leygardagur 7. januar 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AAA
Nr. 1 — 7. januar 1978
sosialurin
Síða 7
Bygdamenning er landsmenning
Í dag:
Zakarias Wang,
studentaskúlalærari
— Ynskja vit bygdamenn-
ing, so noyðast vit at
leggja haft á tað privata
fyritaksemið, og t.d. nýta
tað politiska valdið til at
siga, at eitt virki skal lata
arbeiðslen til fólk frá tí tey
eru farin frá húsum um
morgunin til tey eru heima
aftur um kveldið. So hevði
tað verið skjótt, at tað
loysti seg betur at flyta
veruna enn fólkið. Men
sum er, verður hetta ikki
gjert í okkara samfelag,
og bygdamenning sæst
sera lítið til, skrivar Zak-
arias Wang m.a. í panel-
greinini.
Tað er rós uppiborið, at
Sosialurin hevur tikið ein
tátt upp um bygdamenn-
ing í paneli sínum. Hetta
er eitt mál av alrastersta
áhuga fyri okkum, og er
ikki sørt av altjóða orða-
skifti um tað heldur. Eitt
av teimum fremstu ritum,
ið komin eru innan hetta
orðaskifti er bókin hjá
Ottar Brox, >Hvat hendir
á bygd<, sum er komin á
føroyskum. Hon viðger
viðurskifti, sum minna so
nógv um okkara, sum
nakað útlendskt kann, tí
hon er um fiskimenn og
bendur heilt har norðuri í
Noregi, og tann, sum
hevur hug til at fáa hópin
av tilfari til hetta orða-
skifti kann fáa tað haðani.
Tað, sum eyðkennir
okkara land, er nevniliga
at fólkið býr í bygdum.
Hver bygdin hevur, síni
serligu eyðkennir, sína
serligu mentan og sítt ser-
liga bygdamál. Alt hetta
ger, at tey sum eru vaksin
upp í eini av hesum bygd-
unum helst av ellum
ynskja at sleppa at búgva
har. Hendan kenslan og
hetta ynski er nakað, sum
landsins myndugleikar
eiga at stuðla á besta hátt,
ti verður skipað so fyri, at
fólk sleppa at gera so sum
tey ynskja, so verða tey
glað fyri at búgva í hesum
landi, og álit er í teimum,
tá tey tungu tekini skulu
takast.
Men hvat skal so gerast
fyri at fólk sleppa at
búgva har,
ynskja?
Fyrsta treytin er hon,
at tey fáa eitt grund-
stykki, har tey kunnu seta
síni hús. Hvat gera lands-
ins myndugleikar í so
máta?
Tað er syndarliga lítið.
Tað skuldi verið ein sjálv-
fylgja, at hver einasta
kommuna í hvørjari ein-
astu bygd hevði byggi-
bugvin grundstykkir
liggjandi, sum tann kundi
fáa, sum ynskti át fara
undir at byggja. Men so er
ikki, og tað er ikki so
frægt, at landsins mynd-
ugleikar hava gjert eina
lóg, sum sigur, at hetta er
ein kommunal skylda.
Kommunurnar hava skyl-
du til at geva fólkum inni-
vist, men hava ikki skyldu
til so frægt sum at útvega
teimum grundeki, sum
kunnu betala tað, hetta
kostar.
At hetta er nakað, sum
kostar nakað er púra
greitt. Jorð fæst ikki fyri
einki, og vegir, vatn og
kloakkir kosta bæði peng-
ar og arbeiði. Alt hetta
skal betalast. Men sum er,
stuðlar tað almenna jú
húsabygging. Hetta verð-
ur gjørt gjøgnum Húsa-
lánsgrunnin. Men hesin
stuðul frá tí almenna kem-
ur jú aftaná at ell tey
tungu tekini eru tikin, og
er mestsum eitt slag av
rentustudningi til tey
dýru bankalánini.
Hetta líkist ongum!
sum tey
Tað einasta rætta er jú,
at lánið frá Husalåns-
grunninum verður latið til
tað byggibúnaða grund-
stykkið, og at hetta lán er
rentu- og avdráttarfritt
tey fyrstu 5 árini. Hvat
hevði hetta ikki lætt um
meguleikarnar hjá ungum
fólki til at fingið tak yvir
hevdið! Tey flestu sum
byggja hava spart nakað
saman, og sluppu tey so
undan at brúka allar
pengarnar til grundeki, so
kundu tey í staðin brúkt
pengarnar til at keypt til-
far fyri. Bar til at fáa hjálp
frá vinum, skyldmonnum
og grannum hevði tað ver-
id løtuverk at fingið hópin
av húsum. Hetta er nak-
að, sum sjálvandi hevði
havt mest avleiðingar í
teimum smáu plássunum,
men sjálvt í Havnini hevði
tað verið ein Harrans lætti
fyri tey ungu, um komm-
unan hevði byggibúgvin
grundstykkir, og um lánið
frá Husalånsgrunninum
varð latið til hetta stykkið
heldur enn eftir at húsið
var bygt.
Av ti at ein slik lóggáva
er av åhuga fyri øll tey
ungu í landi okkara,
skuldi tað ikki verið ser-
liga trupult at fingið hana
framda.
Men tá ið fólk ikki set-
ast í heimbygdini, so kann
tað eisini vera av ti, at tað
ikki ber til hjá teimum at
búgva har og samstundis
fáa eitt so frægt arbeiði,
at tey kunnu liva av tí.
