leygardagur 7. januar 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 1 — 7. januar 1978
sosialurin
Síða 9
Tað verða munandi
broytingar frá 1977 til
1978, men eins givið er, at
frá 1978 til 79 og 80 verða
eisini broytingar, og er ti
ikki beint at fyrigykla
fólki okkara og vinnu okk-
ara, at skjótt liggja allar
gotur greiðar fyri árini
framyvir.
Varsemið, sum í hesum
éri hevur verið sýnt frá al-
mennari síðu, er av onkr-
um mett at verða varandi
ílegusteðgur. Hetta er
misskiljing, tí sjálvandi
skal alla tíðina endur-
nýggjast og byggjast,
men tað má vera til teir
meguleikar, sum eru og
kunnu verða skaptir, og
eina tíð framyvir má tí
varsemi sýnast ílegum
viðvíkjandi.
Í 1977 eru keypt ella
bygd 28 fiskiskip og deks-
fiskifør fyri útvið 140 mill.
kr. og 2 farmaskip fyri 11
mill. kr., so iløgurnar
hava aftur verið óvanliga
stórar og skipatalið sterri
enn fyrr. Sum kunnugt
eru enn mong skip eftir at
koma i 1978 sum eru bi-
legd í 1977 ella 76.
Seld skip í 1977 eru 6
fyri 43 mill. kr.
Samlaði
útflutningurin
863 milliónir
krónur
Um árið 1977 kann sum
heild sigast, at tað hevur
roynst avbera væl hvat
innlegu viðvíkur.
Hóast trengri ræsur,
smærri kvotur, óvissu
stóran part av árinum um
tað, sum lá nakrar mán-
aðar frammi, er eydnast at
varðveita slíkar møguleik-
ar og finna nýggjar ó-
royndar, at einaferð enn
seta vit útflutningsmet og
urtøkumet. Tonsini sum
veidd eru undir hesum
broyttu umsteðum eru
eisini mong, um ikki eins
nógv og í 1976.
Útflutningurin er sam-
bært fyribilsuppgerð 863
mill. kr. mótvegis 631
mill. kr. í 1976 og 464 mill.
kr. í 1975. Hesin vekstur
uppá nærum 100% eftir
tveimum árum má sigast
at vera óvanligur og stav-
ar fyri ein part frá,“ at
fiskaverur eru um at
gerast knappheitsverur og
at fiskur og fiskaúrdráttur
gerst um ikki rikmanna-
kostur, so verur, ið meira
og meira hava eitt egið
andlit (identitet, teir rópa)
á marknaðinum, og ti eru
meira óheftar av prísunum
á eðrum matverum.
Afturat hesum stavar
veksturin í mun til 1975
partvis frá øktari veidu,
og i mun til 1976 partvis ti
tann virdismiklasti part-
urin er øktur, og ti mun-
andi meira er lagt upp å
land i Føroyum til virk-
ingar og er soleidis foredl-
að, at virdisøkingin veru-
liga ger vart vid seg i ut-
flutningstølum.
Vit kunnu valla vænta
slikan vøkstur komandi
årini, men ganga vit fram-
haldandi hesa leidina, at
vit ileggja (investera) i
virkismøguleikar å landi,
er tad gjørligt framyvir at
tryggja tann til samfel-
agsraksturin neyduga bu-
skaparliga vøksturin
sjålvt við eini munandi
minni veiðunegd enn
henni vit náddu í 1977.
Veitt góð
300.000 tons
Samlaða veiðan er gott
og væl 300.000 tons mót-
vegis 340.000 tonsum i
1976 og 285.000 tonsum i
1975.
I utflutningstølum er
roknað virðið av verum,
sum liggja á goymslu utt-
anlands, meðan goymslan
heima og umborð í skip-
unum, sum í negd er um
8.500 tons fyri 66 mill. kr.
ikki er iroknad.
Goymslutølini eru vaks-
in vid 14 mill. kr. sammett
vid somu tid i fjør.
Veidan undir Føroyum
er i årinum økt munandi.
Ur 64.000 tonsum upp i
87.000 tons. Veidd eru
10.000 tons fleiri av mat-
fiski og 13.000 tons fleiri
av svartkjafti, og veidan
undan Føroyum er nú
knapt 30% av samladu
veiduni, medan hon i fjør
var 19%. I virdi er Før-
oyaveidan sjålvandi mun-
andi størri partur enn
30% av utfluttninginum.
Eisini Islandsveidan er
økt munandi, ur 16.200
tonsum upp i 42.000 tons,
og er tað her lodnan, sum
er komin afturat.
Onnur øki har meira er
veitt eru altjóða ekið vid
Svalbard og Flemish Cap,
danskt-grønlendskt eki og
norskt-russiskt øki, med-
an afturgongd hevur verið
í norskum Norðsjóvareki,
kanadiskum eki og serliga
stór afturgongd á EEC-
eki í Norðsjónum.
