru oyggju- num, og kunnu eisini loysast í teim óhegligu plássunum, har ein sam- anbinding í veganetinum er gjørlig. Eitt skal sigast afturat, um smáplássini, og tað er at so fólkaleyst, sum har hevur verið í mong ár, 8 eru hesar bygdir yvirhøv ur hildnar í góðum standi Uppdyrkingarvegir til innangarðsjerðina, lend ingarviðurskiftini gjerd so ræg sum gjørlig, rennu strongir at draga veruna £ eftir, har høgur bakki er 1 og IKKI! at magnið, sum oll fegnaðust gloyma rav um, og sum hjálpti hesum plássum úr mongum trup ulleikum Í hesum tingmenn og gera nýggja løgtingsfiggjarlog fyri 1978/79. Væl hevði verið, um sitandi landsstýri nú av álvara sýndi, at teirra miðvisi bygdamenningar politikkur eisini røkkur út á tey Ohøgligu småplåss ini Ý døgum sita