Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 89 — 21. desember 1977 telf. 14720 . 11820 . giro 62827: box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Blaðstjóri: Blaðmenn: Feroya Javnaðarflokkur Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Høgni Djurhuus Jogvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Seydur og óljóð Útvarpið visti at siga frá, at nakrar bygdir hava samtykt at avsiga allan seyð, sum tvarrar í bygd- unum til stóran ampa fyri fólk. Hetta fær meg at hugsa um ta skriving, sum fyri eftirhondini mongum árum síðani var um skilið í Havn, har tað var so iduligt, at seyður vandraði í heilum gongum niðri á Vaglinum ella hvar sum helst, ikki minst har pylsuvognarnir grisaðu túnini. Tað var serliga ein Gama í býnum, sum fanst at hesum óskili, tað var frú Zachariasen, einkjan eftir amtslæknanum. Hon visti á, hvussu harmuligt tað var ferð eftir ferð at missa blómurnar, tulipan- ir, ti seyður var farin inn á nátt. Soleiðis var skilið. | Men eiga skal býráðið í Havn, at tað fekk skil á hesum og var tað skila- maðurin Peter F. Christi- ansen, táverandi borgar- stjóri, sum fekk enda á 0- skilinum, tøkk eigur hann fyri tað. Í dag hava teir annað at takast við í bý- ráðnum, skilst at nokta byggiloyvi til andsveika forsorgina og at fáa øl- brygging av sterkum til landið, minni skil er í ti. Men eitt annað áttu háttvirdu býráðslimir at hugsa um. Oskilid, sum so smátt gevur tær stóru Ó- lukkurnar, við ti larmi, sum er á almennum disko- tekum (sum vistnokk ikki eru heilt lóglig). Ein norsk kommuna hevur samtykt ikki at loyva diskotekum at geva sterkari óljóð frá sær enn 80 decibil. Hvat hetta vil siga, veit eg ikki reiðiliga. Men var tað ikki eitt hugskot, at býráðið ella býráðini fingu lagt loft á ta oyðileggjandi kraft, sum óljóðið gevur við ti fylgju, at okkara ungu fáa hoyriskaða? Og so eitt aftrat, at seta mark fyri, hvussu langt út á mánanáttina Klubbin skal hava loyvi at halda ung- dóminurn uppi til dans. Ti hetta eru somu fólk, sum skulu upvaftur í skúla og arbeiði sniinma mána- morgun Hetta hevdu verið nek- ur skilamál hjá mentunar nevndini at tikið sær av borgari 000 Målslig(ur) utvikling(ur) Ikki eigur føroyskt mål altid orð fyri oll fyribrigdi, og er grundin helst hon, at umstødurnar fyrr ikki hava gjørt tað neyðugt at skapa orð og vendingar, har umsteðurnar i dag, broyttar sum tær eru, krevja orð. Sum dømi vil eg nevna fyribrigdið »utvikling(ur) (development). Hóast fólk flest er farið at brúka orðið »utvikling(ur), so hava royndirnar verið nógvar at finna eitt orð sum ljóðaði betri á føroyskum. Orða- bók Jóhannesar av Skarði nevnir: »menning, fram- koma, framvøkstur, gongd, framtøka, vøkst- ur, greining, lysing.« Orðini við »fram-« kunnu brukast i einstøk- um førum, har talan er um nakað sum »utviklar seg« utviklad« á positivan ella „verður frameftir ella hátt. Okkurt, sum »kemur fram«, »veksur fram« ella »tekur seg fram.« Hetta er to bert ein litil partur av merkingini »utvikla seg«, sum er meir óheft av hvussu. »Menning« havi eg sæd til dømis i »Framanum«, har tað verður brúkt gjøgnumgangandi. Fyri tað fyrsta er hetta eitt virðis-bundið orð, við po- sitivum tóna. Fyri tað næsta merkir tað, at okk- urt »mennist,« at tað styrkist, gerst meiri ment til nakað, (sum hevur samband við orðið >ment- an<). Orðið stavar frá tí, at vaksa upp og „verða maður<. (og tískil bæði mentur og mentadur!). Framhald á síðu 3 Nú er so aftur eitt figgjar- lógaruppskot lagt fram, og er tað hesa ferð komið uppá 438 mill. kr. Vit kunnu ikki lata vera við at minnast aftur á, at fyri bert 20 árum síðan, var figgjarlogin bert 15 mill. kr. Sum dømi um hvussu nógv er broytt kann vera stuttligt í dag at minnast, at tá lat danski statskass- in 10 mill. kr. til okkara landshúsarhald, og tá var í orðaskiftinum um loys- ing ella ikki spurt, hvussu vit nakrantið kundu orka at gjalda hesar 25 mill. einsamallir. Hetta nevna vit bert til stuttleikar, men tað kann vera eitt sindur áhugavert at hyggja at hækkan unum í prosentum í teim- um ymsu utreidsluøkjun- um. Vit siggja, at storstu hækking fær landbúnað- urin við 56,4%, meðan minstu hækking fær fiski- vinnan við 2,9%. Tað er hetta við ta lítlu hækk- anina til fiskivinnuna, sum undrar okkum. Vit vita, at ongantíð hevur grundarlagið undir okkara fiskivinnu verið so