leygardagur 14. januar 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 14. januar 1978
sosialurin
Síða 5
Ídnaðarskip royna
eftir feskfiski
— meðan biðað verður eftir sáttmála vid EEC
Sum kunnugt er ongin sáttmáli um síná-
millum fiskiveiðurættindi galdandi mill-
um Føroyar og EEC í løtuni.
Partarnir hava ikki enn funnið fram til
eina semju. Næsti fundur verður i Briix-
elles um eina viku. Sáttmálaloysið rakar
fyrst og fremst ídnaðartrolararnar, sum
fyri tað mesta fiska í EEC-sjógvi.
Nú frættist hinvegin, at summi av hes-
um skipum hava fingið toskatrol um-
borð og ætla undir Føroyar at royna eftir
feskfiski.
— Einastu meguleikar,
idnadarbåtarnir hava í løt-
uni, er at veiða á norskum
eki. Men hetta er ein tíð,
sum ikki er vanligt at
royna har og tí aftra menn
seg við at fara.
Fyra ídnaðarskip vóru á svartkjaftaveiðu í fjør og royndust væl. Hinvegin gekst ikki
so væl í lodnuni. Leivur Øssursson royndi, men onki kom burturúr, m.a. ti hann slapp
dagarnar av árinum á
EEC-øki. Síðani fór hann í
norskan sjógv. Gudmund-
ur kom heim í vikuni og
landaði 130 tons til Havs-
brún.
Osmund Justinussen
ikki framat fyri nótaskipunum
Hetta sigur formaðurin
í Felagnum Ídnaðarskip,
Osmund Justinussen, um
støduna hjá idnadartrolar-
unum, nå såttmålaloysi er
vid EEC.
Hann leggur afturat, at
tann idnadarfiskur, sum
vanliga fæst vid Noreg, er
småur svartkjaftur og
hann stendur bert við
botnin, meðan ljóst er.
Tidin i samdøgrinum, sum
tað ber til at royna, er ti so
stutt, at ikki kann roknast
vid meira enn tveimum
hålum um dagin. Tad er
heldur ikki vitað, um nøk-
ur nøgd fæst har hesa árs-
tíðina.
Leggja um
til feskfisk
Ídnaðartrolararnir hava
ligið síðani fyri jól. Tó
hevur Gudmundur TG 1
verið ein túr, hann fór út
millum jól og nýggjár og
royndi teir triggjar síðstu
sigur, at steðan hjá teim-
um dýru skipunum er ikki
góð. Tey klára kanska at
gjalda renturnar, men ikki
avdráttin. Teir minni bát-
arnir, sum fiska væl, klára
seg betur. Men hesir eru
næstan goldnir.
— Figgjarliga hava vit
onga tíð at bíða, so antin
mugu vit sleppa av stað
sum skjótast ella leggja
um til feskfiskaveiðu við
Feroyar. Nakrir hava
longu lagt um.
Missa tveir túrar
Osmund Justinussen
leggur afturat, at í einum
vanligum januar-mánað
plaga idnadartrolararnir
at gera tveir túrar á EEC-
ekið. Tey stóru skipini
ma
Á
Umborð á einum idnadarskipi
kunnu tá fáa uml. 100.000
kr. fyri túrin, so tapið
kann koma upp í móti
200.000 kr.
I 1977 royndu 24 før-
oysk skip eftir idnadar-
fiski. Tey vóru Maria,
Edith M, Koralfisk,
Magnus í Rituvík, Hav-
borgin, Polarfisk, Stjørn-
an, Anna T, Gudmundur,
Nim, Norðingur, Norðfar-
ið, Fuglfirðingur, Norð-
heim, Rivkollur, Atlantis,
Jónrit, Fleyr, Kapilsund,
Leivur Øssursson, Hav-
søki, Mulatindur, Breida-
nes og Polarfarid. Av hes-
um skipum eru bert 18 i
idnadarvinnu nú.
Annars sigur Osmund
Justinussen, at úrtekan
hjå skipunum var betri i
1977 enn árið framman-
undan, men veiðunegdin
var minni.
77.300 tons og
41,3 mill. kr.
Fiskivinnustovan i Tinga-
nesi upplysir, at idnadar-
skipini i 1977 veiddu til-
samans 77.335 tons:
50.936 tons av hvitings-
br6duri, 10.109 av svart-
kjafti, 11.393 av nebba-
sild, 37 av brislingi, 1035
av makreli, 100 av sild og
3.725 tons av ødrum fiska-
sløgum, serliga matfiski.
