Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juli 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 5. juli 2002 15 Onkur teirra noyddur og onkur av áhuga. Hjá nógv- um var maðurin býttur um við eina vinkonu, og hetta gjørdi tað ikki verri. Stig Rossen er mest kendur fyri sínari leiklutir og sangir í sangleikum, og hesir skuldi heldur ikki skortað, tá kvøldið var at enda komið. Ein fullur salur bíðaði eftir dagens mand úr Dan- mark. Maðurin við røddini skuldi nú undirhalda teim- um gott fýrahundrað áhoyr- arunum. Tankar leitaðu aftur til eina aðra løtu, tá stóri sal- urin í Norðurlandahúsinum eisini var fullsettur. Til framførsluni av operuni Madame Butterfly var eis- ini fullsett, og fólk vóru ovurspent at vita, hvat tey kundu fáa fyri sínar fýra- hundrað krónur. Fólk vóru ikki von við hetta slagið av undirhaldi, og hetta gav eis- ini at bíta, tí komin nakað inn í framførsluni vóru tað ókeypis ljósstavarnir, ið vóru nýttir til at undirhalda sær við. Tað er altíð bara sum at siga tað, at møta upp til at tiltak, og tónarnir frá Stig Rossen eru kanska ikki teir, ið vit javnast leggja oyra til í varpunum. Hetta var tí ein roynd hjá bæði sangara og áhoyrara- fjøld. Við stórspæli frá gev- andi liðnum, gjørdist úrslit- ið sigur til báðar partar. Ikke mere jazz Stig Rossen syngur framúr væl. Hetta kunnu vit bert fegnast um og staðfesta. Maðurin eigur eina rødd og eina útstráling, sum kundi fingið trøllini at spælt sær í sólini. Tey flestu hava nokk eisini gitt, at boðskapurin og niðurstøðan í hesum ummælinum er positivt – rættiliga positivt. Tað kem- ur í sjálvum sær óivað ikki óvart á nakran. Hann lat ongan iva vera um, at hann er meistari á sínum øki. Lat okkum tí heldur siga eitt sindur um hvat og hvussu hetta svingandi mikukvøldið í Norður- landahúsinum. Sum sín fyrsta sang á skránni hevði Stig Rossen valt The Lady is a Tramp, sum er ein amerikansur jazz klassikari. Hann greiddi frá, at sangurin varð spældur, tí hetta jú var ein jazz festivalur, og hetta var tann einasti av sínum slag á skránni. Hetta var samstundis tann nógv minst yvirbevís- andi sangurin á skránni mikukvøldið. Tað riggaði als ikki so væl sum byrjan til eitt kvøld, men hinvegin gjørdist tað bara betri eftir jazz klassikari. Eftir teir 2-3 vanligu setningar á »føroyskum« máli varð fyrsti musical sangurin spældur, og hetta gjørdist beinanvegin stór- bært og inniligu tulkingar vóru ein fragd fyri oyra. Inniligt Herfrá úteftir var konsertin fyri tað nógva sangleikir. Allir sangirnir vóru úr kendum sangleikum, og felags fyri teir allar var, at tulkingarnar vóru ógvuliga kenslubornar og inniligar. Sum oftast var samanspæl- ið millum røddina hjá Rossen og ljóðføri sum tvørfloytu og klaver. Rossen spældi tveir sang- ir úr Chess annars vóru fleiri aðrir kendir leikir eis- ini umboðaðir, eitt nú Miss Saigon og sjálvandi eisini Les Misérable. Tað er so sanniliga ikki av tilvild, at hann hevur sungið høvuðs- leiklutin 1.369 ferðir á stór- um pallum kring allan heim. Inniligu tulkingarnar raktu, har tær skuldu. Við hvørjum sangi fylgdi eisini ein frágreiðing, og Rossen livdi upp til sín leiklut sum sangtulkari. Nakrar ferðir mikukvøld- ið flutti Stig Rossen seg frá sangleikunum. Billy Joel, Eric Clapton og ikki minst Viva Las Vegas hjá Elvis Presley blástu áhoyrararnar úr salinum. Dygdirnar hjá sjónleikunum vístu seg eis- ini. Spæligleðin lýsti úr teimum øllum, og vit kunnu bert súgva upplivilsi til okkum. Stig Rossen hevði seks tónleikarar afturat sær. Hann nýtti ikki kórsangar- ar, men satt at siga, tók tað mær ein tíma ella so at leggja hetta til merkis. Synd, at ljóðmyndin tókt- ist eitt sindur óskipað til tíðir, men fyri tað nógva vóru ljóðdygdirnar í stóra salinum í Norðurlandahús- inum heilt ovast á stiðjan- um. Eisini ljósviðurskiftini eiga rætt til part av einum rósandi setningi. Tað rungaði og svingaði, og støðið var øgiliga høgt. Pól F Ikki veit eg, um konsertin mikukvøldið varð tikin upp, men um hon varð, so vóru vit áhoyrarar vitni til eina føðing av einum kvøðuljómaslagara. Endin á konsertini gjør- dist eisini sterkasti parturin av henni. Fyrst við In this Moment frá Dr. Jeckell and Mr. Hide. Fyri at siga upp í saman, so var sangurin ein stórsligin, inniligur og vak- urt spældur sangur. Ein sangur um at fáa sum mest burturúr hvørjari løtu. Eftir at fjøldin hevði reist seg upp fyri at fagna