fríggjadagur 23. desember 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 90 — 23. desember 1977
4
skeivan út gjøgnum líðina. Seyðurin gekk úti i
Uttarahaga.
„Tá ið vit so fara heim aftur, skulu vit fara eftir
dalinum,< segði Jóannes og bað tey ganga, meðan
hann boygdi seg niður og bant sær skógvabondini.
„Hví skulu vit fara gjøgnum dalin heimaftur?
spurdi Eyð. >Har er tað keðiligasta staðið í verð-
ini. Tað er ikki gangandi fyri likkum. Eg tími ikki
at fara handa vegin. Vit kunnu heldur koma inn
aftur henda vegin eisini, men ganga heilt niðri á
bakkanum.
„Jú, tað kunnu vit væl, men eg havi nakað, eg
ætli at visa tykkum inni við bergholið.
„Hvat er tað?< skundar Fríður sær at spyrja, og
hann er um at missa ta seinastu karamelluna úr
munninum.
>Tað sigi eg ikki, fyrr enn vit koma hagar inn,
og so mugu tit sjálv um, hverja leið tit heldur vilja
fara,< sigur pápin við tey. >Ég havi so ofta ætlað
mær at vísa tykkum hendan varðan og siga
tykkum søguna um hann.«
„Ein varða! Ætlar tú at vísa okkum ein varða.
Eg havi sær fleiri hundrað varðar,< sigur Eyð háð-
andi.
„Og eg havi sæð nógv fleiri. Fleiri túsund varðar
havi eg sæð,< sigur Fríður og fettir sær á.
Tey ganga aftur eina lotu. Påpin tigur. Børnini
práta um varðar, sum tey kenna nevnini á. Tey
spyrja pápan, hví Fiskivarði eitur Fiskivarði og
hví Middagsvarði eitur Middagsvarði. Og Jóannes
roynir sum best at greiða teimum frá hesum nøvn-
unum.
Uttan sjálv at vita av ti, sigur Eyð: »Minnis-
varði — Ja, minnisvarðar eru eisini varðar,< legg-
ur hon aftrat.
Fríður er um at fáa láturkrampa. >Ja, ja, men
eingin hevur minnisvarðar standandi úti í haga-
num.«
»Nei, tad er ikki vanligt, men eg veit um ein, og
tað er hann, eg ætli at visa tykkum,« sigur påpin.
„Hver hevur gjørt hann?< spyr Eyð. Og påpin
svarar, at hann hvorki er høgdur úr føroyskum
gróti ella stoyptur í bronsu. Hesin minnisvarðin er
hópframleiddur onkustaðni úti í verðini; hann er úr
jarni og er kaldur sum kavi.
Børnini bæði halda hetta vera logið, ti hvorki
teirra hevur nakran tíð hoyrt talað um ein minnis-
varða inni á dalinum, inni við bergholið.
Seyðirnar vóru styggir. Teir høvdu ikki sæd fólk
í langa tíð, so teir hildu til beins. Stóðu og skim-
aðust langt burturfrá. Runnu so aftur. Hildu bara
til beins, undan øllum. —
Jóannes hevði tikið eitt sindur av breyði við, og
soleiðis fekk hann lokkað ærnar til sín, lombini
komu so av sær sjálvum. Hann markaði lombini og
hampaði um ærnar.
»Triggjar ær og fýra lomb. Ikki so galid,« heldur
hann fyri. Tað eina tvílembda sá so neyðarsligt út,
at hann helt tað vera best at taka tað frá. Ærin
hevði heldur ikki nóg mikið av mjólk til tvey lomb.
Fríður sigur við pápa sín: >Lat tað sleppa at
súgva eina ferð enn, áðrenn vit taka tað.“ Lambið
slapp at súgva seg liðugt, so tók Jóannes tað upp í
fangið. Blóðið dryppaði enn úr oyranum á ti, og
tað skalv alt sum tað var.
„Nú skalt tú fáa tað fjálgt og gott hjá okkum, <
segði Eyð við lambið, meðan hon kíndi tí eftir
snýðinum. Tey koyrdu tað niður í skjáttuna, so-
leiðis at bara høvdid kom upp undan. Og skjáttuna
slapp Fríður at bera.
Ørindini eru nú liðug, og tey trý leggja leiðina
heim aftur.
„Hverja leið skulu vit so fara?« spyr pápin.
»Gjøgnum dalin,< svara børnini í senn. Tey eru
nú heilt burtur í lambinum í skjáttuni.
„Hygg hvussu tað hyggur!« sigur Fríður við
systrina. Og hann heldur skjáttuna upp, soleiðis at
Eyð betur kann síggja.
