leygardagur 10. desember 1977síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Einki sýslu-
formansval
Tað verður onki sýslu-
formansval í Fiskiman-
nafelagnum í ár, og teir
somu sýsluformenninir
halda fram í trý ár aft-
urat.
Í ellum sýslunum
varð bert eitt valevni
stillað upp, og tí verður
onki val í ár. Í ellum
sýslunum vóru tað sit-
andi sýsluformenn,
sum vórðu uppstillaðir.
Sýsluformenninir
eru hesir: Fyri Norðoya
sýslu Rasmus Jacob-
sen, Eysturoyar sýslu
Andreas Hejgaard,
Vága sýslu Kristian
Olsen, Sandoyar Sýslu
Jens Pauli Joensen, og
fyri Suðuroyar sýslu
Christian Jacobsen.
Saman við formann-
inum í Fiskimannafel-
agnum eru sýslufor-
menninir stjórnin í fel-
agnum.
Karl XII
í Klaksvík
Klaksvíkar sjónleikar
felag er nú komið væl
áleiðis við venjingun
um av leikinum Karl
XII eftir svenska rit-
hevundanum August
Strindberg. Leikurin er
týddur av Fraser Eyst-
uroy og hann varð
spældur av Havnar
sjonleikarfelag fyri
uml. 25 árum síðani
Hetta er ein søguligur
leikur (Karl XII var
kongur i Svøriki frå
1697 til 1718, tå hann
varð skotin, bert 36 ára
gamal) og leikpartarnir
og 3 kvinnur
Upprunaliga Var
leikurin í fimm portum
og rættiliga drúgvur,
men Strindberg stytti
hann sjálvur soleiðis,
at bert teir tríggir part
arnir eru eftir og teir
eru so aftur skipaðir í
tveir partar. Tað er
henda stytta útgávan,
sum klaksvikingar
venja og kemur syn
ingin at vara slakar
tveir timar
Ætlanin er at hava
fyrstuframførslu eina-
ferð i januar. Leikstjóri
er Suni Samuelsen.
Klaksvíkar sjónleik-
arfelag er eitt gamalt
felag, men tað hevur
ikki altíð verið virkið.
Minst triggjar ferðir er
felagið at kalla endur-
stovnað, seinast nú í
heyst, tá ein fundur
valdi eina arbeiðs-
nevnd til at fáa í lag
venjingar á einum leiki
i vetur. Nevndin valdi
Karl XII og venjing-
arnar eru nú, sum fyrr
sagt, langt komnar
I arbeiðsnevndini
eru Hans David Ma-
tras, Óli Olsen, Anne-
lisa Samson, Katrin
Kjølbro og Dorethea
Matras.
Seinast, Klaksvíkar
sjónleikarfelag spældi
sjónleik, var í 1967.
Tað var Magnus eftir
Rasmusi Effersøe.
Leikbólkurin Gríma
var í Klaksvík í síðstu
viku og hevði skeið fyri
áhugaðum og luttók
eisini í venjingunum av
Karli XII. 16 fólk vóru
á skeiðinum.
Vegarbeiði
heldur fram
A Fugloynni eru teir
aftur farnir undir vegin
millum báðar bygdir-
nar, Kirkju og Hattar-
vík. Í Kirkju skarst
tann gamli seyðurin
væl og hóast lombini
ikki vóru so góð til út-
sjóndar skórust tey to-
luliga væl. Gróðurin
kom seint í ár og ser-
liga í brattlendinum
var hagin turrur
Turkurin hevði tað
við sær, at grasvøkst-
urin var minni enn
vanliga, triðingin
minni, verður upplýst.
Hinvegin var epla-
vøksturin av tí besta.
Teir sóu nógva haru,
tá teir vóru á fjalli í
heyst, men lítið og onki
verður skotið
Kai-arbeiði
í Vági byrjað
Farið er nú undir at
gera seinasta partin av
inum við flaka
virkið Polarfrost Í
Vági. Gerast skulu 60
metrar sunnanfyri
virkið, og her skulu
seks kistur setast nið-
ur
15 dagar
uttan samband
Tað hendir seg meira
enn so, at Trellanes
liggur uttan ferðasam-
band upp til eina heila
viku um veturin. Men í
illveðrinum í seinasta
mánað gingu 15 dagar
uttan at Barskor, sum
røkir rutuna til Trølla-
nesar, kundi koma
hagar.
Skurðurin var om-
anfyri miðal í ár, mið-
alvektin av lombum og
gomlum er 33 1/2
pund. Ein tvævetur
veðrur, sum hevur
gingið í haganum, vá
91 pund.
