leygardagur 17. desember 1977síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8 —
Ur I JE NDA AT Us SGS li
Nr. 88
Leygardagin
17. desember 1977
50. árgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
Ikki ein
politiskur
såttmåli
— I letuni er útlit fyri,
at allur okkara floti
kemur at greiða sínar
skyldur í 1978, segði J.
Fr. Øregaard undir
viðgerðini av fiski-
veiðusáttmálunum á
tingi hósdagin.
Hetta segði hann,
hóast hann av politisk-
um orsekum mátti
taka fyrivarni fyri sátt-
málanum við USSR
eins og hann eisini vildi
gjørt, um sáttmáli varð
gjørdur við USA.
Atli Dam, legmaður,
segði seg vera samdan
vid Øregaard um tad,
at vit vi3 hesum fingn-
um sáttmálum hava
tryggjað grundarlagið
fyri 1978. Men hann sá
ikki sáttmálan við
USSR sum ein polit-
iskan sáttmála, men
sum neyðugan fyri at
tryggja føroyingum
framhaldandi grundar-
lag fyri fiskiflotanum
og at vit framvegis
skulu halda okkara
fiskivinnu uppi.
Okið við
J. Paturssonar-
gøtu fríðkast
Tórshavnar Býráð
samtykti á býráðsfundi
hóskveldið, at geva í-
búgvunum við J. Pat-
ursonargetu í Havn
loyvi til at fridka eitt
oki, sum liggur millum
Bispagarðin og lækna-
húsini.
Nakað av orðaskifti
var um hetta málið.
Petur í Gong vildi ha-
va, at minst tveir trið-
ingar av økinum skul-
du gerast til bilplåss,
sum kommunan so
skuldi leiga til íbúgv-
arnar í J. Patursonar-
getu. Petur í Gong
segði, at tað hevur
stóran týdning, at bilar
ikki standa parkeraðir í
gøtuni, eftir at gjøgn-
umføringin er liðug.
Tað varð samtykt
við sjey atkvødum fyri
og einari ímóti at loyva
íbúgvunum at fríðka
alt ekið.
Býráðsfundurin hós-
kveldið var tann sein-
asti fyri jól. Næsti bý-
ráðsfundurin verður
19. januar.
Lendið til ringvegin
ikki ognartikið
Tórshavnar Býráð samtykt at royna at útvega sær
ta neyðuga lendið við samráðingum við eigarnar
Lendið, sum Tórshavnar
Kommuna skal brúka í
samband við ringvegin,
sum skal gerast av Hálsi
yvir í Oyggjarvegin við
bilverkstaðið hjá Venzil
Petersen, verður ikki ogn-
artikið.
Til hesa vegagerðina
skal býráðið brúka um
22.000 kvadratmetrar
burtur av 39 ymiskum
matrikkulnummrum, um-
framt tað lendi, sum
kommunan longu eigur.
Á býráðsfundi hós-
kveldið samtykti Tórs-
havnar Býráð at royna at
fáa semju við eigarnar við
samráðingum.
Projekteringin
kom væl áleiðis
Projekteringin av ring-
vegnum er nú komin so
væl áleiðis, at býráðið
skjótt kann fara undir at
útvega sær tað neyðuga
ekið til vegagerðina.
Til sjálvan ringvegin
skal býráðið umframt tey
lendi, sum kommunan
longu eigur, ogna sær
einar 18.000 kvadratmetr-
ar burtur av 17 matr. nr.
Til teir vegirnar, sum
neyðugt verður at um-
leggja og breiðka fyri at
fáa eina góða sambinding í
ringvegin, skal kommun-
an brúka um 2900 kva-
dratmetrar burtur av 15
matr. nr.
Í samband við ring-
vegagerðina hevur eisini
talan verið um at gera
Hoydalsvegin eystur til
Sápufabrikkina. Skal
hetta gerast, verður neyð-
ugt hjá kommununi at
ogna sær 1100 kvadrat-
metrar afturat, burtur av
7 matr. nr.
Minniluta-
tilráðingin samtykt
Ein meiriluti í fíggjar-
nevndini hjá Býráðnum,
Petur Christiansen, Ebbe
Mortensen, Petur F.
