Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 87 — 14. desember 1977 H im telf. 14720. 11820 . giro 6282725 Sosialurin box 76, 3800 Tórshavn Foroya Javnaðarfløkkur Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 5 6411 Høgni Djurhuus Utgevari Blaðstjóri Blaðmenn Jógvan Jespersen Sosialurin Uppseting Prent Dimmalætting Kanónirnar Seinasta fríggjadag hevur blaðstjór- in á Dagblaðnum eina av sínum ser- merktu greinum. Hann sigur javn- aðarpolitikkin at vera rótina til alt ilt og at vera niðurbrótandi. TAÐ ER ilt at síggja, hvat ilt og nið- urbrótandi er í tí, at vit fyri mongum árum síðani fingu Lenjavningar- grunnin og við honum forskotsrind- an, minstuløn, prísviðbótarskipan 0.s.fr. TAÐ ER ilt at síggja, hvat ilt og nið- urbrótandi er í tí, at vit fingu eina sosiallóggávu sum tryggjar goml- um, sjúkum, einkjum og foreldra- leysum børnum sømulig kor, og at vit hava eina vanlukkutryggingar- skipan, sum rindar dagpening og endurgjald, tå arbeiðsevnini verða skerd orsaka av vanlukku. TAÐ ER ilt at síggja, hvat ilt og nið- urbrótandi er í tí, at vit hava væl út- bygdar heilsustovnar, ellisheim, røktarheim og heimahjálparaskipan til teirra, sum kunnu og vilja vera heima, og at vit hava barnagarðar, vøggustovur og dagrøktarskipan fyri børn. TAD ER ilt at siggja, hvat ilt og nid- urbrótandi er i tí, at vit vid inter- kommunala stovninum SEV og teimum báðum landsfyritøkunum, Telefonverkinum og Strandferðsl- uni hava borið tað so í bandi, at allir landsins íbúgvar hava ávikavist rav- magn, telefon og ferðasamband. TAÐ ER ilt at síggja, hvat ilt og niðurbrótandi er í tí, at vit hava út- bygt landið við havnum, vegum, lendingum, bergholum og brýr, og at nógv av hesum hevur lagt grund- arlag undir eina vinnu og undir fleiri arbeiðspláss. TAÐ ER ilt at síggja, hvat ilt og nið- urbrótandi er í tí, at tað almenna hevur bygt og luttikið í bygging av skúlum, svimjihallum, ítróttarhall- um, bygda- og samkomuhúsum 0.s.fr. KANONIRNAR i Sosialinum eru tagnaðar, sigur blaðstjórin á Dag- blaðnum. Og rætt er tað. Orsøkin er einans tann, at vit eru farnir at hugsa um orðatakið, sum sigur, at ein ikki skal skjóta spurvar við kanón. Persónsforfylging Få burtur og heima Sum øll vita er og hevur ikki alla staðni verið so sá- milig politisk viðurskifti sum í Feroyum. Í nógvum londum verða sjálvt í dag mannarættindini brotin, og teir ráðandi tola ikki, at fólk hava aðra politiska steðu enn teir, og fólk sum ikki ganga undir hesar treytir, mugu tola fongs- ul, deyða ella aðra forfylg- ing afturfyri. Sjálvt í okk- ara >siviliseraða< vestur- heimi kenna vit ræðulig demi um, hvat intoleransa móti annarleiðis hugsandi hevur ført til. Vit kunnu minnast Hitler, sum kom til valdið á lógligan hátt, og sum fekk slíka undir- teku fyri síni hatkampan- ju móti eðrum, sum t.d. jedum, at hann kundi beina fyri milliónum av menniskjum. Eisini minnast vit ein Joseph McCarthy úr USA. Hann stóð fyri vali til kongressina, og hans- ara møguleikar fyri at verða afturvaldur vóru ivasamir. So gav ein vinur honum tey ráð, at hann skuldi leggja eftir teimum