fríggjadagur 23. desember 1977síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 90 — 23. desember 1977
Avdúkað
Eftir Martin Næs
Hálvgum tiggju. Og enn var rutan ikki komin.
Hon plagdi ongantíð at vera so sein, og veðrið var
av tí allarbesta. Bernini runnu inn og út, aftur og
fram.
„Mamma, nær kemur hann? Nær kemur hann,
mamma?< Hon hevði svarað teimum, at hann kom
um hålvgum tiggju tíðina.
Bergtóra skilti ikki reidiliga, hví rutan ikki kom.
Smyril var komin fyri langari tíð síðan, tað hoyrd
ist tvørtur um fjøllini, tå ið hann floytaði í granna-
bygdini. Jóannes skuldi koma suður hetta viku
skiftið. Her var ymiskt at takast við, og hann
hevði ikki verið her suðuri í triggjar vikur.
Bernini komu inn aftur.
„Mamma, hvussu nógv er klokkan nú?<
„Hon er farin at ganga til ellivu,< svaraði Berg-
tóra, veru tit ikki móð? Eg haldi tit fara bara at
leggja tykkum, tit siggja pápa í morginári.<
>Nei!< søgdu tey og hildu út aftur.
Friður og Eyð gingu niðan fyri húsini. Tey vóru
altid so spent, tå ið pápi teirra skuldi koma úr
Havn. Tey gleddu seg at síggja hann og at vera
saman við honum. Og so hevði hann altið okkurt
gott við til teirra. Hetta var tað, tey gleddu seg
„nest til. Allan seinnapartin hevdu tey lúkað í tún-
inum. Eyð hevði eisini smurt úthurðina við lakki,
og Fríður hevði skrubbað trappusteinin.
>Tú Eyð, hevdu vit nú átt ein bil! So høvdu vit
havt verið imóti pápa, og so var hann komin fyri
fleiri tímum síðan, heldur tú ikki tað?< spurdi Frid-
ur systur sína.
„Jú,< svaraði Eyð »tad er so heilt vist. Mamma
hevði tikið koyrikortið beinanvegin, og so skuldi
bilurin staðið her í túninum hjá okkum, meðan
påpin arbeiddi fyri hann norðuri í Havn.«
„Ja, og eg skal pussa hann hvønn friggjadag,
áðrenn pápin kemur suður,< svaraði Fríður.
>Tað er ikki neyðugt, tí hann fer at standa her í
túninum, meðan pápi er burtur,< segði Eyð og
krympaði eyguni saman. Hon hugdi niðan í líðina
og sá alt í einum rutubilin koma oman eftir veg-
num
>Nú kemur hann, nú kemur hann!« rópar hon,
og tey halda bæði inn at siga mammuni frá.
Jú, so er. Rutubilurin kemur og steðgar beint
framman fyri húsunum. Út úr bilinum koma bil-
stjórin og Jóannes. Jóannes rindar, og bilstjórin
handar honum kuffertið.
>Takk fyri,< sigur Jóannes
»Sjålvur takk,< sigur bilstjórin og hvørvur inn
aftur í bilin, sum vid døggutum rútum heldur leið-
ina fram út eftir vegnum.
»Gott kveld og vælkomin!< Tað er Bergtóra sum
er fyrst at heilsa Jóannesi. >Nú, hvussu gongur!
Sum tað er gott at vera heima aftur hjá tykkum!«
sigur Jóannes og hyggur seg íkring.
Fríður og Eyð standa á einum lúkaðum bera
uppi undir húsunum. Rætt sum neyt í regni standa
tey, pinnastill. Skammast.
„Nú tit bæði, hvat siga tit fyri gott?« spyr pápin
og fer niðan ímóti teimum. Ikki fyrr enn hann er
komin heilt niðan til teirra, leypa tey bæði um
hálsin á honum, og hann ber tey, hvert á sínum
armi, líka inn í kekin.
Børnini siga einki, bara tiga. Tey hyggja at påp-
anum, at kuffertinum, sum mamman hevur borið
inn, og aftur at pápanum. Hann er einki broyttur.
Men knappliga fær Fríður eyga á annan fremsta-
fingurin á pápa sínum. Neglin er kolasvert.
„Hvat hevur tú gjørt við fingurin?< spyr Fríður
og fer yvir um gólvið til pápa sín. Hann felir við
hondini eftir tí svørtu neglini. »Hevur tú ikki ilt?
Fært tú ikki ilt, tá eg geri soleiðis?< spyr hann og
er heilt ovfarin.
>Nei, Fríður, nú hevur pápi ikki ilt longur, men
tað hevur pínt í, skal eg siga tær. Eg meltaði
fingurin millum tveir steinar. Men nú er alt í lagi
aftur. Nú skal neglin bara hava frið, til hon dettur
av, og tá er ein nýggj negl vaksin fram innanfyri,
og so líkist fingurin aftur hinum fingrunum.«
>Tað má hava pint ræðuliga,< sigur Eyð, »vart
tú ikki í handskum?«
„Jú, men teir muna so lítið, tá ið steinarnir eru
so stórir,< svarar pápin henni.
