fríggjadagur 5. juli 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 126 - 5. juli 2002
Nr. 126 - 5. juli 2002
13
Sambært IntraFish í
Noregi fer ES at føra
eina dumpingsak
móti Chili og
Føroyum. Hetta kann
føra til, at laksaav-
talan millum Noreg
og ES verður fram-
longd eftir 30. sep-
tember. Hetta kann
eisini merkja, at revsi-
tollur verður lagdur á
norskan laks
LAKSAVINNAN
Vilmund Jacobsen
Talsmenn
fyri
norsku
laksavinnuna vóru herfyri á
fundum við ES-nevndina í
Noregi. Har fingu norsku
umboðini váttað tíðindini
um, at ES-nevndin vil fara
undir dumping-kanningar
móti chilenskari og før-
oyskari laksavinnu
– Tað er gingið upp fyri
ES-nevndini, at Noreg er
vorðið órættvíst viðfarið.
Sakirnar móti Chili og
Føroyum merkja, at okkara
søk og gjøgnumgongdin av
norskari laksavinnu møgu-
liga verður seinkað. Hetta
kann aftur koma at merkja,
at
laksaavtalan
millum
Noreg og ES kann verða
framlongd eftir 30. septem-
ber, sigur projektstjórin,
Per Dag Iversen, sum starv-
ast hjá fyritøkuni, FHL, við
IntraFish.
Dumpingsakir loysa
einki
Men hvat kunnu so hesar
dumping-sakir móti Chili
og Føroyum merkja fyri
Noreg? spyr IntraFish.
– Vit vænta ikki, at
dumpingsakir loysa nakrar
sum helst trupulleikar, men
vænta heldur, at slík tiltøk
skapa nýggjar trupulleikar.
Vit hava alla tíðina sagt, at
vit halda tað vera skeivt at
fremja tiltøk bara ímóti
okkum. Men ein kann eis-
ini hugsa sær, at ES-nevnd-
in ynskir, at allir koma
undir somu treytir, sum ikki
nýtast at vera negativar,
men sum kunnu viðføra
eina positiva gongd fyri
allar. Hetta er eisini ein
møguleiki, heldur Per Dag
Iversen.
Hann heldur, at tíðin
frameftir fer at verða brúkt
til umhugsunar og heima-
arbeiði fyri partarnar.
– Um nakrar mánaðir fáa
vit eina mynd av, hvussu
framtíðar laksamarknaður-
in fer at síggja út – hvør
verður við, og hvørjar treyt-
irnar verða, sigur Iversen.
Ótryggleiki um
prísavtalur
Laksaavtalan
millum
norskar myndugleikar og
ES-myndugleikarnar er nú
formelt framlongd frá 30.
juni til 30. september. Hvat
hendir við prísavtaluni hjá
útflytarunum, sum gongur
út, er framvegis óvist.
– Tað eru tvey alternativ-
ir. Annað er at seta í verk
revsitoll á norskan laks í
einari framleinging av av-
taluni. Hitt er, at fram-
leingja prísavtaluna. Støða
er ikki tikin til, hvat skal
henda við prísavtaluni.
Spurningurin hevur verið
umrøddur – fyri og ímóti,
sigur Per Dag Iversen.
Tóm ES-skrivstova
Maðurin hjá fyritøkuni,
FHL í Brússel, Bernt As-
bjørnsen, kemur sum upp-
runaliga ætlað heim til
Noregs í august/september.
Tað merkir, at FHL ikki
longur verður umboðað í
Brússel.
– Tað eru eingi tekin um,
at Bernt verður loystur av
og annar persónur kemur í
hansara stað, sigur Per Dag
Iversen við IntraFish.
ES ætlar at føra dumping-
sak móti føroyskum laksi
Sambært IntraFish ætlar ES
at føra eina dumpingsak
móti føroyskum og
chilenskum laksi. – Tað er
gingið upp fyri ES-nevndini,
at Noreg er vorðið órættvíst
viðfarið, sigur Per Dag
Iversen, sum starvast í
norsku alivinnuni
– Simone J er størri,
betri og siglir nógv
skjótari enn Sea Lion,
sigur Tórheðin Jen-
sen, sølu-og markn-
aðarføringsleiðari hjá
Skipafelag Føroya,
um skipið, sum fel-
agið hevur leigað frá
einum týskum felag
FLUTNINGUR
Vilmund Jacobsen
Skipafelag Føroya hevur
leigað eitt stórt og skjótt-
gangandi
bingjuskip,
Simone J, til flutningin
millum Hirtshals og Føroy-
ar. Simone avloysir Sea
Lion, sum hevur siglt hesa
rutu fyri felagið í meira enn
eitt ár.
