Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juli 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 126 - 5. juli 2002 B36 piltarnir vunnu silvur í Brande Cup 2002 seinasta vikuskiftið, og tveir spælarar vórðu heiðraðir UTTANLANDSFERÐ Páll Holm Johannesen Seinasta vikuskiftið luttóku tvey piltalið hjá B36 í Brande Cup í Jútlandi. Van- ligt er, at ítróttarfeløgini gera uttanlandsferðir við ungdómsliðum júst hesa tíðina av árinum. Liðini plaga at vera burtur í eina góða viku, og kappast verð- ur við javnaldrar úr fleiri londum. B36 hevur gjørt uttan- landsferðir við ungdóms- liðum í eini 12-15 ár, og aftur í ár hevði felagið valt at lata piltarnar fara uttan- lands. Endamálið við uttan- landsferðunum er bæði at samansjóða tey ungu, og at leikarnir sleppa at royna seg ímóti javnaldrum frá øðrum londum. Umframt teir dagligu dystirnir, verða útferðir gjørdar við spæl- arnum. Stuttleikalundirnar, so sum Legoland og Som- merland, eru vælumtókt vitjanarstað hjá teimum ungu, so hagar gongur ofta leiðin hjá ítróttarfeløgnum. Foreldrini skipa fyri Í samband við uttanlands- ferðirnar eru tað oftast for- eldrini at børnunum, ið standa fyri fyrireikingun- um. Foreldrini skipa ein so- kallaðan foreldrabólk, og hesin skal so virka fyri, at pengar fáast til veða til utt- anlandsferðina. Innsavn- ingin fer fram við ymiskum tiltøkum, ið foreldrabólkur- in stendur fyri. Tiltøkini fevna vanliga um lutseðla- sølu, bingo, tombola og sum nakað nýtt, eru neyta- mykjukappingarnar eisini blivnar liður í innsavningini til uttanlandsferðirnar. Umframt at hjálpa til við tí peningaliga, so plaga fleiri foreldur at fara við sum leiðarar. Vanliga er tal- an um ein stóran skara av ungum ítróttarfólki, so neyðugt er við nógvum hjálparfólki á sjálvum túr- inum, og eisini har plaga foreldrini at taka eina hjálp- andi hond við. Spældu seg fram í finaluna B36 stóðu seg rættiliga væl í kappingini í Brande. B36 1 spældi seg heilt fram í finaluna, meðan tað gekk minni væl hjá B36 2, ið tapti allar dystinar í kapp- ingini. B36 1 endaði í bólki saman við donskum og týskum liðum, og har eydn- aðist tað koma víðari sum nummar tvey. Leygardagin spældu B361 tríggjar dyst- ir, og vunnu teir teir allar. Bæði í áttindapartsfinaluni og fjórðingsfinaluni vunnu B36 1 tepurt og hálvfinalu- dysturin gjørdist ein sannur gysari. Eftir at dysturin ímóti Lemvig GK endaði málleysur, var farið til brotsspørk, og havna- dreingirnir vunnu 5-4. Í finaluni sunnudagin møttu B36-piltarnir B1921, og tá máttu teir lúta fyri spælarn- um av Falster. Dysturin endaði 3-0 til B1921. Karmarnir um finaluna vóru rættiliga stórsliðnir, í mun til hvat piltarnir eru vanir við. Nógvir áskoðarir vóru til dystin, og bara tað at leikarnir sluppu at marsj- era inn á vøllin, og at nøvn- ini á vórðu rópt upp undan dystinum, blivu spælarnir rættiliga bergtiknir av. Tveir spælarar heiðraðir Siður er í kappingini í Brande, at teir spælarnir, ið skjóta skjótasta mál og hava besta málmansavrikið, verða heiðraðir av fyri- reikarinum. Skjótasta málið og besta málmansavrikið fall í ár B36 í lut. Í bólkaspælinum vunnu