fríggjadagur 23. desember 1977síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
j
[
Sy
=
VEGNE De
Nr. 90 — 23. desember 1977
tóku synd í honum. Hesi góvu seg sjáldan til kenn-
ar uttan í orðum. Niclas harafturímóti, var hjálpin
og segði eg ikki undan. Var hetta ikki av tí góða?
Niclas var føddur soleiðis, ell henda góðska var
løgd í hann. Nú kom hon fram í ljósið. Kanska var
tað, ti hann var gamal. Tað kundi hugsast. Øll
náttúran hekk saman og hvert smáting mátti til,
fyri at skapa tað stóra. Hetta var hansara hugsan,
ið sat her uppi á einum torvkassa. Á hverjum torv-
kassa runt um í bygdini funnust aðrar hugsanir,
men her uppi var bert tann eina. Tað høvdu verið
tvær, men bert ein torvkassi.
Tá hann hugdi aftur í tíðina, gloymdi hann ofta
tey ár, ið hann hevði livad best. Årini, hann hevði
livað, høvdu kravt nógv av honum; tað vóru ikki
lett spor og lættar byrðar. Hugdi hann at hond-
unum, restaði ein fingur á hverjari. Á hegru
tummilin og á vinstru lítli. Teir fóru aloftast, men
sjálvandi var hetta ikki komið av sær sjálvum.
Fóru ikki fingrarnir, var helst annað og verri farið.
Hann mátti sjálvur rætta seg eftir, at hann heyði
mist fingur á hverjari hond. Hugdi hann á knøini,
vóru tey hovin og sóu út sum knútar, hetta var
komið av gongdini yvir um fjall.
Hundurin lá og svav á gólvinum. Av og á hoyrdi
hann tunga andadrátt hansara. Nú, ið dagarnir
styttust, mátti hann fáa greiðu á, hver hundin
skuldi hava. Hundurin var fimm ára gamalur. Í
fimm ár hevði hundurin livað í hesum húsi. Best
mundi vera at skjóta hundin. Hann var vorðin
góður við dýrið, so illa vildi hann geva tað upp í
hendurnar á nøkrum ødrum. Hesum kenslum vildi
hann ikki stríða ímóti. Soleiðis var, tá ein gjordist
góður við okkurt, men slapp ein sær skjótt av við
tað aftur, ja so var alt gloymt.
Konan var farin so brádliga, men hann hevdi als
ikki verið syrgin eftir deyða hennara. Hann hevdi
væntað tað í heili tvey ár, so tað var kanska einki
at siga til. Í skýnum, hevði konan sagt, har í teim
endaleysu hæddum. Blástur av túsundtals ba-
súnum, mitt í hesum hvellu ljómum, metast vit.
Ein vælsignað vissa, skarin av dýrkeyptum,
klæddir í klæði einki mannaeyga fyrr hevur
skoðað. Ja, hetta var sanniliga nakað at gleða seg
til. Hetta vóru síðstu orð hennara. Hvussu kundi
hann vera syrgin, ið hevði hoyrt hetta. Hann var
vorðin glaður og vónin birtist aftur í honum, sjálvt
um hann var eina eftir.
Hann hevði okkurt, hann vildi siga við konuna,
men hetta mátti bíða til kjøti3 var burtur. Hesir
sosialurin
lepar, hann tók í ermuna, ið hann var samansettur
av, høvdti sjálvandi hjálpt honum gjøgnum lívið,
men teir vóru av ti onda. Hann hevði so mangan
havt fortreð av teimum, men teimum slepst ikki
undan. Soleiðis var gongdin, fyrst í hesum líki, so í
ødrum. Tað var helst ikki uttan orsøk, at soleiðis
skuldi vera. Likamið var nevnt í skriftini. Likam
hansara var roynt og hevði staðið seg igjøgnum
mong ár. Hann hevði gingið nógv og lyft manga
tungu byrðuna, so hansara likam var friskt, og
hann visti, at í tí friska likaminum búði frisk sål,
men soleiðis var tað helst ikki, at tað var meint.
Soleiðis sæð, var hansara likam likamliga friskt.
Kom hann at hugsa um sálina, sá hann altíð eitt
null fyri sær. Sjálvandi var tað tápuligt av honum
at samanlíkna sálina við nakað, eingin visti um
hana at siga, men hann hevði altíð sett hesi bæði í
samband við hvert annað. Her var talan um virði
og skapi, tað visti hann fullvæl, men soleiðis kundi
hann sita og samanlíkna. Tað var eins og kom
hetta yvir hann, ja, kanska var hetta ein spíri av
elli. Ella eisini ein veikleiki, hann ikki nóg tíðliga
hevði ansað eftir.
Best mundi vera at ragga sær oman á kamarið.
Fyri hverja ferð hann fór út úr kekinum og til
songar, var tað, eins og innast inni, bað hann far-
væl til alt inni í kokinum. Har stóð komfýrurin.
Gelendarin framvið komfýrinum bar merkir eftir
hond hansara, eftir honum hevði hann strokið
hondini óteljandi ferðir. Klovin hekk á vegginum
uppi yvir komfýrinum. Klovan hevði hann brúkt
til so mangt, hundurin hevði onkuntid kent svidan
um lendarnar eftir honum. Hundurin var eitt
góðdýr. Honum heyði hann altid ringast við at fara
frá.
