Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1977síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 90 — 23. desember 1977 Draga lunda, taka lundaegg Teir kundu fáa eini 100 egg í part í hesum ymisku plássunum, tá ið grunt var. Tey smakkaðu væl, lundaeggini, tá tey vóru nýggj og nývorpin. Men tá tað líður út og kemur í unga, so blívur tað ikki brúkt. Teir gjørdu heilt nógv av at draga lunda og kundu draga í tusundavis. Teir drógu ikki hvert plássið meira enn annaðhvert ár. Drógu teir í fjør, so varð ikki drigið í ár. Men tað kundi vera okkurt pláss í Bjørgunum, teir drógu árið eftir, sum ikki var fleygapláss, ti tað darvadi lundafleyggina at draga á hverjum ári, og tað misfórst altíð nakað, tá man dró. Tað brotnaði altíð nakað av eggum. Lomvigafleyggj Tað var ikki veitt nógv av eðrum fugli enn lunda. Tað kundi vera onkur túrur, man gjerdi at fleyga lomvigar. Eg minnist, at einaferð fóru Ívar, bróðir, og eg niðan á Skarð at fleyga lomvigar, og vit fingu 150 bara eina letu. Vit fóru niður á eina rók. Hon er breið og slett at ganga eftir, og so rukku vit upp við stong á hesar ymisku pallarnar. Ikki vóru vit í stand til at lesa okkum upp aftur, men so funnu vit uppá, áðrenn vit fóru, at hava ein blokk við okkum, ti boð høvdu vit nógv. Tað bar so illa til hjá bara oðrum at fara niður, tað var betur, tað vóru báðir, og so fóru vit niður. Men har er tað ikki meira enn 20 —25 favnar niður. So bundu vit henda blokkin akkurát í ups- ini, og drógu ein klænari enda út í har, men hann var sterkur, og so hevdu vit eina ordiliga línu eisini, og góvu okkum sjálvum niður. Hildu okkum í hesa tjúkku línuna, og so tá vit komu til hina, høvdu vit hana tvørtur um miðjuna. Tað fór igjøgnum blokkin, og tað gekk væl. So komu vit niður á rókina, og tá vit vóru lidnir at fáa hesar — eg haldi tað vóru um 200, vit høvdu fingið — so timdu vit ikki at fáa meir, tí tað var nóg nógv. So fóru vit at royna at fáa hetta upp aftur. Ívar bant á seg, og eg taljaði hann upp. Tað gekk uppá stás. Hetta gekk so grúuliga leingi hjá okkum at fáa fuglin upp, tí tað var eitt so tungt tak hjá hon- um at taka teir upp um upsina, tá teir komu heilt upp undir. Hann mátti halda sær við aðrari hond- ini og taka teir við hinari hondini, og so kundi tað vera tað, at eg hevði bundið nakað nógv uppí við hvert. Men nokk var tað. Tað gekst væl hjá okkum, men tá vit vóru lidnir, vóru vit so fyri- lagstir. Ívar helt, at tað var nógv betri at kasta allar út av, ti tað var nógv for strævið hjá mammu at fara at royta. Men fuglurin kom so til hús í ellum góðum. sosialurin Síða 11 Eftir súluni Tá teir fóru á drangarnar eftir súluni, fóru teir upp á Hólmin, upp á Bølid, teir kalla. So sat fólk har og helt í. Einir 10 manns ella meira fóru upp á steinin, og so settu teir á ein enda, ein uppstandara, tað teir vóru mentir, so fingu teir tað upp á drangin, og teir fingu tað á eina bestemta skorr á dranginum. Tá teir høvdu fingið tað har at liggja, sótu hinir á Hólminum og hildu ella løgdu um ein hæl eisini, og so koyrdu teir tað niður, og hálaðu upp, hálaðu henda klæna endan upp, inntil ein onnur lína var komin upp á drangin. Teir plagdu at hava ein blokk við einari skivu i, tí tað er nakað høgt og nakað ringt at lesa seg upp, og tað drógu teir upp undir so langt, sum teir fingu, og so hildu teir. So fór ein maður, og hann bant annan endan á seg, sum var úti í hesum blokkinum, og so hálaði hann seg sjálvan upp eftir, til hann var á dranginum. Hetta er tann hægri drangurin. Hann man vera umleið 40 favnar. Hvert ár fóru teir fyrr, men ikki nú. Nú fara teir bara upp á tann lága. Har fáa teir 100 súlur. Á Píkarsdrangi fingu teir einar hálvthundrað. Hann er spískari — minni í erva. Á Flatadrangi fáa teir umleið 100 súlur nú, men fyrr áttu tær ikki meir enn sum á hálvum drangi- num, tí ein bakur átti heiman fyri. Flatidrangur er eitt sindur smalari um miðjuna, og heiman fyri tað átti ein bakur á hverjum ári, og