leygardagur 10. desember 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 86 — 10. desember 1977
175.000 kr. í hjálp til
sosialurin
Síða 5
Oarbeidsførar fiskimenn
Grunnurin fyri 0arbeidsførar fiskimenn 40 ár í år
Grunnurin fyri óarbeiðs-
forar fiskimenn fer í hes-
um degum at lata árligu
hjálparveitingarnar til
fiskimenn, sum av eini ella
aðrari orsek eru óarbeiðs-
ferir.
J. P. Ellendersen, full-
trúi í landsstýrinum, sum
er skrivari í grunninum,
sigur, at hjálparveitingar-
nar í ár fara at liggja um
175.000 krónur. Hetta er
nakað tað „sama, sum
grunnurin hevur latið tey
síðstu tvey árini.
Árliga fær grunnurin
einar 150 umsóknir um
hjålparveitingar. Í løtuni
liggja 140 umsóknir, sum
grunnurin nú fer at taka
steðu til.
J. P. Ellendersen sigur,
at meginparturin av hjálp-
arveitingunum verða latn-
ar upp undir jól, men í ein-
støkum førum, tå tørvurin
å hjålp er serliga størur,
verða hjålparveitingarnar
latnar beinan vegin. Til
familjur við børnum undir
16 år, plagar grunnurin
vanliga at lata um 1000
krónur fyri hvert barnið.
Stovnaður í 1937
Grunnurin varð stovnaður
í 1937. Tað var Føroya
Blaðmannafelag, sum
kom við uppskotinum, og
tá var hann serliga ætlað-
ur til at hjálpa fiskimonn-
um, sum ikki sluppu til
skips, tí teir vórðu sjúkir
av tuberklum.
Í nevndini í grunninum
sita í løtuni G. L. Samuel-
sen, blaðstjóri fyri Blað-
mannafelagið, sum for-
maður, Svend Olaf Peter-
sen fyri lærarafelagið, Óli
Jacobsen fyri Fiskiman-
nafelagið, Birgir Simon-
sen fyri Skipara- og Navi-
gaterfelagið og Andreas
Djurhuus, valdur av log-
tinginum.
blað-
stjóri er formaður í grunn-
inum
G. L. Samuelsen,
| Lærarnir fáa somu
lønarhækking sum
| tænastu- og
starvsmenninir
Lønarsamrådingarnar millum Føroya Lærarafelag og
Landsstýrið hava vart sidan í summar
IEEE s n
Sáttmálasamráðingarnar,
sum hava verið millum
Feroya Lærarafelag og
Landsstýrið eru nú lidnar,
og partarnir hava gjert
eina nýggja avtalu.
Avtalan veitir læraru-
num eina lønarhækking i
trimum stigum. Frá 1. juli
í ár fáa allir lærarnir, sum
eru í 13. lenarrammu eina
lønarhækking uppá 284
krónur um mánaðin, með-
an allir hinir lærararnir frá
1. juli í ár fáa eina lonar-
hækking uppá 250 krónur
um mánaðin. Lærarni: eru
í 13. lenarrammu tey
tíggju fyrstu árini av
starvstíðini.
1. januar í 1978 fáa allir
lærarnir eina lønarhækk-
ing uppá 2,5 prosent av tí,
sum lenin var 1. apríl í ár,
og 1. juli næsta ár fáa allir
lærarnir aftur eina lønar-
hækking uppá 300 krónur
um mánaðin.
Afturat hesum eru part-
arnir eisini samdir um
nakrar serligar hækki gar
fyri ávísar lærarabólkar.
Eilif Samulsen, for-
madur i Føroya Lærara-
felag sigur, at hesar lønar-
hækkingarnar eru stórt
sæð tær somu lønarhækk-
ingarnar, sum starvs- og
tænastumenninir fingu
undir samráðingunum i
Eftir nýggju avtaluni er
byrjunarlønin hjá einum
lærara frá 1. juli í år 5.897
krónur. Eftir 10 ára
starvstíð fær ein lærari nú
7.124 krónur, og enda-
lønin eftir 18 ára starvstið
er nú 8.908.
Samráðingarrætt
Lærarafelagið hevur eina
serliga lønarlog, sum varð
samtykt í tinginum í 1971.
Henda lógin ásetur ikki
nakra fasta skipan fyri
samráðingarnar, men gev-
ur lærarafelagnum rætt til
at samráðast við lands-
stýrið um lenir og onnur
arbeiðsviðurskiftir.
Eilif Samuelsen sigur,
at tað hesi seinastu árini
hevur verið soleiðis, at
samráðingar hava verið
annaðhvert ár. Tær hava
ligið sama ár sum samråd-
ingarnar hjá starvs- og
tænastumonnunum.
Eilif Samuelsen sigur,
at samráðingarnar hesa-
ferð hava drigið langt út,
og hann heldur, at tað er
ein spurningur, hvussu
langt tær kunnu dragast
út, sjálvt um onki er ásett
í lógini. Hann sigur, at um
landsstýrið sær ein fyri-
mun í at draga samráð-
ingarnar út, so má felagið
krevja eina høvudsavtalu,
eins og hini felogini hava.
Hesin spurningurin hevur
verið nevndur undir sam-
ráðingunum, men felagið
hevur ikki sett nakað
krav.
