Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1977síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Jólafriður »Ding—dang, ding—dang, friður á jørd, gleði á jørd,« søgdu kirkjuklokkurnar, meðan kavaflykr- urnar klæddu allan heimin hvítan; tí á burðsdegi Jesusar mátti hann vera fínur og reinur. Einglarnir bóru gleði og vón til manga stúrandi sál; tí árið er aldri so langt og trongligt, at ein ikki kennir seg glaðan og lættan jólaaftan; men tann gleðin send- ist av himli. Hittust tvey á gøtuni, so var sagt: »Gott kveld og gleðilig fest.« >Guð signi teg, takk í líka máta, < var svarað aftur. Tey ljóðaðu so hjartaliga, hesi orðini; men tey vóru eisini segd av hjarta, og tað, ið kemur av hjarta, gongur at hjarta. Ljós brann, eisini í minstu smáttu brunnu tvær lampur; tí nú var tað, at ljósið frá Guði skein gjøgnum myrkrið. Í kirkjuni vóru allar kertur tendraðar, og leit ein móti teirri bjørtu glæmu, ið ljómaði út gjøgnum vindeyguni, var tað, sum sá hann heilt inn í sjálv- an paradísurtagarðin, hvar hinar ævinligu blómur- nar vaksa, og himmalsins klokkur ringja. „Ding — dang, ding —dang, gled teg, menniskja, og óttast fyri ongum; ti tær er laga at ganga himnavegin og koma heim til Guð. Og tú eigur at ganga hann, hann er ljósur og bjartur, stroyddur við blánandi stjórnum, < siga himmalsins klokkur. Fólk fóru í kirkju, gingu lið um lið innar um kirkjudyrnar og settu seg í stólarnar meðan urgan sang: „Gleðilig jól, gleðilig jOl.« Og frammanfyri altarinum stóð presturin og segði fram hitt tvey túsund ára gamla gleðiboðið, ið altíð tyktist líka nýtt og gleðiligt, og altíð kallar hinar bestu kenslurnar fram í menniskjuhjarta- num: »Tykkum er í dag ein frelsari føddur.« Og so vóru hinir vekru jólasálmarnir um barnið í Betlehem sungnir, teir sálmarnir, ið meiri enn aðrir sálmar gleða gomul og ung. Síðani fór hver heim til sín sjálvs við gleði og friði í hjarta. Tað leið móti miðjunátt, móti hini heilagu tøgnarstundini, tá ið alt sum andar, stund- ar til hvíldar. Ljósini vóru slekt, nú eitt so eitt annað, sløkt sum stjørnuskot, og søgdu frå, at nú fór friður — jólafriður — eina lítla lotu at valda á jorð. Men hátt á himli glampadu stjørnurnar, og norðlýsið bygdi brúgv frá fjalli til fjalls, eina und- urvakra, bláreyða og gullbjarta brúgv. Tó enn brann eitt ljósið eftir, og tað vistu øll, at hetta ljósið var ikki sløkt fyrr enn dagur kom; tað hevði brunnið manga nátt at enda; tí har sat ein mamma og vakti yvir sínum sjúka barni. Læknin hevði verið i skýmingini, og hann hevði sagt henni, at her kundi hann ikki hjálpa, her var deyðin vísur. Hon hevði leingi væntað tað, og vant seg til ta hugsan, at hon skuldi missa barnið. Slíkt var sárt at hugsa sær; men Guðs vegir eru ikki okkara veg- ir, og vildi Guð hava tað heim til sín, so var tað óivað best fyri báðar partar. Og nú sat hon frammanfyri seingini og segði barninum frá, hvussu vakurt tað var í himmiríki, har sum Guð hin góði og allir hinir hvítu einglarnir búðu. »Og,« segði hon, »hevdi tað ikki glett teg, um tú slapst hagar, um Guð bað ein eingil sín bera teg heim til hansara, langt, langt burtur, høgt upp um sól og mána og allar stjørnur.« „Jú, komst tú vid, so vildi eg fegin,< segði barn- ið. >Ég kann ikki gleða meg hjá Guði, uttan tú ert har eisini, annars fari eg at leingjast heim aftur til tin.