Teir hava verið og
skotið harur nakrar
ferðir og hava fingið
einar 45 tilsamans
sosialurin
Nr. 86 — 10. desember 1977
kring oyggjarnar Føroyar nummar 25
å listanum yvir inn-
tøkurnar i øllum
heimsins londum
Danska sjonvarpid hevur gjørt ein lista
yvir øll tey 185 londini i heiminum
I samband við eina send-
ing hevur danska sjón-
varpið gjørt ein lista yvir,
hvussu stóra inntøku tey
185 londini í heiminum
hava fyri hvenn íbúgva.
Í yvirlitinum her eru tey
50 londini, sum liggja
ovast á listanum tikin við.
Yvirlitið vísir, hvussu stór
samlaða framleiðslan er í
teimum ymsu londunum,
tá hon verður býtt út á all
ar íbúgvarnar bæði teir
sum beinleiðis taka lut í
framleiðsluni og tey
gomlu og bernini
Hægstu bruttotjóðar-
inntøkuna uppá íbúgvan
hevur Kuwait við 62.900
krónum. Tey vestureurop-
eisku londini eru annars
best umboðað í ovara
endanum av listanum.
Við fyrivarni
Yvirlitið er gjert eftir
teimum nyggjastu telu-
num, sum eru tek. Hjá
summum londum er brut-
totjóðarinntekan í 1976
brúkt, meðan summi lond
higartil bert kunnu útvega
upplýsingar um brutto-
tjóðarinntekuna i 1975.
Tilikar kanningar, sum
fyrr eru gjørdar hava tó
víst, at raðfylgjan á list-
anum broytist lítið ár frá
ári
Raðfylgjan og tølini
skulu kortini takast við
einum åvisum fyrivarni,
tess minni londini eru
framkomin tess minni
týdning hevur peningur í
búskapinum
S.T., ein hægri læru-
stovnur á Pensylvania í
USA og Heimsbankin
hava síðan 1968 í felag
gjørt kanningar av, hvus
su álítandi hesi telini eru
Urslitið frá hesum
kanningunum hava fyri
bils víst, at telini fyri tey
ríkaru londini eru rættu-
liga álítandi, meðan
smærri frávik kunnu vera
í tølunum fyri tey fátæk
astu londini
Sjey mans arbeiða
í kolinum í Hvalba
Hvalbingar bróta fram-
vegis kol. I løtuni arbeiða
sjey mans i kolanåmunum
i Hvalba.
Hvalbingar plaga at
brota væl av koli um vet-
urin, so teir hava nóg
mikið av koli til at selja
um summarið, ti tá er lítið
arbeiði i náminum. Nógvir
av monnunum, sum ar-
beiða í kolinum um vetur-
in, eru tá burtur til skips.
Samlaða framleiðslan í
fjør lá um 400 tons. Royns
Kolasøla selur kol til allar
partar av landinum. Tað
verður flutt við Strand-
ferðsluni í sekkjum
1 Kuwait
2 Arab. Emiratini
3 Schweiz
4 Svøriki
5 Kanada
6 Quatar
7 USA
8 Noreg
9 Danmørk
10 Vesturtyskland
11 Belgia
12 Australia
13 Frakland
14 Luxembourg
15 Hålland
16 island
17 Saudi Arabia
18 Finnland
19 Eysturriki
20 Libya
21 Bermuda
22 Japan
23 Jomfrúoyggjarnar
24 Eysturtýskland
25 Føroyar
26 Panama-Kanalgkið
27 Guam
28 Ný Caledonia
29 Bretland-Norðurírland
30 Ísrael
31 Tjekkoslovakia
32 New Zealand
33 Libanon
34 Italia
35 Spania
36 Grønland
37 Pólland
38 Kanaloyggjarnar
30 Venezuela
40 Ungarn
41 Singapore
42 Írland
43 Sovjetsamveldið
44 Grikkaland
45 Bahamaoyggjarnar
46 Franskt Polynesia
47 Puerto Rico
48 Gibraltar
49 Bahrein
50 Hongkong
62.900
60.300
56.400
54.400
48.600
47.800
47.600
46.500
45.200
43.900
41.900
41.300
39.700
39.600
38.700
37.700
37.300
35.800
32.700
30.700
30.500
30.200
29.200
29.200
27.100
26.600
25.400
24.000
23.800
21.600
21.300
20.700
20.700
18.300
17.300
17.000
16.700
16.200
16.000
15.900
15.900
15.200
15.100
15.000
14.900
14.500
14.300
14.200
14.200
13.900
ET LE
PU