leygardagur 7. januar 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSÍalUrin
Nr.1
Leygardagin
7. januar 1978
51. árgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
Allir hesir bilarnir
forkoma tjóð tykkara
Tá eg kom til Havnar, helt eg, at her var
okkurt serligt á vási. Bilar og aftur bilar í
longum ráðum, so langt eyga rakk.
At hetta skuldi vera hvønndagssjøn í
hesum lítla høvudsstadi, gjørdi meg
heilt bilsnan og ovfarnan
Soleidis sigur ein ungur
belgiari um Føroyar, fyrs-
tu ferð hann vitjar henda
vegin. Hann er eingin
vanligur ferðamaður.
Bilar og aftur bilar í longum rødum, so langt eyga rakk
Pierre Peeters, 23 ára
gamal, er úr Bruxelles,
hevuðsstaðnum í Belgiu,
og hann er komin higar í
arbeiðserindum. Sum
fotografur vil hann nevni-
liga gera eina myndabók
um Feroyar, ið vísur lívið
hjá fólkinum, ið býr á hes-
um oyggjum.
Búð á vallara-
heiminum
Pierre kom til Feroya
beint fyri jól. Hann helt
jól á vallaraheiminum í
Havn og nýggjár á vall-
araheiminum í Klaksvík.
IM Mi SEER mm |
— Fólk eru so blíð og
vinsom her, men mær
dámar einki, at tit eru so
bitin av bilismuni, allir
hesir bilarnir forkoma
land tykkara, sigur Pier-
re. Hann hevur verið í
Klaksvík í eina viku og
heldur fyri, at tað skuldi
ikki verið neyðugt at havt
bil á einum so lítlum plássi
sum Klaksvík. Men...
leggur hann aftrat, bilfør-
ararnir eru ógvuliga ham-
puligir, altid verður steðg-
að, tá ein skal tvørtur um
vegirnar.
Kemur aftur
í summar
Tað er ikki lagamanni at
gera eina myndabók um
Feroyar, sum visur fólkið
á ellum árstíðum. Tað veit
Pierre væl, men hann
ætlar at gera álvara av
ætlan síni. Hesar 3 vikur-
nar hann hevur verið í
Feroyum, hevur hann tik-
ið knappar 1000 myndir.
Hann ætlar at koma aftur
í juni og steðga her í tveir
mánaðir. — Tá eg fari
heimaftur til Belgiu, havi
Pierre Peeters ger myndabók um Feroyar
eg við mær 5000 myndir,
og av teimum skal eg
brúka 150 til bókina
Visti einki
um Føroyar
Pierre greiður víðari frá,
at fyrstu ferð hann hoyrdi
um Feroyar var fyri fleiri
árum síðani Eg kom
heilt av óvart fram á eina
bók hjá forlagnum Reader
Diegest. Í bókini vóru
greinir og myndir frá
teimum vakrastu plássu-
num í Europa. Eisini vóru
nakrar síður um Feroyar
Eg gjørdist hugtikin av
hesum oyggiaflokki og
setti mær sum mål at fara
til Føroya at
myndabók
Vit spurdu nú
um hann hevur góðar vón-
gera eina
Pierre,
ir at sleppa av við eina tí
líka bók
hann, at vanligi europear
Til hetta sigur
in á meginlandinum veit
lítið og einki um Føroyar
ti her er
ein tjóð, sum fyri ein stór-
an part enn ikki er oyði-
løgd av åvirkanini frá idn-
aðarlondunum i Vestur-
heiminum. Ein tilik tjóð
má hava áhuga her suðuri
hjá okkum.
— Tað er spell:
Útsynningur ella út-
synningur vestan megi
6 til 8. Samdrigið, regn
og toluligt sýni. Hitin
millum 6 og 8 stig.
Á middegi klárar
hann væntandi í. Nak-
að kaldari millum 4 og
6 stig. Annars skýggj-
að, okkurt ælið og gott
sýni.
Í morgin hækkar
hann í vestan ella út-
nyrðing megi 4 til 6.
Skýggjað, okkurt
regn- ella vátakavaæl-
ið, annars gott sýni.
Hitin millum 3 og 5
stig.
Bumbu-
sprongingar
í Havn
Fleiri kraftmiklir brest-
ir vóru at hoyra í høv-
udsstaånum um árs-
skiftið. Hesir komu
ikki av smuglaðum
»kanonsløgum«, men
av innanlands fram-
leiddum »bumbum.«
Tilfarið til hesa
framleiðslu er fyrst og
fremst koparrer og
krút. Seinnapartin
nýggjársdag brast ein
av hesum bumbunum
úti við Sandá og tað
var um tað reppið, at
koparrerið rakti tveir
menn, sum spákaðu á
Velbastaðvegnum.
Rendi á
ein barnastól
Seinnapartin hósdagin
rendi ein bilur á ein
barnastól á Bumsham-
arsvegi í Klaksvík.
Eitt tvey ára gamalt
barn var í stólinum,
sum koppaði, men tað
fekk ongan skaða.
Maðurin, sum koyr-
di, fór frá staðnum,
men hendingin var frá-
boðað til politiið. Poli-
tiið fann fram til hann
seinni hóskveldið.
Hann segði seg ikki
vera greiðan yvir, at
hann hevði koyrt á
barnastólin, men við-
gekk, at tað meguliga
kundi vera hann, sum
hevði koyrt á.
Útlendingar 8.500 fiskidagar
innanfyri føroyska fiskimarkið
Í tidarskeidinum frå 1. april til 31. desem- 9 útlendskir
ber i fjør hava útlendsk fiskifør havt til-
samans 8.500 fiskidagar innanfyri før-
oyska fiskimarkið
Hetta vísir ein uppgerð,
sum vaktar- og bjarging-
artænastan hevur gjert
fyri árið í fjør.
Skip úr niggju ymsum
londum hava roynt undir
Feroyum í hesum tíðar-
skeiðinum. Bretar hava
havt flestu fiskidagarnar
undir Feroyum. Bretsk
fiskifør hava tilsamans
havt 2.833 fiskidagar und-
ir Feroyum i tidarskeidi-
num frá apríl til nýggjárs.
Fiskifer
70 bretsk
Fiskidagar
2833
69 norsk 2094
48 vesturtýsk 600
70 fronsk 1475
25 russisk 1300
2 eysturtýsk 79
4 islendsk 56
3 svensk 21
3 polsk 37
Tilsamans 8.495
Tey skip, sum eru farin ut
av føroyskum fiskiøki, og
komin inn aftur, eru tald
sum tvey skip i yvirliti-
„ num.
trolarar tiknir
I farna åri tok føroyska
vaktar- og bjargingar
skipið Tjaldrið tilsamans
niggju útlendskar trolar-
ar, fyri annaðhvert at
hava nýtt ólógligan reið-
skap ella fyri at hava trol-
að ólógliga.
Bjargingartænastan
hevði í farna ári tilsamans
95 reiðskapskanningar. Í
22 førum var reiðskapurin
ikki í lagi sambært tær
reglur, sum eru galdandi.
Í árinum hevur Bjarg-
ingartænastan havt 70
hjálparveitingar. Av teim-
um vóru 58 sleip. meðan í
hinum førunum er veitt
onnur hjálp