Rossen og hansara monn- um, komu teir innaftur, og lagið teir spældu var einki minni enn Fagra blóma hjá Pól F. og hevur onkur ligið framvið, eiga bandasavnið í Útvarpinum eitt lag afturat at taka fram sunnudagar. Hóast málburðurin var nakað trilvandi, so gjørdi tað minni, tí fólkið fekk meira, enn tey hevði roknað við. Stig Rossen vísti win them over teknikk í heims- flokki, og fýrahundrað edrú føroysk høvd dandaðu í hørðu stólinum í Norður- landahúsinum, og tey vóru skjót at syngja við. Eftir at hava fagnað Før- oyum og føroyskum máli v.m. var tað ógvuliga pass- andi, at Stig Rossen hevði Er der nogen i himlen hjá Danser Med Drenge sum sítt endanummar. Eitt rútm- iskt spaktakul, sum fekk alt niður í tærnar at svinga reystleyst við svingandi fantasia av pallinum. Vit siga takk fyri gott spæl og gott undirhald. Tað gjørdist meira enn bert góður sangur, og vit hoyra fegin aftur frá Stig Rossen. Vónirnar vóru stórar áðr- enn, og lat okkum so ikki gera tað meira innviklað enn so, at vit fingu í posa og sekk, og tað skal nógv til, um næsta mikukvøld skal gerast eins spennandi. 15 14 Nr. 126 - 5. juli 2002 Tað er ikki av tilvild, at hann 1.369 ferðir hevur sungið høvuðs- leiklutin í Les Misé- rable. Stig Rossen gav mikukvøldið før- oysku fjøldini ein lærutíma í, hvussu tú undirheldur eini fjøld. Hansara sang- evni eru framúr, og mikukvøldið varð kósin sett frá Chess til Pól F UMMÆLI Heri á Rógvi Myndir: Jens Kr. Vang Hann er høvuðsnavnið á ársins Jazz Festivali, og hetta hava føroyingar so sanniliga lagt til merkis. Stóra navnið hesaferð, Stig Rossen, møtti mikukvøldið tveimum stúgvandi fullum húsum við føroyskum áhoyrarum. Eftir at teir eldru jassarn- ir í Fyris Jazz Band vóru lidnir við sítt, lótu hurðarn- ar upp innar til sangararn, ið øll hava bíðað. Føroying- ar hava tað við at slúka hvørt eitt danskt navn, sum vendir nøsina hendavegin. Í so máta var hetta miku- kvøldið einki undantak. Tú fekk tó kensluna av, at her búðið okkurt meira undir. Fólk kendu mannin við hin- ari ótrúligu røddina, og tey gleddu seg veruliga til at hoyra hann. Kvennmennini myndaðu ein greiðan meirilutan. Summir vóru tó komnir. Kensluborin entertainari C M Y K 14 ÍTRÓTTARÁÐGEVI UM OKKUM: Ítróttasamband Føroya er ein virkin felagsskapur við ♦15 sersambondum ♦22 ítróttagreinum ♦110 ítróttafeløgum ♦15.000 limum Felagsskapurin heldur til í snotuligum hølum í ítróttamiðdeplinum í Gundadali í Havn. Ein stórur partur av ar- beiðinum er sjálvboðið við ágrýtnum og framfýsnum nevndarlimum. Ítróttasamband Føroya er ein felagsskapur, sum he- vur nógv altjóða samskif- ti, og samstarvsfelagar kring allan knøttin. Sum ítróttaráðgevi hjá Ítróttasamband Føroya er tín høvuðsuppgáva at menna og upplýsa um barna- og ungdómsítrótt soleiðis, at børn og ung fáa tryg- gari og betri karmar til ítróttina. Tínar fremstu avbjóðingar Starvið sum ítróttaráðgevi er eitt nýtt starv, har fremstu avbjóðingarnar tínar verða hesar: ♦ Við upplýsing at vera við til at minka um váðan fyri kynsligum ágangi móti børnum og ungum ♦ At upplýsa um vandar við doping, rúsevni og royking ♦ At menna fakligu dygdina hjá leiðarum og venjarum ♦ At samstarva við myndugleikar um fy- sisku karmarnar hjá ítróttini ♦ Virka sum dagligur leiðari av skrivsto- vuni hjá ÍSF Arbeiði kann hava skiftandi arbeiðstíðir og inni- halda nakað av ferðing bæði innan– og uttanlanda. Starvið er fyribils játtað í 2 ár. Tínir eginleikar Fyrst og fremst trívist tú í einum sjálvstøðugum starvi, har tú í stóran mun sjálvur skapar tín arbeiðsdag. Harafturat hevur tú áhuga fyri og royndir við barna– og ungdómsarbeiði. Tú hevur eitt lætt lyndi. Tú orkar at lyfta tungar fyrisitingarligar uppgávur, samstundis sum tú lof- tar aðrar lættari og skjótari bóltar. Tað er av týdningi, at tú hevur lætt við at orða teg á føroyskum, donskum og enskum bæði í skrift og í talu. Væntandi hevur tú útbúgving og/ella drúgvar starvsroyndir innan leiðslu/fyrisiting av børnum og ungum. Soleiðis gerst tú: Nærri upplýsingar og útgreinað verkætlan fáast frá Heðini Mortensen, fartlf. 211196 ella Petur Eliasi Petersen, fartlf. 210299. Starvið verður lønt eftir nærri avtalu. Hevur hetta fanga tín áhuga, ert tú vælkomin til at senda eina umsókn við CV til: Ítróttasamband Føroya ÍSF-húsið Postsmoga 1081 FO-110 Tórshavn Att. Starvsnevndin Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 18. Juli. BØRN OG UNG