fríggjadagur 5. juli 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 126 - 5. juli 2002
Nr. 126 - 5. juli 2002
17
ár, í eina tíð eisini á barna-
deildini á Landssjúkrahús-
inum, hevur Wanja Peter-
sen verið um nógvar sjúk-
lingar, ikki minst smábørn
og fleiri teirra eru deyð.
- Besta hjálpin, tú kanst
veita foreldrum, sum hava
ógvuliga sjúk børn og sum
missa børn, er umsorgan.
Hjálpin, eg fekk, tá ið Árni
doyði, var frá mínum
starvsfeløgum og næstu,
sum altíð eru til reiðar, tá ið
nakað er. Eg havi einki
ímóti kreppuhjálp, sálar-
frøðingum og alskyns lesn-
aði um sorg og kreppu, men
hetta skal takast við fyri-
varni, tí eingin bók ella
menniskja kann liva títt lív
ella bera tínar sorgir. Tað
ber ikki til at seta tína sorg
og títt sorgarbeiði uppá ein
slíkan hátt, sum hesar bøk-
urnar gera. Hesin lesnað-
urin kann takast sum veg-
leiðandi. Tú mennist og
búnast í eini natúrligari
gongd, ikki eftir eini tíðar-
ætlan, sum sálarfrøðingar
áseta.
- Várharra hevur verið
mær ein góð hjálp, hann
hevur onga viðtalutíð, eg
kann altíð heita á hann og
tosa við hann. Skalt tú
greiða einum sálarfrøðingi
frá tíni sorg, skalt tú fyrst
hava eina tíð. So skalt tú
klæða
teg
sjálvan
úr
kensluliga innan avtalaða
tíð, men spurningurin er
um tað ber til at klæða teg í
áðrenn viðtalutíðin er úti.
Sálarfrøðingar gera uttan
iva eitt stórt arbeiði við
orkuni, teir hava, men tað
er lættari at brúka tíni
næstu, sum altíð eru har.
Aðra lívsáskoðan
Wanja Petersen er fødd og
uppvaksin í Klaksvík, og er
triðelst av átta systkjum.
Bæði foreldrini doyðu í
ferðsluvanlukku í 1971 í
bestu árum, mamman var
35 ára gomul og pápin 38
ár. Ein eldri beiggi var við í
bilinum og yvirlivdi. Wanja
var tá fimtan ára gomul og
yngsta systkinið ársgamalt.
Omman og abbin høvdu øll
børnini í eitt ár eftir van-
lukkuna, síðani tók ein
mostur yvir, og tvær systr-
ar, sum búðu í Danmark,
tóku hvør sítt lítið systkin
til sín.
- At missa bæði foreldrini
so ung, hevur givið mær
eina heilt aðra lívsáskoðan,
enn eg annars hevði fingið.
Deyðin er ein stórur partur
av lívinum, sum fólk í dag
royna at seta til viks. Hann
er fluttur út á sjúkrahúsið
fyri ein part. Deyðin er ein
ógvuliga eymur partur og
tekur tú ikki lut í honum,
missur tú nakað, sum tú
ongantíð fært aftur. Mær
dámar væl, at foreldur og
systkin eru nógv um síni
børn, ið liggja ógvuliga
sjúk og tey, sum doyggja.
Verforeldur mín búðu hjá
okkum og doyðu út frá
okkara heimi, og tað er
púra natúrligt í okkara
familju.
Er tað altíð lætt at góð-
taka veruleikan og sláa seg
til tols við so stóran miss?
- So leingi tú ikki ert klár
at sodna ein miss, for-
treingir tú hann. Ár ganga,
áðrenn tú klárar at sodna
tað, sum tú hevur mist og til
tú klárar at liva víðari.
Eingin vil missa. Tá ið tú
missur títt egna barn, miss-
ur tú ein part av tær sjálv-
ari. Eg havi mist so nógv,
og tað ger, at eg virðismeti
tað ógvuliga høgt, sum eg
havi og eri meiri eyðmjúk.