Tá hann morgunin eftir var vaknaður og skuldi
setast upp undir seg, mátti hann ásanna, at sjálvt
tað besta kveldið kundi føra við sær dapran
morgun. Hann royndi at toga seg aftureftir og
spenna beinið móti hinum songarendanum, men
hvussu sterkir armar hansara enn vóru, kundi
hann ikki fyri pínu í rygginum. Tað restaði helst
lítið í, men pínan var nógv og neit inn á merg, so
hann mátti detta afturáaftur og hugsunnarsamur
stara upp undir loft. Var spegil undir loftinum,
hevði hann sæð andlit sitt enn einaferð, men nú var
ikki annað at gera, enn at bíða til onkur fór at
koma á dyrnar. Hann smiltist fyri seg sjálvan sum
hann lá. Kundi ikki lata vera við at smílast. Tað
Síða 15
var bara hetta vanliga smílið, ið hann hevði gingið
við ell hesi árini. Hverjum hevði hann smilst at?
Nú komu ymiskar myndir uppi undir loftinum,
hann sá ymisk andlit. Tey vóru sterri enn verulig
andlit. Konan var ímillum teirra, men henni visti
hann, at hann kom at meta aftur. Visti ikki rættu-
liga, um hann var fróur ella syrgin. Streyk hondini
aftur eftir skallanum og turkaði síðan vætuna úr
eygunum. Fekk ofta tár í eyguni, tá hann lá og
stardi upp undir loft.
Hundin hoyrdi hann, so gekk hann, so hoyrdi
hann hundin leppa, so at skava upp á hurðina sum
hann altíð var vanur at gera. Í morgun komi eg
ikki, hvussu fegin eg vildi. Men hundurin kundi
væl láta eina hurð upp. Fekk hann stovuhurðina
upp, kom hann eisini inn á kamarið. Jú, nú hoyrdi
hann hurðina ganga. Mundi tað vera hundurin ella
kanska Niclas? Nei, tað var hundurin, ið kom
snoddandi inn á kamarið. Áh, hvat vælsignað at
síggja hundin aftur. Nú kendi hann seg sum
barnið, ið nóg væl var farið at ganga, og sá móðir
sína koma aftur eftir at hava verið úti. Hann
royndi at toyggja seg, so hann kundi klappa hund-
inum á ryggin, men hann rakk ikki, tað var sum
spenti okkurt ímóti aftanfyri og helt honum frá.
Men hundurin var sakleysur.
Hundurin kom yvir til songina og stakk trýnið
inn um songarstokkin. Hann skuldi siga okkurt
við hundin, men hoyrdi einki. Hann visti, at hann
við innara oyra hevði hoyrt seg tosa fyrr, men nú
hoyrdi hann einki. Hann hevði eisini hoyrt seg tosa
á bandi, og tann reddin var heilt ólík henni, hann
hoyrdi við tí innara oyranum. Nú var málið farið.
Hann hevði altíð verið tigandi, ongantið talað ilt
um nakran, men nú hevði hann einki mál og kundi
sostatt einki siga. Royndi at gera tekin við vinstru
hond, so hundurin skuldi fáa honum buksurnar,
men hundurin skilti einki av hesum, royndi aftur,
men hundurin vildi tá koma upp til hansara.
Hevdi Niclas funnið uppá at komið nidan og sagt
honum, hvussu dóttirin hevði tað. Niclas hevði
hann altið kunna tosað við. Niclas var eitt av teim
menniskjum, Guð hevði skapað til gleði fyri onnur.
Ein blóma var sprottin og hana sóu øll, ið gingu
framvið urtagarðinum. Hetta kundi hann siga um
Niclas uttan at taka munnin ov fullan. Hann feldi
seg láta við munninum, men hoyrdi einki. Niclas
hevði ein boðskap til oll. Ikki so nógv í orðum, men
meira í gerðum og lyndi. Fyri honum kundi Niclas
mangan vera so undarligur, samtíðis sum hann
visti, hvussu nógv hann helt av honum. Niclas fór
ikki frá honum.
Fekk sovorðnan hug til at lesa um hetjurnar í
skriftini, trúarhetjurnar, men hann mátti smílast
og samtíðis angra, tí nú fekk hann ikki rætt seg
eftir Bíbliuni. Nú var tað sum at síggja vandan í
eyguni og hoyra deyðagras grógva. Hví ikki heldur
royna at minna seg á tær góðu leturnar saman við
konuni? Fyri hana var tað, sum at stíga úr einum
báti yvir í annan, tá hon var farin higani. Sjálvur
var hann óvissur og sá seg standa í báti og stíga út
í myrkasta hav og hægstu bylgju. Konan hevði í
seinastu orðum sínum nevnt gleðina, tá hon kom
at meta honum aftur. Ein trælur gerst fríur og
leitar sær skjól hjá øårum harra — kundi hann nú
hugsa um seg sjálvan. Hann hevði ikki gjørt óndar
gerðir, men tað var lítið og hvussu tað var livað, ið
hann nú kom at hugsa um. Frelstur var hann, tað
kundu konan og Niclas sanna, men hvussu fjørd-
urin var rógvin? Alti3 kom hann at hugsa um
snotuliga farið hjá Niclasi og beinu kós hansara
móti málinum. Kósin var sett og ti var umráðandi
at stýra so beint sum møguligt, og hesum hevði
Niclas megnað til fulnar. Niclas hevði ikki verið
firtin yvir at sæð hann í eftirbåti, men hevði altid
eitt troystarans orð til hansara.
>Tað var nakað eg ætlaði at tosa við teg um,«
skuldi hann siga við Niclas. Hann hoyrdi enn redd-
ina fyri sær, ti henda dagin hevði hon verið lág-
mælt og hás. Hann hevði ikki fingið sagt meira við
Niclas, tí tå var tað, at pinan kom. Niclas hevði
verið hjá honum alla náttina og hevði lisið úr Bíb-
liuni, og tá væntaði hann, at náttin var komin —
náttin, ið konan hevði tosað um.
Ólavur í Beiti