„Eyguni á tí glitra sum gimsteinar, sum perlan í
ringinum hjá mammu. Heldur tú ikki, at tað er ov
myrkt hjá lambinum har niðri í skjáttuni?< spyr
Eyð pápa sín. Men hann svarar, at tað man ikki
bila, seyði dámar væl í myrkri.
„Nær skulu vit fara at eta matpakkan? Ég eri so
móður.< Fríður suffar. »Er tað langt eftir nú?<
spyr hann.
sosialurin
„Nei, tað er ikki so langt, ein lítil løta. Vit kunnu
fáa okkum ein bita, tá ið vit koma niðaná,< svarar
pápin.
So ganga tey aftur. Tigandi. Bert fuglarnir
hoyrast láta og onkur á tutla í nánd. Knappliga
verður Eyð varug við, at Fríður orkar ikki at fylgja
við teimum longur. Hann dragnar meira og meira
burtur frá teimum, og at enda sær hon, at hann
steðgar.
>Nú orkar lítli beiggi ikki meir, á, á, á!l< syngur
hon oman til hansara.
Fríður letst at vera egiliga upptikin av lambi-
num. Hann hoyrir einki. Eyð og pápin steðga á.
Men Fríður kemur ikki. Hann vil ikki koma.
„Renn oman og hjálp honum við skjåttuni,«
sigur påpin við Eyð, »kanska er hon nakað tung
hjá honum.
Eyð letur sær hetta ikki siga tvær ferðir, og hon
er niðri hjá bróður sínum í somu letu.
»Nu, ert tú longur móður? Orkar tú ikki meir?«
spyr hon hann.
„Jú, men eg eri so tystur, og so fái eg so ilt um
hálsin av hesi reimini,< svarar Fríður og hyggur til
viks.
„Kom nú, skunda tær! Tú fært at eta um eina
lítla lotu. Lat meg taka skjáttuna, so verður tað
frægari hjá tær. Eyð roynir at ugga bróður sín.
Hann er kvikur og gevur henni skjáttuna og sigur:
„Ja, tú kanst sleppa at bera hana eina letu.<
Komin niðaná settu tey seg at eta, og matpakkin
kom væl við hjá teimum. Tey vóru eisini blivin
svong. Eyð royndi at geva lambinum eitt sindur,
men tað vildi einki hava, hverki breyðmolar ella
gras.
„Tað er logið vid tær. Hví vilt tú einki hava?«
sigur Eyð við lambið og sleppir nøkrum breyð-
molum niður í skjáttuna.
Pápin hevur sitið og hugt at henni og lambinum.
So sigur hann: >Hatta minnir meg á, tá ið tú sjálv
vart so lítil; tá fekst tú bara mjólk.<
»Ti trúgvi eg so væl,« skundar Friður sær at
siga. Hann er nú komin fyri seg aftur. >Mjólk og
mjólk og mjólk í fleiri mánaðir! Hevdi tað verið
grind og kjøt og fiskur, so kundi tað verið nakað at
tosað um.«
Eyð sigur einki. Pápin hevur ballað sær eina
sigarett, og tey fara aftur til gongu. So stilt er tað,
at roykurin frá sigarettini verður hangandi leingi í
sama stað, áðrenn hann flytur seg sum smáar
aldur. Og at enda brotna roykringarnir og hvørva á
tí bláu luftini.
Fríður og Eyð eru nú vorðin hålvgum troytt.
Jóannes roynir at siga teimum, at nú er ikki nógv
eftir.
„Tá ið vit eru komin yvir um hasa túgvuna, so
verður tað skjótt,< sigur hann og peikar.
Tey renna øll tað síðsta pettið. Fríður er fyrstur
frammi. Hann vendir sær við oman ímóti teimum
báðum, og heldur súrmæltur rópur hann: >Hvar er
hann, pápi? Eg siggi ongan minnisvarða.<
Eyð setur skjáttuna frá sær. Hon hyggur niður
til lambið, tað tykist at trívast betur nú. Nú
skelvur tað ikki longur. >Her hevur tú tað fjálgt,
ha?« sigur hon og leggur hevur sítt inn ímóti
lambinum. So letur hon skjáttuna aftur.
Pápin er horvin. Tað einasta bernini hoyra er
larmurin frá bilunum, sum fara fúkandi eftir veg-
num og hvørva so inn í bergholið. Gangurin frå
likkunum niðri á dalinum er so fjarur, at tey geva
sær ikki far um hann. Fríður telur bilar.
„Sást tú hvar pápi fór?< spyr Eyð.
„Nei, man hann ikki vera farin aftur um handan
kassan ella hatta har, sum stendur har yviri? Piss-
ar kanska, < svarar Fríður og biður systrina tiga, ti
hann missir talið.
