Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. januar 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 3 — 14. januar 1978 sosialurin Síða 3 Skúlaheimið í Havnini verður ikki nýtt fult út — men tað er fost ætlan, at eisini onnur sum læra skulu kunna búgva á heiminum, sigur Poul Kjartan Bærentsen, stjóri á , Tekniska skulanum i Havn. Bert helvtin av teimum, sum bugva å Skulaheiminum i Klaksvik eru Hesi seinastu årini eru tvey nýggj skúlaheim bygð í Feroyum, til teir teknisku skúlarnar. Ann- að liggur í Havn, hitt í Klaksvík. Bæði heimini vórðu tikin i brúk um heystið í 1976. Heimini eru bygd sum skúlaheim burturav, tvs. lærlingar at tey eru ætlaði lærling- um av bygd at búgva á, meðan teir eru á skúla, annaðhvert í Havn ella í Klaksvík. Men bæði heimini eru ov stór í mun til tann terv, sum teir báðir teknisku skúlarnir hava í letuni. Á heiminum í Havn Skúlaheimið í Klaksvík. Bygningurin stendur yvir ímóti Borðoyavík stendur ein stórur partur av verilsunum tóm, með- an um helvtin av teimum, sum búgva á heiminum í Klaksvík er skúlaung- dómur. Skúlaheimið í Havn pláss fyri 96 lærlingum Helgi Øster, fyristeðu- maður á skúlaheiminum í Havn sigur, at heimið til- samans hevur 48 verilsir. Tá talan er um lærlingar, kunnu tveir búgva á hverjum verilsi, og so- statt kann heimið hýsa til- samans 96 lærlingum. Men um annar skúlaung- dómur, sum hevur nógv heimaarbeiði, skuldi búð á heiminum, so hevði verið neyðugt, at tey hevdu einkult verilsir, tí verilsini eru so smá. Í letuni búgva 18 lær- lingar á heiminum, men Helgi Øster sigur, at heimið í meðal gjegnum árið hevur einar 28 til 30 lærlingar. Heimið opnast fyri ødrum enn lærlingum Poul Kjartan Bærentsen, stjóri á Tekniska skúla- num í Havn sigur, at skúlaheimið í Havn einans er roknað til lærlingar av bygd at búgva á, meðan teir ganga í skúla. Tað er bygt til hetta endamál, tí skúlin varð lagdur um til dagskúla. Skúlaheimið í Havn liggur úti í Marknagili Hann sigur, at heimið sum er, er ov stórt til tann terv, skúlin hevur. Men tað er bygt uppá framtíð- ina, soleiðis, at tað verður nóg stórt, tá skúlin verður útbygdur. — Men meiningin hjá okkum er, at tað ikki skal standa tómt, sigur Poul Kjartan Bærentsen. Hann sigur, at tað er ein fest ætlan at opna heimið eisini fyri eðrum, sum læra. Ætlanin er, at eisini onnur, sum læra innanfyri handverk, idna og kanska eisini innanfyri skrivstovufakið, skulu kunna leiga á heiminum, til Tekniski skúlin sjálvur fær brúk fyri ellum húsi- num. Uppskot um prioriteringina Arbeiðsnevndin hjá tekn- iska skúlanum hevur gjert eitt uppskot um, hvussu nýtslan av húsinum kann prioriterast, sigur Poul Kjartan Bærentsen. Men hann leggur aftur- at, at hetta verður undir eðrum treytum. Lærling- arnir, sum búgva á heim- inum, gjalda í letuni 17 krónur um dagin fyri at búgva har, men onnur, sum fáa meguleika fyri at búgva á heiminum, mugu gjalda ein pris, sum svar- ar til útreiðslurnar. Skúlaheimið í Havn kostaði tilsaman góðar 13 milliónir at byggja. Tað er staturin, sum hevur rind- að byggikostnaðin, og staturin = rindar eisini raksturin. Poul Kjartan