Jóannes hevur fingið sær kuffertið upp á knøini
og letur tað upp.
>Nú hini gomlu, hvat siga tit fyri gott?< Tey
hyggja bæði spent upp á hann og bíða.
„Lat meg síggja. Eg haldi, eg keypti okkurt
smávegis við til tykkara. Hann trilvar við aðrari
hondini aftur og fram niðri i kuffertinum. »Ju, her
er tað. Gerið so væl. Hann tekur tveir stórar
posar av karamellum og gevur teimum hverjum
sín. Tey takka ovurfegin fyri karamellurnar og
kyssa hann aftur og aftur.
„Goymið tær til í morgin,< leggur Jóannes
aftrat. >Farið nú og leggið tykkum, nú er vorðið so
seint.«
>A, kunnu vit ikki bara eta tvær i kvøld?« spyr
Fríður, >bara tvær?«
„Ja, bara tvær. Og bustið so tenninar væl
aftaná, áðrenn tit leggja tykkum, sigur mamman,
meðan hon skeinkir manni sínum ein temunn.
Tá ið tey hava etið karamellurnar, fer Jóannes á
loftið við teimum. Og hann sigur teimum, at í
morgin skulu tey sleppa burtur í haga við sær.
Hann ætlar at fara at hyggja eftir seyðunum.
Morgunin eftir er Eyð tidliga á fótum. Tað er
nógv spennandi, ið bíðar í dag. Hon er kropin fram
á gólvið. Meðan hon stendur yvir við skápið og
pakkar sær eina karamellu út, fer Fríður at røra
seg í song síni. Og hann hevði valla fingið bæði
eyguni upp, fyrr enn hann stóð mitt á gólvinum og
rópti:
>Tú skalt ikki eta av mínum posa, títt smá-
barn!< Og hann skrykti posan úr hondini á henni
»Nu skal eg hava eina karamellu frá tær takk,«
skriggjaði hann.
„Ja, ja, hóvliga drongur, hóvliga. Ikki leika so í.
Ég ætlaði bara at vita, um tínar smakkaðu líka
væl sum minar». segði Eyð og bad Frið um at
skunda sær.
1
Eyð læt seg í, men Fríður setti seg aftur upp í
seingina við posanum. Hann geispaði nakrar ferð-
ir, rembdi seg og át karamellur. Hann hevði iva-
leyst gloymt, at pápin hevði lovað teimum at
sleppa við burtur í haga í morgin.
„Hvar fert tú?< spyr hann Eyð, tá ið hon, ilatin,
ætlar sær niður. »Mamma og pápi eru ikki uppi
enn. Hevur tú longu etið allar tínar?< Fríður er
heilt bilsin, ti ongastaðni sær hann posan hjá Eyð.
»Ha, ha, ha, ha,« flennir hann, »eg havi fimm eftir,
og tú fært onga.«
Eyð steðgar á og sigur við bróður sín, at um
hann vil við teimum burtur í haga, so skal hann
skunda sær. »Påpi og mamma eru langt sidan
uppi.« So fer hon rennandi niður trappurnar.
Fríður er sum eitt skot á gólvinum. Hann hevur
púrasta gloymt, at tey skuldu burtur í haga í
morgun. Meðan hann leitar eftir skjúrtuni, fær
hann knappliga eyga á eina glaskrukku, sum er
komin at standa á hillini hjá Eyð í morgun. Ong-
antið hevur hann sæð so vakra krukku. Hann
tekur hana niður. Leggur hana fyrst at oyranum,
so móti nøsini.
»Sum hetta luktar væl!« teskar hann. »Hvat
kann hetta vera?«
Og svarid kemur av sær sjålvum. I somu løtu
sum hann skal taka proppin ur krukkuni, fer alt
sum i henni er, at rørast.
»Karamellurnar hjá Eyð!< Og Fríður skundar
sær. Tekur proppin úr. Fær sær eina karamellu.
Setir so proppin í aftur — og krukkuna upp aftur á
hillina.
»So, har hevur hon goymt tær, hatta bytta,«
hugsar Fríður, meðan hann letur seg í buksurnar.
Veðrið var av ti allarbesta hendan morgunin. Tá
ið tey koma niðan um garðarnar og stíga út í tann
doggváta hagan, merkir Jóannes, hvussu fríur
hann enn er. Her kanst tú sleppa bernunum
leysum og lata tey renna og renna seg deyðatroytt.
Og tá ið tey eru svong og móð, koma tey altíð aftur
til tín. Sum lombini! Og tú sjálvur. Fríur sum fugl-
urin her millum fuglarnar.
Tey gingu eitt sindur niðan í hagan, og fóru so á
|