Tað er altíð ein glotti í
øllum myrkrinum. Einki er
so tungt, at tú ikki fært
borið tað, men tú klárar tað
ikki einsamøll.
- Eg føli meg ríka, jú
eldri eg verði, ríkari føli eg
meg. Materiell virði siga
mær einki afturímóti, men í
lívinum eru nógv stór virði,
og tí ræður um at fáa so
nógv burtur úr lívinum,
sum til ber. Tað er ógvuliga
ringt hjá teimum, sum
ongan hava mist, at ímynda
sær nakað so ræðuligt sum
at missa foreldur ella børn.
Vit vita øll, at dagarnir eru
taldir. Hevði eg ikki verið
trúgvandi, veit eg ikki,
hvussu avklárað eg hevði
verið, men sjálvsagt hava
tungar løtur verið av og á.
Men hóast eg havi mist so
nógv, vil eg siga, at tað er
verri at síggja fólk sjálv-
boðið forfarast. Ein hjálp-
arleys støða, sum hóast tú
við snildi roynir og hevur
viljan at hjálpa, einki fært
gjørt.
Wanja og maðurin hava
sum skilst eina stóra fa-
milju, og familjutilknýtið
er sterkt og tætt.
- Vit systkin hava altíð
verið nógv saman. Til-
knýtið hevur altíð verið
ógvuliga sterkt, tað er tað
framvegis, og hendir eitt-
hvørt eru systkini har
beinanvegin.
- Í okkara barnaheim
komu altíð nógv inn, systk-
in hjá mínum foreldrum og
onnur, og tá ið mamma og
pápi vóru burtur, var onkur
í familjuni um okkum
systkin. Í mínum huga-
heimi er tað sjálvsagt, at
familjulimir leita til okkara
í Havn, tá ið tey hava brúk
fyri innivisti ella øðrum.
Sum familja eigur tú at liva
sum ein familja og hava
umsorgan fyri hvør øðrum,
sigur Wanja Petersen at
enda í viðtali.
- Hevur tú ongantíð
mist nakran av tínum
næstu, er ringt at
ímynda tær nakað so
ræðuligt sum at missa
foreldur og barn. Tá
ið tú missur títt egna
barn, missur tú ein
part av tær sjálvari.
Eg havi mist so nógv,
og tað ger, at eg
virðismeti tað ógvu-
liga høgt, sum eg havi
og eri meiri eyðmjúk,
sigur Wanja Petersen
í Havn.
Sum fimtan ára
gomul misti hon bæði
foreldrini í eini
ferðsluvanlukku, og
fyri tólv árum síðani
misti hon trý ára
gamlan sonin, eisini í
eini ferðsluvanlukku
FERÐSLA
Turið Kjølbro
Ein hugnalig útferð út á
molan í góðveðrinum í mai
í 1990, endaði í sorgarleiki.
Á veg heim frá hátíðar-
haldi, sum var á molanum
og í býnum í Havn í sam-
bandi við, at 50 ár vóru
liðin síðani krígslok, gingu
Wanja Petersen og børnini,
Marin, ið var knapt árs-
gomul og Árni, sum var trý
ár, eftir Landavegnum. At
ganga eftir Landavegnum á
veg heim út Undir Fjallið
var ikki upprunaliga ætlað,
men ein eldri starvsfelagi,
sum Wanja møtti í Keyp-
samtøkuni, beyð teimum
heim ein túr. Avtalað varð,
at Wanja og børnini skuldu
ganga út á Landavegin, og
bíða har, til ørindini hjá
hesi kvinnuni vóru liðug.
- Vit gingu út eftir, og eg
minnist, at vit møttu einum
brekaðum manni. Hann
segði við meg upp í saman,
at eg átti øgiliga fitt børn.
