mikudagur 21. desember 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
se
ERE
er —————————1 GAS OR ses
i
i
Í
i
Nr. 89 — 21. desember 1977
sosialurin
Sida 3
Richard Long
23. januar 1889—16. desember 1977
Friggjadagin 16. desem-
ber frættust deyðsboðini
av Richard Long. Hann
var feddur í Havn 23.
januar 1889 og stundaði
soleiðis móti teim 89.
Sjáldan virkin og ar-
beiðssamur var Richard
Long alla sína tíð, lívsvilji
og ágrýtni hansara
gjørdu, at hann altíð
kendist ungur í andliga
virksemi sínum, sum hev-
ur sett djúp spor í samfel-
agnum á so mongum økj-
um.
Hann var í mongum ein
einari, men ein av teim-
um, sum altíð hevði tað
stavnhald at leggja gott
grundarlag undir mál okk-
ara, málrektina, væt vit-
andi, at granskingarar-
beiðið, sum her kravdist,
var soleiðis, at tað valla
sást nakað endaligt úrslit,
men harafturimóti kravdi
framhaldandi og støduga
gransking. Í hesum varð
hann ongantíð liðugur,
men, sum tann náttúra, í
honum búði, so freddist
hann fyri hvert lítið stig.
Hann var íbirtarin og
eggjarin hjá ti, sum setti
sær fyri at skriva, hjá
mongum var hann hin
andligi kveikjarin.
At skriva um lívsverkið
hjá Richard Long er stór-
arbeiði, sum vit vónandi
fáa at siggja sum frålidur,
tað vil geva eftirtidini eina
ogn, sum valla metist ov
hogt.
Richard Long virkaði á
so mongum økjum. Um-
framt avbera stóra mål-
frødiliga | lívsverkið var
Richard Long lærarin, å
skiparaskúla, læraraskúla
og í realskúla; vit minnast
hann sum framúr undir-
vísara, hann gloymdi
heldur ikki næmingar sin-
ar, tá teir vóru farnir úr
skúlanum.
Hann var eisini urta-
garðsmaðurin; viðkvæma
lyndi hansara gav seg til
kennar á øllum økjum, har
hansara virkni arbeiðs
teinur rekk. Hann var eis-
ini politikari, sat á tingi
fleiri skeið og var eisini
landsstýrismaður. Í polit-
iska starvsskeiði sínum
varð hann mettur dúglig-
ur.
Mong ár sat Richard
Long sum formaður og
limur í Mentunargrunni
Føroya Legtings frá ti
hesin grunnur varð stovn-
aður í 1946, samstundis
sum hann var skrivari
grunsins øll árini til hann
fyri bert knøppum tveim-
um árum síðani segði
skrivarastarvið frá sær av
ellisávum. Hann gjerdi
her eitt stórt arbeiði, var
her meira enn nakar mað-
urin, sum kundi meta um
Framhald frá síðu 2
At brúka hetta orð í
somu merking sum tað ó-
hefta (neutrala) orðið >út-
vikiing(ur), kann ofta
koma ti skrivandi í marg-
háttligar trupulleikar. Ein
bóklingur frá felagnum
OFML eitt árið undir-
strikadi, at »søgan er í
steðugari menning.
Sjáldan havi eg sæð ein so
margháttligan setning,
teir hava óivað meint, at
søgan »utviklar seg alla
tidina«, tvs. stendur ikki i
stað. Um søgan er i menn
ing, so verður henni givið
persónleika, sum kann
gerast reystur og mentur
»Menning« er eitt vána-
ligt orð fyri »utvikling«,
tað er virðisbundið og í
positivari merking. Taka
vit hini orðini, „greining,
lýsing<, so standa tey fyri
einari heilt aðrari merking
av »Uutvikling«, sum helst
heldur åtti at verid »ana
lysa«, »vøkstur« er eitt
slag av »iutvikling«, men
umfatar ikki hugtakið alt.
Eftir er orðið »gongd.«
Hetta er einasta orðið av
teim nevndu, sum eins og
„útvikling(ur)< er eitt 6-
heft, (neutralt) orð
»Gongd«, kann vera bæði
aftureftir og frameftir,
hon kann vera bæði av ti
góða og av tí illa, bæði
»mennandi« og v„niður-
brótandi.<
Men hóast hetta kann
orðið sjáldan brúkast í
staðin fyri »utvikling«.
