mikudagur 14. desember 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TTT TTT TTT L L|HLHL——CB„„TB„„„"„"Þ „""z" m.m.
Nr. 87 — 14. desember 1977
Mjólkarframleiðslan
í Norðoyggjum
verri umstødur
Strandferðslan vil sleppa undan galdandi fyribilsskipan
viðvíkjandi flutninginum
Umsteðurnar hjá mjólkar-
framleiðarum í Norð-
oyggjum eru versnaðar
síðani = mjólarvirkið í
Klaksvík gavst við at taka
móti mjólk í september.
Í lýkkuni, sum var í
heyst, hendi tað, at mjólk
úr Norðoyggjunum var
spilt, tá hon kom til Meia-
sosialurin
Síða 3
Virkið hevur kortini ong-
antíð verið rikið sjålvstød-
ugt, men saman við
handlinum hjá O. F. Joen-
sen, sum Álvur Klakk nú
rekur.
Men tann 1. juli í ár
segði Álvur Klakk mjólk-
arvirkið frá sær og aftaná
tað royndi Mjólkarfelagið
Strandferðslan sær at
flyta mjólkina úr Norð-
oyggjunum og teimum
trimum stóru fjósunum í
Getu, Lorvík og Fugla-
firði til Havnar hvenn ger-
andisdag.
Men nakað seinni keyp-
tu teir triggir bøndurnir í
Eysturoynni ein tangabil
Tangabilurin úr Eysturoynni verður temdur á Meiariinum i Havn. Tað bar ikki til at
súgva mjólkina úr dunkunum hjá norðoyingum upp í tangan
riid í Havn. Hon varð ti
vrakað og fingu framleið-
ararnir onki fyri hana.
SOSIALURIN hevur
verið í sambandi við menn
í Svinoy, Fugloy, Mikla-
dali, á Trøllanesi og Við-
areiði og eru teir allir
samdir um, at staðan hjá
mjolkarframleidsluni er
versnað og at tað var eitt
afturstig, at virkið í
Klaksvík varð stongt.
Teir siga, at mjólkin svill-
ist á veg til Havnar, ti hon
stendur úti óavkeld eina
nátt á vegnum suður. Men
stúra fyri, at neytat lid í
oyggjunum fer at n.nka
uppaftur meira, um ikki
onkur broyting hendir
viðvíkjandi mjolkarftutn-
inginum.
P/f Norðoja
mjólkarfelag
Tað eru nú umi. 50 mjólk-
arframleiðarar i Norð-
oyggjum og íramleiðslan
liggur millum 7.000 og
30.000 litrar um mánaðin.
Framleiðararnir hava mill-
um 1 og 6 kýr hver.
Í 1931 varð Norjoya
mjólkarfelag stovna: og
síðani tå hev mjó kar-
virki verið í Klak vík.
sjålvt at reka virkið, men
hetta eydnaðist ikki, ti
felaið var ikki nóg sterkt
figgjarliga til at lena
starvsmanni. Tann 8. sep-
tember stongdi so virkið
og síðani tá hevur mjólkin
úr Norðoyggjunum verið
send til Havnar.
Landsstýrið
onga heimild
Tvær ferðir hevur Norð-
oya mjólkarfelag skrivað
til landsstýrið og biðið um
stuðul til raksturin av
virkinum í Klaksvík.
Landsstýrið svaraði tí
fyrra brævinum við, at
tað onga heimild hevur til
at veita virkinum studn-
ing. Men nevndin í felag-
num varð boðin til fundar
við Jarðaráðnum, Meiari-
inum í Havn og Strand-
ferðsluni, har ein skipan
varð gjord viðvíkjandi
mjólkarflutninginum mill-
um Klaksvík og Havn.
Seinna brævið, sum
Norðoya mjólkarfelag
sendi landsstýrinum, er
ikki svarað enn.
