Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. januar 1978síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 FETA UU Nr.3 Leygardagin 14. januar 1978 51. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Ranafossur umbyggjast til trolara Poul Eli Bærentsen á Tvøroyri og aðrir hava keypt Ranafoss fyri 525.000 krónur Poul Eli Bærentsen á Tveroyri hevur saman við fimm eðrum keypt línu- skipið Ranafoss frá Fer- oya Sjóvátrygging fyri 525.000 krónur. Ætlanin er at skipið skal umbyggj- ast til feskfiskatrolara. Ranafossur hevur ligið á Havnini, síðan eldur kom í hann sunnanfyri Feroyar seinasta summar, Skipið fór so illa av eld- inum, at manningarrúm- ini, brúgvin, skiparakam- arið, messan og kokka- húsið má gerast av nyggj- um, og eisini mugu nakrar plátur skiftast í dekki- num. Poul Eli Bærentsen sig- ur, at tað ikki er endaliga avgjørt enn, hvussu skip- ið skal umbyggjast. Tveir meguleikar verða um- hugsaðir. Annar er at flyta brúnna fram í skipið, og at gera hekku í skipið, soleiðis at tað kann nýt- ast sum hekkutrolari, har trolið verður tikið inn har afturi. Hin meguleikin er at umbyggja skipið soleið- is, at tað skal trola sum vanligur hekkutrolari, men at trolið skal takast inn á síðuni. So verður brúgvin bygd upp aftur har afturi. Í løtuni er ein 500 hesta maskina í bátinum, men hon verður ov lítil til at trola við, og skal ein 1000 hesta motorur setast i skipið. Helst umbyggjast í Føroyum Poul Eli Bærentsen sigur, at ætlanin er at Ranafoss- ur skal umbyggjast í Fer- oyum, um tað ber til. Teir rokna við at umbyggingin fer at kosta einar fýra mil- liånir krónur. Hon må helst ikki fara upp um fýra Eldur í við Landavegin Um tvey-tíðina fyrra- náttina varð boðað frá eldi í húsunum hjá Svend Nielsen við Lan- davegin. Slekkiliðið kom á staðið og um hålvgumtry-tidina hevði tað fingið tamar- hald á eldinum og tá gekk skjótt at sløkkja. Ongin fólkaskaði hendi, men upplýst verður. at húsini fóru illa. mill. kr., ti so verður bát- urin ov tungur at driva, sigur Poul Eli Bærentsen. FEU # * Teir meta, at báturin má fiska fyri millum 2 og 2,5 milliónir um árið, fyri at klára seg. Ætlanin er, at hann skal avreiða til flakavirkið á Tveroyri. Tórsbúgvin ongan studning Landsstýrið vil ikki veita P/r Stalli í Havn studning til umbyggingina av Tórs- búgvanum. Tórsbúgvin kom til Feroya í vikuni úr Noregi, har hann er um- bygdur til rækjutrolara. Atli Dam, legmaður, sigur, at sambært avtalu millum landsstýrið og grenlendska landsráðið, sum varð gjerd í novem- ber 1975, mugu ikki fleiri Linuskip sleppa Hóast ongin heildarsátt- máli um sínámillum fiski- veiðurættindi millum Fer- oyar og EEC enn er fingin í lag, eru partarnir tó samdir um ávís rættindi. Soleiðis kunna 6 føroysk línuskip longu nú sleppa til Rock-All at royna. Onki skip hevur sekt um loyvi til hetta enn, men linuskipini eru nú á veg heim úr Íslandi og tá hava tey henda meguleikan at taka til. Annars plaga før- oyingar einans at fiska við Rock-All um summarið. Afturfyri sleppa 6 EEC- til Rock-All linuskip at royna undir Feroyum. Hesi hava longu sekt um loyvið og er talan um 6 skotskar bátar. Hesin fiskiskapur verð- ur taldur upp í kvoturnar, tá ein endaligur sáttmáli verður gjørdur. Afturat hesum sleppa trý EEC-skip at gera royndir eftir svartkjafti undir Føroyum i januar og februar. Henda veiðan er avmarkað við eitt åvist tonsatal. Tað verða trý hálendsk skip, sum fáa hesi loyvi. enn 16 føroysk rækjuskip veiða við vestur-Gren- land. Hetta talið var rokk- ið, áðrenn farið varð undir umbyggingina av Tórs- búgvanum. Reiðariið hevði ti fingið at vita fyri umbygging- ina, at tað ongan studning fekk. Møguleikarnir Tórsbúgvin sleppur tiskil ikki til vestur-Grenlands at fiska rækjur. Einastu meguleikar, hann hevur, eru á russiskum eki, við Svalbard og Jan Mayen og við eystur-Grenland. Reiðariið hevur eisini tann meguleikan at gera eina privata avtalu við Kana- da, verður upplýst úr landsstýrinum. Tann 29. desember varð Loran A støðin Skúgvanes við Eggjarnar omanfyri Vág stongd. Teknikkurin hevur sína gongd, eisini í sambandi við loransendarar, og nú er loran A vorðið ótíðarhósk- andi. Lesið á síðu 4