Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1977síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 90 — 23. desember 1977 sosialurin Síða 7 panelið Bygdamenningarpolitikkurin skal tæna teimum, sum skapa virðini bygdamenn- vera Panelið um ing má sigast at áhugavert evni og ein við- gerð av hesum evninum er avgerandi neyðug í hesi broytingartið høvuds- vinna okkara — fiskivinn- an — er í. Vinnumøguleikarnir á fjarleiðum eru nógv skerd- ir og mangt bendir á at vit, sum frá líður, einans verða at liva av ti okkara egnu klettar og landleið kasta av sær í peningalig- um virði. Broytingin í vinnu- mynstrinum — tann vaks- andi heimafiskiskapurin — hevur longu nú fert við sær stóran vekstur av ar- beiðsplássum úti á bygd- unum. Tað kann sigast, at sterri partur av landsbúð- skapinum verður skaptur á bygdunum í dag. Tað er tí av stórum týdningi, at farið verður undir ein midvisan bygda- menningarpolitikk, ið fyrst og fremst tænir teimum, sum skapa virð- ini. Høvudsendamålini i bygdamenningarpolitikki- num mugu vera at skapa so fjølbroyttar vinnumø- guleikar, sum yvirhevur gjørligt og at virka fyri mennandi fritidarvirk- semi. Vinnuliga sæð eigur heimaútróðurin at verða grundstuðulin undir sunn- ari bygdamenning, men hinvegin má sterri dentur leggjast á landbúnaðin og idnadin. Onki er meira náttúr- ligt, enn at vit nú krevja ein landbúnaðarpolitikk heildini til frama. Tað er harmuligt, at hópur av búnaðarverum, ið vit sjálv eru før fyri at dyrka, verða innfluttar. Ti má landbrúkið útbyggj- ast, so tær verur vit sjálvi kunnu framleiða íkki verða keyptar uttanlend- is. Um neyðugt, í samband við ognarviðurskiftini, verður lógarbroyting at fremja, so hendan vinna kann rekast á samvinnu- grundarlagi. Tað er neyvan møgu- leiki fyri stórum ídnaðar- fyritøkum í Føroyum, men eitt åvist grundarlag fyri smærri virkjum er progvad. Landsstýrið eigur at ganga á odda í idnadar- málum. Teir kunnu gera hettar við at seta rådgev- andi nevndir, samansettar av serfrødingum innan øk- ið. Uppgåvan hjá teimum er at vegleiða og kanna møguleikarnar fyri stovn- seting av > økonomiskt rådiligt drivnum idnadar- virkjum i tøttum samar- beidi vid bygdastyrini. Tad er ådur her i panel- inum vist á, at tað sum er avgerandi fyri trivnaðin á bygdunum er meguleikin fyri lenandi vinnu í heim- bygdini. Hesum taki undir við. Men, staðan er jú tann, at vit arbeiða, ella eru í vinnu, einans ein fjórðing av samlaða vikutimatali- num. Spurningurin er so, um treytin fyri at trívast í einari bygd bert er at hava lenandi vinnu? — Sjálvur haldi eg ikki. Ikki er óhugsandi, at arbeiðstíðin framyvir gerst styttri, enn hon er nú og at teir tímarnir vit eru í arbeiði, fara at missa avgerandi týdningin fyri dagliga trivnaðin. Eg meti tí, at mennandi virksemi í frítíðini er líka so neyðugt fyri bygda- menningina sum lenandi vinnumeguleikar. Umsteðurnar til menn- andi virksemi í fritidini eru sera vánaligar í flestu bygdum. Tervur er á byg- eg eisini dahúsum, ið eiga at vera miðdepulin í bygdalivi- num Eg hugsi ikki um eitt hús til ávísan aldursbólk ella åvisan áhugabólk, men tverturimóti um eitt amboð til alt fólkið til mennandi itriv. Tað er torført at geva eina generella mynd av, hvussu eitt bygdahús skal innrættast; tað veldst um tørvin og steddina á hverjari einstakari bygd. Men í einari miðalstórari bygd átti grundarlag verið fyri at havt eina sam- komuhøll til ymisk enda- mál (sjónleik, bio, ymsar fundir, fyrilestrar o.a.), matstovu, bóka- og tón- leikasavn, smærri rúm til frítíðarfelog, gestarúm, barnaparkering 0.s.fr. Eyðsæð er, at bygda- hús eru vælegnað til mentunarlig og listarlig tiltøk. — Ja, spurningurin er, um tílík hús ikki er einasta rætta loysnin at fremja fruktagott virk- semi innan mentan og list á bygdunum. Tá eg nevni barnapark- ering og matstovu, er or- søkin tann, at hesi tilboð eisini eru neyðug um øll skulu hava javnsettan møguleika at luttaka í lenandi vinnuni Í summearfritidini er tervurin á fritidarvirksemi kanska minstur, men tá eru nógv fremmand ferða- fólk á bygdunum og kundi húsið tá verið brúkt til vallaraheim Kanska onkur nú sigur, at samkomuhús finnast í flestu bygdunum. Til hetta kann svarast játt- andi, men leggjast skal aftrat, at tey oftast ikki eru hóskandi til nevnda endamál, at tey eru privat ogn og harvið ikki tæna fjøldini í so máta. Tað er av stórum týdn- ingi at fritidarfeløg fáa kunngjørt fundir ella onn- ur tiltok á besta hátt. Hetta letur seg best gera í Útvarpi Feroya. Men nú- verandi gjaldingarskipan yvir telefonuppkravið er til stóran ampa hjá felog- unum á bygd. At kalla onki felag hevur telefon og verður kunngerðargjaldið tiskil lagt aftrat uppkrav- inum hjá onkrum nevnd- arlimi — og telefonrokn- ing hansara harvið Orimu- liga stór. Felagsvirksemi eigur ikki at leggja óneyðugar peningaligar byrðar á ein- staklingar; tí má skipanin Í dag: Eyðfinn Jacobsen, flúgvileiðari Hevuðsendamálini í bygdamenningarpolitikki- num mugu vera at skapa so fjelbroyttar vinnu- meguleikar, sum yvirhev- ur gjørligt og at virka fyri mennandi frítíðarvirk- semi, skrivar Eyðfinn Jac- obsen m.a. í panelgreinini. broytast, so gjaldið verð- ur loyst frá telefonupp- kravinum. Sonn bygdamenning krevur peningaligar ílog- ur, tað skerst ikki burtur og sonn bygdamenning krevur eisini breitt sam- starv — fyrst og fremst millum bygdafólkið. Eyðfinn Jacobsen Vinnuliga sæð eigur heimaútróðurin at verða grundstuðulin undir sunnari bygdamenning, men hinvegin má sterri dentur leggjast á landbúnaðin og ídnaðin