Bærentsen sigur, at ein partur av heiminum, t.d. hitaverk og skorsteinur, er bygdur soleiðis, at tað kann útbyggjast til eisini at umfata hinar skúlarnar, sum ætlanin hevur verið at byggja úti í Markna- gili, har heimið liggur. Skúlaheimið í Klaksvík pláss fyri 44 lærlingum Skúlaheimið í Klaksvík varð eisini tikið í brúk um heystið í 1976, men er ikki heilt liðugt enn. Asbjern Joensen, stjóri á tekniska skúlanum í Klaksvík sig- ur, at liðugtgerðin av heiminum hevur verið eitt sindur tarnað av figgjar- li um trupulleikum, men at heimið verður liðugt um hálvan februar. ella fyrst í mars mánað. Heimið hevur 22 verilsir við tilsamans 44 seingjar- plássum. Asbjern Joensen sigur, at Tekniski skúlin í letuni ikki hevur brúk fyri ellum heiminum, og at skúlin tí hevur boðið ødrum skúla- ungdómi at búgva har. Umframt lærlingar búgva i løtuni HF-, kokka-, ma- skinist- og telegrafist- næmingar á heiminum. So at siga fullsett Tað eru í letuni 26 fólk á heiminum, og heimið er so at siga fullsett, sigur As- bjern Joensen. Tað standa bert tvey verilsir tóm. Av teimum 26 eru 12 lærlingar og 14 skúlaung- dómar. Lærlingarnir og kokkanæmingarnir búgva „á dupultverilsum, meðan hin skúlaungdómurin býr á einkultum verilsum. Asbjern Joensen sigur, at orsekin til hetta er, at skúlaungdómurin, sum skal lesa til eksamiu, krevur betri umsteður. Men hann leggur afturat, at ell verilsini á heiminum í Klaksvík eru gjerd til dupultverilsir, men at hesi verilsini ikki eru serliga væl egnaði til hetta, ti tey eru ov smá. Í Danmark verður roknað við, at lær- lingurin skal búgva undir so góðum umsteðum, at hann hevur eitt einkult- verilsi. Bæði skúlaheim og kolegium Asbjern Joensen sigur, at skúlaheimið í dag í veru- leikanum partvist verður brúkt til skúlaheim og partvíst til kolegium. — Tann skúlaungdóm- urin, sum býr her, er vaksin ungdómur, sum skal lesa til eksamiu, og tí setir hann helst onnur krev og hevur annan tørv enn lærlingarnir, sum ikki hava heimaarbeiði. Lærl- ingarnir hava terv á at búgva á einum skúlaheimi undir tryggum viðurskift- um. — Men vit hava gjert okkara logerandi greitt, at tey búgva á einum skúla- heimi, og tí mugu uppfera seg sum skulaheimsbugv- andi. Og higartil hevur tað gingið gott, sigur As- bjern Joensen. Lærlingarnir gjalda eins og á skúlaheiminum í Havn 17 krónur um dagin fyri kost og logi. Men HF- næmingarnir gjalda 500 krónur um mánaðin fyri kost og logi. Asbjern Jo- ensen sigur, at HF-næm- ingarnir í Klaksvík gjalda tað sama sum HF næm- ingarnir, ið búgva á kost- deildini í Hoydelum. Hini, sum búgva á heiminum, lata 900 krónur um mán- aðin fyri kost og logi. Skúlaheimið í Klaksvík er eitt lið í fyrsta byggi- stigi av útbyggingini av tekniska skúlanum í Klaksvík. Henda útbygg- ingin hevur tilsamans kostað um 11 milliónir krónur. Hon hevur umfat- að skúlaheimið, administ- ratiónshelir, felags hita- anlegg og verkstaðshelir. Sjálvt skúlaheimið hevur kostað um 6 milliónir krónur. Tað er í fýra hæddum. Staturin hevur bygt og eigur triggjar hæddir, meðan skúlin sjálvur, sum er ein sjálv- eigandi stovnur, eigur ta ovastu hæddina