leygardagur 14. januar 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
søsialurin telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Hegni Djurhuus
Jógvan Jespersen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar úr SOSTALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Landbúnaðurin
TAÐ VERÐUR ofta sagt og skrivað,
at nakað eigur at verða gjørt fyri
landbúnaðin, soleiðis at hesin part-
urin av vinnuni aftur kann telja við.
TALAÐ VERÐUR eisini um bygda-
menning og um alment initiativ. Alt
hetta er væl og virðiliga skrásett í
teirri samarbeiðsavtalu, sum gjørd
varð, tá sitandi landsstýri varð
skipað.
Í EINUM av teimum seinastu blødu-
num fyri jól høvdu vit eina fråsøgn
um trupulleikarnar hjá mjólkarfram-
leiðarum í Norðoyggjum, nú Norð-
oya mjólkarfelag er niðurlagt, og
mjólkin úr Norðoyggjum verður
flutt til mjólkarvirkið í Havn til við-
gerðar.
MANNAGONGDIN er nú tann, at
mjólkin frá bygdunum í Norðoyggj-
um verður send um Klaksvík til
mjólkarvirkið í Havn, har hon verður
vidgjørd, fyri so aftur at verða send
til krambúðirnar í Klaksvík, har hon
verður seld.
ORSAKAÐ av tí langa flutninginum
frá framleiðarum til viðgerðarstaðið
hendir sjálvandi tað, at partur av
framleiðsluni er oyðilagdur, áðrenn
hon kemur fram til viðgerðarstaðið.
Hetta førir sjálvandi til tap fyri fram-
leiðararnar.
SOLEIÐIS var stødan fyri jól. Tað vil
siga ta keldu tíðina av árinum. So
kunnu vit hugsa okkum, hvussu
ålvarslig stødan verður, tá vit aftur
koma til ta heitu tíðina av árinum.
Tá meta vit, at stórur partur av
mjólkarframleiðsluni í Norðoyggj-
um fer fyri skeyti.
HJÁ TEIMUM, sum liva av at fram-
leiða mjólk úti á bygdunum í Norð-
oyggjum, verður tá lítið annað at
gera enn at avlíva neytini og flyta til
Klaksvíkar, har møguleiki er fyri at
seta seg niður sum arbeiðs- ella
fiskimaður.
VIT TOSA um at gera nakað fyri
landbrúkið. Vit tosa um bygda-
menning. Og landsstýrisflokkarnir
hava eina samarbeiðsavtalu, sum
mangt annað umfatar alment initia-
tiv, men hví ikki taka eitt alment ini-
tiativ her, soleiðis at nakað verður
gjørt fyri landbúnaðin, og soleiðis at
hesar bygdir mennast, heldur enn at
verða fyri avtofting?
sosialurin
Nr. 3 — 14. januar 1978
skipan kemur?
Fram undir seinasta løg-
tingsval skrivaði eg, at nú
var tíðin komin, at vit
fingu eina trygdarskipan
hareftir timalønt, sum
ikki eiga løn undir sjåku,
voru lønartryggjad og at
hetta var mål, sum Javn-
aðarflokkurin fór at
fremja saman við sam-
starvsmonnum sínum.
Táspurningurin nú er so
langt frammi, at lands-
stýrið tekur upp spurning-
in um fíggjarligu loysn-
ina, heruppii um statslut-
tøku, eru bæði Dimma-
lætting og Dagblaðið
skjótt úti við illum tung-
um áðrenn málið er komið
á ting. Dimmalætting við
sjálvum floksformanni
sínum Paula Ellefsen og
Dagblaðið við einum dul-
nevndum (Óli Breck-
mann?).
Nekur fá fakfelog, tey
sum liggja í ovara lenar-
lagnum hava dagpeninga-
sjúkratrygd av týdningi,
meðan arbeidarafeløgini
t.d. eru áhugað fyri skip-
anini ongantid ov skjótt.
Um tað eisini her kann
eydnast Óla við danahatri
og sosialistaforskrekkjan
at hæla veikara partin og
kann Pauli Ellefsen í á-
byrgdarloysi sínum nýta
láturgeran av málinum,
„tí teir taka við donskum
stuðli í sosialum málum, <
ja so kundi tað eydnast at
fella hetta mál við tí úr-
sliti, at seta foroyingar í
eina ringari steðu sosialt
sæð.
Minnist aftur á tað Jó-
an Petur Davidsen, sáli,
segði, tá hann ávaraði
samstarvsmenn sínar á
tingi, ikki minst sam-
bandsmenn, um ikki at
arga ov nógv, ti tað kundi
koma okkum afturum
brekku.
Ávaring hansara var
júst vend móti tí sama,
sum Pauli Ellefsen nú ger
seg til talsmann fyri,
nevniliga at misteinkilig-
gera og tileinkisgera
statsins luttøku í sosialu
útreiðslum okkara.
At gera ríkisins ískoyti
til nakað ómansligt og
lítið týðandi er ábyrgdar-
leyst so tað forslær. Máti
skal vera við at brúka
midlar í politiskum al-
bogaskotranum.
Tað er ikki hann við tí
stóra lagkekubitanum,
Nær ein dagpeninga-
sum kemur at fela sviðan,
men harafturímóti figgj-
arliga veikari parturin í
fólkinum.
Tá Javnaðarflokkurin
setur sær fyri at fremja
dagpeningamálið, so er
tað ikki einans fyri at visa
á, at flokkurin setur sum
fremstu mál at virka fyri
góðum sosialum korum,
men ti vit meta, at hetta
er mál, sum er neyðugt at
fáa loyst, úm ein nekur-
lunda javnvág skal vera í
lønarlagnum i samfelag-
num.
