mikudagur 11. januar 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Sosialurin telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
Jógvan Jespersen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar úr SOSÍALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Tænir teimum fáu
ÁHALDANDI gremur Dablaðið seg
um almenna aktivitetin og tær al-
mennu tænasturnar.
POLITIKKUR Dagblaðsins tykist
vera tann, at tað almenna skal taka
minni inn í skatti og tolli, og so lata
tað privata fremja stórri íløgur og
geva ti privata møguleika fyri stórri
forbrúki.
VIT KUNNU als ikki taka undir við
hesum politikki. Tann peningur,
sum tað almenna tekur inn í skatti
og tolli, verður nýttur til ymisk al-
menn endamál, sum tæna øllum
samfelagnum og øllum fólkinum.
TAÐ ALMENNA åtbyggir sam-
ferðsluna, byggir skúlar, heilsu-
stovnar,“ ymiskar frítíðarfacilitetir
o.s.fr. Alt hetta er slíkt, ið tænir,
ella kann tæna og koma gllum sam-
felagsins borgarum til góðar.
UM EIN politikkur, sum hevur til
endamåls at avmarka almenna ak-
tivitetin og tær almennu tænastur-
nar, skuldi vunnið frama, so vildi
hetta fyrst og mest av øllum rakt
tað vanliga fólkið. Tey við lág- og
midalinntøkunum.
TEY VIÐ teimum stóru inntøkunum,
kunnu sjålvi greiða sín flutning,
bæði eftir landi og eftir sjónum. Og
eisini gjøgnum luftina um neyðugt.
Tey hava eisini figgjarligar møgu-
leikar fyri at leita sær heilsubót utt-
anlands. Tey hava somuleiðis mø-
guleika fyri at senda síni børn á
skúla í ðrum londum. Og tey hava
væl ongar trupulleikar av at nýta frí-
tíðina.
POLITIKKURIN, sum Dagblaðið
hevur gjørt seg til talsmann fyri,
tænir einans nøkrum fáum. Hjá
teimum mongu vil hann gera sam-
felagið verri at liva í. Hann kemur at
raka bæði tey likamliga og fíggjar-
liga veiku í samfelagnum.
EINUM slíkum politikki kann javn-
aðarflokkurin als ikki taka undir við.
Vit megu av øllum alvi åvara fólk í-
móti einum tílíkum politikki.
sosialurin
Niels Hjemsten 80 ár
Í dag 11. januar fyllir
Niels Hjemsten vanliga
róptur Niels í Vági í
Klaksvík 80 ár.
Niels er ættaður úr Úti-
stovu í Vági. Hann er
bóndasonur. Faðir hans-
ara var hin á sjónum til-
tikni skilamaðurin og á-
grýtni útróðrarmaðurin
Pætur bóndi í Utistovu i
Vági.
Fingið prestsins hond á
hevdið legði eisini Niels á
blotan. Hann róði fyrst út
við opnum bátum og
seinni við dekksførum.
Fyrstu árini róði hann
saman við faðir sínum og
seinni gjørdist Niels sjálv-
ur bátsformaður. Niels
ber orð fyri at vera av allar
bestu skilamonnum á sjó-
num. Hann hevur alla vit-
an um veður og vind, um
streym og fiskimið.
14 ára gamal var Niels
við á útróðri hin minniliga
tollaksmessudagin í 1913
tá fleiri bátar úr Norð-
oyggjum gingu burtur.
Hóast Niels bæði hevur
verið til skips og til lands í
Íslandi, hevur hann mest
av øllum verið útróðrar-
maður og utr6drarformad- *
ur. Kring oyggjar okkara
kennir Niels hvenn plink.
Hann kennir hvenn flúr og
hvert sker. Hann kennir
allar bogar og allar aftir-
undirgerðir. Hann kennir
havið kring oyggjarnar
bæði í ódn og í logn. Og
tey tonsini, sum hann
hevur ført og hevur verið
við til at fort til lands, eru
óteljandi.
Ta seinastu tíðina Niels
var fiskimaður, róði hann
út og var til skips við út-
róðrarbátinum »Brandi«
hjá Einari Waag, og tá
hesin bátur varð umbygd-
ur til elflutning og fekk
navnið >Feroya Bjór,< var
Niels skipari á honum í
fleiri år. Niels var ikki
nakar ungur maður, tá
hann fór í land av »Føroya
Bjor,« men kortini settist
hann ikki hendur í favn.
