leygardagur 7. januar 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nyggjårsrødan hjá løgmanni 1977:
Tað er skei
sosialurin
Nr. 1 — 7. januar 1978
vt at fyrigykla
fólki og vinnu okkara,
at skjótt liggja gøturnar greiðar
Endaliga kvotu- og veiðumynstrið vil liggja greitt,
tá vit vita, um vit fáa sáttmála við øll tey lond,
har vit hava áhugamál, og tá greitt er, um útlit er
fyri varandi samvinnu við hesi lond.
Góðu landsmenn.
Tær álvarsligu broyt-
.ngar, sum fyri ári síðani
stóðu fyri í vinnugrundar-
lagi okkara føroyinga, tå
vit vistu at fyrst í árinum
fóru fiskimarkini út á 200
fjórðingar, eru nú framdar
fyri ein part, og vit hava
liva undir nýggjum treyt-
um eina tíð.
Tær leiðir okkum var
fritt at fara á, kunnu nú
bert roynast um tað ber til
at tinga sær rætt til hetta
í sáttmálum við aðrar um
sínámillum fiskiskap ella í
sáttmálum um loyvi til at
troyta tað av annara, sum
tey ikki nýta sjálvi.
Havi ofta nevnt, at
treytir okkara í mong ár
vóru tær, at vit ongantið
kundu liggja sjóvarfallið
av okkum viðvíkjandi
neyðugum strukturbroyt-
ingum í skipaflota okkara
so hann hóskaði sum best
til teir meguleikar, ið eru,
og so hann best var ferur
fyri at skapa nýggjar mø-
guleikar.
Vit koma tí ofta at vera
fyri tí, at ílegurnar eru
Garnaskipini Lækkaklettur, Hamraberg og Reynsatindur. Í ár vóru tað garnaskipini,
sum ikki sluppu í ta veiðu, tey hava rikið í nekur ár undir Grenlandi. Eitt annað ár er
gjørdar fyri tað stutta tid-
arskeiðið ein åvisur megu-
leiki er, og at tíðin at av-
draga iløguna tí gerst i
styttra lagi.
Vit hava kortini megn-
að at framt neyðugar ný-
lløgur og umleggingar og
verður hetta eisini lagið
nú aftaná nýskipaðu rætt-
arviðurskiftini á havinum.
Partar av okkara flota
koma ivaleyst framyvir
meira óvart at vera fyri
bakkestum orsakað av, at
meguleikar knappliga
ganga undan, atfaðhvert
tí at aðrir sjálvir nýta teir,
ella tí at afturgongd í fis-
kastovnunum ger, at
fremmand veiða skal av-
markast.
Í ár vóru tað garnaskip
okkara sum ikki sluppu í
ta veiðu, tey hava rikið í
nekur ár undir Grenlandi,
eitt annað ár er tað ein
annar bólkur av skipum
sum noyðist at fara undir
umleggingar.
Stuðulslóggávan
ov lítið liðilig
Samfelagið hevur eftir
ferimuni veitt stuðul til
slíkar | broytingar, og
hevur tað munað, men fyri
samfelagið er avgerandi,
hvussu metast kann um
úrslitið hjá skipaflotanum
sum heild, og hvussu fer-
oysk vinna sum heild
greiðir sínar skyldur.
Fjeltáttanin, sum verið
hevur seinni árini, og sum
hevur borið í sær fleiri
nýggjar vinnugreinar,
mong nýggj skipasløg og
ymsar nýggjar veiðuhætt-
ir til áður óroyndar veidur
og leiðir, ger at samfelagið
betri orkar at loysa trup-
ulleikarnar hjá einstøkum
tættum innan vinnulivid.
Ein vansin er kortini, at
okkara stuðulslóggáva er
ov lítið liðilig, og stuðul tí
i mongum feri verður
veittur yvir ein kamb til
allar partar av vinnuni,
eisini har hann í letuni
ikki tykist vera fyri neyð-
ini. Studningsskipanir og
veðhaldsskipanir hava
lyndi at gerast generellar,
ti myndugleikarnir ikki
eru ferir fyri at gera neyð-
ugar broytingar.
tað ein annar bólkur av skipum, sum noyðast at fara undir umleggingar
Suðringur, nýggjasti isfiskatrolain í føroyska fiskiflotanum. Í 1977 eru keypt ella
bygd 28 fiskiskip og deksfiskifer fyri útvið 140 milliónir krónur
Hevdu vit bygt inn í
skipanir = okkara tann
smidligleika, sum gjerdi
at stuðul var veittur með-
an trupulleikar vóru, men
sum samstundis elvdi til,
at vinnan lagaði seg eftir
nýggjum treytum, soleiðis
at orkan veruliga kundi
nýtast har, ið á stóð, fingu
vit eisini í longdini ein
betri og ódýrari rakstur av
vinnu okkara.
Demi um hesa óliðilig-
heit er, at vit farnu tvey
árini, sum veruliga hava
verið góð ár, framhaldandi
hava latið oljustudning,
eisini til tann partin av
flotanum, sum hevur havt
tey frægastu úrslitini, og
sum nýtir mestu oljuna,
meðan vit ikki hava
megnað at stuðla nóg
mikið til rakstur og ratio-
nalisering av línudriftini,
sum skal uppihaldast,
skulu ikki summar av
teim kvotum, vit eiga,
verða óveiddar.
Rætt er tað, sum fram
verður fert, at tann part-
urin av flotanum sum
gongur frægast, leggur
mest eftir seg til sam-
felagið og harvið mennir
orku tess, men harfyri
vildi kortini verið skila-
gott at nýtt hesa orku
eftir meira fjeltáttaðum
mynstri, meira differenti-
erað, sum nú verður tikið
til.
Vinnan viðgerast
út frá heildar-
sjónarmiði
Ein av teim vansum,
sum liggja í kjalarverri-
num av umleggingini av
fiskimarkunum er, at ein-
støku skipini eru meira
bundin at åvisum leiðum
og fiskasløgum og ikki
longur eiga møguleika at
velja millum ymsar fjar-
leiðir, millum fjar- og mið-
ella nærleiðir alt eftir hvat
gevur bestu úrtekuna.
Grundarlagið fyri lønandi
vinnu er ti nakað skert,
men fyri samfelagið er tað
av týdningi, at allir møgu-
leikar verða troyttir, og er
ti neyðugt at eiga amboð
til at tryggja hetta, og eitt
teirra er ein liðiligari
studningslóggáva, har
vinnan verður vidgjørd út
frá heildarsjónarmiði, og
har teir ymsu veiðuhætt-
irnir bera hvenn annan
uppi.
Hetta er ikki í tráð við
hugsanina um — »fria«
kapping, men tann dag,
meguleikarnir fyri frítt at
gera iløgur innan allar
vinnugreinir eru skerdir,
er heldur ikki møguligt at
kappast frítt.
Steðan er nú vorðin
hon, at bert er pláss til
ávíst tal av rækjuskipum,
ávist tal av saltfiska- og
feskfiskatogarum, ávíst
tal av kraftblokkaskipum
0.Ss.fr.
Tað hevur tí eisini í
farna ári verið neyðugt at
halda aftur við játtanum
til nýggjar skipailøgur,
meðan hugsað verður um
og virkað verður fyri at
fáa tað endaliga kvotu- og
veiðumynstrið til vega.
Hetta vil liggja greitt,
tá vit vita, um vit fáa
sáttmála við øll tey lond,
har vit hava áhugamál, og
tá greitt er, um útlit er
fyri varandi samvinnu við
hesi lond. DO