Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1977síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 sosialurin Nr. 90 — 23. desember 1977 Føroyar i Framtidarmynd, lånt úr »Fuglaframa«, skrivað av »Réki« i 1899 Alt síðani tíðindatráðurin (telegraf) úr Onglandi yvir Feroyar til Íslands var liðugur í 1912, hava vit havt toluligt samband við útlandið. Fast skipa- samband við útlandið hava vit tó enn ikki meir enn triðja hvønn dag. Men tað er tó væl afturímóti sum fyrr var. Í sínari bók »Føroyars framburður síðani 1885< skrivar Ragnar Høgnason, at Føroyar í 1892 bert eina ferð um mánaðin hevdu fast skipasam- band við útlandið. Hvat sambandið oyggjarnar millum viðvíkur, so hava vit nú 8 elektrisk skip, sum flyta góðs og ferðafólk, fyri uttan 10 smærri elektriskar bátar, sum ganga aftur og fram á fjarðunum og sund- unum. Av hesum gongur ein hvønn tíma úr Vest- manna yvir um sundið til bygdina Oyragjógv, sum nú hevur 1400 fólk. Eftir Ragnar Hegnasons bók settist tann fyrsti maður har 1904; bygdin er altso ikki eldri enn 56 ár. Oyragjógv hevur nú 8 virkihús (fabrikkir), av teimum eru 4, sum gagngera seið, livur og slógv. Áðrenn fólk settist niður har, høvdu vágamenn árabát standandi á Oyragjógv, sum teir ari brúktu til at ferðast yvir um sundið við. Tá var eingin bygd uttan Slættanes á allari tí síðuni á Vágoynni, sum vendir móti sundinum. (úr >Svantes viser< eftir Benny Andersen leysliga umsett) Náttin er kald, lívið er stutt vinirnir flyta enn longur burt tungan er troytt nú og sálin er tung mitt gongulag er nú bert afturgongd so royn at halda lagið vátt náttin er ung enn vit hava tað gott... sorlaðar fløskur — pylsupappir royni at flenna — steðgi so á dálkaðar stjørnur og ørvitistos og rópan og ropan og eplamos so royn at halda lagið vátt náttin er ung enn vit hava tað gott mødi og grátur — illsinnisyl tagnaður látur — fánaði smíl tannpina, svøvnloysi hvar ið tú fert men lívið er altíð ein fílin vert so royn at halda lagið vátt náttin er ung enn vit hava tað gott. Eisini úr Kvívík gongur elektriskur bátur til bygdina Fútaklettur, sum er enn yngri enn Oyra- gjógv og ikki var bygd fyrr enn í 1912. Av hinum bátunum skal nevnast, at ein gongur aftur og fram millum Leirvík og Vág, ein á Skopunarfirði, ein millum Haldórsvík og Eiði, ein millum Tveroyri og Øravik, ein millum Våg og Lobra og ein millum Stengurnar og Klaksvík. Mál-(telefon) og tíðindatræðrir ganga bygd úr bygd og oy úr oy. Nettupp meðan eg siti og skrivi hetta ber máltráðurin boð um, at getumenn hava sæð grind fyri 5 minuttum síðani. Tó at eg veit meg vissan í at sleppa í drápið, gagnar tað mær einki at fara avstað, tá eg ikki hoyri til distriktið. Ragnar skrivar, at fyrr, áðrenn máltráðurin kom, fingu allir part, sum komu í drápið, men tá so máltráðurin var komin, gingu grindaboðini so skjótt, at næstan allir, sum vildu, náddu í drápið; ti varð avgjørt, at bert teir, sum hoyrdu til distriktið, skuldu fáa part. Jarnvegir við elektriskum vagnum eru enn bert í Suðuroynni, Sandoynni, Vågoynni, Streymoynni, Eysturoynni og Borðoynni. Longsti jarnvegur í Feroyum er í Streymoynni; hann gongur runt um oynna fram við bakkanum. Fyri uttan gongur ein jarnvegur eftir fjøllunum úr Havn til Vestmannar. Koyrivegir eru fyri uttan millum bygdirnar, til tey náttúruvakrastu og sjáldsamastu plássini í landinum. Hvussu aftarlaga Feroyar stóðu við vegum, enntá so seint sum í 1899, sæst av Ragnars bók. Hann hevur nakrar tekningar av vegum og vegarbeiðum í 1899, sum fyri okkum nú í tíðini sær ógvuliga markottligt út. Alt vegarbeiðið var tá í tíðini gjørt av >pligtmonnum.< Enntá millum tær frægastu bygdirnar mátti maður bera á sínum egna baki tað, hann vildi flyta. Fyrverkari i heilsølu Esmar Hansen, heilsøla tif. 11644 og 13584 pf Poul Hansen Friggjadagin tann 30. desember verða goymslur okkara í Havn, á Tvøroyri og á Glyvrum stongdar all- an dagin. Vit takka øllum viðskiftafólkum okkara fyri skjótt farna árið og ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt gott nýttár. pf Poul Hansen # A Br LT AS