Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1977síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 90 — 23. desember 1977 Jólahald i kavakløddum Alpu-fjøllum Vid luftvogni — sky-lift — upp i 4000 metra hædd i Eysturriki Millum føroyskar blad- og tidindamenn er Eiden Miiller ein teirra, ið hevur ferðast dúgligast uttan- lands, m.a. í Týsklandi og Eysturríki. Eftir áheit- an frá SOSIALINUM hevur hann skrivað hesa grein um, hvussu jólini verða hildin har burturi, og har tey varðveita siðir og eyðkenni, sum í mongum ferum eru vorðin vanlig eisini um okkara leiðir. Meðan um okkara leiðir flestu munnu vilja sleppa at halda jól heima, er eðrvísi uttan um okkum. Tann siður tykist vinda meir og meir uppá seg, at fólk leita burtur frá gerandisdegnum og tess dag- liga stríði og strevi, um teimum ber til at halda jólafri í øårum londum. Men tað eru ikki einans suðurlond við sól og hita, ið freista á hesi ársins myrku og mangan keldu tíð — eisini tey tradisjonellu ferðalondini ikki so langt burtur frá okkum draga í desember og januar til sín hópin av vitjandi gestum. Demi í so máta eru einahelst Suðurtýskland, Eysturríki og Schweiz. Hesi lond eru frá náttúruni so væl fyri, at ikki einans ber teimum til at hýsa fremmandagest- um á sumri — tey eru nærum eins mong, ið vitja hagar á vetrardegi at íðka ítrótt ella finna sær hvíld í fjallabygdunum ella á stórum gistingarhús- um, ið har finnast í hópatali, utgjørd við øllum nú- tíðar hentleikum. 200.000 jólagestir í Eysturríki Eysturríki er millum hesi lond eitt hitt fremsta, bæði hvat ið náttúruvakurleika og gistingarlíkind- um viðvíkur. Kann tað tí heldur ikki undra nakran, at talið av turistum, sum hesi jól koma at vitja í Eysturríki, røkkur upp um 200.000, sum alment er kunngjørt. Utlendingar koma einahelst at vitja i landspørt- unum Tirol- og Salzburger-landinum hesa årsins tíð, og småbygdir sum Kitzbiihel, Bøkstein, Zell- am-See, Oberndorf og Badgastein, fyri bert at nevna nakrar, hava altid fullsett gistingarhús i desember og januar. Ikki ti, eisini har kennist dyr- tidin, men eydkent er bædi fyri Tirol og Salzburg, at á gistingarhúsunum fær fremmandamaðurin framvegis innivist fyri ikki ov miklan pening — tí hendir eisini tað, at vaksandi tal av t.d. norður- Salzburg er hildin ein hin vakrasti býur í Mið-Eu- ropu við dómkirkjuni fremst á myndini og annars hópin av seguligum eyðkennum. Landsbygdin Maria Alm am Steinernen Meer við kavakløddum fjallatindum, hagar turistar í stórum tali leita í jóla- og vetrarfrí á hverjum ári lendingum, ið áður hildu vetrarfri í fjøllunum í Noreg og Svøriki, heldur leita til Eysturríkis. Heldur ikki sigur tað lítið, at fólk har yvirhøvur eru framúr fryntlig og blíð, so at hin vitjandi kenn- ur seg væl frá fyrsta degi, annaðhvort hann gistir i fjallasmáttu á Patzer-Kofel ella á Alpen-Hotel í Innsbruck, hesin yndisligi og náttúruvakri høv- uðsbýurin í Tirol við teimum mongu seguligu minnunum. Hin vitjandi eigur ikki at gloyma at vitja inn á Andreas Hofer savnið í Innsbruck, við tí mætu tirolsku frælsishetjuni av hesum navni (1767—1810), ið stríddist móti fremmandaveldi, men sum við svikabregdum varð givin yvir til Napoleons keisara og skotin í Mantova. Lík hans- ara varð seinni flutt til Innsbruck, og er Andreas Hofer í dag mettur fremsta fólkahetja Tirols, ið livað hevur. Við >sky-lift< upp í 4000 metra hædd Omakaleyst er hjá jolagestunum at ferðast millum dalar og fjall, sum fyri hann, ið úr Innsbruck-dal- inum hevur hug at royna skíðurnar uppi á Hafelek- ar-fjallinum beint uppi yvir, men kortini einar 4000 metrar í hæddini. Tað er bert at seta seg í eina »sky-lift«, og so togar elektriski kadalin gestirnar upp á fjallatindin í hesum luftvogni, og kunnu teir síðani spenna skíðurnar og við fúkandi ferð leita oman í dalin aftur... Ella er gestur staddur í lítlu landsbygdini Zell- am-See, ber væl til hjá honum at gera eina dags- útferð til hægsta fjall í Eysturríki, Gross Glock- ner, eftir Hochalpenstrasse við bussi — men hetta gerst einans á sumri, tí á vetri er bilvegurin stongdur av kava og ísi í fleiri mánaðir. Men at skoða frá Gross Glockner inn í grannalondini Týskland, Italia og Schweiz er ein uppliving, sum eingin, ið hevur havt hana, nakrantiå vil gloyma. Ein onnur hugtakandi mynd úr tí lítla Eystur- ríki við teimum mongu bóndabygdum og idnað- arvirkjum, ið bera prógv um, at her býr eitt bæði arbeiðshugað og arbeiðssamt fólk, er landsbygdin Heiligenblut, á leiðini móti Gross Glockner. Kirkj- an í hesi bygd er ógvuliga sjáldsom fyri útlend- ingar at síggja, men ikki fyri eysturríkarar. Tað hendur meiri enn so á vetri, at bygdin kavar undir í stoðum, og tí er tornið á kirkjuni í Heiligenblut evnað so til, at kavin skal »renna« niður av ti óg- vuliga spíska torni og forða fyri, at kavin legst á kirkjutekini. Í Heiligenblut vita bygdafólkini, at veturin kann vera beiskur, og at tey ofta kunnu vera avstongd frá grannabygdunum í longri tíð. Men tað hava tey vitað frammanundan og tí eisini roynt at bjarga sær fødina i hús, meðan tíð var. Tó er hent meiri enn einaferð, at goymslurnar eru gingnar undan, og tá hevur verið bæði kaldligt og svangligt í mongum Heiligenblut-húsi. Kortini er eyðkenni fyri bygdafólkið um hesar leiðir — og fyri tað eisini aðrastaðni í Eysturríki — at tey ongantíð bera seg undan at hjálpa grann- anum tað ítarsta tey eru ment. Kaðal-luftvognur á veg upp móti fjallatindinum Hafelekar i 4000 metra hædd …