Jú, eg veit, hugsaði eg við
mær sjálvari, men tær nýtist
ikki at siga tað alla tíðina.
Klokkan gekk og nú helt
eg, at eg kundi ikki bíða
longri og gjørdi tí av at fara
heim við børnunum. Vit
fóru so avstað, og av tí, at
eingin
gongubreyt
var,
gjørdi eg av, at vit skuldu
yvir um vegin, har gongu-
breyt var. Eg hugdi væl
eftir og sá ongan bil. Marin
sat framvegis í klappvogni
og Árni gekk við síðuna av.
Tá ið eg var komin hálva
leið út á vegin, sá eg ein bil
koma og eg skundaði mær
yvirum. Tað gekk so skjótt
fyri seg, at eg fekk ikki tíð
at hála Árna við mær. Setti
klappvognin frá mær, og so
stóð eg og bíðaði eftir, at
Árni varð yvirkoyrdur. Eg
visti, at hann bleiv yvir-
koyrdur. Eitt suff kom frá
honum og so lá hann har,
greiðir Wanja Petersen frá.
Bilførarin, sum rendi á
Árna, ringdi beinanvegin
eftir sjúkrabili og løgreglu.
Okkurt varð lagt á Árna, so
hann ikki skuldi verða
kaldur. Ein kona í granna-
lagnum tók sær av lítlu
dóttrini hjá Wanju, og fekk
hana heim til pápan og
eldru systrina, sum var 14
ár tá.
- Eg minnist, at eg bað
hesa konuna taka sær av
unga
manninum,
sum
koyrdi bilin. Sum menn-
iskja eri eg logisk, men tað
hevur ivaleyst eisini nakað
at gera við tær royndir eg
havi av lívinum, at eg í
somu løtu eisini hevði
umhugsni fyri unga bil-
føraranum, sigur Wanja
Petersen.
Lítli Árni varð koyrdur út
á Landssjúkrahúsið og varð
lagdur í respirator.
- Eg var í somu løtu, sum
hann varð yvirkoyrdur, klár
yvir, at vit høvdu mist
hann. Av tí, at eg hevði upp-
livað tað áður, fataði eg
eisini henda veruleika bein-
anvegin.
Árni kom ongantíð til vit
aftur, og eftir nakrar dagar
var respiratorin sløktur.
- Tá ið Árni kom heim av
sjúkrahúsinum, løgdu vit
hann í hansara egnu song
ílatin hansara egnu klæði
og songjarklæði inn í
stovuna. Familja, vinir,
kenningar og grannar komu
innar og sóu hann. Eisini
fólk úr býlingshúsinum
Undir Fjalli, har Árni gekk,
komu á vitjan. Hann hevði
ikki fingið sjónligar skaðar,
og sá tí út sum hann svav.
Skuldarkenslu
Ungi maðurin, sum koyrdi
á Árna, hevði ongan møgu-
leika at síggja Wanju og
børnini, tá ið tey fóru yvir
um vegin.
- Honum er einki at
brigsla. Eg kundi eins væl
verið í hansara stað. Hetta
er ein ræðulig støða at
koma í, sigur Wanja Pet-
ersen, sum beint eftir van-
lukkuna og síðani hevur
havt samband við bilførar-
an.
Men sær sjálvari hevur
Wanja brigslað.
- Sjálvsagt havi eg havt
skuldarkenslu. Ein granna-
drongur, sum Árni plagdi at
spæla við, spurdi meg fleiri
ferðir beint eftir vanlukk-
una, hví eg ikki ansaði
betur eftir Árna, tá ið vit
fóru yvir um vegin. Eg
svaraði honum, at eg tíverri
ikki
hevði
leitt
hann
yvirum. Eftir eina tíð mátti
eg ásanna við mær sjálvari,
at skuldarkensluna kundi
eg ikki brúka til nakað. Lati
eg hana skugga yvir alt, alt
sum eg havi og eigi, endar
galið. Eg eri ógvuliga takk-
som fyri, at eg fekk Árna
og tey árini, vit høvdu hann
okkara millum, tí hann gav
okkum so ótrúliga nógv.
