Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. desember 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UR UG UG Nr. 88 — 17. desember 1977 Ein gráur februarmorgun 1962. Vit eru saltfiskatúr undir Íslandi. Ein av manningini er vorðin sjúkur. Sigla tí á Reykja- vík. Frætta at »Drottn- ingin< skal koma úr Fer- oyum klokkan sjey. Vit eru nakrir, ið gera av at spáka ein túr yvir har, hon leggur at. Vænta at onkur er við, sum vit kenna, og gleða okkum at fáa fesk tíðindi heimanifrå. Har kemur hon so, Drottning- in. Fram við lånningini stendur fólk i hundraðtali. Tá vit eru komnir um- borð aftur til okkum sjálvs, og heimatidindini eru vidgjørd út í æsir, heldur ein fyri: Ja, logið er, burtursæð frá fótbólts- dysti og grindadrápi hevði tað ongantíð eydnast hon- um at hitt so nógvar bygdarmenn í senn, sum í morgun umborð á »Drottningini.« Soleidis var stødan sein- ast i 50'unum og langt upp í 60'ini. Í túsundatali av > føroyskum verka- kvinnum og -monnum og fiskimonnum vóru noydd av landinum, um tey skuldu sleppa í vinnu. Arbeiðspláss teirra var umborð á íslendskum fis- kiførum og á íslendskum fiskavirkjum, umborð á norskum línubátum og týskum trolarum. Tey, ið ikki vóru í vinnu í út- londum, vóru yvirhevur í Havnini í vinnu. Sjálvsagt ferdi hetta vinnumynstur til, at sosialurin bygdirnar vantrivust. Orðið bygdamenning var ikki uppfunnið. Sjálvsálitið og framtaks- viljin høvdu våra kor. Verðins gongd, verðins meining, tóktist niðurlag- ið vera. Í longdini var henda gongd ótolandi. Máttloysi og svartskygni mátti víkja. Menn tóku seg saman. Lótu byggja stór tíðarhóskanfi fer til lang- farafiskiskap. Keyptu og bygdu útróðrarbátar og flakavirkir og summir fóru at hugsa um ídna og virð- isøking av ráveruni. Tað hugvekjandi og sunna í tí streymskifti, sum tá hendi var, at drív- megin ikki kom av tind- unum, men frá bygdafólk- inum sjálvum, frá gras- rótini, sum summi siga. Tað vóru ikki vælmeintir ríkmenn ella stórkapital- istar, ei heldur vóru tað politiskar = avgerðir, ið vendu bygdaavtoftanini til eina bygdamenning. Tað var bygdafólkið sjálvt, ið hetta gjerdi. Gamaní, hetta hevði neyvan latið seg gjørt uttan beinleiðis almennan stuðul, munandi betri samferðsluviðurskifti, betri metuleikar fyri skú- lagengd á staðnum, betri møguleikar fyri fritidar- virksemi o.s.fr. Men fremst av ollum fekst hes- in stuðul, tí fólksins fram- takshugur kravdi hann. Jú men, hvat nú — er so tann heilaga grevin væl vard, kunnu vit nú bert seta okkum væl til rættis at njóta framt verk og »dusa« okkum í sjálvs- nøgd? Í fyrsta lagi restar enn nógv. Mongum bygdum og økjum tørva enn vin- numøguleikar. Í eðrum lagi vilja tað altíð í einum samfelag sum okkara vera sterkar kreftir, ið vilja mótarbeiða eini decentral- isering, eini bygdamenn- ing. Tað er nevniliga ikki altíð so, sum vit tvær ferðir um vikuna lesa í ein- um av landsstýrisbleðu- num, at tað sum gagnar tí einstaka gagnar okkum ollum. Fyri fáum árum síðani var, í stærsta álvarsemi, hugtakið = »Midføroyar« skapað. Miðferoyar var tað ekið, har av »prakt- iskum grundum« øll vin- nulívsútbygging skuldi fara fram. Ikki minni var álvarsemi, tá leiðandi menn innan fiskivinnuna vístu á, hvussu skilaleyst tað var við ellum hesum flakavirkjunum í Feroy- um. Eftir teirra tykki var tað ivaleyst við 3 ella 4 flakavirkjum í ellum land- inum, og nekrum fáum effektivum trolarum til at veiða til hesi. Fyrimun- urin var eyðsæddur, sterri profittur til virkir teirra, onki peningaspill til havn- ir, vegir og lendingar víða um landið. Hin síðan, miðsavnan av fólkinum, avtoftan av bygdunum við øllum teimum samfelagstrupul- leikum, id hetta hevði ført við sær, mátti víkja fyri nekrum krónum meiri ella minni í profitti. Tibetur er bygdarsamfelagið Feroy- ar enn so sterkt, at tað ikki hevur eydnast at taka tað av fótum, sjálvt um tað vóru