fríggjadagur 23. desember 1977síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Nr. 90 — 23. desember 1977
Skorin er so væn og frið —
Lundafleyggj
Fyrst eg minnist og nakað langt út eftir, var
nógvur lundi fleygaður í Mykinesi. Tað vórðu
umleið 1000 fleygaðir um dagin. Jergin var eina
ferð á Núgvunesi, og hann fleygaði vist einar 1000.
Og so fleygaði hann aðrar ferðir eisini 900, og eina
ferð fleygadi hann 900 í Bjørgunum, á Urðarenni,
teir kalla. Tað var ein vælsignað rúgva. Teir fóru
eftir tí við báti.
Tá tað nú var so langt sum á Núgvunesi og í
Bjørgunum, so máttu teir føra fuglin heim. Tað
bar soleiðis til, at teir fingu kastað hann. Bátur lá
undir í neðra og fór eftir honum.
Tá man fleygaði á plássum, har fuglurin ikki
bleiv førdur, bleiv hann borin til hús. Eina mans-
byrði roknaði man til 100 lundar. Tað var ein
sámulig byrði. Tað, ið meira var, tað var ov nógv.
Ein lundi man viga umleið eitt pund. Og tað er nóg
tung byrða, men sjálvfylgiligt, teir hava borið 200.
Og eg veit, eg eg havi sjálvur borið 220. Tað er
nógv ov tungt. Men tað hava teir roynt at borið, tá
tað hevur verið uppá tann máta, at man er komin
upp á slætt toluliga í ljósum, og har, sum slættari
hevur verið at ganga.
Inni i Bjørgum til dømis var tað hopleyst at
kunna bera tað í heilum, tí har er bæði langt at
ganga og ringt at ganga. Og lundi um summarið,
tað er so skjótt, tað spillist. Einar triggjar dagar,
so er hann ikki brúkiligur.
Tá tiggjundin var latin, plagdi gamli Heini at
spyrja meg, hvussu nógv eg helt vera komið av
lunda í Mykinesi. Antin tað var heilt beint, at
tiggjundi hver bleiv latin, tað veit eg ikki, men tað
vóru altid einir 15.000—20.000 tá mest var. Tað
var ein øgilig rúgva.
Hvenn dag var hver einasti maður; tað vóru
kanska einir 30 manns, sum gingu hvenn dag at
fleyga. Og teir fleygaðu so nógv, sum teir kundu
bera, og fingu teir ikki í einum stað, so fóru teir í
eitt annað stað. Men nú er tað ikki soleiðis, nú leita
teir ikki. Fáa teir ikki í einum ávísum plássi, so
fara teir ikki víðari.
Tað viðraði altid onkustaðni. Alt tað var nakað á
landinum, so riggaði onkustaðni at fáa nakað.
Teir byrjaðu at fleyga á Jéansøku. Tað var tað
fyrsta, men tann rætta fleygatíðin, hon er ikki fyrr
enn átta dagar eftir Syftunseku.
á
> gomlu,
Frásagnir úr Mykinesi
Í Landalæruni, sum kom út í 1926 greiðir
Mikkjal Dánjalsson á Ryggi soleiðis frá um
Mykines:
Mykines er ein sjáldsama vekur oyggj.
>Kópurin undir oynni liggur, lundin flýgur i
ring, grásúlan í hólminum —« so kvóðu teir
og so er enn — kópur fyri eystan,
súlan fyri vestan og lundin alla staðni.
5 Rundan um alla oynna eru berg við dimmum
; gjáum
> ursíðuni inni í einum hyli,
og fagurt grønum lundatorvum,
flingrum og feitilendum. Lendingin er á suð-
so ikki nýtist at
draga bátarnar upp, tá kyrra er. Men stund-
um er øgiligt brim, og um veturin kann
ganga mánaðir, sum tað hverki slepst til ella
frá oynni. Mykinesmenn hava góðar og høg-
ligar fiskigruðar, t.d. hitt tiltikna Guttamið.
Í Lamba eigur avbæra nógvur lundi, og veðr-
irnir har eru einskila góðir. —
Millum Lamba og Mykineshólm er Hólm-
gjågv; um hana liggur nú brugv. Hólmurin
hevur góðan seyð, og oksarnir eru tiltiknir. Í
> rókunum norðanfyri eigur súlan. Á ytra enda
AAA
er ein stórur viti og eini sethús. Uttanfyri
hólmin standa Flatidrangur og Píkarsdrang-
ur; báðir eru teir avbygdir við súlum: Enn
ytri er Hólmssteinur og Knikarsboði; tað er
vestasti steinur í Feroyum. Ut úr hólminum
er Pollurin, og strongurin har er ein hin harð-
asti um Føroyar. Norðanfyri hólmin og
Mykines er orgrynna av flúrum og flesjum og
drongum. Fyri sunnan liggja Urðaboði og
Uldalíðfles, sum bæði eru áróguvin. Í Grøn-
skoradrangi eigur fuglur.