Hann var so gløggur og
skilagóður. Dugdi so væl at
tosa og var so opin. Eg eri
trúgvandi, so eg eri sann-
førd um, at vit hava ikki
sagt endaligt farvæl. Árni
er framvegis ein stórur
partur av okkum, og tað
gongur ikki ein dagur, uttan
at eg hugsi um hann.
- Við eldru dóttrina mátti
eg siga, at vit kundu ikki
annað enn minnast alt tað
góða, vit høvdu havt sam-
an. Hvussu hon hevur syrgt
og følt saknin, eri eg ikki
før fyri at úttala meg um.
Yngra dótturin minnist
hann sjálvsagt ikki, men
hon tosar um hann, sum vit
onnur, og ivaleyst saknar
hon hann líka so nógv sum
vit. Ikki minst at hava eitt
javnaldrandi systkin.
Wanja gekk heima hjá
børnunum um hetta mund-
ið, vanlukkan hendi. Hon
hevði ætlað at verða av
arbeiðsmarknaðinum í eini
fimm ár og burturav vera
um børnini.
- Eg helt, at eg hevði
fingið alt, eg kundi ynskja
mær, nú eg átti tvær døtur
og ein son. Havi altíð ynskt
mær nógv børn, tí sjálv
havi eg havt so stóra gleði
av at eiga nógv systkin.
Minnist, at eg mangan sat
og eygleiddi børnini, tá ið
tey sótu til borðs, tí eg helt
meg vera so ríka. Eg hevði
eina trúgvandi vermóðir.
Hon var so gløgg, sum
nógv fólk á bygd eru, ið
liva so nær at lívinum. Hon
plagdi at siga við meg, at
børnini vóru ein gáva, eitt
lán. Tí eg kendi til at missa,
havi eg ongantíð tikið tey
sum eina sjálvfylgju, men
virðismett tey ógvuliga
høgt.
Stór ábyrgd
Fyri ikki so langari tíð
síðani fingu Wanja og
maðurin sær bil. Tey hava
ikki havt bil áður.
- Tað er stórt frælsi at
hava bil, men samstundis
ein ógvuliga stór ábyrgd.
Børn eru so spontan, at
uttan mun til, hvussu
nógvar og hvussu neyvar
reglar, vit hava, mugu vit
vaksin ansa væl eftir børn-
unum í ferðsluni. At ansa
væl eftir mær sjálvari, hev-
ur altíð ligið frammarlaga í
mínum hugaheimi, kanska
tí eg fekk at kenna ábyrgd
so tíðliga. Tað óvæntaða
kann henda.
Sum sjúkrasystir í nógv
Mist foreldrini
og sonin
í ferðsluvanlukku
Tá Wanja skal greiða fólki frá sorgini og sakninum, siterar hon
grønlendska veiðimannin, Igjugarjuk, sum sigur: “ Al sand visdom
findes kun fjernt fra menneskene, ude i den store ensomhed og kan
kun nås gennem lidelser. Savn og lidelser er det eneste, som kan åbne
et menneskes sind fra det, der er skult for andre”.
- So leingi tú ikki ert klár at sodna ein miss, fortreingir tú tankan. Ár ganga, áðrenn tú klárar
at sodna tað, sum tú hevur mist og tú klárar at liva víðari, sigur Wanja Petersen
Mynd: Álvur Haraldsen
- Deyðin er ein stórur partur
av lívinum, sum fólk í dag
royna at seta til viks. Hann
er ein ógvuliga eymur partur
av lívinum og tekur tú ikki
lut í honum, missur tú
nakað, sum tú ongantíð fært
aftur, sigur Wanja Petersen
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
17
16