Tangabilurin
A áðurnevnda fundi átók
til mjólkarflutningin. Tá
var ætlanin at mjólkin úr
Klaksvík skuldi flytast til
Lorvíkar og har skuldi so
tangabilurin taka hana,
men tað vísti seg ikki at
rigga, ti tað bar ikki til at
fáa mjólkina úr dunku-
num í tangan á bilinum.
Fyribils skipan
Aftaná hetta hevur mjólk-
in verið flutt við Smyrli
ella tí skipi, sum annars
rekir rutuna.
Strandferðslan átók sær
eisini at koyra mjólkar-
pakkarnar frá Meiariinum
í Havn út til handlarnar í
Klaksvík.
Upplýst verður á
Strandferðsluni, at hetta
bert er ein fyribilsskipan
— hon skuldi bert galda
nakrar fáar mánaðir — og
hevur Strandferðslan ikki
hug til at framlongja
hana, men vil heldur
sleppa frá henni.
Hvar súrnar hon?
Blaðið hevur vent sær til
Strandferðsluna í Klaks-
vik við spurninginum um
mjólkin stendur nátt á
bryggjuni í Klaksvík, áðr-
enn hon verður send víðari
til Havnar.
Har fingu vit upplýst,
at mjólkin verður send
suður sama dagin, ti post-
bátarnir, sum rekja rutur-
nar millum bygdirnar í
Norðoyggjum koma aftur
stutt áðrenn farturin til
Havnar fer. Skuldi tað
hent seg, at onkur dunkur
stendur eftir, verður hann
goymdur í kelirúminum
hjá mjólkarvirkinum.
Hetta er sambært fyrr-
nevndu avtalu.
Á Meiariinum í Havn
verður upplýst, at tá lýtt
er í veðrinum verður farið
eftir mjólkini, sjálvt um
hon kemur úr Klaksvík
aftaná kl. 17, tvs. aftaná
arbeiðstið á Meiariinum.
P
Adolf Hansen hevur verið formaður í felagnum síðan
tað varð stovnað í 1975
Meginfelag
útróðrarmanna
nýggjan formann
Meginfelag. Utróðrarman-
na hevur fingið nýggjan
formann. Á aðalfundi í
Havn mánadagin varð
Ísak Matras úr Klaksvík
valdur til formann eftir
Adolf Hansen, sum hevur
verið formaður í felagnum
síðan tað varð stovnað í
1975.
Adolf Hansen lat seg
ikki stilla upp aftur til
formann, men hann var tó
valdur til varaformann
saman við Bjarna Vester-
gaard úr Vági.
A aðalfundinum varð
eisini ein nýggj starvs-
nevnd vald. Í hana komu
Ísak Matras, Adolf Han-
sen, Jákup Joensen, av
Eiði, Simun Pauli Poul-
sen, úr Fuglafirði og The-
odor Eliasen úr Lorvik
TaliO av limunum i
starvsnevndini er broytt
Medan tad nu sita fimm
mans í hesi nevndini, sótu
bert triggir frammanund-
an
Eykaaðalfundur
í L/f Ognarfelagnum i likvidation
A eykaadalfundi 4. april varð samtykt at taka l/f
Ognarfelagið, Tórshavn av
Sum likvidatorar vórðu undirritaðu valdir
Aðrenn likvidatiónin varð liðug doyði grann-
skoðarin Ingolf Kirkholm. Síðani hevur Jógvan
Sundstein, statsaut. grannskoðari tikið við
Tann endaligi likvidatiónsroknskapurin er nú
gjørdur og er til skjals á skrivstovu Leif Waag-
stein s, Bryggjubakka 22, Tórshavn
Lutaeigararnir hava fingið útgoldið 90% í divi
dendu.
Til tess formelt at enda líkvidatiónina verður
kallað til eykaaðalfund á skrivstovuni hjá Leif
Waagstein, Irs., Bryggjubakka 22, Torshavn hos
dagin 29. desember 1977, kl. 16.00
Torshavn, I
desember 1977
Leif Waagstein (sign) Johan Djurhuus (sign)