Mykinesfjørdur er ógvuliga streymharður
og óreinur og hevur orð fyri at vera versti
fjørdur i Føroyum. Har liggja Skjaldarboði,
Tindagrynnan, Mýlingsgrynnan, Saksunar-
grynnan og aðrar minni grynnur.
Í tey fimti árini, sum eru liðin, síðani
Mikkjal skrivaði hetta, er nógu broytt vest-
uri í Mykinesi. Fólkatalið, sum tá mundi
toga upp ímóti 200 er nú komið niður í uml.
20. Bert hesi seinastu fimtan árini er fólka-
talið minkað við uml. 70.
Burtur úr ti søguliga tilfari, sum eg savn-
aði saman í Mykinesi í sekstiårunum, verða
her prentaðar nakrar av teimum áhugaverdu
frágreiðingum, sum eg fekk frá Zakaris
Zachariasen. Zakaris doyði í 1972, 89 ára
gamal. Hann visti nógu at siga frá, og sera
væl lá fyri hjá honum at greiða frá so livandi
og við so væl valdum orðum, at tú beinan
vegin vart hugtikin av at lurta eftir hesum
skilamanni.
Frágreiðingar hansara her, sum mest við
víkja fuglaveiði,
sum hann sjálvur bar tær fram
eru endurgivnar orðarætt,
Janus Mohr
A ————
em
Fu]
men
Fr
i Ein strævin fleygatúrur
Einum heldur sjåldsomum fleygatúri skal eg siga
frå. Eg fór úr einum plássi, sum teir rópa Bøkki-
num, niður at fleyga. Tað er norðuri í Kumlalíð.
Haðani fór eg longur niður. Men eg var ikki
nøgdur við tað. Har fekk eg for lítið, og so gekk eg
gjøgnum eina rók. Einsamallur var eg. Fór so yvir
í Sjúrðarberg, teir kalla. Tað er eitt berg, sum er
einar fjøruti favnar, men tað er grasað og alt fult
av fugli niður eftir. Tað er bara sinugras og so-
vorðið.
Eg fór upp aftur, har sum eg var niðurkomin og
so niður aftur gjøgnum Sjúrðarberg fyri at fáa ein
enda á. Eg hevði langan enda við mær, hann var
klænur, men nokk var tað, so fór eg. Og eg fekk
hálvttriðja hundrað lundar. Og tá eg var liðugur,
var eg so keddur av tí, tí eg fekk teir ikki upp. Ein-
samallur var eg sum sagt.
Eg hevði bara eina lítla bastalínu, eitt sovorðið,
sum teir kalla hoybaraband. So mátti eg upp, og
eg fekk fuglin nakað upp í Sjúrðarberg, hesar
hálvttriðjahundrað lundarnar. Tað vóru kanska
einir tjågu—fimmogtjugu favnar eftir, men so
slapp eg ikki longur.
Nú fór at seinkast á kveldi. So knýtti eg upp í
endan. Tað var so mikið langur endi, at eg fekk
havt hann dupultan. Eg lesti meg upp og dró báðar
endarnar upp og fekk 30 lundar uppi á hverjum
endanum. Soleiðis fekk eg 60 beinan vegin. Men so
mátti eg niður aftur, líka niður aftur igjøgnum at
knýta uppi og so upp aftur at draga upp. Tað var
ein strævin dagur.
Vit vóru gift tá, tað veit eg, ti at bangheit var
komin á Katrinu, og hon hevði sent bróðir, Ívar,
avstað at leita. Tá var seint um kveldið. Eg haldi,
klokkan var niggju. Tá hevði eg fingið alt hálvt-
triðja hundrað saman í posar og teggju, og nú
hoyri eg so ræðuligt róp. Hugsi eg við mær — ja,
ja, eg hevði forrestin væntað tað fyrr. Og hann
rópar — harðmæltur var hann. Eg rópti aftur, men
hann var so kvikur í vendini. Hann bar upp fyri
luftina á Eggini, og eg rópti til hansara at biðja
hann koma at hjálpa mær, men hann var so kvikur
í vendini. Og hann heim aftur at fortelja, at eg var í
lívi. Hann hevði hoyrt meg.
Tað gekk ein sovorðin tíð. Tá eg kom út á slætt
— og gekk gjøgnum eina rok — tað var vånaligt at
ganga, og tað var heldur myrkleitt eisini — tá var
eg so troyttur, at eg kann ikki siga frá tí. Eg legði
150 eftir har, koyrdi teir undir ein torvbakka, og so
fór eg heim. Tað var ein ringur túrur. Ónatúrliga
ringur. Tað er tann ringasti fleygatúrur, sum eg
havi havt.