Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1977síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 90 — 23. desember 1977 Hann sat enn inni. Hevði ætlað sær ein túr oman í bygdina. Vindurin var nakað nógvur enn, men tað sá út til, at hann fór at minka. Hann reiv í húsini, sum vildi hann skræða tey upp og føra tey við sær. Tað var so einsligt bert at strúka húsanna millum og so út aftur úr bygdini. Eingin vildi vera við á ferð hansara. Onkuntíð kundi hann føra okkurt við sær, so sum eina pappdós, jarnplátu ella slíkt, ið lá fyri veður og vind. Hin gamli hætti sær ikki út um dyr. Sat inni við síðuna av komfýrinum. Hevði aðra hondina á ge- lendaranum, ið var framvið komfýrinum. Hina hevði hann hvílandi á stavi sínum. Hann hevði gjørt seg kláran til at fara ein túr. Var setstur aftur á stólin, tá hann hoyrdi, hvussu vindurin reiv í húsini. Hann var útnyrðingur norðan, versta ætt í bygdini. Lá beint inn eftir fjorðinum. >Ah, den vindur<, segði hann við seg sjálvan. Hundurin lá undir bonkinum og hvein, vildi sleppa út. Tann gamli hevði lovað honum tað. Hundurin hevði skilt hann. Lá og tivaði undir bonkinum við tunguni út úr kjaftinum. Tann gamli reistist og fór yvir til vaskið at fáa sær ein kopp av vatni. Læt vatnið renna eina letu. Fór imedan út í gongina. Læt hurðina upp. Ein hvirla skrykti í hann, so hann mundi dottið. Fekk tið til at klamsa hana í aftur. „Havi ikki sæð slíkt fyrr,« segði hann við seg sjálvan. Fór inn aftur i køkin og fekk sær uppí koppin av vatni. Setti seg so niður á beinkin og hugdi oman móti bygdini. Nú kom aftur ein hvirla. Ein jarnspann fór skramblandi millum skotini. Hundurin fór at goyggja. »Halt gákin á tær,< segði hann við hundin. Hundurin tagdi Onkur tók í lásið uttanfyri. „ »Kom inn«, rópti hann. Hurðin fór upp. Niclas kom til sjóndar. >Tað er eitt ræduligt ódnarveður,< segði Niclas, kom inn ikki«, »Nei, eg veit einki.« „Set teg niður. Er nakað áfatt niðri hjá tær?« „Ja, tað litla liggur sjukt.« Hvat bagir tå?« »Hostar, er vid at missa ondina.« Tann gamli reistist frå bonkinum. Gekk aftur og Hann gekk ikki væl, mátti nýta Hundurin I ti hann »Tosa segði tann gamli. »So vælsignað fram á gólvinum stavin. »So, so,< segði hann kom undan bonkinum. Ok ryggin móti kant Inum á DI Gekk so seigliga yvir til Niclas. >Hvat, skulu tit eftir lækna?< spurdi tann gamli. »Nei, eg veit ikki,« pakulig nkinum og rembdist nakrar ferðir svaraði Niclas, líkasum hvakk við eftir tí longu kvirru. Tann gamli setti seg niður aftur við síðuna av komfýrinum. Hundurin hevði lagt seg á gólvið framman fyri Niclasi. Tann gamli sat og stardi fram fyri seg. Hugsaði um tær mongu ferðirnar, hann hevði verið eftir lækna. Bara ta ferðina konan lá sjúk, hevði hann verið fimm ferðir yvir um fjall eftir læknanum. Kavin hevði eisini ligið tjúkkur tá, so ikki hevði verið gott gonguføri. Niclas sat og hugdi yvir á tann gamla. Sá eitt sindur bilsin út. »Tygum eru ikki gonguførur longur,< helt hann við tann gamla. Tann gamli sat enn og stardi. Reistist aftur og fór yvir til vindeygað. Setti hend- urnar á karmin og hugdi oman móti bygdini. Niclas reistist. Hundurin byrjaði aftur at goyggja. Tann gamli segði einki, stóð bert og hugdi. Hann vendi sær á móti Niclasi og risti á høvdinum. Niclas læt hurðina upp og fór útum. Tann gamli stóð eina lotu og eygleiddi hann, meðan hann fór gangandi omaneftir. Hann helt, at vindurin var nakað minkaður nú. Fór út aftur í gongina og læt seg í styvlarnar. Tók so keppin og setti hann á hevdið. Jú, nú man vera betur, helt hann við seg sjálvan, læt hurðina upp og fór á dyr. Gekk so spakuliga omaneftir. Vindur- in var beint ímóti, so tað bilti ikki so nógv. Enn einaferð fekk hann høvi til at fara út um dyr, helt hann. Tað kundi vera so skjótt hvønn vegin. Konan hevði ligið tvey ár í songini. Hann var raskur enn, men tó feldi hann á beinunum, at tey ikki høvdu somu kreftir at bera hann, sum tå hann var yngri. Hann fekk tár í eyguni av vindi- num. Mátti turka sær við