Christiansen og Ingi
Mohr, høvdu mælt byråd-
num til at ognartaka tad
neyduga økid i samband
vid ringvegagerðina.
Ringvegurin skal gerast av Hálsi yvir í Oyggjarvegin við bilverkstaðin hjá Venzil
Petersen
0% skeiv ljós
Bileftirlitið upplýsir, at
tað er vanligt, at bilar
hava skeivt stillaðar lykt-
ir, tá teir koma til sýn.
Mett verður, at tað einans
eru 25% av bilunum í
landinum, sum hava
rætta ljósfering.
Atli Jensen, leiðari av
Bileftirlitinum, sigur, at
talan er her um ein álvars-
ligan spurning, men tað
tykist, sum hverki mynd-
ugleikarnir ella almenn-
ingurin eru áhugaðir fyri
at loysa hann. Víst verður
í hesum sambandinum á
ta lítlu undirtøkuna, sum
seinasta lyktakanningin
fekk.
Innfluttur
skeivleiki
Eitt annað, sum vekur ans
í hesum føri, er, at upp-
ímóti 80% av nýggjum
bilum hava skeiva ljósfer-
ing. Hetta vil siga, at
keyparin í nógvum forum
fær bilin uttan at ljósini
eru beint stillað
Nýggir bilar verða van
liga ikki lyktakannaðir av
Bileftirlitinum, ådrenn
teir verða skrásettir. Men
Atli Jensen sigur, at Bil-
eftirlitið nú umhugsar
sjálvt at fremja hesa
kanning framyvir.
Lítið skal til
Tað er torfort at siga,
hvussu ofta lyktirnar á
einum bili skulu kannast,
ti tað skal heilt lítið til, at
tær fara at lýsa skeivt
Um t.d. dekk verða skift,
fjaðrarnar vikna ella ein
pera verður skift, kann
tað ávirka ljósferingina.
Tað eru eisini fleiri, sum
tá tey skifta peru, seta ta
nýggju skeivt í.
Tað hevði ti verið yns-
kiligt, um tað gjørdist ein
fastur partur av ti vanliga
»service«eftirlitinum við
bilum at kanna lyktirnar
Atli Jensen sigur, at tað
er avgerandi neyðugt, at
almenningurin verður
greiður yvir, hvussu stór-
an tydning rett ljosføring
hevur fyri ferðslutrygd
Lesið á síðu 5
ina
Hetta uppskotið fekk fýra
atkvødur fyri og fýra í-
móti, og fall sostatt
Býráðið samtykti har-
afturímóti eitt minniluta-
uppskot frá Jákup Suna
Jacobsen, um at býráðið
roynir at fáa semju við
eigarnar við samráðing-
um. Hetta uppskotið varð
samtykt við 5 atkvødum
fyri og tveimum ímóti
Ikki altíð
lyktakanning
i »paragraf 13«
Politii i Havn upp-
lysir, at teir hava ikki
útgerð til at máta ljos-
ini å bilum, eitt nu tå
»paragraff 13 kanning-
ar« verða gjørdar. Ti
kann politiið bert i
teimum førum, tað
sæst við berum eygum,
avgera, um ein bilur
hevur skeiva ljósfer-
ing.
Verður ein bilur
steðgaður, sum bert
hevur ljós á aðrari lykt-
ini, fær bilstjórin eina
freist til at fáa hetta í
rætt lag. Síðani skal
hann koma á politi-
steðina ella til annan
myndugleika og visa,
at hann hevur gjert
eftir boðunum.
Hinvegin hevur poli-
tiið viðhvert >paragraf
13 kanningar< saman
við Bileftirlitinum og
tá verða tólini hjá ti
brúkt til at kanna ljós-
ini.
Tað verður ikki givin
bót fyri at koyra við
t.d. einari lykt, men
hevur bileigarin eftir
fleiri = áheitanir íkki
fingið brekið umvælt,
kann tað hava við sær,
at ein raport verður
skrivað og hon send
fútanum, sum so av-
ger, um bót skal gev-
ast.