At vit haraftrat fram-
vegis vilja fremja sosialu
målini eftir somu figgjar-
ligu prinsippum, sum hig-
artil, er sjålvsagt — og
eingin loyna.
J. Lindenskov
dagbókin
Gudstænastur
Havnar kirkja: Eivind
Vilhelm, altargongd;
Vesturkirkjan: Høgni
Poulsen; Argir: Kjartan
Mørkøre; Kaldbak: Hans
J. Joensen, altargongd;
Saksun: Peter Petersen,
altargongd; Eiði: Petur
M. Rasmusen; Oyndar-
fjørdur: Niels Pauli Dani-
elsen kl. 12, altargongd;
Geta: Torkil Beder, altar-
gongd; Rituvík: Jóhs.
Follend; Klaksvík: Henn-
ing Bøgesvang, talvan
gongur til frama fyri
kirkjuna; Sandvík: Johan
Weihe kl. 19, altargongd;
Øravik: Johan Weihe kl.
2, altargongd; Porkeri:
artin R. Jacobsen, alt-
argongd; Tveroyri: Elsa
Funding, altargongd.
Kirkjufólk
í Lorvík
Vegna arbeiði í kirkjuni
verður kirkjugongdin nú
aftur fyribils í Missións-
húsinum.
Missiónsvikan
í Lamba
Í kveld kl. 20 byrjar
Edmund í Garði metið.
Seinasta metið verður í
annaðkveld kl. 19.
Streingjakór luttaka á
báðum metunum.
Missiónsvika
í Vestmanna
Missiónsvikan verður í
døgunum 17.—22. januar.
Fyrsta møtid verdur tys-
kveldið kl. 20, Petur Pet-
ersen, prestur talar
Evangeliska
røddin
hoyrist hvørt månakvøld
kl. 9 frå Monte Carlo (við
siduna av Luxembourg) å
millumbylgju 205 metrum
(1466 kHz). Sendingin
varar eitt korter.
Umframt føstu sendingarnar:
07.15: Vedurtidindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Vedurtidindi og tidindi
07.35: Tónleikur
08.00: Vedurtidindi og tidindi
08.05: Lurtararnir og vit
spæla grammofon
09.00: Vedurtidindi og tidindi
09.05: Morgunlestur
12.00: Middagskonsert
12.20: Veðurtíðindi og tíðindi
12.32: Degurðatónleikur
12.50: Vedurtidindi
12.51: Tónleikur
18.30: Vedurtidindi og tidindi
Leygardagin 14.
13.00: Endursendingar
13.00: Burturi og heima
14.15: Barnaútvarpið
14.55: Orðabókin
15.30: Békmentatåttur
Årni Absalonsen
16.00: Læknin hevur
orðið
16.20: Friggjakveld kl. 20
Fram við landi og
undir bjørgum við
Jens Michal Jensen
í Tjørnuvik. N.J.
Arge. 2. partur
18.42: Nátturðatónleikur
19.00: V4 dråttur
19.05: Nær var tað?
kapping
20.00: Fimtan tær bestu
21.00: Framhaldssøgan
»Bombi Bitt og eg«
eftir Fritiof Nilsson
Piraten. Hans
Thomsen umsetti
Benny Samuelsen
lesur
21.30: Kveldljóð
21.50: Hetta heilaga ev-
angeliið
22.00: Vedurtidindi og
tidindi
22.10: Dansimusikkur
23.00: Vedurtidindi
Sunnudagin 15.
14.00: Vedurtidindi
og tidindi
14.10: Konsert
14.30: Framhaldssøgan
»Katrin« eftir Sally
Salminen. Oskar
Hermansson um-
setur. Margreta
Næss lesur,
1. partur (e)
Kveðuljómar
Forn búseting í
Feroyum. Seinni
fyrilestur hjá Arna
Thorsteinsson,
fornfreðingi
17.00: Guðstænasta
18.00: Tónleikur
18.30: Veðurtíðindi og
tíðindi
18.50: Grammofonkonsert
W. A. Mozart
Konsert fyri klaver
og orkestur nr. 20
Geza Anda spælir
klaver saman við
Wiener symfonik-
arunum.
15.00:
16.30:
Månadagin 16.
08.05: Enskt 3
16. sending
18.42: Nåtturdatonleikur
19.00: Framhaldssøgan
»Katrin« eftir Sally
Salminen. Oskar
Hermansson um-
setur. Margreta
Næss lesur.
2. partur
19.30: Lett log
20.00: Vedurtidindi og
tidindi
20.10: Enskt 3
16. sending
20.30: Lidugt
Tysdagin 17.
08.05: Enskt 4
16. sending
12.51: Skipalistarnir
18.42: Nåtturdatonleikur
19.00: Burturi og heima
19.30: Country-løg
20.00: Vedurtidindi og
tidindi
20.10: Enskt 4
16. sending
NV
SØÁSASARAR ART
BB
-S CSA
MARINR
PÁHÆNGSMOTORER
Du fár feigend= fordele,
når du vælger Mariner
8 hk
m 2-cylindret vandkølet
motor med vende-
)
skylning
= Frem-, fri- og bak-
gear
m Driv- og propeller-
aksler af rustfrit stál
= 360% styring
Forlang Mariner!
motorer fra 2-85 hk
Lagaligar
pf Je ps
André Andresen
Torshavn
tlf. 11829
CL LEES. BRAaS3800 SS OGSAA SSL N
on na