mikudagur 11. januar 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— Of Of yg| Ef
Nr. 2
Mikudagin
11. januar 1978
51. årgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
21 umsóknir
til sjúkrahús-
stjórastarvið
Tilsamans 21 umsóknir
eru komnar inn til
starvið sum sjúkrahús-
stjóri. Freistin at sekja
hetta starvið var úti
tann 16. desember, og
málið er nú sent sjúk-
rahússtýrunum til um-
mælis. Tað skal við-
gerast á einum felags-
fundi millum tey trý
sjúkrahússtýrini, men
enn er ongin dagur á-
settur fyri, nær hesin
fundurin skal vera.
Av teimum 21 um-
sekjarunum eru 13 før-
oyingar og 8 danir.
Millum teir átta dan-
irnar eru kortini tveir,
sum skilja føroyskt.
Starvið sum sjúkra-
hússtjóri varð fyrstu
ferð lýst leyst í summ-
ar, og tá vóru 16 um-
sekjarar. Lønin varð tá
sett til uml. 212.000 ár-
liga, men fyrst í no-
vember mánaða var
starvið lýst leyst av
nýggjum, við broyttari
lønarrammu. Lønin
varð tå sett til 37. løn-
arrammu i tænastu-
mannalógini, sum
svarar til 190.658 krón-
ur árliga.
Higartil hevur skriv-
stovustjórin í lands-
stýrinum, Johan Djur-
huus, rekt starvið sum
sjúkrahússtjóri. Nýggi
sjúkrahússtjórin skal
hava umsitingina av
teimum trimum sjúk-
rahúsunum um hendi,
og skal samstundis
vera skrivari hjá sjúk-
rahússtýrunum.
Útnyrðingur megi 5 til
7, út á dagin minkar
hann niður í megi 3 til
4, og kavaælingur.
Hitin millum =1 og
=+4 stig.
Eigarafelag stovnad
í Havn til at útvega
grundstykkir og
at gera útstykkingar
Mikudagin varð eitt nýtt felag stovnað í Havn, sum kallast
Eigarafelagið av grundstykkjum til sethús. Endamálið hjá hes-
um felagnum er at fremja útstykking og byggibúning av
grundstykkjum, ið felagið keypir í Tórshavnar kommunu og
Tórshavnar Uttanbíggjar kommunu.
Felagið ætlar fyrst og fremst at skráseta limir, fyri at finna
fram til, hvussu stórur tørvurin er á grundstykkjum. Øll sum
søkja um grundstykkir, og eru yvir 21 ár, kunnu vera limir í
felagnum. Felagið ætlar síðan at fáa samráðingar í lag við
ymsar myndugleikar, og at kortleagja tað økid, sum kann
hugsast at kunna brúkast til endamálið hjá felagnum.
Lesið á síðu 4
Ossur Midjord er formaður í Eigarafelagnum av grund-
stykkjum til sethús
AAA AA
D. P. Danielsen:
Sjonvarpsmålid lagt fyri
landsstyrid i hesi tingsetuni
— sum skal taka stødu til, um tad skal
leggjast fyri tingid
Dånjal Pauli Danielsen,
landsstyrismadur, sigur,
at hann fer at leggja sjón-
varpsmålid fyri landsstyr-
id i hesi tingsetuni. So-
statt skal landsstýrið,
áðrenn tingið fer heim í
vár, taka stæðu til, um
Fyri sjónvarpi
málið skal á tingborð.
Prinsippavgerðin um at
seta á stovn føroyskt sjón-
varp varð tikin fyri tveim-
um árum síðani. Dánjal
Pauli Danielsen legði upp-
skotið, sum fekk 23 at-
kveður, fram. Síðani hava
kanningar og útrokningar
verið gjørdar og nú er
málið klárt at leggja fram,
sigur landsstýrismaðurin í
mentamálum.
Spurdur, hví landsstýr-
ið ikki hevur svarað bræv-
inum viðvíkjandi loyvi til
royndarsjónvarp, sum
Sjónvarpsfelagið sendi tí í
1975, sigur Dánjal Pauli
Danielsen, at hetta kemst
av, at landsstýrið ikki enn
hevur tikið steðu í sjón-
varpsmálinum
Sleppa ikki undan
sjónvarpi
Sjálvur er Dånjal Pauli
Danielsen fyri sjónvarpi í
Feroyum. Tað er nógv po-
sitivt at heinta í sjón-
varpi, og vit kunnu ikki
læsa okkum úti frá tí, sig-
ur hann. Tað kemur í øll-
um feri, í einum ella eðr-
um líki. Hann nevndi í
hesum sambandi norður-
lendska sjónvarpsknettin,
sum ætlanir eru um at
senda upp.
Norðurlondini skulu ha-
va fund um henda knettin
komandi mánadag. Fer-
oyar verða ikki umboðað-
ar á hesum fundi, hóast
landsstýrinum stendur
tað í boði
Tað er eisini ein spurn-
ingur sambandi við
stovnsetanina av einum
føroyskum sjónvarpi, um
ikki skal byrjast í smáum,
ti so nógv onnur almenn
arbeiði júst nú eru í gerð
ella fara í gerð, endar
Dánjal Pauli Danielsen,
landsstýrismaður.
Lesið um Sjónvarpsfel-
agið á síðu 3.
SET TITIL
Framhaldsdeildin í Runavík
ikki farin í skúla enn
Tað er óvist nær framhaldsdeildin í Runavíkar skúla fer aftur í
skúla. Framhaldsdeildin átti at verið byrjað aftur síðsta hós-
dag, men er enn ikki sloppin í skúla, tí í løtuni verður ein um-
fatandi umvæling gjørd av hitaverkinum í nýggja skúlanum í
Runavík. Skúlin varð tikin í nýtslu í februar mánaða í fjør, men
rørini til hitaverkið eru so illa tærd, at tað er hol á teimum í
fleiri støðum.
Lesið á baksíðuni