B36 1 tann eina dystin heili 14- 0, og longu eftir 18 sekund, hevði B36 fingið mál. Brandur M. Nolsøe skeyt málið, og fekk hann eina ítróttartasku í heiðursgávu afturfyri. Ikki nokk við tí, tá kappingin var av, mettu fyrireikarnir, at B36- piltarnir eisini áttu besta málverja í kappingin. Henda heiðurin fekk Hanus Dahl Johannesen. Í heiðursgávu fekk hann einar málmanshandskar. Í samband kappingina um norðurlanda- meistaraheitið í Svøríki seinast í mán- aðinum, hevur U17-landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen, úttikið endaliga hópin. Í samband við fyrireikingarnar til kappingina fer U17-landsliðið at leika ein venjingardyst ímóti ungling- unum hjá ÍF. Dysturin verður fríggja- kvøldið 5. juli kl.19.00 í Fuglafirði. NM-kappingin verður í svenska býn- um, Luleå, og føroyingarnir eru endaðir í bólki við Onglandi, Noreg og Svøríki. Leikskrá: 30. juli Ongland-Føroyar 31. juli Noreg-Føroyar 02. august Svøríki-Føroyar 03. august finaludystur Føroyska U-17 landsliðið sær soleiðis út: Gunnar Nielsen, Svenn Dam Jacob- sen, Emil N. Leifsson, Páll M. Joensen, Jónas Tór Næs, Johan Mouritsen, HB, Heini Kristiansen Skála, Símun Louis Jacobsen GÍ, Fritleif í Lambanum ÍF, Justinus H. Hansen NSÍ, Ragnar Mor- tensen TB, Poul N. Poulsen VB, Ovi Magnussen, Johan Petur Poulsen B68, Julian Samuelsen, Urbanus Olsen, Steffan Kallsø KÍ, Bogi Hermansen B36. Leiðarar Bill McLeod Jacobsen U17-landsliðsvenjari og Pætur Clem- entsen U17-hjálparvenjari Í samband við dystirnar í heyst, hevur U19-landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, boðað frá úttøkuvenjing í næstu viku. Mikudagin 10. juli verður vant tvær ferðir á Svangaskarði, og hósdagin 11. juli venur U19-landsliðið í Gunda- dali. Í samband við venjingina hósdag- in, skulu U19 og U17 landsliðini spæla innanhýsis dyst á Tórsvølli kl. 17.00. Hesir leikarar hava fingið boð um at møta: Jann Ingi Petersen B68, Bjarni Jørgensen, Rókur Jespersen, Rani D. Christiansen, Eli Thorsteinsson, HB, Marni Djurhuus, Búgvi Øster, Hans Pauli Samuelsen, EB/Streym, Bárður Danielsen, Hanus Thorleifson, Áki Petersen, Skála, Mortan Johannesen, Bergur Midjord, B36, Høgni Madsen, Sverri Ellingsgaard, ÍF, Kai Ennigarð, Magnus Skoralíð, GÍ, Rasmus Nolsøe TB, Justinus R. Hansen NSÍ, Símun Samuelsen, Allan Kjærbo VB, Ingi Højsted Arsenal. Leiðarar: Jógvan Martin Olsen, venjari, Mathias Davidsen, Bill McLeod Jacobsen, Pætur Clementsen B36-piltarnir í Danmark Úttøkuvenjing til U19-landsliðið U17-landsliðið endaliga úttikið Allir 31 B36-piltarnir samlaðir uttanfyri skúlan, har teir gistu B36 1 vann silvur í Brande Cup 2002, eftir at teir máttu lúta fyri B1921 í finaluni C M Y K 24 Nr. 126 - 5. juli 2002 25 VIÐMERKINGAR John S. Myllhamar Náttúrliga átti innlegg sum hetta at staðið í málgagn- inum hjá Heimamissiónini, "Trúboðin", men tann ó- demokratiska kós, sum blaðið liggur á, loyvir ikki øllum at koma við mein- ingum, atfinningum ella rættleiðingum, og tykist tað heldur pravdaiskt, tá ið øll verðslig dagbløð annars loyva tí. Ein kirkja hevur ymiskar arbeiðsgreinar. Soleiðis eisini okkara føroyska