« Mamman vendi sær burtur fyri at fjala tår sini og segði so: »Um eg ikki komi i stundini, so varar tað tó ikki so leingi; tú veitst, at i himmiriki eru túsund ár so long sum ein dagur — har gongur tið- in so skjótt, at vit kunna ikki hugsa okkum tað. < Barnið lá eina lotu og tagdi og stardi upp í loft við stórum eygum, ið vóru blonk av hitasótt; tað var, sum sá tað eitt ella annað vakurt, har uppi undir loftinum. »Mamma, heldur tú Guð sendir eingilin í nátt, eg vil fegin fara við honum, ti eg havi so ilt fyri bróstinum, og mær er so tungt fyri andanum.« „Víst kemur hann í nátt, barnið mitt, ti tað er jólanátt, og tá skulu øll børn gleða seg og droyma um paradis. Skal eg ikki leska teg ein vatnsopa,« segði mamman. „Jú, og so vil eg leggja meg at sova og droyma um eingilin,< segði barnið. Og mamman toygdi seg niður yvir barnið og leskaði hinar turru varrarnar, barnið læt saman eygu síni og lá eina letu og hálvdurvaði. Mamman settist at lesa í testamentinum um jólaboð og jólagleði, henni tókti, at hon í hesi stund, nú tá barn hennara lá og andaðist, var nærri við himmalsins dyr enn nakrantid áður. Tað var so kvirt og tigandi alt í kring hana, og hon hoyrdi onki uttan barnsins andadrátt, sum við hvert gjørdist so veikur, at hann næstan ikki var at hoyra. Men nú fór barnið at tala, tó mest sum fyri seg sjálvt, og hon legði bókina frá sær og settist at lurta. »So vakurt er tað hjá Guði, < segði tað. »Øll hava hvít klæði, og oll eru glad, og tey syngja so yndis- liga. Og har niðri á sandinum við ánna spæla bern- ini við hvítar borðbátar, hvort hevur sin.« „Tú fært eisini ein,« segði mamman, nú græt hon. „Aldri havi eg hoyrt so vakurt klokkuljóð,< helt barnið fram. >Tað eru himmalsins klokkur, ið ringja. — — Og nú kemur eingilin eftir mær. Mamma nú kemur hann. Á!< Og barnið rætti báð- ar armarnar favnandi út frá sær, og slóknaði við einum hjartans glaðum smíli á andlitinum. Men eingilin, hin ljósi og hvíti jólaeingilin tók barnasálina og bar hana heim til himmals, til øll hini gladu børnini. — — — Mamman reisti seg og læt upp vindeygað. Hon stóð leingi og hugdi upp móti hinum ævin- ligu glampandi stjórnum og út yvir hina snjóhvítu fold. >Góði Guð, tekk fyri alt, sum tú gevur og tekur, tín vilji er hin besti.« So gekk hon yvir at seingini, hvar hitt lítla barnalíkið lá, toygdi seg niður yvir tað og kysti hitt kalda ennið. >Friður á jørd og í menniskjum góður tokki,< segði hon. So sløkti hon lampuna. Men hjá Guðs veldis stóli stóðu einglarnir hond í hond og sungu hin sama songin, sum ljóðaði á flotuni við Betlahem: >Lovaður veri Guð í hægsta himli,« og kring um teir glampaðu hinar ævinligu stjørnur. Hans A. Djurhuus (Ungu Føroyar, desember 1914) Kærleikin er sum flykran Kærleikin er sum flykran, id fritt gjøgnum lofti dettur, liggur so har å vegnum sum vatn, sum ein myrkur blettur. Ein kaldur dropi, ein vera, ið áður var ónomin kavi, streymar nú undir moldum aftur til móðrina — havid. Ein dropi borin mót himi ímillum so nógvar aðrar — men kortini fellur á miðjari leið svartur aftur til jarðar. o Tú sum mær legði frid i sål Tu sum mær legåi frid i sål og eld i barmin kyndi, tú sum so fryntlig hugt6k meg, eg elski blint títt yndi. Tú sum úr hjarta burtur rak hvønn trega, allan iva, tú sum meg fekk at sanna, at tað herligt er at liva. Tú sum so eymligt kysti meg og vendi sorg til gleði, eg hugsi bert um teg, um teg, á nátt og ljósum degi. Eg hugsi bert um teg, um teg, tú drotning allra drósa; tær líkist, tá hon opnar seg, hin væna reyða rósa. Tú drotning mín, tú yndismoy í regni, sól og vindi — tú sum so fryntlig hugtók meg, eg elski blint títt yndi. Alexander Kristiansen