Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 2 — 11. januar 1978 Skoparin besti línubátur í Havn Bacalao tók móti uml. 9.500 tonsum av ráfiski í 1977. Hetta var eitt sindur minni enn í 1976, tí trolararnir Mýlingur og Hallar- klettur vóru íkki í vinnu alt árið í fjør. Tilsamans 18 línu- skip og trolarar avreiða til Bacalao og av línu- bátunum var Skoparin tann besti í fjør við sløkum 500 tonsum. 5 mans eru við Skopara- num, harav tann eini stendur fyri egningini á landi. 47.000 pund av upsa Flakavirkið Snarfrost í Miðvági tók mánadag- in ímóti 47.000 pund- um av upsa. Reynsa- tindur avreiddi 27.000 pund, og Hamraberg 20.000 pund. Reynsa- tindur og Hamraberg hava roynt á Sandoy - arbankanum við gern- um. Fleiri 5 13 kanningar Millum jól og nýggjár hevdi løgreglan i sam- vinnu vid Bileftirlitid »paragraff 13« kann- ingar i Havn og Koll- fjardardali. Tilsamans vórðu 103 bilar kannaðir. Ein partur av teimum varð kannaður á staðnum og hinir vórðu tiknir á verkstað ella politi- steðina til gjellari kanningar. Av teimum 103 bil- unum vóru 51 í lagi, 50 hevdu smærri brek og 2 vóru í so vánaligum standi, at rapportur, varð skrivaður um teir. Annars upplýsir log- reglan í Havn, at nú er ætlanin at hava fleiri »paragraff 13« kann- ingar og samstundis hava tær strangari enn verid hevur. Hallarklettur maskinbrek Ætlanin var, at Hallar- klettur skuldi fara til Islands seinasta leyg- ardag. Men, áðrenn hann skuldi fara, vórðu menn varir við, at hann hevði eitt maskinbrek, so hann er ongan veg sloppin enn. Mýlingur er farin til Íslands. Arbeiðsvanlukka uppi á Hálsi Fyrrapartin leygardag- in hendi ein arbeiðs- vanlukka uppi á Hálsi í Havn, har P/F Jákup á Dul byggir ein heil- sølubygning. Teir vóru við at tekja, og tað var nakað av vindi. Ein pláta feyk á ein av tekingar- monnunum, og hann datt niður av tekjuni. Fallið var seks metrar. Maðurin slapp frá vanlukkuni við lívi- num. Hann hevur brot- ið annan halin, og hev- ur fingið skaða í annað knæðið, umframt at hann varð skaddur í pannuna. Tá tílíkar vanlukkur henda, fær Þpolitiið vanliga fráboðan um hendingina, og kannar viðurskiftini. Hetta verður serliga gjert í samband við endur- gjald frá tryggingini. Ofta verður politiið biðið um at gera ymsar kanningar í trygging- armálum í samband við arbeiðsvanlukkur, og tí ynskir politiið at fáa fráboðan um hending- ina beinan vegin. Hetta er onnur álv- arsliga arbeiðsvan- lukkan eftir stutta tid. Beint fyri jól datt ein maður í lastina á Nes- tindi, meðan hann lossaði við bryggju í Havn. Hesin maðurin fekk álvarsligan skaða. Oførur dagur Árið byrjaði væl hjá útróðrarbátinum Gås- hólmi úr Vági. Triggir mans vóru úti við báti- num tann 3. í hesum, teir settu 39 stampar og fingu 17.600 pund! Ein annar Vágs bát- ur var úti henda dagin. Tað var Kyrjasteinur, sum fekk 7.700 pund. Tann 4. vóru fýra bátar úti, Gáshólmur fekk 11.300 pund, Grunna- barð somuleiðis 11.300, Kyrjasteinur 7.800 og Royndin Fríða 9.100 pund. Veðrið henda dagin var ikki av tí besta og mistu summir bátar reiðskap og fisk. Polarborgirnar eru báðar undir Íslandi, tær fóru yvir annan nýggjársdag. Í 1977 keypti Polar- frost 6.062 tons av rá- fiski fyri stivar 16 mill. kr. Veksturin er ikki so stórur í mun til árið frammanundan, einans 126 tons. stovnað til at útvega grundstykkir Felagið ætlar eisini sjálvt at standa fyri útstykkingum Í síðstu viku varð eitt nýtt felag stovnað í Havn, sum kallast >Eigarafelagið av grundstykkjum til set- hus.