Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1977síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Bjargaferðir Tað longsta vit sigu, kundi vera um einar 60 favn- ar. Man mátti loysa seg úr viðhvert og ganga eftir royðurókunum í berginum. Tað skuldi í grundini mót til at síggja niður fyri. Tað var kanska ein góðan fót sumstaðna og ein alin sumstaðna, man gekk eftir, og har mátti man ganga fleiri ferðir aftur og fram og bera so nógv, sum man fekk av havhestum eftir rókini. Har, sum hægst var at síga, var á Norðanesi, teir kalla. Tað er hetta nesið norðan fyri gjónna. Landpartur — tíggjund Tá teir fleygaðu so nógv og bóru tað heim, so lótu teir landpart av tí, teir bóru hverja ferðina, men tað sum teir ikki bóru, lótu teir ikki landpart av, um tað var nakað, sum teir ikki kundu bera. Men hesi plássini, sum teir bóru til dømis av Núgvu- nesi tað var Handanábóndin, sum átti tað — har lótu teir ikki meira enn fjórðingin til landið. Inni í Bjørgum lótu teir eisini fjórðingin. Men tá teir komu heim um Tindarnar, so lótu teir trið- ingin. Á bjarglendinum. Men ikki á slættanum, har lótu teir helvtina. Tá tað var slættari at ganga og stytri, so komu teir til helvtina Á Kálvadali lótu teir triðingin. Og eisini í Borg- ardali. Í Árnafjalli var nógv fleygað, og har lótu teir ikki meira enn triðingin til landið. Av øllum plássum heimanfyri bleiv helvtin latin. Hetta er alt roknað heimanfyri: Gásdal, Íralíð, Tindskriða, Skorarnar, og eisini Kumlalíð — norðan fyri. Har bleiv helvtin latin. Men tá man kom norð í Skriðu, har norðuri i Líð, so lótu teir ikki meira enn triðingin. Tá nú fleiri áttu lendið, har fleygað var, so bleiv landparturin borin til tann, sum átti mest á tí ávísa plássinum. T.d. Irali. Har bleiv landparturin borin norð til Poul — lítla Poul kallaðu teir hann, og so býtti hann út til teir, sum áttu. Poul átti so nógv har, hann átti fjórðingin. Og Gásdal. Har varð borið fyri dyrnar hjá Gamla Heina, ella norð- uri á Lon, teir kalla. Og so býtti hann út til allar ánararnar á Gásdali. Hann visti best um, hver ið átti. Úti í Lamba fór helvtin til landið, og tað bleiv borið niðan á Túala. Og tað vóru ikki meira enn tveir gyllin, ið fóru frá. Stallhús átti annan, og tey niðri hjá Niclasi áttu annan. Tað, sum bleiv fleygað í Eggini í Múla bleiv alt lagt uppá eitt pláss mitt í bygdini, og tað var ein maður, sum hevði uppsíggjandi yvir ti. Og hann býtti so út til teir, sum áttu hverja ferðina, tí allar fjøruti merkurnar eiga í Eggini í Múla. Og so kundi tað vera, at tað ikki var hverja ferð til hvønn gyllin. Allir fingu kortini, nakrir í dag og nakrir í morgin, av landpartinum. sosialurin Tann, sum fleygaði átti helvtina óbeskorna, uttan bara tíggjundina. Hon mátti av, og tað bleiv helvtin borin út í Stovu og helvtin norð á Lon. Gamli Heini norðuri á Lonini keypti kirkjutiggj- undina og tey í Ábrahamsstovu keyptu presttiggj- undina. Nr. 90 — 23. desember 1977 Bonarhald við bjargaferðir og fjallgongd Teir brúktu tað, bæði tá teir fóru til bjarga og tá teir fóru á fjall, at teir løgdu seg at biðja. m—= Tað plagdu at fara einir fýra manns inn í Iralid at fleyga, og tá teir komu inn á Íralíðheyggj, so legdu teir seg altíð niður at biðja, áðrenn teir fóru inn um eggina. Íralíðrók, hon hevur altíð verið góð at ganga, grýtut og soleiðis var hon, og har er eitt portur á. So løgdu teir seg har at biðja, áðrenn teir fóru. Tá teir komu longur niðan, niðan undir Leitið — tå man fór til dømis inn á Gásdal at fleyga — so løgdu teir seg eisini. Teir fóru upp um garðin, og so løgdu teir seg niður, tá teir komu inn um garðin, at biðja, fleygamenninir. Og tað sama var, tá teir komu longur niðan, tá teir komu niðan í Líraberg, teir kalla. Har fóru teir inn um garðin, og so vendu teir sær aftur, løgdu seg á garðin — hann var flagadur hinu megin — legdu seg niður á hann at biðja til Guð, áðrenn teir fóru. Og líkaleiðir, tá teir fóru á fjall. Til domis, tá teir fóru inn í Skorar á fjall. Tá løgdu teir seg eisini uppi undir Túgvuni. Tá teir fóru á Borgardal, løgdu teir seg á eitt ávíst stað. Tá teir gingu longur niðan, tá teir fóru í Bjorgini at fleyga ella á fjall inn í Bjørgini, so er ein bakki har, og á tann bakkan legdu teir seg hverja ferð, áðrenn teir fóru inn um eggina. So bleiv band upp- tikið, og so hildu allir menninir í bandið, tá teir fóru inn um, tá teir reistu seg upp aftur og høvdu biðið. So gingu teir víðari. Tá ið teir fóru upp í Hornið i Háa, løgdu teir seg inn til tað, teir kalla tvertur i Grøv. Tá ið teir fóru á Borgardal, nú eru teir komnir á Kleivina. Har legði so alt seg. Eg veit ikki, um allir menn løgdu seg at biðja, tå teir fóru her út í Dal og út í Lamba. Men eg veit nógvar menn, sum legdu seg niður uppi í Skúgva- líð, áðrenn teir fóru upp um garðin. Og eisini tá teir fóru í Skardsfløtt. Tá løgdu teir seg niður har. Tann maðurin, sum fór inn í Kumlalid at fleyga, legði seg niður at biðja, áðrenn hann fór inn um eggina. Tá teir fóru norð í Li eisini, løgdu teir seg við varðan á ovara Reyni, og tá teir fóru á Kálvadal, løgdu teir seg við varðan í Skarðinum. Tá teir fóru á fjall var tað so, at tá teir hevdu biðið, bleiv fólkið ordnað hvert í sína ódn og spjaddist sundur. Tá blivu teir ikki samhildnir longur. Tað var allastaðni runt um Mykines, áðrenn teir fóru á bjarglendi, at teir løgdu seg niður at biðja. Tað var ein ónatúrliga góður siður, tað er einki við at gera.