Uttan um hendan kassan, sum Fríður tosaði um,
liggur ein gráur, skitin og vatndruknaður dúkur.
Dúkurin líkist nógv teimum, sum arbeiðsmenninir
plaga at leggja um sementsekkirnar, so teir ikki
gerast vátir, meðan formarnir verða settir upp.
„Hvat heldur tú er undir hasum dúkinum har
yviri?< spyr Eyð aftur.
„Á, tig vid tær! Hygg, Eyð, hygg, nú fer rutan
til Smyril, so nú má klokkan vera næstan fimm«
svarar Fríður, sum úr einum ødrum heimi.
„Ja, og nú fara vit oman aftur beinanvegin, men
,
Í aaa YNDOIE
fyrst skulu tit síggja nakað her.< Jóannes er komin
aftur, og meðan hann tosar við bernini, loysir hann
nakrar endar, sum halda dúkinum festum. Og til
síðst loysir hann bandið, sum er bundið tvørtur um
sjálvan bulin.
„Nú skulu tit siggja«, sigur hann. Hann kastar
dúkin uppum og afturyvir. Bernini standa púra
bilsin. Hvat mundi pápi teirra ætla? Tey skilja
púrt einki av ollum hesum, sum hann ger.
Undan dúkinum sást skapið av eini gamlari, illa
rustaðari gravkúgv, sum einaferð hevði verið gul.
Rútarnir í forarahúsinum vóru brotnaðir. Gras og
hagi vaks langt upp eftir hjólunum, og tað sást
týðuliga, at hendan gravkúgvin ikki hevði verið í
nýtslu í nógv ár. Her stóð hon. Og landslagið vaks
inn í hana.
»Onkuntid verður hon hagi, skal eg siga tykk-
um. Hon fer at standa her allar tíðir. Veður og
vindur fara at gnaga hana sundur. Men áðrenn hon
sjálv er horvin í moldina, hevur hon lagt nógvar
mans, nógvar ættir í mold.“ Jóannes er rørdur.
Børnini hava ongantid sæð hann soleiðis. Tey eru
illa við og tiga. Pápi teirra næstan grætur. Hann,
sum altíð var so sterkur. Hann, sum ikki græt,
sjálvt um hann meltaði fingurin millum tveir stein-
ar. Nú græt hann, og hann græt um eina gamla
gravkúgv!
Fríður veit ikki, hvar hann skal hyggja. Hann
skammast at síggja pápa sín, ein vaksnan mann,
standa og gráta. Friður leitar sær yvir til
skjáttuna og setur seg hjá Eyð og lambinum.
Hetta var alt skjótt av hjá pápanum. Tað vardi
bert ein ella tveir minuttir, so turkaði hann sær um
eyguni við handarbakinum og segði: »Å ja, mini
góðu børn. Pápi tykkara gjørdist so rørdur. Hesa
gravkúnna koyrdi eg í trý ár, meðan bergholið stóð
í gerð. Hon lokkaði meg til Havnar, inn í Eystur-
oynna, yvir til Grenlands og aftur til Havnar.
Allastaðni hevur hon stýrt mær — og ikki eg
henni.“ Við síni svertu negl skavaði hann í jarnið.
Tess meira hann skavaði, tess týðuligari sóust
orðini, sum hevdu goymt seg undir rustinum.
„Tað eru hesir menn, sum hava givið okkum ar-
beiði, samstundis sum teir hava sogið megi og
heilsu burtur úr mær og mínum líkum. Vit hava
arbeitt fyri teir, meðan vit hava verið noyddir at
búð í vánaligum skúrum, langt burtur frá konum
og børnum.« Meðan Jóannes tosaði, feldi hann við
fingrunum eftir teimum svertu bókstevunum, og
tað prikaði í hondini. >Lat hetta standa,< segði
hann, >og bera boð um, hvussu illa vit eru viðfarn-
ir, og hvussu hjálparleysar vit gera okkum sjálv-
ar.«
Jóannes verður varugur vid, at børnini ótolnast.
Hann hoyrir knappliga målid i sær sjålvum duna
aftur år homrunum. Alt, sum hann hevur sagt,
verdur bara kastad honum aftur fyri nasar, og so
fjarar ljóðið burtur, upp i luftina, ella verður sogið
inn í bergholið og har myrkalagt. Jóannes breiðir
dúkin útyvir aftur og teskar: >Tú verður ikki av-
dúkaður í dag. Talurnar eru lidnar. og sangirnir
eru yrktir, men hátíðarhaldið er tíverri ikki fyri-
reikad!«
Tey gingu nidan å vegin og sluppu oman aftur i
bygdina i einum av bilunum.