vinstrahallu, tí tað vildi geva atkveður. Hann so gjørdi. Hann varð eisini væl og virðiliga afturvald- ur, men samstundis fekk hann oyðilagt lívið hjá eini fjøld av hampa, frísintum amerikanarum, sum vórðu lagdir undir at vera »kom- munistar«. Og nógvir av teimum máttu enntá rýma av landinum. Eitt triðja dømi er Vesturtýskland i dag. Har verða bert hálv- talað orð hjá einum og hverjum sentrums- og vinstrapolitikkara útlagt sum stuðul til terrorism- una, sum aftur hevur fort til morð og yvirgang. Vit øtast øll, men siga samstundis, at „hetta kann ikki henda her hjá okkum.< Men hetta er við at henda hjá okkum. Poli- tikkur í Føroyum hevur ofta verið åstorsligur og harðligur, men vit hava hóast alt havt eina menn- iskjansliga virðing fyri hverjum orðum, og vit hava respekterað, at onn- ur kunnu hava onnur pol- itisk sjónarmið enn vit sjálvi. Hetta hevur gjørt, at tað hóast alt hevur ver- ið eitt mark fyri, hvussu vit hava farið við hverjum ødrum, og hetta hevur tó hildið okkara politiska orðaskifti á einum vissum plani. Men fyri nøkrum árum síðani fekk Dagblaðið nýggjan blaðstjóra, og hann nýtir eina skriving og eina mannagongd, sum minnir óhugnaliga nógv um ta mannagongd, sum er nevnd omanfyri, og sum vit sanniliga ógvast um, tá tað hendir hjá oðr- um. Frá fyrsta degi hevur hansara skriving verið merkt av vanvirðing og hatur til ell onnur enn seg sjálvan og teimum, sum halda við honum. Hver minnist ikki greinina um fyrrverandi landsstýris- mannin.!! Um onkur vág- ar sær at hava eina aðra hugsan enn blaðstjórin og at koma fram við henni, so kann hann verða vísur í, at verða dýktur undir við ókvæmisorðum, og at verða brikslaður bæði líkt og ólíkt. Fastur táttur er at briksla »syndaranum« hansara lønvidurskifti og annað, sum einki hevur við »sakina« at gera. Í seinasta Dagblaði gottar hesin blaðstjóri sær av, at hann hevur tept >kanónir< í Sosialinum, og hetta tykist hann at vera ikki sert errin av. Men hvussu hevur hann borið seg at við hesum »bragdi«. Hansara man- nagongd her sigur tkki so lítið um »nyggja politikk- in« hjá hesum blaði. Sum kunnugt hevur tað verið skriving um almannamál, sum hevur verið aktuel seinastu tíðina. Hendan skriving byrjaði í Dag- blaðnum, og førdi hon við sær, at tveir greinskriv- arar í Sosialinum á ein sakligan hátt vístu á, at tað sum Dagblaðið skriv- aði um hendan spurning var serdeilis misvísandi og villleiðandi. Hesir grein- skrivarar eru bert dýktir undir við ókvæmisorðum, men Dagblaðið hevur ikki kunnað vikað so mikið sum eitt komma við tey talprógv, sum eru komin fram her í blaðnum um talfalsan hjá Dagblað- num. Afturat hesum eru tey fólk, sum sakin snýr seg um, nevniliga tey sum eru undir almannaskipan, vanvird og háðað við teir- ra »olmussustødu« o.s.fr. Sum um hetta ikki var nóg mikið, so eru heilt ó- viðkomandi persónar hongdir út í Dagblaðnum, og her hevur tað ikki gjørt mun, um hesir persónar vóru frískir, avlamnir ella enntá deyðir. Og tá so blaðstjórin mundi fela seg heilt settan fastan, tá verður ein greinskrivari beinleiðis lagdur undir at hava stytt um lívið hjá