kirkja. KFUM & K, Blái Krossur, Bróðurringurin á Havinum, sjómansmissión, heidningamissión og skóta- arbeiði eru nakrar av funktióninum. Hetta er alt arbeiði, sum kirkjufólkið á ymiskan hátt ger, kennir kall til, og dugir at skilja ímillum hvat er hvørt. Blái Krossur hevur ikki sítt arbeiði millum sjómans- kvinnuringarnar, líka lítið sum Bróðurringurin á Havinum hevur sína funk- tión í skótarørðsluni. Eisini Hin Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum (hereftir HM) var ein arbeiðsgrein í kirkjuni, lík teimum, sum nevndar eru omanfyri. Hennara upp- gáva og einasta endamál var, sum eisini liggur í navninum, og sum tað stendur, ella í hvussu so er hevur staðið í lógskipanini: "... at starvast fyri at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi ...", Talan er um, millum kirkjufólkið heima í Før- oyum. Til hetta arbeiði veitir kirkjufólkið stuðul til HM. Og til at fremja hetta arbeiði, hava flestu missi- ónshúsini kring landið skrivað undir at vera við í arbeiðinum. HM skuldi ikki vera ein kirkja, sum hevði aðrar greinar undir sær. Heimamissiónin við kirkjuligari funktión. Men nú er farið undir at raðfesta onnur ting, ma. at dríva heidningamissión, sum er eitt heilt annað arbeiði - í heidningalond- um. Tey í okkara landi, sum kendu kall at fara út í heidningalond við gleði- boðskapinum, vóru útsend frá kirkjuni; so stóð kirkjufólkið, íroknað missi- ónsfólkið, aftanfyri hesi við forbøn og fíggjarligum stuðli. Men nú hevur HM tikið sær eina kirkjuliga funktión, ið innsetur heidn- ingatrúboðarar, sum als ikki er hennara borð, tá ið hon ikki er (ella var) ein kirkja. (Mær vitandi eru tað bara prestar, sum verða innsettir, trúboðarar vera útsendir) Heidningamissi- ónin ger arbeiði sítt soleiðis sum tað skal vera gjørt, og har tað eigur at vera gjørt. Men løgið, samstundis sum farið er undir at dríva og raðfesta heidninga- missión, gremja somu persónar seg um, hvussu illa stendur til við kirkju okkara her heima. Her haltar. Luthersmissiónkir og karismatiskir tendensir Luthers Missión hevur sæð hesar missiónsgreinar, úti og heima, sum eitt og tað saman, eins og ymisku samkomurnar gera, tí teir síggja tað frá einum sjálv- støðugum kirkjuligum sýni. Luthers Missión er ikki ein arbeiðsgrein í kirkjuni á sama hátt sum HM. Hóast hon byggir á evangelisk luthersku læruna, er hon bæði lá- og ókirkjulig og hevur altíð mett seg meira sum ein samkoma, ser- stakliga seinastu árini. Tað gevur seg til kennar við eitt nú altargangi í missi- ónshúsum, enntá uttan prest, og einum eftir okkara tykki ógreiðum sýni í spurninginum um endur- føðing. Altargangur uttan fyri kirkjuna hevur til hendan dag í HM verið mett sum kirkjubrot. Tað ið eisini hevur eyð- kent boðskapin í HM er, at vit gjørdist kristin í dópin- um. Viltist ein burtur, men kom aftur, var sagt: Hann/hon vendu um. Tí var líknilsi um burturfarna sonin tað mest elskaða millum HM fólk. Hann, sum ikki vendi heim, men heimaftur. (sitat Carl Moe formaður) Nú hevur HM nógva- staðni somu læru sum Luthers Missión og aðrar rørslur og samkomur, har fólk siga: Eg gjørdist ein kristin og var