Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 — 11. januar 1978 sosialurin Sida 3 Sjónvarpsfelagið vil hava sendiloyvi Tað munnu vera umleið 600 sjónvarpstól i Havn Tað eru nú 10 ár síðani, at eitt sjónvarps- felag varð stovnað í Tórshavn. Endamál- ið við hesum felag er framvegis at út- vega loyvi til royndarsjónvarp, at leggja fasta ætlan fyri royndarsjónvarpi, bæði figgjarliga, tekniskt og fyri sendingum og at fáa í lag føroyskt sjónvarp, sum kann røkka alt landið. Felagið hevur fleiri ferðir heitt á landsstýrið um at fáa sendiloyvi, men einki svar er komið. Nú skipar felagið so fyri einum almennum fundi, har sjónvarpsspurningurin verður til viðgerðar Fundurin verður í sam- komuhellini á Landssjúk- rahúsinum hóskveldið kl. 20. Formaðurin í Sjón- varpsfelagnum, Karter Hejgaard, umsjónarmað- ur sigur, at teir rokna við, at fleiri fólk fara at gera seg til lim í felagnum nú fundur verður hildin um spurningin. Í dag hevur felagið 80 limir. Karter heldur, at tað munnu vera umleið 600 sjónvarpstól í Havn. Sjónvarpsfelagið varð stovnað í 1967. Felagið hevði eisini samrådingar við landsstýrið hetta árið um at fáa loyvi at fara undir royndarsjónvarp. Hetta eydnaðist ikki. Í 1975 heitti felagið aft- ur á landsstýrið um at geva felagnum, fyri fyrst í eina avmarkaða tíð, loyvi til at skipa fyri royndar- sjónvarpssendingum i Torshavn, undir treytum, sum veråa settar av lands- styrinum. Tekniskt gjørligt I brævinum til landsstýrið skrivar felagid: »Tann tekniski fram- burðurin á hesum øki hev- ur tey seinastu árini verið ógvuliga stórur. Um landsstýrið játtar felag- num loyvi til at fara undir royndarsendingar, er einki til hindurs fyri at byrja beinanvegin tið sending- Sjónvarpsmálið hevur verið frammi fyrr. Henda myndin er frá einum panelfundi um sjónvarps- spurningin, sum Ungmannafelagið Skansastova skipaði fyri í november mánað 1976 um í litum og svart/hvit- um, men roknast má við, at tilrættarlegging av reg- luligum sendingum, her- undir útvegan av tilfari v.m. kemur at taka nakað av tid.« Karter Højgaard sig- ur, at teir enn einki hava frætt frå landsstyrinum. Tað er eisini ein av orsøk- unum til, at felagið nu vil hava gongd í málið. Formaðurin í sjón- varpsfelagnum sigur við- ari, at tað er ilt at siga nakað við vissu um, hvat eitt sjónvarp skal inni- halda. — Tað verður sjálvandi alt, sum fólk hevur áhuga fyri, men leggur hann aftrat, fyrsta stigið verður helst at seta eina nevnd, sum skal taka sær av hes- um spurninginum. Í nevnd Sjónvarpsfel- agsins eru hesir: Karter Hejgaard, formaður, Djóni Ziska, Hjalti Skál- um, Óli Thorup og Niels Juel Nielsen. S/ KJARTAN 5 / DALSGAARD Fleiri tryggingar ið verða teknadar — ódýrari gjald! Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja móti eldsvanda, er tryggingargjaldið farið niður í helvt. Tryggið hús, innbúgv, verur o.a. móti skaða av eldi, stormi, vatnleiðingsbroti og oman- lopi. Eisini tryggja vit innbúgv og vørur móti innbrotstjóvarí. Vit tekna eisini glastrygging- ar. Eru tað serstøk viðurskifti viðvíkjandi trygg- ing av ogn tygara, ið tygum hava áhuga fyri, geva vit fegnir gjøllari frágreiðing. eisini umboðsmenn á ið fegnir eru tygum til Tryggingin hevur hesum plássum, hjálpar: Sverre Skaalum, tif. 73012 Tvøroyri .. Hjørleif Enni, tlf. 71061 Tórhsavn . Kjartan Dalsgaard, tif. 15222 Vestmanna Gunnar Dahl-Olsen, tlf. 24097 Sandavågi. Petur Heinsen, Eiði Óli Ellingsgaard, tlf. 23005 Runavík .. Havstein Ellingsgaard, tlf. 47055 Klaksvík .. Páll Josephsen, tlf. 55835 Ymiskar innramme jar føroyskar myndir. Hondmálað postalin Filmframkallan Bibliur og andaligar bøkur GÅVUBUDIN Torsgøta 12 FØROYA BRUNATRYGGING Tlf. 13400 telefonir: 11089, 11098, 11288 Sverrisgøta 5 — Postbox 45 3800 Tórshavn