einum ávísum persóni!! Hvussu kann nakar hampa maður ella kvinna brýggja seg um at koma í orðaskifti við ein mann, tá tey kunnu rokna við slík- ari viðferð, og tá tey vita, at tað ger manninum ong- an mun, um hann sigur satt ella lýgur, tá hann skal hevna seg inn á fólk. Vit eru sannførd um, at blaðstjórin á Dagblaðnum vil kunna »vinna« eitt- hvert orðaskifti, um hann bert nytir hesa manna- gongd. Tillukku vid ti!! Hevdu vit lisið um slíka mannagongd í eðrum londum, so hevði hver einasti føroyingur øtast, men tå slikur politiskur yvirgangur fer fram hjå okkum, hendir tað óhug- naliga, at slík skriving fær eina ávísa undirtøku mill- um fólk!! Hetta prógvar bert, at vit als ikki eru frægari enn onnur, og vit byrja at skilja, at tað er kanska ikki bert í Týsk- landi, at ein Hitler kundi koma til valdið á lógligan hátt. Tað seinasta, sum hesin blaðstjórin er farin at nýta er at prenta slíkt í sínum blaði, sum hann hoyrir frá »peri og póle, og sum heldur einki hevur vid målid at gera. Satt at siga hava vit eisini frætt yms- ar søgur um blaðstjóran á Dagblaðnum, sum ikki eru nakað serliga smikr- andi fyri hann. Men vit kundu ikki droymt um at sett hetta á prent, tá við- urskiftini = hjá hesum manni als ikki hava okk- ara áhuga, og tá vit ikki vilja nýta somu manna- gongd móti honum, sum hann nýtir móti ødrum. merkingar Blaðstjórin heldur fast við sín rætt til at skriva alt honum lystir í navni skrivifrælsins, og hann boðar frá meira úr somu skuffu. Og her er tað, at vit mega undrast um, at eingin í fólkaflokkinum letst um vón um hesa bart út andstyggiligu skriving, sum øll hampafólk øtast um, og sum man vera millum tað ljótasta, sum nakrantíð man vera sæð í politikki, í hvussu er í Norðanlondum. Men nú er tingið sam- an, og vit halda, at nú er tíð uppá, at javnaðar- flokkurin krevur samgon- gufund beinanvegin. Her skal fólkaflokkurin geva greitt svar uppá hesar spurningar: 1. Tekur fólkaflokkurin undir við teirri vanvirð- andi skriving, sum hans- ara málgagn nýtir um tey veiku í okkara samfelag? Harundir at ósekir per- sónar á skammiligan hátt verða hongdir út? 2. Tekur fólkaflokkurin undir við teirri grovu út- svíning og lygnagtigu æruskemming av álitis- monnum hjá okkara flokki, sum eru farin fram í hansara blaði? Er svarið uppá bert annan av hesum spurn- ingum ja, so hava vit einki meira at samstarva við fólkaflokkin um. SE dagbókin Missiónshúsið við Landavegin Meti í kveld kl. 20. Várgleði Várgleði hevur fund í dag kl. 16 í KFUK: Advents- hugni. Gamlir KFUK-skótar Gamlir KFUK-skótar meta i KFUK í kveld kl. 20: Jubileumsveitslan. KFUK Hóskveldið kl. ventshugni. 20: Ad- Filadelfia Systurmissiónin í kveld kl. 20 (tann seinasta fyri jól). Pensionistafelagið Jólaveitslan = verður Í Havnar klubba í kveld kl. 19. Frelsunarherurin, Tórshavn Ungdómsmeti í kveld kl. 20.30, hornvenjing í ann- aðkveld kl. 20. Sion, Vági Evangeliskt meti í kveld kl. 20. Barnabókasavnið Í dag kl. 16 vitjar Jórun Simonsen. 0 —— II "AG" Er nakað á vási, sum tú vilt hava í blødini, so ring — vit eru til reiðar. Telefonir okkara eru 14720 og 11820.