Simone, sum eitt týskt
felag eigur, fór fyrstu ferð
úr Hirtshals síðsta fríggja-
dag og var á Havnini
sunnukvøld.
Mánadag verður skipið
lossað í Havn og í Saltang-
ará týsdag. Mikumorgunin
er skipið í Klaksvík, og
haðani ber leiðin til Hirts-
hals, har tað er tíðliga
fríggjamorgunin.
Bingjuskip burtur av
Tórheðin Jensen, sølu-og
marknaðarføringsleiðari
hjá Skipafelag Føroya, sig-
ur, at Simone J er eitt
bingjuskip burtur av.
– Í mun til Sea Lion,
sum var 88 metrar langur
og tók 247 20-fóts bingjur,
er Simone stívliga 100 met-
rar long og tekur 384 20-
fóts bingjur. Sea Lion sigldi
12 míl, meðan Simone J
siglir 15-16 míl.
Tórheðin vísir á, at skal
rutan haldast á vetrardegi,
er neyðugt við einum skipi,
sum siglir skjótari og er
heldur størri enn Sea Lion,
og tað ger og er Simone J.
Hann sigur, at Simone er
eitt bingjuskip burtur av, og
málið við hesum skipinum
er fyrst og fremst at veita
viðskiftafólki eina betri
tænastu.
– Vit hava serliga hugsað
um flutningin av feskum
laksi og feskum fiski ann-
ars, sigur Tórheðin og legg-
ur aftrat, at møguleikarnir
við frystum fiski nú eisini
eru uppaftur betri.
Minnir um Pasadenu
Tórheðin sigur, at skal
Simone J samanberast við
annað skip, sum Skipafel-
agið hevur havt, minnir tað
um Pasadenu, sum felagið
leigaði fyri nøkrum árum
síðan.
Spurdur, hvussu leingi
felagið fer at leiga bingju-
skipið, sigur hann, at sátt-
máli verður gjørdur um eitt
hálvt ár í senn, men møgu-
leikar eru at leiga skipið í
langa tíð framyvir.
– Sea Lion var heldur lítil
og kláraði ikki so væl at
halda rutuna í vánaligum
veðri, sigur Tórheðin.
Hann vísir á, at Simone J
tekur
sonevndu
reefer-
bingjurnar
og
vanligar
bingjur. Einki leyst góð er í
skipinum. Alt fer í bingjur.
– Hini bæði skipini, Blik-
ur og Lómur, taka bæði
bingjur og leyst góðs, sigur
Tórheðin Jensen, sølu- og
marknaðarføringsleiðari
hjá Skipafelag Føroya.
Veita betri tænastu til feskfiskaflutningin
Simone J var í Saltangará fyrstu ferð týsdagin. Skipið er stívliga 100 metrar langt ogsiglir 15-16
míl.
– Við hesum skipinum kunnu vit veita okkara viðskiftafólki eina uppaftur betri tæn-
astu, sigur Tórheðin Jensen, sølu-og marknaðarføringsleiðari hjá Skipafelag Føroya
Mynd: Vilmund Jacobsen.
Herfyri fylti Kongs-
havnar barnagarður
og vøggustova í
Saltangará 20 ár.
Barnagarðurin, sum
er tann elsti í oynni,
stendur nú yvirfyri
nýggjum avbjóðing-
um, tá flutt verður
inn í nýggj høli um
eitt lítið ár
BARNAGARÐUR
Ingrid Bjarnastein
Myndir: Finnur Justinussen
Runavík: Sjálvt um barna-
garðurin er gamal, so eru
avbjóðingarnar altíð nýggj-
ar. Seinastu 20 árini hevur
barnagarðurin í Saltangará
húsast í kjallaranum á Post-
húsinum
undir
heldur
trongum umstøðum. Men
um eitt lítið ár flytir barna-
garðurin út til Runavíkar,
beint við Toftavatn, og tá
fara
nógvar
broytingar
fram.
Herfyri fylti barnagarð-
urin 20 ár, og er hann tí
tann elsti í oynni. Ongin
barnagarður var aðrastaðni
í Eysturoynni áðrenn hesin
var settur á stovn. Fríða
Lómstein hevur verið leið-
ari á barnagarðinum øll
hesi árini og greiðir hon so-
leiðis frá:
– Tá barnagarðurin fylti
20, tann 1. mei, høvdu vit
bjóðað foreldrum til kaffi
og lagkøku. Børnini fingu
døgurða, og seinni um dag-
in fingu tey so eisini køku.