Fimm varaskúla-
stjórar setast
Umframt lenirnar
partarnir eisini samráðst
um ymisk arbeiðsviður-
skiftir á skúlanum.
Partarnir eru samdir
um, at varaskúlastjórar
skulu vera á ellum teimum
skúlunum, har skúlastjóri
er. Í løtuni er onki vara-
skúlastjórastarv á Megin-
skúlanum á Sandi, Sør-
vágs skúla, skúlanum
Oyrabakka, Stranda skúla
og Tofta skúla. Varaskú-
lastjórar skulu nú eisini
setast á hesum skúlunum.
Partarnir hava eisini
tosað um at gera eina ser-
liga skipan fyri samsýn-
ingar til lærarar, sum
hava eftirlit við sevnum
og serhølum á skulunum.
Í hesum spurningi samd-
ust partarnir um at ein
skipan skal fáast í lag. og
at partarnir skulu samráð
ast um hetta nú.
hava
kring oyggjarnar
Fingu ikki øll
veðurlombini
Tað eydnaðist íkki
svinoyingum at taka
allan seyðin í heyst, tí
veðrið var so ólagaligt.
Eini 30 — 40 veðurlomb
ganga enn í brattlend-
inum.
Annars var skurður-
in um miðal. Teir siga
frá nógvari haru í
oynni, men lítið verður
skotið av henni.
Gríma
til Vágarnar
Leikbólkurin = Gríma
hevur nú sýnt >Kvæðið
um kópakonuna< á
fýra stoðum, Húsavík,
Klaksvík, Getu og
Vestmanna. Umframt
hesar almennu sýning-
arnar hevur leikurin
verið spældur á Megin-
skúlanum á Sandi og
skúlanum í Gøtu. Uml.
3000 fólk hava sæð
leikin, verður upplýst.
Í kveld kl. 20 og í
morgin kl. 18 verður
spælt í hellini á Fel-
agsskúlanum á Oyra-
bakka.
Í næstu viku verður
farið til Vágarnar, har
spælt verður í Losjuni í
Sandavági hósdagin,
friggjadagin og leygar-
dagin. Tað er ikki av-
gjørt enn, um fleiri
sýningar verða fyri jól,
men ætlanin er at vísa
leikin í Havn á trett-
anda.
Polarborg Í
og Jákup B
Mánadagin avreiddi
Polarborg Í um 700
kassar til Polarfrost í
Vági. Teir hava roynt
undir Feroyum, og
hava verið úti í 10 dag-
ar. Mesti parturin var
toskur.
Mikudagin avreiddi
Jákup B um 140 tons
av línufiski undan Ís-
landi til Polarfrost.
Mesti parturin var
hýsa. Orsekin til at
Jákup B avreiddi í
Vági hendan túrin er,
at flakavirkini í Klaks-
vík fingu ikki tikið í-
móti fiskinum.
Báðar Polarborgir-
nar eru í løtuni undir
Íslandi og royna. Pol-
arborg I! fór úr Feroy-
um síðsta friggjadag,
meðan Poiarborg I fór
avstað tyskvøldid.
Akraborg
til garanti-
eftirlit
Nótaskipið Akraborg
er i løtuni í Føroyum til
garantieftirlit Teir
skulu til garantieftirlit
vid motorinum á Tórs-
havnar Skipasmiðju.
Kommunufelagid
fingið valreglur
Á einum fundi í Havn
leygardagin varð Vilhelm
Johannesen, byrådslimur i
Klaksvík, valdur sum
nýggjur formaður í Fer-
oya Kommunufelag. A
fundinum vóru 25 av
teimum 29 limakommun-
um umboðaðar.
Aðalfundur felagsins
var í februar, men for-
mansvalið varð útsett tá,
ti tað var ógreitt, hvussu
hetta skuldi fara fram og
hver kundi vera formaður.
Síðani hevur ein nevnd
arbeitt við hesum spurn-
ingi og annars endurskoð-
að lóg felagsins.
Beinleiðis
formansval
Broytingaruppskot
nevndarinnar varð so við-
gjørt á fundinum leygar-
dagin og lógarbroyting
samtykt. Úrslitið er, at
formaðurin nú skal veljast
beinleiðis við brævatkvød-
um av kommunustýris-
limum í limakommunum.
Tað eru eisini hesir, sum
teir hava
minst 10 stillarar í 3 kom
munum. Formaðurin situr
í tvey ár.
Fyrsta valið sambært
hesum verður í februar
1979. Eftir nýggju lógini
kemur formaðurin at
verða valdur árið eftir
kommunuval og so aftur,
tá valskeiðið er hálvrunn-
ið.
Eisini valið til umboðs-
ráðið er broytt soleiðis, at
tað nú verður valt millum
kommunustýrislimir.
Hetta verður kortini ikki
fyrr enn 1981, aftaná
næsta kommunuval.
Starvsnevndin er nú viðk-
að við tveimum limum og
eru nýggju limirnir Dánjal
av Rana, Tveroyri, og
Suni Jacobsen, Servági.
Hinir eru Vilhelm Johan-
nesen, Klaksvík, Petur
Christiansen, Tórshavn
(næstformaður) og Jógv
an Mørkøre, Eiði.
Tann 2. desember vóru
annars 10 ár liðin, síðani
fyrsti fyrireikingarfundur-
in til stovnan av Komm-
treytað av, at
kunna stilla upp til valið, „unufelagnum varð hildin.