Av illum kann tað brúkast
í navnorðs-forminum, hó-
ast tað her hevur aðrar
merkingar eisini. Í lýsing-
arorðsforminum hevur tað
alt annan týdning (bert
ein leið er gongd( og kann
ikki skiljast her sum >út-
vikla8.« Sagnorðsformur
in er heilt við síðuna av,
tað ber ikki til at siga at
nakað »gongur«, tá talan
er um at nakað »utvikl-
ast.«
Vit hava eftir øllum at
døma onki orå, sum nog
væl svarar til orðið „út
vikling(ur), sum stendur
fyri einum hugtaki, sum
er vorðið vanligt, bæði í
visind og gerandismåli
Hetta orð umfatar fyri tað
fyrsta øll tey orð, orða-
bókin vísir á, tað hevur
eina virðis-óhefta merking
og vísir ikki á leiðina, >út-
viklingin« fer.
So kann ein spyrja, hvi
vit ikki kunnu brúka orðið
»åtvikling.« Um ikki
orðasmiðirnir eru serstak-
liga kringir, og finna eitt
orð, sum lagt kann verða á
tunguna hjá fólki, so fer
tað helst at vera so at >út-
vikling(ur)< gerst eitt før
oyskt orð, (so mugu vit
finna kynið!). Men ikki
riggar tað serliga væl. At
»vikla nakað út< sigur
ikki nakað á føroyskum,
000
Svar uppå
fyrispurning
I Sosialinum 15. oktober
er fyrispurningur til min
um politividtøkurnar fyri
Tórshavn.
Fyrispurningurin er
um, hverjar treytirnar
eru, sum sipað verður til í
grein 59 í politividtøku
num viðvíkjandi grundán-
arunum
Treytirnar, sipað verður
til, standa í greinunum 18
-28 í vidtøkunum og eru
um m.a. at rudda veg og
gongubreyt fyri kava,
fyribyrgja at nakað dettur
niður yvir fólk av t.d
húsatekju ella vindeyga
ella onnur viðurskifti á
ognini, sum kunnu verða
gangandi til vanda ella
ampa
J. Lindenskov
vit hava ikki orðið »vik-
la.«
Dansk-føroyska orða-
bókin, sum vit hava i løt-
uni, kann hjålpa einum iv
andi skrivandi manni i
summum førum, men ofta
stendur fast, sum til døm-
is tå »kommunikation«
skal merkja »samferåsla.«
Alt í lagi við, at sam
ferðsla er eitt slag av kom-
munikatión, men tá vit
»kommunikera,« tå >ferð
ast« vit ikki »saman«, og
»massekommunikation«
er ikki >hóp-samferðsla<,
ella »non-verbal kommun
ikation« »samferåsla inn
an tanna
Okkum tervar eina
sterri, meir umfatandi og
nágreiniliga foroyska
orðabók, úr donskum, ella
kanska heldur úr enskum.
Hin núverandi »dansk
foroyska< má metast sum
ein roynd, og lærast má
av teim skeivleikum, hon'
nú hevur. Ætla málmenn
at gera føroysk orð fyri
tey internationalu fremm-
andorðini, so má krevjast
at hesi orð gerast eins inn
anhýsis logisk sum tey
latinsk-griksku fremman
daorðini eru, og ikki bert
verða tikin úr málburði frá
framleiðsluhættum um
farnir eru í søguna
krippi
virði á mongum av ti, sum
vert var at fáa prentað og
givið út. Tað var hansara
ágrýtni og framskygni,
sum førdi til, at Mentun-
argrunnurin t.d. gav åt
Sandoyarbókina og Fugl-
oyáarbókina og annað áv
mentunararvi okkara,
sum annars ikki varð
vorðið fólkaogn.
Feroyar hava mist ein
av stóru synum sínum, nú
Richard Long ikki meira
telist millum okkum.
Hansara pennur kundi
eisini vera hvassur og
sýnast náðileysur, men
málfreðiliga verk hansara
man í framtíðini teljast
sum týdningarmestu
granskingartættir okkara.
Nógv av tí, hann skriv-
aði bæði í »Vardanum«,
hvers ritstjóri hann var í
ein mansaldur, og aðra-
staðir, kemur at liva eftir
henda merkismann. Sum
frálíður kemur hansara
langi arbeiðsdagur, sum
altið var fyltur við nógv-
um áhugamálum og sum
skaptu stór mentunar-
virði, at geva okkum eina
hóming av ti grundleggj-
andi arbeiði, sum hann
legði eftir seg, og tað
kennist ikki sort sum um
vi garði fykur leyvid og
heystsins vindar ýlac,
sum hann sjálvur kveður i
einum av yrkingum sin-
um, nú hann er farin og
hevur lagt stavin frá sær.
Soleiðis kennist tað, nú
vit ikki meira hava Ric-
hard Long okkara millum.
Vit lýsa frið yvir minni
hansara
J. Lindenskov
Hópin av elektroniskum
borðtendrarum og tendrarum
OSCAR F. ARGE
Tubbakshandilin á Kongabrúnni,
tlf. 11958 — Tórshavn
se A