leygardagur 7. januar 1978síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 1 — 7. januar 1978
sosialurin
Síða 15
pa sg suse AU am ke
fe Få 2 re ses Be EÐ
SER SE
Trottanda
Trettandahald hevur verið
gjøgnum øldir. Longu i
12. eld vórðu gudstænast-
urnar á stórum halgidøg-
um dramatiseraðar, og
kongadagurin (6. jan.)
fekk sín serliga dám. Frá 3
stødåum í kirkjuni komu
kongarnir í síðum búna og
við krúnu á hevur gang-
andi móti altarinum,
fylgdir av sveinum, ið
bóru gávurnar. So fer ein
vekselsangur fram millum
prestarnar og kongarnar,
alt á bibilskari grund, og
hetta drama endar við
offringini av gulli, myrra
og roykilsi.
Í 1336 fortelur ein
italskur seguskrivari frá
eini skrúðgongu í Milano,
og soleiðis fer hesin bíb-
ilski sjonleikurin frá kirkj-
uni og út á getuna, og
endaði við at verða bæði
skemt og álvara, t.d.
fingu fólk loyvi at bidda
pengar undir gongdini. Í
Norðanlondum (tó ikki hjá
okkum) var trettanda
kveld ein skrúðgonga hjá
»stjørnufolkunum«, tey
bóru: jolastjørnuna, sjey-
stjørnuna, morgunstjørn-
una. Fremst gingu upp-
skryddir teir heilagu
kongarnir: Kaspar, Melhi-
or og Baltasar, hesin sein-
asti var måladur svartur i
andlitinum. Aftanå komu
Jesusbarnið við foreldr-
unum, Anna og Símun,
Heródes, Judas og nógv
onnur. Á gomlum døgum
varð stjørnuvisan sungin
og peningur savnaður.
Tað vóru skúlanæmingar,
ið fingu loyvi at útvega
sær eitt sindur til lívsins
uppihald á henda hátt,
men í 1700 talinum byrj-
aðu so eisini onnur, fá-
tækafólk og ólukkudýr at
ganga hesa skrúðgongu
fyri at fáa pening.
Frá at vera álvarslig og
hava ein boðskap at bera,
gjørdist henda skrúð-
gonga eins og í eðrum
londum meira til fjant og
fjas.
Um trettandahald í Fer-
oyum skrivar Robert Jo-
ensen í bók síni: »Høgtidir
og veitsluhald á vetri«
henda greinastubba, sum
vit við loyvi endurgeva:
Tíðir líða. — Ættarlið
fara og ættarlið koma. —
257 ER
FR
5 Be =
RE 028 ——-
BEF FE 5 27 5 25 ae
SE 25 je PR 4 =
ER: BRET SIÐI 2 2
ET RE 3 så
FEST er. 2 syrer Se STELA
SS RES
pe Pe
BE BE
Og nú er farið at tynnast
teirra millum, sum í ung-
dómsgleði tóku lut í veit-
sluhaldinum í trettandu-
bygdum og kyndilsmessu-
bygdum, soleiðis sum hes-
ar samkomur fóru fram,
og soleiðis sum siður hevði
verið í langa tíð. — Her
skulu takast fram nakrar
frásagnir. — Okkurt verð-
ur uppí saman, kann tykj-
ast. Men við tí má verða,
sum tað má.
Um hvussu trettandu-
haldið fór fram í 1890-
unum í Árnafirði, verður
greitt soleiðis frá:
>Trettandaaftan, 5.
januar, byrjaðu gestirnir
at koma til bygdar. Flestir
komu tó morgunin eftir,
og høgtidarhaldid byrjaði
tíðliga sjálvan trettanda
dag 6. januar.
Byrjað varð við tí, at
lestraboð fóru um bygd-
ina, og komu boðini i
hvert hús, nær ið lestur
skuldi lesast hjá Mikkjali
bónda í Útistovu. Stersta
roykstovan í Árnafirði tá
var í Útistovu. Har savn-
aðust tá so mong, sum
rúmdust inni. Gestirnir
hevdu fingið blidskap i
teimum húsum, har teir
hildu til. Sálmur bleiv
sungin, ben varð lisin,
lestur varð lisin, so aftur
bønarhald og sálmasong-
ur. Meðan tað bleiv lisið,
kókaði pottur prutlandi
yvir eldi við restum kjeti.
Kvirt var inni, men konu-
fólkini gingu stillisliga í-
millum fyri at ansa eftir
eldi og potti og taka hond
í eitt og annað, sum endi-
liga var neyðugt at gera,
meðan hundagoyggj
hoyrdist uttanifrå, av ti at
fleiri gestir nærkadust
bygdini.
Kanska tað ikki bleiv
farið upp á gólv beinan
vegin, sum at lestrarhald-
ið var at enda komið, men
so skjótt sum gestirnir
hevdu fingið døguråa i til-
haldshusi teirra — bleiv
farið upp á gólv i royk-
stovuni hjá útistovubónd-
anum, og dansað varð til
tann klára dag.
