Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1977síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

mi To Nr. 90 — 23. desember 1977 Verkfrødingar utintu satt bragd Sjålv gerdin av Hochalpenstrasse upp til Gross Glockner, fleiri hundrad kilometrar til longdar, varð eitt satt bragd av fremstu byggiverkfrøding- um landsins, men arbeiðið kravdi eisini mong mannalív, tá ið omanlop var so tíðum. Rokkið varð tó á mál fyri seinna heimsbardaga, og við Hochal- penstrasse fekk Eysturríki eina turistattraksjón við lít, óteljandi eru bilarnir og ferðamannabuss- arnir, sum á sumri leita eftir hesum snøgga og stásiliga, breiða fjallavegi upp á Gross Glockner. Luftin er púra rein og klár, og í góðveðri sæst langt yvir um landamark. Jólahaldið í Eysturríki er sovorðið, at tað ikki kann annað enn hugtaka flestu, ið vitja úr Norður- londum, lyndið hjá fólkinum í hesum fjallalandi samtykkir yvirhøvur væl við norðurlendskt lyndi, og jólasiðirnar varðveita tey inniliga og vid størstu pietets-kenslu. Munurin er har bert, at tey eiga katólsku trúnna, men fyri tann skuld kunnu bern og vaksin gleðast eins væl um jólakrubbu og jóla- træ. Hátíðarligt kirkjuhald á midnátt Til midnáttarkirkjuhaldið jólaaftan leita bøndurnir úr fjallabygdunum oman í dalin, ofta í stórum gongum við logandi kyndlum, og seinni ganga teir hús úr húsi at ynskja gleðilig jól. Ein serstakan dám setur tónleikurin á jólahaldið um hesar leiðir, hornmusikkurin, »Turmblasen«, úr kirkjutorni- num í bygdini boðar frá byrjanini til jólahaldið. Allar bygdir í Eysturríki eru prýddar við lýsandi granntreum, ið eins og jólakrubburnar symboli- sera sjálvt jólahaldið. Segugranskarar um allan heim hava roynt at tíðarfesta jólatræið — men eingin teirra hevur dugað at gjørt tað til litar. Frá árinum 1605 stava fyrstu skrivligu frásegn- irnar um jólatræið, sum tey í Týsklandi vilja vera við. Kortini eru onnur, ið ætla, at vit eiga at leita sosialurin Síða 9 upp aftur longur aftur í tíðina at hitta jólatræið í ti líki, tað so við og við er komið at eyðkenna hesa størstu hogtíð okkara, heilt aftur í trettandu eld. Tað var í Wien í Eysturríki í árinum 1225, at ein stórur barnaflokkur ein dagin fór syngjandi gjogn- um gøturnar við skrýddum granntrøum fyri at bera hertoga sínum, Leopold, heiðurs- og fagnaðar- kveðu. Men einki verður sagt um, at hetta hendi á jólum. Og ti hevði >jólatræið< helst púrt einki við jól at gera um hetta mundið. So vilja ið hvussu er segugranskarar í Steier- mark í Eysturríki halda, tá ið teir mong ár herfyri hildu seg kunna siga seguna um treini hjá Wienar- børnunum — hesa søgu, sum niðurskrivað er á gomlum, følnadum pappirslepum, ið goy mdir verða á skjalasavninum í býnum Graz. Tey smáu treini vóru, so vilja teir vera við, ætlað sum ein barnaroynd at seta veitsludám á býarlívið hesa løt- una, tá ið fúrstin og fylgi hansara riðu gjøgnum hitt gamla Wien á snjóhvítum rossum... Men frá hesum døgum vita teir um, at hitt grøna træið, ið á fyrsta sinni varð borið inn úr skógunum uttan um Wien, úr Wienerwald, kom at gerast jólaeyðkenni har um leiðir. Hetta kom so at verða, hóast at tað var upp aftur seinni, at sidurin at eiga jólatræ gjørdist vanligur. Landið Eysturriki kom i hesum sum i so mongum ødrum forum at verða tað, ið hevur átt serstøk og gleðilig boð at bera okkum um jólahald aðrastaðir, og hvat ið stendst av tí. Hitt vakra og yndisliga sálmalagið til Gleðilig jól, Stille Nacht, Heilige Nacht, eiga vit jú eisini úr hesum lítla fjar- skotna fjallalandi har burturi í landssuðuri. Øll kennast við henda sálm. Jólatræið otar seg norður eftir Teir serkønu í Graz kundu eisini greiða frå, at tað var ikki alt í einum, at jólatræið vann sømdir í ødr- um londum. Næsta ið frættist frá jólatrænum er frá grann- unum í teim tysku fårstadømunum fyri vestan — men hetta var fyrst eini hundrað ár seinni. Í árinum 1555 er jólatræið kortini vorðið so Væl umtókt eisini av teimum, ið um hetta mundið búgva heilt norðuri í Elsass í Týsklandi, at stýrið i tí lítla býi Schlettstadt heldur seg noydast at seta beinleiðis forbod móti at fella jolatrø í skógunum, tí at skógirnir har um leið longu tá vóru týndar heilt av mannaávum. Hetta var umberingin, teir vísu menn í býarstýrinum komu við — men tað mundi vera at gera nakað nógv av. Ið hvussu er hildu bygdafólkini hina fremstu orsek vera, at teir ið rektu skógirnar fyri fúrstan ikki vildu sleppa ødrum fram at. Tí sjálvir fingu teir vist peninga- gjald fyri hvert træ, teir feldu... Gamalt handrit frá fyrst í 15. eld greiðir annars frå, at í Strassburg i Elsass-Lothringen var siður at bera granntre inn í stovuna hjá húsfólkinum. Treini vóru har vakurt skrýdd: litað pappír, súr- epli og sukurbomm vórðu fest uppá træið, so at børnini kundu gleðast. Men einki verður tå sagt um ljósini. Líkt er annars til, at eisini sidurin at pynta hitt grøna træið við ljósum er frá døgum Mortan Luthers. Sagt verður í aðrari fråsøgn frá døgum Luthers, at hesin var vorðin so hugtikin av granntreunum í teimum stóru skógunum, har stjørnurnar skinu so bjartar í náttarmyrkrinum, at hann eitt kveldið upp undir jól, heimkomin til hús, vildi royna at geva húskinum part i ti hugtakandi, hann hevði verið fyri úti í skógini í Guds náttúru. Hann skrýddi tí eisini jólatræið við ljósum. Fram til byrjan av 1800-talinum mundu fólk aðrastaðir enn í Eysturríki og Týsklandi neyvan vita nakað um siðin at eiga jólatræ. Men so við og við otar træið seg norður um, í 1780 var tað komið til Berlin og í 1796 til Hamburg. At fleiri og fleiri tóku undir komst eisini av, at frægir menn sum Goethe og Schiller í ritverkum teirra prísaðu tí ljósskrýdda granntræi. Eini hálvthundrað ár seinni rekk tað til Danmarkar og upp aftur seinni kom jólatræið til Foroyar, men er nú eins vanligt hjá okkum og í upprunalandinum. Eiden Miller Eingin sálmur man vera so gitin um allan kristna heimin sum »Stille Nacht, heilige Nacht« (Gleðilig jól): grøv Joseph Mohr's í Wagrain Tirol, Innsbruck Býarjólatræið framman fyri Goldenen Dachl i høvudsbynum í landspartinum