lummaklútinum, so hann aftur kundi síggja. Hann fór ikki heilt oman í bygdina, tað hevði hann ikki kreftir til. Steðgaði á eina lotu, fyri at hvíla seg eitt sindur, vendi so niðan aftur. Tyngri var at ganga niðan aftur, sjålvt um vindurin var við honum. Tá hann kom niðan til húsini, hoyrdi hann hundin goyggja innanfyri. Hann lat út- hurðina upp, so hundurin kundi sleppa út. Hund- urin leyp á dyr og fór stórleypandi niðan eftir bo- num. Ja, so fimur var tú einaferð. >Kom higar við tær,< rópti hann eftir hundinum. Hann var farin skeivur av Niclasi. Hevdi sitid og hugsað um Niclas. Hann var tann einasti, ið hugdi niðan til hansara. Tað var lætt at fara skeivur og helst tá hann sat fyri seg sjálvan og hugsaði. Tá kundi alt tala ímóti, sjålvt um hann ongantið hevði mistrúð honum nakað. Tað var ti torført hjá hon- um at skilja, at lív menniskjans var so ymiskt. Sjálvur var hann illtrúgvin, og hetta komst helst av teim mongu ferðunum yvir um fjall í svartasta myrkri og kavaroki. Hetta veður hevði fílað hugsan og gerðir hansara, so hann ongantið hevdi verið í iva um seg sjálvan. Ofta kendust menniskju eftir. hvar tey búðu. Her uppi millum fjøllini var einki at siga til, um hann var bæði hulin og ill- trúgvin. Hesir óndu dalar, ið gapaðu móti honum hvenn morgun, tá hann dró gardinurnar frá og opnaði vindeygað, høvdu bart hann so til, at vera hansara var vorðin seig, og ofta so, at hann var ræddur fyri sær sjálvum. Men venur ein seg við seg sjálvan, man helst einki vera at bera ótta fyri. Aftan fyri hesar eginleikar, var sjálvandi eisini vit. Hann var broyttur soleiðis av egnum vísdómi. Eitt konufólk hevði ávirkað ferðir hansara. Avís fjøll vóru illa gongd, men tey fluttu seg ikki, tey vóru sett soleiðis, at bert tey kunnugu og best gongdu kundu ganga har. Men Niclas var nú ikki ræddur, sjálvt um hann var afturvendur. Hetta var ein menniskja. Skilligt er at Kambar ræða, hyggur ein beint niðan móti fjallinum. Hann er slættur í erva, mjådur og skurslutur á báðum sid- um. Fjøli tala á ymiskan hátt. Kambar hava sin. Hetta er duld og depur tala, eingin skilir hana. Orðini verða segd á so ymiskan hátt og so nógva staðni ísenn, at menniskjans oyru ikki makta teim- um. Myndir eru eisini orð. Um kveldarnar kundi hann sita framman fyri vindeyganum á kamarinum og hyggja niðan móti Kambum. Av fyrstan tíð var tað konan, ið hevði fingið hann til hetta. Hon var komin við so nógv- um áhugaverdum, at lív hansara var broytt frá tí degi tey fluttu nidan her at búgva. Hon livdi í síni verð, men hon hevði lært hann nakað um hesa verð, hesa stjørnuklåru verð. Nú hann mintist. Eitt undur fyri og annað eftir verða fødd inn í hendan heim. Í hverjum menniskja er tað fjalt okkurt útyvir tað, ið vidføtt er, men kemur hetta sjáldan til kennar, tey eru bangin fyri at nærkast sær sjálvum ov nógv. Konan hevði opinberað seg fyri honum hesar næturnar frammanfyri vindeyg- anum. Tað var tápuligt at tosa um hvítklæddar skarar, og siga, at tað vóru hesir, ið hevdu myndað hana. At tað vóru hesir, ið sendu geislar igjøgnum likam hennara og fingu hana til at gera hetta og hatta, men soleiðis var menniskjan nú einaferð. Alt hevði sína frágreiðing, tó so, einki mátti mis- fatast av ollum ti, ið til er. At Kambar høvdu lagt orð í munn hennara og síðan honum, skilti hann fullvæl. Kambar sóust ikki í myrkri, uttan so mán- in lýsti á teir. Var tað so, at sólin var frammi um dagin, ja, so sást hver tinna á Kambum. Niclas kundi hava sína hugsan. Hann var trúgv- andi maður. Eitt lív uttan hægri máttir kundi ein menniskja ikki liva, hevði Niclas sagt. Sjålvt um Niclas helt hetta, vóru tað mong, ið ikki trúðu. Tey vóru sum deyðagras. Tá hetta var sagt, var helst ikki vert at siga meira um tey, tey høvdu onga von um lív. Vit vóru fødd at vera, sum vit eru, hevði onkur sagt. Hann var sostatt sín egin. Tað var einki, ið talaði ímóti hesum, hetta var soleiðis. At hann sat her, gamal og gráur, ja gamal í hvussu var, slapst ikki undan. Tað vóru helst mong, ið sd