endurføddur tann ella tann dagin, eg vendi um. Her hevur danska Indre Missión støðugt púra greið- ar reglur bæði hvat mein- igheit (kirkjuliði), endur- føðing og umvending við- víkur. Formaðurin Christ- ian Poulsen hevur nýliga á ársmøtinum í Herning sligið hetta púra fast Teir luthersk missiónsku og karismatisku tendinsir, sum eru í høvuðsstýrinum í HM í dag, hava ført missiónina inn á nýggja kós, og er tað harmiligt. Orðini hjá fyrrverandi formanninum Jóhan Weihe presti, sum søgd vóru í Havnar kirkju á einum ársmøti, eru møðuliga við at gerast veruleiki: "Tann dag Heimamissiónin er vorðin ein meinigheit, er hon ikki longur Heima- missiónin". At HM var yvirtikin sum føroysk, havi eg eisini ein part av skyldini í. Metti at tað var rýmiligt og eisini praktiskum grundum gjørd- ist lættari at hava høv- uðsstýrið í Føroyum. Men er hetta eitt av mongum mistøkum, ein havi gjørt. Øll hjartaliga vælkomin. "Øll eru hjartaliga vælkom- in óansæð hvørja samkomu tey so hoyra til" Soleiðis ljóðaði innbjóðingin í einari útvarpssending fyri tíð síðani, hugsi tað var "Í víngarðinum"av onkrum, sum stóð fyri einum tiltaki í Nesvík. Jú, øll hava altíð verið vælkomin til tey tiltøk HM hevur skipa fyri gjøgnum tíðirnar. Tað merkti kortini ikki, at so var vikið frá tí fólkakirkjuligu læruni, ella gjørd kompromis. Fólk vistu, at tey komu at hoyra bæði um dóp, altarborð og annað. Men í dag er hetta ikki longri tilfeldi. Ein prestur segði fyri mær ein dagin, at hann skuldi hava eitt evnið í Nesvík, og hevði hann fyrireika seg ma. at koma inn á sakra- mentini. Men har sótu so mong fólk úr øðrum samkomum, sum hann visti vóru heilt ósamd við sær, so hann visti ikki hvat hann skuldi gera. Fyri at eingin misskiljing skal vera, skal gerast vart við, at eg havi vinir innan allar samkomur í Føroyum, men eg komi ikki á møti hjá teimum, líka lítið sum teir koma í kirkju við mær. Men vit virða hvønn annan. Tey menniskjuni, ein hevur havt størstu trupul- leikar av, eru tey, sum siga seg vera økumenisk á tí lága støðinum, sum vit kenna tvørkirkjuligt arbeiði í Føroyum, hvar tingini, sum skilja vera tagt burtur, heldur enn hildin fram, soleiðis, sum vit kenna tað á hægri støði ymsastaðni úti í heiminum. Hvør læran í HM er, tykist vera líkamikið. Tað sæst best tá ið tú hyggur eftir hvørji verða send út, at hava eitt nú leiðaraskeið og at standa fyri ungdóms- legum; persónar, sum einki hava við kirkjuna at gera og aldri koma har, men sum kenna seg meira heima í kariskatisku samkomunum. Úrslitið verður hareftir. Ungfólk okkara koma heimaftur við spurningum um dópin og aðrar læru- spurningar, sum tey eru vorðin anfektaði við av øðrum ungum, tey hava verið saman við á legum í HM - øll vóru jú vælkomin. Alt hetta smittar so út- aftur í smáu samfeløgini. Bæði eg og aðrir av mínum starvsfelagum hava verið álopnir í Missiómshúsum, tí vit í talum okkara komu inn á sakramentini. Tí er als ikki lætt at vera trúboðari í HM her heima, sum vit so hjartaliga hava brúk fyri. Tað hvílir alt ov stór byrða á teimum báðum trúboð- arunum, sum eru eftir, og tað verður tvørligari hjá teimum at arbeiða