Vit valdu ikki at gera so
nógv burturúr, tí plássið er
so lítið.
Stórar broytingar
Fríða Lómstein sigur, at
stórar broytingar hava verið
síðani barnagarðurin fyrst
var latin upp og til dagin í
dag.
– Tá barnagarðurin fyrst
lat upp fyri 20 árum síðani
var tað ikki vanligt við
stovnum her í oynni, og tí
kendu fólk ikki so nógv til
hetta. Í dag seta foreldrini
nógv størri krøv enn fyrr, tí
fleiri av teimum hava roynt
aðrar stovnar. Men hetta
haldi eg bara vera positivt,
tí soleiðis halda tey eisini
eitt vakið eyga yvir okkum,
og vit sleppa ikki at
»sovna« í okkara arbeiði,
sigur leiðarin á barnagarð-
inum.
– Fyrr vóru karmarnir
eisini strangari. Børnini
sum gingu á teimum ymsu
stovunum sluppu ikki at
ganga ímillum stovurnar
uttan loyvi. Í dag er hetta
sambandið
opnar.
Nú
sleppa børnini at renna
ímillum stovurnar sum tey
vilja.
Av tí, at stovurnar vóru
meira sundurskildar fyrr,
var yvirgangurin frá vøggu-
stovu til barnagarð eitt
sindur størri enn hann er í
dag. Soleiðis er ikki í dag.
– At stovurnar standa so
tætt saman ger, at yvirgang-
urin frá vøggustovu til
barnagarð er ikki so stórur.
Vøggustovubørnini
og
barnagarðsbørnini ganga
og mala hvør um onnur, og
tí verða tær nýggju umstøð-
urnar hjá einum vøggu-
stovubarni ikki so øgiliga
nýggjar, sigur Fríða Lóm-
stein.
Nýggjur barnagarður
Í dag eru 54 børn tilsamans
á stovninum. Men í mei
2003, tá vónandi verður
flutt út í nýggja barnagarð-
in, verður pláss fyri 94
børnum, næstan dupult so
nógvum.
– At flyta í ein nýggjan
barnagarð merkir fyri okk-
um, at vit fáa betri pláss og
umstøður. Til dømis fáa vit
eina høll til børnini, og tað
hava vit ikki havt fyrr.
Vøggustovurnar vera tvær
til 14 børn hvør, greiðir
Fríða frá.
Plásstrotið hjá barna-
garðinum er tó ikki bert
inni. Uttanfyri er ikki nógv
pláss at taka av, og harum-
framt er nógvur larmur og
so liggur barnagarðurin eis-
ini við tann mest trafikker-
aða vegin í kommuni. Men
hesin trupulleikin verður
loystur tá flutt verður út til
Runavíkar, tí tá verða eisini
uttandura
umstøðurnar
betri. Eisini liggur nýggi
barnagarðurin
í
einum
vøkrum náttúruøki, og tá
verður lag á manni hjá
børnunum at vera uttan-
dura, og vera møguleikarn-
ir eisini fleiri.
Sjálv heldur Fríða hetta
vera eina spennandi og
nýggja avbjóðing, og er
ætlanin at reka nýggja
barnagarðin á sama hátt
sum tann gamla. Tá verður
hugsað um, at barnagarður
og vøggustova skulu standa
tætt uppá hvønn annan.
Í
barnagarðinum
eru
fólk, sum hava arbeitt í
fleiri, fleiri ár. Hetta metir
leiðarin vera eitt gott tekin.
– At starvsfólk støðast,
má vera eitt tekin uppá, at
tey trívast. Eisini koma
børn aftur at vitja okkum,
og taka vit eisini hetta sum
eitt gott tekin. Og nú koma
tey fyrstu børnini, sum
gingu her, sum sjálvi hava
fingið børn, í barnagarðin
við teirra børnum, so tað er
helst eisini eitt tekin uppá,
at tey hava havt tað gott, og
tað eru vit sjálvsagt glað
fyri, sigur Fríða Lómstein
at enda.
Kongshavnar barnagarður og vøggustova:
Elsti barnagarður
í Eysturoynni
Barnagarðurin í Saltangará fylti 20 ár herfyri. Her eru nøkur
av børnunum avmyndað á spæliplássinum uttanfyri
barnagarðin
Fríða Lómstein hevur verið
leiðari á barnagarðinum øll
20 árini hann hevur verið í
Saltangará. Um eitt lítið ár
flytir barnagarðurin út til
Runavíkar
C
M
Y
K
13
12