« Endamálið hjá hesum felagnum er fyrst og fremst at keypa ekir í Tórshavnar Kommunu og Tórshavnar Uttanbíggjar kommunu, sum kunnu brúkast til útstykkingar og byggibúningar. Tað nýggja felagið hevði stovnandi aðalfund mikudagin. Stovnarir fel- agsins eru Øssur Midjord, Manne Persson, Jonhard Mouritsen, Bjerg Simon- sen og Dan Klein. Hesi somu sita eisini í fyrstu nevndini. Nevndin hevur skipað seg við Ossur Mid- jord sum formanni, Man- na Persson sum næstfor- manni og Jonhard Mou- ritsen sum kassameistara. Skrivari Jarðar- ráðsins komin við uppskotinum Tað er skrivari Jarðar- ráðsins, Karstin Rasmus- sen, sum hevur heitt á hesi fimm fólkini, ið øll hava sekt um grundstykki frá Jarðarráðnum, um at stovna hetta felag. Jarðarráðið hevur í let- uni 250 umsóknir um grundstykkir liggjandi, og fólk venda sær dagliga til ráðið við fyrispurningi um grundstykkir. Ti hevur Karsten Ras- mussen skotið upp, at umsekjararnir skipa seg í eitt felag, sum kann taka Trotið á grundstykkjum er ógvuliga stórt í Havnini. Bert hjá Jarðarráðnum liggja 250 umsóknir um grundstykkir AN Nýtt eigarafelag Ossur Midjord, formaður í Eigarafelagnum av grundstykkjum til sethús tær neyðugu samráðing- arnar um útstykkingar upp við Jarðarráðið, Tórs- havnar Býráð, Tórshavn- ar Uttanbiggjar bygdaráð og Landsstýrið. Skráseting av limum Tað fyrsta, nýggja eigara- felagið ætlar at fara undir, er skráseting av limum. Øssur Midjord sigur, at felagið ynskir at finna fram til, hvussu stórur tervurin er á grundstykkj- um, og síðan at arbeiða út frå ti. Hann sigur, at ætlanin er at royna at útvega grundstykkir til øll tey, sum standa og mangla. Sambært vidtøkunum hjá felagnum kunnu øll ið sekja um grundstykki og eru fylt 21 ár, verða limir í felagnum. Tó hava limir, sum eru fastbúgvandi í Tórshavnar kommunu og Tórshavnar uttanbiggjar kommunu, og ikki eiga grundstykki ella sethús frammanundan, ein fyri- mun til grundstykkini. Kortlegging av lendi Eigarafelagið ætlar sum skjótast at fáa samráð- ingar í lag við Jarðarráðið, Tórshavnar Býráð, Tórs- havnar Uttanbiggjar bygdaráð og landsstýrið, til tess at fáa gongd á arbeiðið. Báðar kommunurnar hava longu fingið alt til- farið um felagið. Felagið ætlar eisini beinan vegin at fara undir at kortleggja tað lendið, sum kann brúkast til set- húsabygging. Øssur Midjord sigur, at felagið møguliga sum eina byrjan kann fáa tey 80 grundstykkini, sum talan hevur verið um at út- stykkja afturat í Hoyvíks- haganum og tey 50 grund- stykkini, sum talan hevur verið um at útstykkja á Ternuryggi. Felagið ætlar at keypa økir, sum kunnu brúkast til grundstykkir, næði frá privatum og almennum stovnum. Ossur Midjord sigur, at felagið ætlar at arbeiða skjótt, og at tey fyrstu økini helst skuldu ligið klár til útstykkingar longu í summar. Felagið sjálvt útstykkja Tað verður felagið sjálvt, sum skal standa fyri út- stykkingini og byggibún- ingini. Hetta verður gjert á tann hátt, at limirnir í felagnum koma at standa fyri ábyrgdini av. ellum útreiðslunum, sum felagið hevur í samband við keyp av jørd og av byggibún- ingini, men tó so, at ein limur ongantíð kemur at standa við ábyrgd fyri eini sterri upphædd, enn grundstykki hansara kostar.