Nr. 2 — 11. januar 1978
Hann helt á við at arbeiða
hjá Feroya Bjór. Hann ar-
beiddi í mong ár eftir
hetta á bryggjarinum.
Politiskt er Niels javn-
aðarmaður. Hann taldist
millum teirra, sum hin 4.
januar 1936 komu saman í
Totastovuni í samkomu-
húsinum í Klaksvík, at
stovna Norðoya Javnað-
arfelag. Hann varð valdur
í ta fyrstu nevndina. Niels
var ein av teimum, sum
longu tá dugdi at síggja,
at skuldi fólkinum unnast
betri kor, so ráddi um at
fáa ein sterkan javnaðar-
flokk. Og Niels hevur havt
ta gleði at síggja fleiri
úrslit av tí politikki, sum
hann saman við eðrum tók
undir við fyri meira enn 40
árum síðani.
Javnaðarflokkinum
hevur tú verið ein hollur
og dyggur stuðul. Tú eig-
ur mikla tøkk uppiborna
fyri titt slóðbrótaraverk
og fyri tín trúfasta stuðul
gjøgnum hesi mongu ár.
Hóast Niels nú hevur
lagt arbeiði frá sær, só er
hann kortini at síggja
hvenn dag. Hann er at
finna, har menn koma
saman at práta, og sjálvur
er Niels prátingarsamur
og fryntligur maður.
Við ynskinum um mong
góð ár afturat, ynskja vit
tær, fræga vini, hjartaliga
tillukku við teimum 80.
fleiri vinir
dagbókin
Sjómanskvinnu-
ringurin,
Sandavági
Fundur verður í Meinig-
heitshúsinum í kveld kl.
20. Allar kvinnur eru væl-
komnar at luttaka.
KFUK — Í dag kl. 16 metir >Várgleði< til hugna.
Gamlir KFUK-skótar og leiðarar hava fund í annað-
Sjómanskvinnu-
ringurin, Tórshavn
Fundur á Sjémansheimi-
num í kveld kl. 20.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Ungdómsmeti í kveld kl.
20.30. Heimaforbundið í
annaðkveld kl. 20.
nn
kveld kl. 20 um jubileumsarbeiðið.
Unggentudeildin metir í kveld kl. 20.
Missiónshúsið
við Landavegin
Meti í kveld kl. 20.
Sion, Vági
Evangeliskt meti í kveld
kl. 20.
Rætting
Av misgávum var skeiv
lýsing frá Pf. Vilhelm
Nielsen komin í blaðið.
Lýsingin segði frá at av-
sláttur varð latin jubile-
umsárið út. Hetta var
gomul lýsing og er hetta
tilboð tessvegna ikki gald-
andi longur.
Pensionistafelagið
Fundur verður á Hotel
Hafnia í kveld kl. 19.30.
Bingospælið er útsett til
25. januar.
Føstuinngangur
er 5. februar
og ikki 12., sum tad stendur i ka-
lendaranum hjå Tøtingarvirkinum.
Haldið okkum til góðar.
ESTRA
Montørar/
Teknikarar
Í Sandoynni verða tveir telefon-
montgrar/teknikarar at seta í føst
størv.
Løn samb. såttmåla millum Før-
oya Landsstyri og Starvsmannafel-
agið, 9. lønarflokk.
Skrivlig umsókn verður at senda
til telefonverkið í seinasta lagi 25.
jan. 1978.
Telefonverk Føroya Løgtings
Postbox 27
3800 Torshavn
Rigshospitalets
jordemoderskole
Ansøgning om optagelse som elev ved jorde-
moderskolen indsendes i tiden 1.—28. februar
1978 til jordemoderskolen, Rigshospitalet, Bleg-
damsvej 9, 2100 København Ø. Der anvendes en
særlig ansøgningsblanket, der sammen med vej-
ledning om uddannelsen udleveres ved henven-
delse til jordemoderskolen i januar måned 1978.
Til orientering om mulighederne for optagelse
kan oplyses, at der hvert år modtages et over-
vældende antal ansøgere, de seneste år 800 —900.
Direktoratet for de videregående uddannelser
vil i marts-april 1978 offentliggøre retningslinier
for udvælgelsesprocuduren for de videregående
uddannelser. Ansøgere kan ikke forvente svar før
august 1978.
RIGSOMBUDSMANDEN PÅ FÆRØERNE
den 30. dec. 1977