Tá gestirnir ímóti
morgni skuldu fara til
húsa heim upp um fjall,
komu øll saman á einum
velli við bygdina, Uppi á
Fotosatsur
Skjót avgreiðsla.
Sosialurin
tlf. 11820 og 147 20
= re 3
Váli. Har takkaðu gestir-
nir fyri blidskapin, og
hendan stundin var ofta
tann mest hugtakandi
undir hesum veitsluhaldi-
num, har vinur takkaði
vini við góðum orðum, og
stundum hildu summi
leingi í hondina á hverjum
eðrum við føgrum orðum.
Hetta var vinarlig skiln-
aðarstund eftir gott vetr-
argildi í Árnafirði. Til
seinast varð ringur sligin
Uppi á Váli, har avskeðs-
vísa bleiv kveðin, og byrj-
ar hon soleiðis:
»God Nat og Farvel
— jeg ønsker og siger af
Hjerte og Sjæl,
thi her har jeg levet
fornøjet og fro,
jeg kom med de andre i
Dans mig at sno.
Nu vil jeg bort rejse; thi
siger min Sjæl;
God Nat og Farvel.«
Tå visan var at enda
komin, var kanska eina-
ferð enn sagt farvæl og
takkað fyri bliåskapin, og
gestirnir fóru træðandi
eftir getuni upp um fjall
til húsa heim, meðan
bygdarfólkið leitaði oman
aftur, summi at fáa sær
ein stuttan blund, áðrenn
tey byrjaðu dagsins verk.
Ovanligt var tað ikki, at
menn beinan vegin fóru í
hagan eftir torvi, meðan
teir kvóðu innantanna og
livdu um aftur ein part av
gildisnáttini við leypi á
baki.«
»Einaferdina, eg for til
Árnafjarðar at halda trett-
andu, vóru vit fleiri í fylgi,
sum skikkur var«, sigur
heimildarmaður. »Farid
varð til gongu trettanda-
morgun. Eg hevði einki
vidføri uttan einar turrar
hosur, og vóru vit klæddir
sum menn tá í tíðini vóru
ílætnir til at kunna fara til
vertskap, í feroyskum
klæðum frá innast til utt-
ast og í húðaskóm. Ong-
antid svav eg, so eg fór
ikki úr klæðunum. Morg-
unin eftir trettandu fóru
vit øll í fylgi heim aftur og
gekk leiðin yvir Áarskarð.
Komnir hagar var ljóst,
og tá varð ringur sligin
uppi á Áarskarði, har vit
endaðu veitsluna, áðrenn
leiðin gekk oman av fjalli-
num og til húsa heim.«
Eftir gamlari rokning
byrjaði seyðaárið á trett-
andu. Tá var brundtíðin
at enda komin, og um
trettanduleiti fóru menn
eftir veðragjólingum.
Seyðamaður, sum legði
frá sær, endaði starv sítt á
trettandu, og annar tók
vid. Somuleidis var tað, tá
Longu í 12. eld vórðu guðstænastur á stórum halgidegum dramatiseraðar og konga-
dagurin (6. jan.) fekk sín serliga dám...
bóndi lat kongsgarð frá
sær, so var skiftið á trett-
andu, tí tá var ársskifti
seyði, seyðarekt og seyða-
býti viðvíkjandi. Í sjálv-
um gerðandisarbeiðinum
fyrr í tíðini var trettandi-
dagur ein merkisdagur.
Av siðum, sum knýttu
seg at trettandu, kann
nevnast, at ljós mátti
brenna alla trettandunátt.
Genturnar hevdu fyrr í
tíðini tann sið, at tær á
trettandu = nátt legdu
sokkabond undir koddan
við knúti á (summi siga,
at knútarnir vóru triggir)
og segdu:
Loysnin av krossorðinum
jólablaðnum
»O alle de hellige konger
lad mig i drømme se,
hvis seng jeg skal rede,
hvis dug jeg skal brede,
hvis brud jeg skal være
med lykke og ære.«
Søgnin sigur, at trøllini
hildu trettandu å Trølla-
nesi, og eftir hesum sigst
bygdin at hava fingið
navn.
Tá ið tey stoyttu kertu-
ljós fyrr, stoyttu tey eisini
kongaljós at brenna á
trettandu. Hesi ljós blivu
stoytt sum trý kertuljós í
einum. —
Í dag hava vit ta gleði,
at guðstænastur eru kring
landið trettandakveld og
verður peningur innsavn-
aður til ytrimissión, hetta
er sera hóskandi, tí nett-
upp við vísmonnum metti
heidningaheimurin Jesusi.
»Hvar er nyføddi jeda-
kongurin«, spurdu teir.
Teir leitaðu og funnu
barnið, men steðgaðu ikki
her: »Teir løgdust á knæ
og tilbóðu, og teir lótu
upp goymslur sínar og
bóru tí gávur: gull, royk-
ilsi og myrra. Latið okk-
um gera tað sama.
Fr :
far:
ØGENTO
v ID A