Fyrsta treytin fyri at fólk sleppa at búgva har, sum tey ynskja er, at tey fáa eitt grundstykki. Tað
skuldi verið ein sjálvfylgja, at hver einasta kommuna í hverjari einastu bygd hevði byggibúgvin
grundstykkir liggjandi. Men so er ikki, og tað er ikki so frægt, at landsins myndugleikar hava gjørt
eina lóg, sum sigur, at hetta er ein kommunal skylda, skrivar Zakarias Wang m.a. Myndin er frá út-
stykkingini hjá Tórshavnar Kommunu á Konmansmýru
I nøkrum førum ynskja
fólk tó at seta búgv i eini
bygd; tó at tey ikki kunnu
fáa arbeiði har: Tey meta
tað sjálvandi sum ein
vans, at tey noyðast at
fara burtur í eina aðra
bygd at arbeiða, men fyri-
munirnir av at búgva har
heima eru so stórir, at teir
vega upp í móti. Royndir
aðrastaðni frá sýna, at tað
ber til at fáa fólk til at fáa
sær arbeiði so langt burt-
uri, at tað tekur meir enn
ein tíma at koma fram.
Somu royndir benda eisini
á, at hetta ikki er nakað,
sum fólk fegnast um, og
at tey nógv heldur enn at
ferðast -langa leið fyri at
fáa arbeiði vilja fáa arbeiði
nærri heimbygdini.
Hetta ber so aftur við
sær, at um vit hava gjert
tað lætt hjá fólki at sett
búgv har sum tey sjálvi
ynskja, so fer ynski at
koma fram um at fáa ar-
beiðspláss til vega í hesum
bygdum.
Í ødrum londum er ikki
talan um at fáa arbeiðs-
pláss, tí har er arbeiðs-
loysi. Men tað er mangt
sum bendir á, at vit í dag í
Feroyum eru í eini tíðar-
hverving, sum krevur, at
fleiri fólk enn nakrantíð
fyrr fara til verka. Her er
serliga umskifti í fiski-
skapi okkara av týdningi.
Sum er hava vit nógv
flakavirkir, og í seinastuni
hevur tað verið rættuliga
nógv at gjert á teimum.
Men alt bendir á, at fram-
tíðin fer at bera við sær, at
nógv meir av fiski fer at
koma upp á land hjá okk-
um, og helst verður neyð-
ugt at gera virkir alla-
staðni har tað ber til at fáa
fólk at arbeiða. Har er jú
ein meguleiki at flyta fisk-
in til fólkini heldur enn at
flyta fólkini langa leið til
tað stað, fiskurin verður
landaður.
Fyri tað einstaka flaka-
virki er hetta ein sera dýr
loysn, sum tað als ikki
hevur ráð til. Ti verður
neyðugt við eini serligari
flutningsskipan, soleiðis
at tað ikki verður hvert
flakavirki sær, sum skal
gjalda tað hetta kostar,
men øll vit, sum fáa fyri-
munirnar burtur úr at tað
verður liviligt hjá fleiri
fólkum á bygdunum.
Hetta seinasta vísir jú
hverjar trupulleikar
bygdamenningarpolitikk-
urin hevur at berjast í-
móti. Skulu vit hyggja
eftir, hvat ið loysir seg
fyri virkini, so er tað
greitt, at tað loysir seg at
hava stór virkir og lata
tey sum arbeiða sjálvi be-
tala tað tað kostar at
koma millum heim og ar-
beiði. Skulu vit lata tey
privatøkonomisku vinn-
ingssjónarmiðini hava
frítt at fara, so er bara at
siga ellum slíkum poli-
tikki farvæl. Men ynskja
vit bygdamenning, so
noyðast vit at leggja haft
á tað privata fyritaksemið
og t.d. nýta tað politiska
valdið til at siga, at eitt
virki skal lata arbeidsløn
til fólk frá tí tey eru farin
frá húsum um morgunin
til tey eru heima aftur um
kveldið. So hevði tað verið
skjótt, at tað loysti seg
betur at flyta veruna enn
fólkið. Men sum er verður
hetta ikki gjørt í okkara
samfelag, og bygdamenn-
ing sæst sera lítið til.
Úrslitið av tí vantandi
bygdamenningarpolitikki-
num er so tað, at ein hóp-
ur av okkara uppvaksandi
ættarliði fer úr heimbygd-
unum og í mongum førum
av landinum. Nøkur royna
tó at fáa sær eitt steði í
onkrari av teimum størru
bygdunum — serliga í
Havnini og har á leið —
men har sum arbeiði er at
fáa er ikki meguligt at fáa
eitt stað at búgva i. Teir
sum verða valdir í bý- og
bygdaráð fyri at hjálpa
fólki og loysa trupulleikar
hjá teimum, gera einki við
hetta mál, so skjótt teir
eru komnir innum. Hetta
ferir við sær, at tverleik-
arnir hjá teimum, sum
vilja seta búgv her á landi
eru størri enn nakrantið,
og tað er heldur at undrast
yvir, at tey ikki eru fleiri,
sum gevast og fara av-
stað.
Tann vantandi bygda-
menningarpolitikkurin
visir seg soleidis i ti, at
politikarar okkara ikki
vilja åleggja kommunu-
num altiå at hava tøk
grundstykkir, teir vilja
ikki hava at húsaláns-
grunnurin skal hjålpa, har
sum hjålp munar mest,
teir vilja heldur hava, at
folk skulu flyta til avreid-
ingasteð enn at fiskur
verdur fluttur til virkir i
bygdunum. Avleiðingar-
nar eru sera sjónskar.
Fólk trunkast saman í
teimum sterru plássu-
num, og har verður eftir-
spurningurin eftir grund-
stykkjum so størur,- at
ikki eingong tey, sum eru
uppvaksin har, kunnu fáa
so frægt, at tey kunnu
seta eini hús upp.
Eins væl og bygda-
menning er landsmenn-
ing, so er vantandi vilji til
at reka ein bygdamenn-
ingarpolitikk
ing
landsoyð-
Zakarias Wang