50.000 tons
av toski og hýsu
undir Føroyum
Undir Feroyum er tað
serliga hýsuveiðan, sum
er økt og samanlagt eru
veidd 50.000 tons av toski
og hýsu. Heildarveiðan av
hesum stovnum kemur tí
at liggja eini 10—11.000
tons omanfyri ta heildar-
veiðu uppá 52.000 tons,
sum fiskifrødingar hava
tilmælt. Góð 5.000 tons
eru veidd av upsa, men er
hetta, hóast dupult so
nógv sum í fjør, bert lítil
partur av loyvdu heildar-
veiðuni uppá 45.000 tons.
Í 1978 verða tiltøk at
fremja sum ekja upsaveið-
una og avmarka toska- og
hysuveiduna, - og sam-
stundis eigur meira at
vera veitt av longu, blá-
longu, kongafiski og bros-
mu, meðan virkað verður
fyri at framleiða matverur
og úrdrátt úr hesum fiska-
sløgum, sum geva hægri
prís enn galdandi er í dag.
Í farna ári byrjaði tann
neyvari stýringin av iløg-
unum og tillagingin til
troytan av givnum kvota-
meguleikum, sum eg um-
reddi í fjør. Tá varð sagt,
at frælsi at fara var burt-
uri, meðan skylda at fara
kundi koma ístaðin fyri.
Væl kom kortini burtur
úr í 1977, men í 1978
mugu vit ganga enn long-
ur á hesi leið, og eg vil
endurtaka, at við skila-
góðum fyriskipanum inn-
an teir givnu karmarnar
kann framtíðin roynast
okkum eins drúgv og um-
steðurnar, sum vóru.
Men innan hesar givnu
karmar verður avgerandi
neyðugt at akta tær
reglur, tey loyvi, tey bann
og ta fráboðanarskyldu
sum avtalað er, tað fer
ikki at bera til at nýta
sama mynstur í 1978 sum
árini frammanundan, har
skiftast kundi millum ym-
isk eki alt eftir hvar regl-
urnar vóru tær linastu.
Tiverri hava vit i sam-
rådingum vid adrar kent,
at teir ikki alt ov væl lita å
tær einstøku uppgåvurnar
frå føroyskum skipum,
men hava vit har kunna
vist å, at hetta eru trupul-
leikar allar tjóðir hava at
byrja við. Men framyvir
verður eftirlitið strangt,
og kann tá ein einstakur,
sum ikki fylgir givnum
reglum gera stórt spell,
ikki bert ímóti sjálvum
sær, men ímóti vinnu-
meguleikum okkara sum
heild.
Haldi ti tað er neyðugt i
kveld at strika hetta undir
so álvarsliga sum gjørligt.
Møguliga yvirskot
å gjaldsjavnanum
Innflutningurin er i
1977 eisini vaksin, men
lutfalsliga ikki eins nógv
og útflutningurin.
Mett er, at innflutt er
fyri góðar 900 mill. kr.
ímóti 790 mill. kr. í 1976,
men sum nevnt er aftur í
ár óvanliga nógv nýtt til
skipakeyp, og harvið til
tryggjan av framtíðar út-
flutningi.
"Tad er útlit til, at
gjaldsjavni Feroya fyri
fyrstu ferð í nekur ár aftur
sýnir yvirskot, hóast
beinleiðis handilsjavnin
sýnir eitt minni hall.
Peningaumfarið í landi-
num hevur í 1977 verið
munandi størri enn
frammanundan, og visir
hetta eisini, at keypiorkan
er stor og umsetningurin
hareftir.
I årinum sum før fingu
vit nyggjar såttmålar inn-
an øll arbeidsøki å landi og
er útlit fyri at sjóvinnan
kann undirrita sínar í
januar. Útlit skuldi tí
verið fyri enn einum skeiði
við arbeiðsfriði. Virðið av
hesum kann ikki metast
nóg hegt. Skipaði viður-
skifti á arbeiðsmarknaði-
num, har feløgini sjálvi
koma til sættis, sleppur
okkum undan mongum
spelli, sum grannalondini
hava havt at stridast vid.
I løgurnar å landi i virk-
isbyggingar, serliga út-
byggingar til viðgerð av
ektum feskfiskalanding-
um, í sethúsabygging,
skúla-, vega- og havna-
bygging hava alsamt ligið
høgt, ja omanfyri hædd-
ina frá kreppuárunum
1974 og 1975, tá so nógv
var strongt á frá almenn-
ari síðu at halda hjólini
igongd, og uttanlanda
låntøkurnar vóru stórar til
tess at tryggja hesum
virksemi.
Fleiri týðandi
og nýskapandi
lóggávur
Vit ganga inn í seinasta
árið av einum landsstýris-
skeiði. Tann setningur,
samgongan setti sær, er
ikki ailur loystur enn, hó-
ast væl er fingið frá hond-
ini av tí, semja var um.
Innan fleiri týðandi máls-
eki er kortini ikki rokkið
tað, sum ætlað var, men
man nekur samgonga
hava havt so lítlan setn-
ing, at alt varð loyst eftir
fýra árum?