tá ið nú høvuðsstýrið er farið at konsentrerar seg um heidningamissión og onnur ting. Skrivstovuveldi ella útiarbeiði Tað mikla skrivstovuveldi, sum ger seg galdandi í heiminum í dag, vindur eisini uppá seg innan kristiligt arbeiði, ikki bara í donsku fólkakirkjuni, sum vit sóu eitt grefligt dømi um í einari SV-sending nú eitt kvøldið, men eisini í HM ger hetta seg galdandi. Á mangan hátt er talan um ikki annað enn bert teldu- spæl. Hví ikki heldur leggja seg eftir at vitja fólk kring landið, sum sita einsamøll ella liggja sjúk? Her er nóg mikið at tríva í. Heldur brúka "ápostlarnar" og vera bunkarnar av pappíri fyri uttan. Sjálvur var eg úti í eini djúpari psykiskari kreppu fyri nøkrum árum síðani og tók sera sterkan heiluvág. Tá troppaðu einstøk starvs- fólk og leiðandi persónar í HM upp í heimi mínum, men ikki kann sigast teir høvdu serligt eyga fyri sálarrøkt, fyri umsorgan og fatan. Teir komu at morali- sera. Var tað nøkrum, eg ikki hevði tørv á tá, so var tað moralismu. Hesum for- stáilsi møtti eg haraftur- ímóti hjá prestum, sum als ikki vera góðkendir av høvuðstýrinum sum trúgv- andi. Síðani kom eg á sjúkrahúsið og lá har í mánaðir, støðugt sum medarbeiðari í HM, men fekk hvørki vitjan ella heilsan frá nøkrum av hesum, hóast nakrir búðu bara eitt hanagleiv frá sjúkrahúsinum. Eftir at eg kom burtur úr hesi kreppu, havi eg hvørki sæð ella hoyrt til nakran av hesum aftur. Trúføst missiónsfólk harmast Komi so langt kreftirnar røkka, út til møtir og guðs- tænastur kring landið, serstakliga á smærri pláss. Havi tí nakað av føling við hvat rørir seg á teimum ymisku støðunum. Spurdur av vinum í HM, um eg ikki hevði havt hug at byrjað aftur sum trú- boðari, er svarið, at tað kenni eg meg ikki føran fyri. og um eg hevði vilja verið óløntur frítíartrú- boðari er svarið: Eg hevði hvørki trivist ella verið góðtikin, men komið at kent meg fremmandan sum støðan í HM er í løtuni. At trúføst missiónsfólk eru sera ónøgd við núver- andi gongd, er væl skilj- andi. Hin vegin kemur gongdin óiva væl við hjá teimum, sum stríðast fyri, og sum altíð hava mett HM at vera eina samkomu, og sum tosa um meinigheit- inar í missiónshúsunum, Gomlu HM fólkini eru tolin, og bøn teirra er, at vit mugu fáa Hina Kirkjuligu Heimamissiónina í Føroy- um at virka aftur heima í Føroyum. Í løtuni eru bara heilt fáir heimamissións- menn limir í høvuðs- stýrinum. Tí hendir tað ikki uttan allir høvuðstýris- limirnir eru reiðiligir móti endamálsgreinini í HM, annars áttu teir at latið onnur komið í teirra stað. Tað er neyðugt við einum persóni við hegni og mynd- ugleika, um HM skal vera lív laga sum fólkakirkj- unnar missión her heima. Og tað verður ikki nøkur løtt uppgáva, hesin fær at lyfta. At nógvir prestar sein- astu árini, eftir at hava sitið stutta tíð í høvuðsstýrinum, eru farnir úr, eru vit hørm um, men vit skilja teirra grundgeving væl. Heimamissiónin, hvørs uppgáva er, at leita eftir teimum burturvilstu, er í løtuni sjálv burturvilst. Tí má hon fyrst finna seg sjálva, fyri at kunna finna onnur. Hin burturvilsta Heimamissiónin 25 Lesið Sosialin -tað loysir seg!