leygardagur 7. januar 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
- im telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
Sosialurin box 76. 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
Jogvan Jespersen
Sosialurin
Dimmalætting
Uppséting
Prent
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar úr SOSÍALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Kapprenningin
Í SEINASTU Dimmalætting í 1977
hevur formaður sambandsfloksins
drúgva nýggjársgrein. Hann ger
støðuna upp og metir um, hver nú
eigur tøkkina fyri, at årslitini í 1977
hava verið so góð og niðurstaðan er
sjálvandi tann, at sitandi landsstýri
als onga tøkk eigur uppiborna.
TAÐ ER áhugavert at lesa, at for-
maður sambandsfloksins aftur nú
kemur við atfinningum móti lands-
stýrinum fyri tað, at landsstýrið
hevur hækkað partafelagsskattin,
at tað hevur avmarkað skattligu av-
skrivingarnar og lagt fram uppskot
um, at studningurin úr landskassa-
num verður broyttur til lagalig lán.
HANN SIGUR eisini, at øll minnast
kapprenningina eftir byggisáttmál-
um, sum í undanfarnu árum fór
fram miilum jól og nýggjár. Og víð-
ari skrivar hann, at í ár er ongin
kapprenning og hetta kemst av, at
landsstýrið hevur avmarkað av-
skrivingarnar í inntøku, sum ikki
stavar frá skiparakstri.
MEN TÓ gloymir hann, at summi av
teimum skipum, sum sáttmáli varð
gjørdur um millum jól og nýggjár
eru seld aftur til Noregs, at onnur
liggja vegna manningartrot og at
uppaftur onnur sigla við undirmann-
ing. Og so aftur til kapprenningina
millum jól og nýggjár.
VIT SÍGGJA jólamannin fyri okk-
um, tað er sjálvur jólaaftan. Hann
kemur við posa á baki. Posin er full-
ur av loyndarmálum. Jólamaðurin
teskar monnunum í oyrað, at í Før-
oyum tørva skip, so tit mugu gera
skipabyggisåttmålar, um ikki ar-
beiðs- og inntøkuioysi skal vera. Og
tå id høgtidin er av fara menn at
renna.
NEI, ÅLVARATOS, veit Pauli Ellef-
sen ikki, at veruliga orsøkin til, at
menn fóru upp at renna millum jól
og nýggjár, var tann, at ein sáttmáli
skuldi gerast, soleiðis at forskots-
avskrivingar kundu takast við á
komandi sjálvuppgávu?
sosialurin
Gudstænastur
Havnar kirkja: Hans J.
Joensen; Vesturkirkjan:
Kjartan Mørkøre; Kirkju-
bøur: Høgni Poulsen;
Tjørnuvik: Axel Tórgarð;
Glyvrar: Jéhs. Follend;
Elduvik: Torkil Beder kl.
12, altargongd; Strendur:
Niels Pauli Danielsen kl.
12, altargongd; Klaksvik:
Jåkup Magnussen; Kun-
oy: Henning Bøgesvang;
Hvannasund: Salomon
Joensen, kl. 12 altar-
gongd; Hvalba: Elsa
Funding, aitargongd; Fa-
mien: Johan Weihe.
Í ollum kirkjum í Nes
sókn gongur talvan til fra-
ma fyri heidningamissión-
ina.
Filadelfia
Í dag kl. 16 verður nytt-
ársveitsla fyri tey eldru.
Adventista-
samkoman
Í dag kl. 10 bíbliugransk-
ing og kl. 11 gudstænasta
v/ C. D. Andreasen á Ad-
ventistaskúlanum við
Hoyvikstjørn.
KFUM og -K,
Klaksvik
Sunnukvøldid kl. 18 er
meti v/Andrassi Mið-
skarð og kl. 21 ungdóms-
meti v/Åsbjørn Lóma-
klett.
Hvalba
Sjómansveitsla verður í
missionshåsinum í kveld
kl. 18.30 í sambandi við 25
ára stovningardagin. Øll
eldri enn 14 ár kunnu lut-
taka.
Tvøroyri
Sjómansveitsla verður i
missiónshúsinum í kveld
kl. 19.30. Oll eru vælkom-
in.
Nr. 1 — 7. januar 1978
Missiónshúsið
á Viðareiði
Meti sunnukveldið kl. 18
v/ Martin Hammer, trú-
boðara. Ungdómsmeti v/
sama kl. 21.
Lærarasetan
Skúlastjórnin boðar frá,
at Johan Joensen er settur
sum lærari á Tveroyrar
skúla frá 1. august 1976 at
rokna.
Lýsingar
Lýsingar til mikudags-
blaðið mugu vera blað-
num í hendi í seinasta
lagi kl. 10 týsdag. og
til leygardagsblaðið í
seinasta lagi hósdag kl.
| 18.
søstalurin
byrjar månamorgunin 9. januar
við nógvum góðum tilboðum
T.d. jakkar
jakkar
cowboybuksur
cowboybuksur
floyal buksur
floyal vestar
T shirt
blusur
cowboy kjólar
o.m.a.
fyrr 218, —- nú 118, — kr.
fyrr 198, - nå 98,— kr.
fyrr 2,-— nú 118, — kr.
fyrr 138. -nú 78,— kr.
fyrr 58 -nú 25,— kr.
nú 40, 50 og 60 kr.
fyrr 264, — nå 168, — kr.
BOKJARABREKKA
Tórshavn,
Box 93, tif. 1.4159