Henda veiða varð seld fyri
41,3 mill. kr. Meginpart-
urin varð seldur til Havs-
brún í Fuglafirði, men
nakað varð landað uttan-
lands eitt nú nebbasild í
Danmørk.
kring oyggjarnar
Kirkjan i Oyndarfirdi fekk 17.437 kr. til nyggja
urgu
128.000 kr.
frå kirkjufólki
I trimum av kirkjunum
i Sjóvar prestagjaldi
var gudstænasta við
offurgongd undan års-
skiftinum. Til hesi
endamál komu inn í
Sjóvar kirkju kr.
48.315,00 til útbygg-
ingar av kirkjuni. Í
Skála kirkju 39.050,00
kr. til nýggja urgu. Í
Oyndarfjarðar kirkju
kr. 14.430,00 til nýggja
urgu.
A jólum gekk talvan
í kirkjunum fyri sama
endamál. Tá komu inn
í Sjóvar kirkju kr.
7.770,00. Í Skála kirk-
ju kr. 11.700,00. Í
Oyndarfjarðar kirkju
kr. 3.042,90. Í Sela-
traðar kirkju kr.
230,15.
Og nýggjársdag
gekk talvan aftur í
teimum somu kirkjum
fyri bíbliufelagið dans-
ka. Tá komu inn i
Sjóvar kirkju 1.312,00
kr. Í Skála kirkju kr.
1.654,00. Í Oyndar-
fjarðar = kirkju kr.
642,10. Í Selatraðar
kirkju kr. 274,60.
Frostvirkið
byggir út
Frostvirkið í Norðdepli
fær størri goymslu-
pláss í hesum mánaði-
num. Goymslan hjá
virkinum tekur nú 220
tons av flaki, men aft-
aná útbyggingina verð-
ur pláss fyri 70 tonsum
afturat. Arbeiðið byrj-
aði um hálvan desem-
ber og verður væntandi
liðugt í hesum mánaði-
num. Útbyggingin
kostar uml. 200.000 kr.
Smáligt
eystanfyri
Hósdagin frættist frá
Skálaberg, sum er á
Norðkap bankanum.
Teir segdu frá smálig-
um fiskiskapi. Sunda-
berg fór eystureftir
mikudagin.
Ráevni fyri
55,7 mill. kr.
Havsbrún í Fuglafirði
keypti 124.826 tons av
ráevni í 1977 fyri 55,7
mill. kr.
Talan er um hvit-
ingsbróður við hjá-
veiðu 49.531 tons,
svartkjaftur 26.885,
lodna 24.630, makrelur
8.053, nebbasild 5.214,
brislingur 995 rossa-
makrelur 20 tons
Umframt hevur
Havsbrún keypt og av-
reitt 9.516 tons av
slógvi frá flakavirkju-
num í Feroyum.
Í hesum árinum hev-
ur bert eitt skip landað
til- Havsbrún, Gud-
mundur 130 tons.
Utbyggingin av
virkinum verður liðug
seinast í hesum mánað-
inum, men annars eru
teir klárir at taka móti
lodnuni, sum væntandi
kemur í næstu viku.
Úti tveir dagar
Útróðrarbátarnir í Ser-
vági hava bert verið úti
tvær ferðir í hesum ár-
inum, týsdagin og
mikudagin í farnu
viku. Fiskiskapurin
hesar dagarnar var
góður. Týsdagin hevði
Liraberg 9.070 pund,
Rogvukollur 8.860,
Sjófrúgvin 4.820 og
Karin 2.230 pund
Mikudagin 4. vóru
fimm bátar úti og tá
avreiddi Gamli Gutti
7.090 pund, Líraberg
8.540, Rógvukollur
10.410, Sjófrúgvin
1.920 og Tjernunes
2.300 pund. Hetta eru
tilsamans 28 tons, sum
flakavirkið í Servági
hevur fingið í hesum
árinum.
Í 1977 tók virkið
móti góðum 2400 tons-
um av ráfiski og er tað
dupult so nógv sum ár-
ið fyri. Men tá var
virkið stongt teir sein-
astu fýra mánaðirnar
vegna umbygging