Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. januar 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Nr. 1 — 7. januar 1978 sosialurin Veida svartkjaft lo Føroyingur vid týskum havrannsóknarskipi Frå 10. januar leitar vesturtyska havrann- sóknarskipið Anton Dohrn eftir svart- kjafti vestan fyri Føroyar. Við skipinum eru fleiri fiskifrødingar við kunnleika til svartkjaft, teirra millum eisini føroying- urin Hjalti í Jákupsstovu. Hjalti starvast sum fiskifrødingur á fiskirannsóknar- stovuni á Debesartrød í Havn, sum hev- ur fingið innbjóðing frá týskum fiski- myndugleikum at lata ein føroying vera vid undir kanningunum Endamálið við kanning- unum er at vita, um svart- kjafturin ferðast suðureft- ir frá Norðhavinum til Rock All í januar, og um hann gongur í so stórum torvum, at tað lenar seg at reka fiskiskap á hesi ársins tid. Higartil hevur svartkjafturin verið veiddur í tíðarskeiðinum frá apríl til juni, meðan hann gongur norðureftir vestan fyri Feroyar. Fingu svartkjaft í januar Vesturtýska havrann- sóknarskipið Anton Dohrn hevur áður gjørt ti- Merkt stórseið líkar royndir eftir svart- kjafti. Fyri tveimum árum síðani komu teir fram á svartkjaft í januar mán- aði. Geva royndirnar hesa ferð eitt úrslit, er megu- leiki fyri, at feroyingar kunnu ekja munandi um veiðuna eftir hesum fiska- slag. Hetta hevur ikki minst týdning fyri ein stóran part av fiskiflota- num, sum so við og við er vorðin útihýstur frá flest ollum ødrum fiskileiðum. Hjalti við Tað er ikki av tilvild, at týskarar hava boðið ein- um føroyingi við, nú hesar týðandi royndirnar verða gjørdar. Hjalti í Jåkups- stovu hevur hollan kunn- leika til júst svartkjaftin. Áðrenn hann kom til Fer- oya at arbeiða, starvaðist hann á fiskirannsóknar- stovuni í Bergen. Her stóð hann á odda fyri teimum kanningum, sum norð- menn hava gjørt við svartkjaftinum. Stórur stovnur Fiskifrødingar meta svart- kjaftin at vera ein sera å- hugaverdan fiskastovn. Hóast torført er at siga við vissu, hvussu stórur stovnurin er, so visa kanningar, at hann er millum 6 og 10 milj. tons. Tað er einki at ivast í, at svartkjafturin í fram- tíðini fer at fáa týdning fyri fiskivinnu føroyinga. Veiðan eftir hesum fiska- slag er heldur nýggj, so spurningar, sum viðvíkja bæði veiðu og selu eru ikki loystir til fulnar enn. Í dag fer hesin fiskur til mjel og lýsi, men fleiri lond gera royndir við svartkjafti sum matfiskur. runt Nólsoynna Fiskirannsóknarstovan heitir á fólk at lata fiskamerkini aftur Fiskirannsóknarstovan hevur í oktober merkt um- leið 800 stórseiðir ymsa staðni runt Nólsoynna við akkersmerki. Tey eru gul og merkt DAN ella DA og eitt tal. Fyrr í ár hevur Fiski- rannsóknarstovan merkt laks undir Feroyum við plastikkmerkjum við reyðum liti. Alla staðni har føroy- ingar fiska á mið- og fjar- leiðum merkja aðrar tjóðir On Laksamerki ymisk sløg vid ymsum merkjum. Arbeidid at merkja er kostnaðarmikið og tidar- krevjandi, og tad byggir å ta fyritreyt, at folk senda merkini aftur. Alt arbeidid er burtur- spilt um fólk ikki senda fiskamerki tey finna inn til Fiskirannsóknarstovuna. Fyri at eggja fólki til hetta letur Fiskirannsókn- arstovan samsýning fyri tey fiskamerki, sum send fuglaringur akkersmerki verða inn, við upplýsing- um um slagið av fiski, hvar fiskurin er fingin, við hverjum reiðskapi, dagur og hver hevur funnið. (Hvat, hvar, hvussu, nær og hver). Um tað er mø- guligt vil Fiskirannsókn- arstovan fegin eisini hava upplýst longd og vekt og nytrar ella roðsla av fisk- inum. Fyri hetta letur Fiski- rannsóknarstovan fyri øll fiskamerki 10 kr. Peters2zn-knappmerki erm „pn Á rom mor ! j VALE RANT MARA „19 4, mw Síða 3 ar: Veiðipláss og tíðir har týskarar hava fingið svartkjaft mai 1974 — mai 1975 T1 føroysk skip fingið fiskiloyvi Harumframt er sekt um loyvi til 11 trol- arar innanfyri norska fiskimarkið Higartil hevur Fiskivin- nustovan givið 71 fer- oyskum fiskiferum veiðu- loyvi í fremmandum sjogvi. Allir teir 22 idnadar- trolarnir, sum høvdu søkt um loyvi at veida innan- fyri norska fiskimarkið, sunnanfyri 62 stig, hava fingið hetta veiðuloyvi. Við hesum loyvum fylgja ongar avmarkingar. Tey galda alt árið. Harumframt hevur Fis- kivinnustovan sekt um veiðuloyvi til 11 føroyskar trolarar innanfyri norska fiskimarkið, norðanfyri 62 stig. Men hesi loyvini eru ikki klár enn. 40 skip loyvi Tilsamans 40 skip hava fingið loyvi at veiða inn- anfyri islendska fiski markið. Av teimum hava 6 trolarar og 19 línuskip fingið loyvi at fiska ísfisk. Hesi loyvini eru fyribils bert givin fyri januar mánaða. 15 kraftblokkaskip ha- va eisini fingið loyvi til at veiða lodnu innanfyri is- lendska fiskimarkið. Eftir fiskiveiðusáttmálanum millum Feroyar og Ísland hava feroyingar loyvi at veiða 35.000 tons av lodnu undir Íslandi, og skipini kunnu byrja fiskiskapin týsdagin. Sáttmálin setur tó ta treyt, at hægst 8 før- oysk lodnuskip mugu veiða - innanfyri islendska fiskimarkið í senn. Umframt hesi loyvi hevur Fiskivinnustovan eisini givið 9 skipum loyvi til at veiða eina ávísa nøgd av saltfiski við Flemish Kap og New Foundland. Fráboðanar- skyldan Skipini við Flemish Kap og New Foundland hava onga fráboðanarskyldu, tí tey royna í altjóða sjógvi. Men øll hini skipini, sum royna á fremmandum leiðum, hava fráboðanar- skyldu. Tey skulu boða frá, tá tey fara inn á fremmandu fiskiøkini, við Norra skulu tey boða frá hverja viku, meðan tey royna á norskum eki, men undir Íslandi og við Fer- oyar skulu tey boða frá hvenn dag. Skipini hava eisini skyldu til at boða frå, tá tey fara ut av øk- inum. +