Stórmálini, sum fyri
hava ligið viðvíkjandi at
tryggja vinnumeguleikar
hava tikið munandi meira
tið enn fyrr. Talið av sam-
ráðingum er økt munandi
og hevur hetta sjálvsagt
tarnað viðgerðini av eðr-
um málum landsstýrið ar-
beiðir við, men ætlanin er
so kortini at leggja fyri í
komandi tingsetu fleiri
týðandi og nýskapandi
lóggávur. Her er hugsað
um landsbankamålid,
bruttoskattaskipan, val-
log, dagpeningaskipan,
nyggja husabyggilog-
gåvu, samskipan av allari
skulaumsiting, lóggávu
viðvíkjandi landleiðini og
fleiri onnur mál, sum tað
vónandi eydnast tinginum
at finna frægar semjur
um.
Tað er eisini ætlan sam-
gongunnar, at sosiala
trygdarskipanin fram-
haldandi skal útbyggjast
og at tilboðini um al-
menna service ikki skulu
minka, men vaksa líðandi
við vekstrinum í orku
okkara.
Vit liva í einum demo-
kratiskum samfelag við
talu-, trúar- og skrivi-
frælsi og vilja verja hetta
demokrati av ellum alvi
ímóti viðgongdum rersl-
um av ymsum slag bæði
innan- og uttanlands.
At árið 1977 hevur
roynst friðarligari enn áð-
ur um meginpartin av
knettinum, kann gleða
einhvenn føroying, eins og
vit gleðast um, at verulig-
ar royndir til at finna
semju í miðeystri nú verða
gjerdar.
Hepnast okkum
at produsera
okkum
úr kreppuni
Við árslok spyrja vit,
um tað legna fyribrigdi
kann halda fram, at Fer-
oyar hava havt ein hákon-
junktur meðan Vestur-
nar, og í eðrum lagi kemur
dollarvirðið at telja nakað.
Sáttmálar eru sum
kunnugt fingnir við øll
londini uttan EEC-felags-
skapin, og í januar sæst,
hvussu útlitið fyri semju
har verður. Enn hava vit
vegna tervandi semju inn-
anhýsis í EEC ikki fingið
nóg gott tilboð frá EEC,
men vónandi batnar hetta
og vónandi eydnast okk-
um og denum at loysa teir
trupulleikar, sum stand:
ast av, at aðrir enn ríkis-
borgarar nú eiga rætt til
medavgerå um gren-
lendskan og danskan
sjógv.
Sáttmálarnir eru reinir
fiskivinnusáttmálar, såm
bæði vit og danir hava
góðtikið, og stríða tí ikki
politiskt ímóti teirri kós
vit hava hildið.
Tað sigst at nýggi tjóð-
bankastjórin í U.S.A. í
búskaparligari hugsan
liggu nærri Keynes enn
hin undanfarni, sum helt
seg til avmarkandi hugs-
anir Milton Friedmanns.
Hetta skuldi merkt ekt
virksemi í U.S.A. og hó-
ast dollarin harvið kanska
viknar fyribils, skuldi økt
virksemi uppá longri sikt
komið teimum til gagns,
sum selja skulu í U.S.A.
Landsstýrið hevur tí
gott treysti fyri árið 1978,
men avgerandi er, at vit
øll kýta okkum og út-
búgva okkum, tað er tað
sum fremst av Bellum
treytar vælferðini.
Dugnaskapur, útbúgv-
ing, arbeiðssemi krevst av
ellum, sum virka skulu
innan eitt vinnuliv, sum
meira og meira krevur vit-
an og kunnleika av ein-
Sáttmálar eru fingnir við ell londini uttan EEC-felags-
skapin. Her verður sáttmálin við Sovjetsamveldið und-
irskrivaður í Tinganesi re
heimurin annars knogvar
undir arbeidsloysisoki og
buskaparkreppum?
Orsøkin til at so hevur
verid, er fyrst og fremst,
at politikkurin vid at pro-
ducera seg burtur úr
kreppuni heppnadist okk-
um, ti fiskur bleiv vøra,
sum varå keypt hoast låg-
konjunktur i keyparalond-
unum, meðan onnur lond
sum royndu tað sama, eitt
nú Svøriki, komu fyri ti,
meira at framleiða til
goymslurnar (lagrini), og
letur hetta seg, sum kunn-
ugt, ikki gera í longri tíð.
Viðvíkjandi framhald-
andi búskaparligum við-
ráki veldst fyrst og fremst
um, hvussu tað eydnast at
tryggja veiðumeguleikar-
staka arbeiðaranum, fiski-
manninum, starvsfólki-
num og leiðaranum. Her
hava feroyingar megnað
ikki at gerast eftirbátur og
gevur hetta gott treysti til
framtíðina.
Heldur ikki í 1977
sluppu vit undan svárum
missum, og mong sita ein-
samell við sorg ella trup-
ulleikum har onnur so lítið
kunnu veita hjálp. Okkara
djúpasta samkensla og
samhugur er við hesum
okkara tegnum.
Feroya landsstýri og eg
sjálvur ynskja ellum fer-
oyingum burturi og heima
eitt eydnuberandi og gott
nýár og Harrans signing
við ti virki hver av okkum
skal inna framyvir.