mikudagur 14. desember 1977síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 87
Mikudagin
14. desember 1977
50. árgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
Vesturvón
nýggjan túr
Flakatrolarin Vestur-
vón, sum m.a. hevur
fingið nýtt spæl ísett,
verður skjótt klárur at
fara nýggjan túr. Farið
verður annaðhvert
beint fyri jól ella beint
aftaná.
Vesturvón fer eyst-
ureftir at royna.
Føroysku
notaskipini
selt fyri 7 milj.
uttanlanda
i november
Føroysku nótaskipini
hava i november mån-
ad selt fyri tilsamans
góðar 7 milliónir krón-
ur í Danmark.
Tilsamans hava fer-
oysku nótaskipini selt
4.300 tons. Av hesum
vóru bert 30 tons sild
til matna, meðan restin
var makrelur, 3.820
tons til matna og 450
tons til idnað.
Higartil i år hava
foroysku nótaskipini
landað fyri tilsamans
98,5 milliónir í Dan-
mark. Hetta eru góðar
13 milliónir meir enn
teir fyrstu 11 mánaðir-
nar í fjør, tá avreitt
varð fyri 85,2 milliónir
krónur. Í tonsatali
hava nótaskipini kort-
ini avreitt munandi
minni í ár enn í fjør.
Teir fyrstu 11 mánað-
irnar í år hava føroysku
notaskipini avreitt
56.766 tons i Danmark,
móti 95.195 tonsum
sama tidarskeid í fjør.
Millum
útsynning
sunnan og sunnan
megi 6 til 7.
Samdrigið og regn.
Út á seinnapartin megi
6 til 8 av útsynningi.
Skýggjað og ælingur.
Hitin millum 6 og 8
stig, út á kveldið kald-
ari, millum 3 og 5 stig.
Cessna-flogfarið hjá Faroe Air Transport, sum var vorðin ein
partur av býarmyndini, har tað lá við teym í Vágsbotni saman
við Westward Ho, skal nú av aftur landinum. Á eykaaðalfundi
hjá felagnum tann 13. september varð avgjørt at lata flogfarið
frå sær aftur, tí felagið sá seg ikki ført fyri at reka tað.
Flogfarið kom til Føroya úr USA, har tað er bygt, tann 26.
juni í 1976. Ta fyrstu tíðina var tað uppi nakrar ferðir, men so
varð tað lagt fyri teym í Vágsbotni.
Tað ljóðar, at flogfarið skal til Noregs, tað eru í øllum fórum
norðmenn, sum eru komnir higar eftir tí. Tað bar ikki til at fáa
hetta váttað, hvorki frá nevndarlimum í FAT ella frå sakførara
felagsins, Sigurd Joensen.
Tað verður í øllum føri av felagnum minni gjørt burtur úr, nú
flogfarið skal avstað aftur enn tå tað kom fyri hålvumødrum
ári síðani.
Myndin er tikin mánadagin, tá ein av norðmonnunum var í
ferð við at kanna motorin. Eina løtu seinni fór flogfarið á flog.
35.000 tons
av lodnu
Nýggjur fiskiveiðusáttmáli
undirskrivaður millum
Føroyar og Ísland
Mánakveldið undirskriv-
aðu Landsstýrið og Ís-
lendska ríkisstjórnin ein
nýggjan fiskiveidusått-
måla i Reykjavik.
Såttmålin gevur føroy-
ingum loyvi til at veida
35.000 tons av lodnu undir
Islandi, og afturfyri fåa
islendingar loyvi til at
veida 35.000 tons av
svartkjafti innanfyri før-
oyska fiskimarkið
Umframt lodnuna, fåa
foroyingar loyvi til at
veiða 17.000 tons undir
Íslandi í 1978. 7.000 tons
av toski, og 10.000 tons
av ødrum fiskasløgum.
Føroyska sendinevndin
kom til Reykjavikar sun-
nudagin, og undir sam-
rådingum månadagin
samdust partarnir um ein
nyggjan fiskiveidusått-
måla fyri 1978.
Onki årslit
i Bruxelles
Frammanundan hevdi før-
oyska sendinevndin verið í
Bruxelles og samráðst við
EF-myndugleikarnar um
sínamillum fiskiveiðu-
rættindi, men her spurdist
onki burtur úr, og øll sina-
millum fiskiveiða hjá før-
oyingum og felagsmarkn-
aðarlondunum steðgar 1.
januar.
Nýggjar samrådingar
eru avtalaðar at verða 11.
og 12. januar millum fer-
oyingar og felagsmarkn-
aðin, og tá fær landsstýrið
væntandi eitt svar uppá
eitt uppskot, sum lands-
stýrið hevur gjert til eina
fiskiveiðuskipan.
Vesturleiki
hjálparskip
í Norðsjónum?
— endaliga avgerðin um at leiga skipið
til at vera >stand by< hjá enskum olju-
boripallum skuldi takast í gjár
Tað er partafelagið »N.
Niclasen« i Sørvågi, sum
eigur Vesturleika. Hann
er ein av teimum pólsk-
bygdu línubátunum og
kom til landid fyrst i hes
um árinum.
Men tað hevur gingist
honum, sum teimum fles-
tu av hinum átta >polakk-
unum«, teir hava lítið
verið í vinnu, tí mansskap
fæst ikki til linubåtar.
Fyribils 3 mánaðir
Nú hava nakrir av parta-
eigarunum arbeitt við at
fáa Vesturleika
niður í
Norðsjógvin sum hjálpar-
skip hjá enskum oljuleit-
ingarpallum har.
Endaliga avgerðin skul
seinnapartin í
gjár, men tá blaðið fór til
di takast
prentingar
ikki tikin
var
avgerðin
Annars var ætlanin, at
Vesturleiki skuldi fara
longu friggjakvøldid, so
hann kundi vera í Aber
deen mánamorgunin, har
tey ymisku skjelini skulu
avgreiðast
Fyribils er talan um, at
Vesturleiki skal vera í
Norðsjónum í 3 mánaðir,
men møguleiki er fyri at
framlongja sáttmálan við
6 mánaðum, tá teir 3
fyrstu eru lidnir.
Manningin skuldi vera
uppá 6 mans, allir foroy-
ingar.
Studningur til
egningarmaskinu
Vesturleiki er annars klár-
ur at fara. Hann hevur lig-
ið í Sørvågi og riggað av
hesar seinastu dagarnar
Annars hevur P/f >N
Niclasen< fingið jåttadan
studning til at seta egn
ingarmaskinu í Vestur
leika. Talan er um eina
norska maskinu, av sama
slag sum Vaðhorn hevur
Felagið hevur kortini onki
lán fingið enn og av tí slíkt
tekur sína tíð, mettu eig-
ararnir tað vera skynsam-
ari at leiga skipið enn at
lata tað liggja hesa tíðina
Snarfrost 20 t
í síðstu viku
Í síðstu viku tók flaka-
virkið Snarfrost í Mið-
vági ímóti tilsamans 20
tonsum
Mánadagin avreiddi
Heldarstindur 15.400
pund. Mikudagin av-
reiddi Aldubåran 6.100
pund, Midvingur 4.500
pund og Ørvur 5.100
pund. Hósdagin av-
reiddu tveir bátar til
Snarfrost. Ørvur hevði
3.800 pund og Aldu-
báran 5.600, pund.
Hamraberg og
Reynsatindur eru farn-
ir at royna við gernum
ettir upsa