og enn eru kreft- ir, sum mótvirka eini bygdamenning. Hesar kreftir eru mill- um okkum, virka dag og dagliga, sjálvandi íkki fyrst og fremst við tí fyri eyga at avtofta bygdirnar. Men tær avgerðir og tær ætlanir hesar kreftir seta í verk, kunna í mongum forum føra, ja beinleiðis skaða eini bygdamenning. Fyri 3 árum síðani keypti eitt felag, sum í mong ár meir ella minni væleydnað hevur fingist við ferða- og farmaflutn- ing, 9 trolarar av Cuba. Hvat hesir trolarar skuldu brúkast til, var tað ongin, sum ánaði, allarminst teir, sum keyptu. Nú verða hesir trolarar umbygdir til at veida undir Føroyum, og ætlanin er at byggja risaflakavirki at virka rå- vøruna frå hesum trolar- um, i eini bygd, har frammanundan eru tvey flakavirkir og landsins størsta fiskamjølsvirki. Undrunarvert tykist hetta vera, tå ein veit, at i eini bygd, har fólkatalið er 150, máttu menn bíða í 1/2 ár eftir innflutnings- loyvi til bygdarinnar ein- asta útróðrarbát. Grund- Allir vegir føra ikki á mál gevingin var, at veiðu- orkan á Feroyagrunninum longu var ov stór í mun til stovnin. Tað kann tykjast legið at seta spurnartekin við slik tiltøk, sum omanfyri nevnda. Men hava vit í huga tann veruleika, at grunnarnir um Feroyar ikki tola óavmarkaða veidu, og at tann dagur ikki er fjarur, tå fiska- nøgdin verður kvoterað, er tað sera rímuligt og ikki minst neyðugt at taka åvis fyrivarni. Fylgja vit ti vanligu mannagongdini fyri slikum skerjingum, vita vit, at teir, sum koma at verða við sviðið sod, ikki verða tey kapital- sterku trolarafelogini og risavirkini. Heldur vera tað smávirkini og teir út- róðramenn, sum sigla á egnum kjeli. Tað er sjálv- andi eingin natúrlóg, sum sigur, at vit skulu fylgja tí vanligu mannagongdini. Men at broyta vanligu mannagongdina krevur politiskt dirvi, og dirvi til at leggja seg út við nakrar av landsins sterkastu kreftum. Í samband við ein fram- tíðar bygdamenningar- politikk er spurningurin um ráverubýti í framtíðini kanska ein hin mest av- gerðandi. Ti má steðið undir einihvørjari avgerð hesum viðvíkjandi verða: Grunnarnir um Feroyar og tann fiskur, ið á teim- um er, er felagsogn, øll eiga vit eins stóran part Cuba-trolarnir. Ongin visti hvat teir skuldu brúkast til, tá teir vórðu key ptir. Men nú verða teir umbygdir til at veiða undir Feroyum monnum í smábygdum at fáa innflutningsloy vi til útróðrarbátar, skrivar Axel Skoub« Tad tykist legi, at tað samstundis er trupult hjá Axel Skoubo, skúlastjóri — Í samband við ein framtíðar bygdamenning- arpolitikk er spurningurin um ráverubýtið í framtíð- ini kanska ein hin mest avgerandi. Ti má steðið undir einihverjari avgerð hesum viðvíkjandi verða: Grunnarnir um Feroyar og tann fiskur, ið á teim- um er, er felagsogn, og øll eiga vit eins stóran rætt til hansara, skrivar Axel Skoubo m.a. í panelgrein- ini. og eins stóran rætt til hansara. Sum demi kunnu vit taka eina oyggj ella eitt eki, har 2000 fólk búgva. 2000 fólk er 1/20 av øllum fólkinum í Feroyum. Uttan mun til, hvar í landinum hesi 2000 fólk búgva, so eiga tey fullan rætt til 1/20 part av fiski- rikidøminum. Skal ikki ein framhald- andi bygdamenning køv- ast i bardaganum millum tær sterku kapitalkreftir- nar, er ongantiå ov tidliga at seta spurnartekin við ta yvirinnvestering sum lut- vist fer fram i heimafiski- skapi, vid Cubatrolaru- num sum eitt talandi dømi. Semja er yvirhøvur um tað neyðuga i eini bygda- menning. Men sjålvt um semja er um eina mål setan, merkir tað sanni- liga ikki, at allir vegir føra til málið. Har tørvurin fyri menning er stærstur, er al oftast eisini tervurin fyri stuðli sterstur. Hevuðs treytin fyri at ein bygda menning skal verða sonn menning er, at hon sam svarar tervi og vilja hjá fólkinum á staðnum, og at meguleiki verður fyri at samskipa hesa bygda menning, so eitt tiltak her ikki mótarbeiðir einum til taki har Ein tamd