iva- samt, sum tað er beint nú Vit vita ikki enn, um vit sleppa í Norðsjógvin at fiska komandi ár. Eisini er tað ivasamt við okkara veiðu undir Grenlandi. Men vit vita, at okkara toska- og hýsustovnur er ovveiddur sum er, og at vit fáa nógv fleiri skip í komandi árinum til at veiða ráfisk, og tí má sats- ast uppá onnur og biligari fiskasløg. Vit vita eisini, at toskakvotan við Ísland er minkað nakað o.s.fr. So vit halda tað, at sum um stødurnar eru, kann fiski- vinnan ikki fáa eina lægri hækking á fíggjarlógini enn onnur eki í samfelag- num, og vit kunnu nevna bert nøkur dømi um eki innan fiskivinnuna, sum uttan iva koma at krevja meira pening. Figgjarlógi Her Fiskimanna- felagið og Meginfelag Ut- Feskfiskaviðbót: hevur bæði róðrarmanna strongt á fyri at fáa viðbótina hækkaða í mun til tey 15 oyru, sum annars hava verið galdandi meginpart- in av hesum ári. Og hesi ynskir eru væl grundað við teirri óvissu, sum er viðvíkjandi feskfiskaveið- uni. Men sjálvt um við- bótin bert verður 15 oyru, so kemur hetta at krevja meira pening, tá veiðu- negdin er nógv sterri. Eis- ini telur tað við, at løg- tingið samtykti í ár, at trolfiskur av landleiðini eisini skuldi koma undir prisviðbótarskipan. Ráfiskagrunnurin: Hes- in grunnur hevur seinastu tvey árini fingið 8 mill. kr. til rakstur. Hesin grunnur hevur so verið ferur fyri at tryggja hampiligan pris á ollum fiskasløgum, og eis- ini á fiski sum brosmu, longu og upsa, sum við- merkingar grunnurin hevur givið munandi tilskot til. Men við tá stóru eking, sum kann roknast við í veiðuni eftir hesum fiskaslogum, má eisini roknast við til- svarandi eking í torvinum hjá ráfiskagrunninum fyri at kunna figgja hesa øk- ing. Tað verður jú neyð- ugt at geva ein pris, sum kann elva monnum til at fiska hesi fiskaslog heldur enn tosk og hýsu, ið jú sum áður sagt eru ov- veidd. Hetta eru bert tvey dømir. Fleiri kundu verið nevnd, men nú rokna vit við, at figgjarlógin fær eina gjølla viðgerð, áðrenn hon verður samtykt, so um allur tørvurin hjá fis kivinnuni ikki er tikin við í uppskotinum nú, so verð- ur tað jú gjørt, tå figgjar- lógin skal endiliga sam- tykkjast. dagbókin Missiónshúsið við Landavegin Onki meti verður í kvold vegna jólakonsert í Vest urkirkjuni Sion, Vági Evangeliskt meti í kveld kl. 20, Dennis Burnet frá Jamaica talar og syngur. Jólakonsert Havnarkórið hevur jóla konsert í Vesturkirkjuni í kvold kl. 20 Barnabókasavnið Ljósmyndir fyri tey smáu í dag og í morgin kl. 10: Jól í Buldursbygd eftir Astrid Lindgren. Fyri tey storri kl. 16: Granntræið eftir H. C. Andersen. Umframt føstu sendingarnar 07.15: Vedurtidindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Vedurtidindi og tidindi 07.35: Tonleikur 08.00: Vedurtidindi og tidindi 08.05: Lurtararnir og vit spæla grammofon 09.00: Vedurtidindi og tidindi 09.05: Morgunlestur 12.00: Middagskonsert 12.20: Vedurtidindi og tidindi 2.32: Dogurðatónleikur 12.50: Vedurtidindi 12.51: Tónleikur 18.30: Vedurtidindi og tidindi — eg havi lisid tad i sjålvandi!! Mikudagin 21. 08.05: Enskt 5 13. sending Kvøduljomar til sjófólkið Barnaútvarpið Kvæði og dansur: Olgarskvæðið Herluf Berthelsen greiðir frá. Ebbe Skammelsen, dansur í Getu Vedurtidindi og tidindi Grammofongestur å Bryggjubakka Enskt 5 13. sending 21.00: Vedurtidindi 13.00: 18.42: 19.15: 20.00: 20.10: 20.40: Hósdagur 22. 18.42: Nátturðatónleikur 19.00: Hin nýggi Bør Børsson: 30. partur av fram- haldssøguni eftir Johan Falkberget Marius Johannesen umsetur og lesur 19.30: Poppur 20.00: Oratoriið »Messi- as« eftir G. F. Hándel. Janus Mohr leggur til rættis Vedurtidindi og tidindi 21.00: Friggjadagin 23. 18.42: Nátturðatónleikur 19.00: Jolaheilsur frå útisetum V 4 dráttur verður klokkan 21.00. Olavsøkutiltakid 1977 Hesir vinningar eru ikki heintadir: Lutasedil: Flogferð nr. 3001 Atgongumerki: Olavsøkudag, reyður 1965. Ferðaradio. eðil nr. Vinningar. ið ikki eru heintaðir tá ið árið er úti, falla aftur til tiltakið. Vit vilja her takka hjartaliga, ollum tykkum, ið vitjaðu tiltakið, tykkara tykkum ið hjálptu til við at stuðla hesum, at fáa foreldrum og børnum felogunum og harvið ungdóminum, møguleika fyri betri arbeidsumstødum Vit ynskja ollum eini góð og hugnalig jól og eitt sunt, mennandi og eydnuberandi nýttár Vinarligar heilsur starvsnevndin fyri Olavsøkutiltakid og Tórshavnar Ítróttarráð —— A É |