súlurnar komu ikki til hansara. Tær komu ikki heim um har. Hann vardi allan tann hálva drangin. Einaferð, vit vóru til útróðrar, Andrias, pápi og eg, so sigur Andrias við pápa: Aleksandur, høvdu vit nú fingið bakin av dranginum. So blakaði hann livur út. Jú bakurin kemur, hann skjýtur, og bak- urin liggur. Tað var í verpingartíðini. Nú bleiv bara ein bakur at síggja, tá vit róðu út fyri Stein- sund. Men tað var skjótt eftir tað, so vóru tveir aftur. Og tað bar so væl til, nakrar dagar aftaná, at Andrias skjeyt hendan, men tá hevði hann par- að seg. So aftur nakrar dagar seinni fekk hann skotið tann triðja, og eingin er komin aftur síðani. Súlan fór tá at eiga eftir ollum dranginum alt fyri eitt. So nógv kann tað gera hverjum ødrum for- treð, fuglurin. Á Hólminum tóku teir eisini súlur. Í hesum ym- isku rókunum. Tær hava allar navn. Loftrók og Urðin, Nýggja plássið, Gamla rókin, Norðasta Rókin, Rókin í Hyvni og aðrar. Tað hevur hver rókin sitt navn. Tað vóru stuttligir túrar. Tá ið man fór út á drangar, so mátti man endi- liga hava eina flosku við. Tað hevði hver ein tann einasti, sum fór fyrstu ferð eftir súluni út á drangar. Og tá ið tú fórt í Hólmin, so hevði tú eitt krov við fyrstu ferðina. Hvor maður, sum ikki hevði verið fyrr tað kundu gott vera einir 5, 6—7, sum ikki høvdu verið fyrr — teir hevdu hver sítt krov við, og elsti maður, sum fór eftir súluni, hann býtti tað. Tað bleiv sundurskorið og býtt í- millum menninar. Og tað var ikki nokk við tað. Ikki slappst tú longur enn niðan um rásina — ein rás gongur eftir Hólminum í erva, uppi á Hólm- inum, tvertur eftir eggini har og har niðan um sluppu teir ikki, sum ikki høvdu verið fyrr. So plagdu teir at liggja og beistast í snarinum. Snar bleiv gjørt á endan á línuni, og har máttu teir liggja. So plagdu teir, sum ikki høvdu verið fyrr, at skiftast at vera har alla nåttina igjøgnum. Teir skuldu ikki nidan um fyrstu ferdina. Og fyrstu ferðina, tå fort niður á røkurnar, tá skuldi tú eisini hava eina flosku. Tað munu vera einir 40 favnar niður á rekurnar. Sululinan er nokk 50 favnar long, haldi eg. Men tað er gott — hampuligt — at koma niður. Menn- inir blivu koyrdir niður, og so bleiv línan uppdrig- in, og teir vóru so eftir og drupu, til teir vóru lidnir. Hinir, sum hevdu koyrt teir niður, vóru ikki til taks eftir teimum beinan vegin. Teir fóru og sleptu niður á aðrar rekur, inntil fólk var farið á allar røk- urnar. Men hvat gjørdi man tá — legði seg at sova íblant súlurnar. Og so uddi man í súlulúsum um morgunin, ja, sum eg veit ikki hvat. Tað var ein grúuligur standur. Rekurnar eru nokkso breiðar. Tær eru einar triggjar favnar í hvussu er, tær flestu av teimum. Men so er mjógvar uppi í, sum eru ringir at ganga, tað vil siga í myrkri, ti tå er myrkt um Mikkjals- messutidina. Tað er tíðin, man var eftir súluni. Men tað veit eg ikki. Tað gekk altid nokkso væl, ti tað vóru sovorðnir menn, sum hevdu verið fyrr. Teir kundu fáa einar 800 — 900 súlur. Tær blivu so kastaðar av rókunum niður í sjógv. Bátar lógu undir í neðra og hentaðu, men tað hendi seg ógvu- liga oftani, at teir ikki kundu henta. Tað kundi koma brim, og so máttu teir draga upp, og tað gekk altíð meira enn ein dagur til tað. Tað var grúuliga strævið at draga upp og bera heim so nógv. Tað er ikki so nógv súla, ein maður kann bera. Einar tíggju súlur, tað er nóg tungt at bera úr Hólminum, tí tað er so illtungt at bera, og tað er tungt at ganga niðan gjøgnum Lamba, tá man var illa svevntur, hevði vakt alla náttina og so fram- deilis, og tuskaður til í berginum, sum man hevði slongst har. 800 —900 súlur, tað plagdu teir sum sagt at fáa, tá teir fóru í góðari tíð. Men nú kundi tað vera, at veðrið tillagaði seg ikki — at teir fóru seinni — og tá kundi nakað vera farið. Tær fara um Mikkjalsmessutidina, í september mánað. Eftir hálvan, tá plagdu tær at fara. Um ta tíðina plagar man at fara eftir súluni. Ein góð súla vigar einar sekstan merkur. D