leygardagur 14. januar 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
spurnarkassin
Hevur tå eitthvørt av almennum
áhuga, sum tú vil hava svarað, ert tú
vælkomin at skriva til SOSIALIN,
box 76, 3800 Tórshavn, ella ringja
11820 ella 14720.
Vit skulu gera vart við, at allir
spurningar til henda teigin verða
vidgjørdir við tøgnskyldu.
Ov trong forhúð
Eg fari hervið at spyrja
læknan, um forhúðin kann
útvíðkast, tá ein er vorðin
vaksin.
Eg eri 19 ár, og tá ið eg
havi erektión, er forhúðin
eitt sindur ov trong, t.v.s.
eg fái hana næstan heilt
afturum, men tað er trup-
ult viðhvert tað seinasta
pettid, serliga tá penis er
turrur.
Fyri stuttum var eg hjá
lækna, men hann segði, at
her bert var talan um
»fimosis i let grad,< og at
umskering tískil ikki var
neyðug. Samstundis segði
hann, at eg skuldi útvíðka
forhúðina við dagliga at
hála hana aftyrum. .
Eg vildi fegin sloppið
undan skurðviðgerð og
fari tí at spyrja tygum,
um eg veruliga kann út-
víðka forhúðina, hóast eg
eri 19 ár.
Ella kann orsøkin vera
ein onnur enn hon, ið
læknin nevndi fimosis?
19 ár
Læknin svarar:
Fimosis vil siga ov trong
forhúð, at hon ikki fæst
afturum. Tá hetta er gjør-
ligt, er tað bert fimosis á
lættari stigi og skuldi ikki
verið neyðugt at skurðvið-
gjørt.
Fimosos er vanligt —
normalt — hjá øllum
dreingjabernum frá barns-
burði av. Forhúðin vidk-
ast so við og við — eitt
sindur ymiskt — heilt upp
til 20 til 25 ára aldurin.
Um ikki sár hevur verið á
forhúðini, er eingin onnur
orsek til fimosis uttan
tann, at tað bara er so.
Við fimosis er tað tor-
fort — men neyðugt — at
halda seg reinan undir for-
húðini, so ikki bruni kem-
ur í. Hetta hoyrir við til
vanligt likamligt reinføri.
Vandin fyri fimosis å
lættari stigi er, at forhúð-
in ikki sleppur fram um
aftur, tað kallast para-
fimosis. Tá kann vera
neyðugt við skurðviðgerð
og umskering.
Við umskering verður
ein partur av forhúðini
kliptur av. Hetta verður
um okkara leiðir gjert
undir innlegging í fullari
doyving og kann gerast á
ellum aldursstigum.
Sigvald Kristiansen
000
Einkjugrunnurin tómur
Hvussu virkar Einkju-
grunnurin, hver fær pen-
ing úr honum og hverjar
eru treytirnar fyri at fáa
veitingar úr grunninum.
Einkja
Svar
sosialráðgevarans
Einkjugrunnurin varð
stovnaður eftir at >Stella
Argus< gekk burtur í
1957.
Peningurin kom inn við
eini landsumfatandi inn-
savning millum bæði ein-
staklingar, stovnar og
fakfelog.
Peningurin hevur verið
veittur teimum, sum sótu
eftir aftaná nevnda til-
aksvis, einkjum líkn
andi umstødum
Í summum kirkjum
hevur verið siður at lata
talvuna ganga til frama
fyri Einkjugrunnin Allar-
halgannadag og innkomni
peningurin hevur verið
millum kr. 500 og 1000 um
árið.
Í letuni er næstan eing-
in peningur í grunninum
og talan hevur verið um at
avtaka grunnin, men tað
er ikki gjørt enn. Men tå
ið eingin peningur er eftir í
grunninum, avtekur hann
seg, so at siga, sjálvan.
Formaður fyri Einkju-
grunnin er Ejvind Vil-'
helm, varabispur og Jo-
han K. Joensen, vara-
stjóri í Sparikassanum, er
kassameistari
Marjun Sigurðsdóttir
sosialráðgevari
Sigvald Kristiansen,
lækni
Marjun Sigurðsdóttir,
sosialráðgevi
Frá Ellis- og avlamisheiminum í Vágum. Almenna pen-
siónin hjá olki, sum fer á ellis- ella rektarheim, fellur
burtur triðja mánaðin aftaná
Tá maðurin er farin
á røktarheim
Ein kona síðst í hálvtrýss-
unum hevur mann, sum
vegna heilsubrek er bund-
in til seingina á rektar-
heimi, tað ið eftir er av lív-
inum.
Sjúkan er so háttað, at
konan má vera hjá honum
mest meguligt, t.v.s. at
hon illa kann átaka sær
fulltidarstarv.
Maðurin er farin á røkt-
arheim i heyst, og tað førir
vid sær, at avlamisstud-
ulin ikki longur verður
goldin út til felagshúsar-
haldið.
Hvussu verður nú við
almannastuðuli til kon-
una?
a) um hon fær hálv-
dagsvinnu við innteku
uppá umleið kr. 20.000 um
árið?
b) um hon einki hósk-
andi starv fær?
Hvussu eiga tey at skatt-
ast?
h.
Sosialráðgevarin
svarar:
Tá ið fólk, sum eru var-
andi sjúk ella eru vorðin
gomul, og sum av somu
orsek fáa almenna pensi-
ón, verða innløgd á ellis-
og rektarheim fellur al-
menna pensiónin burtur,
tá ið innleggingarmánaðin
og tann fylgjandi eru farn-
ir.
Um tað nú er, sum í
hesum feri. at konan, sum
er eftir í heiminum, ikki
hevur lønandi arbeiði, so
kann hon sekja um hjálp
eftir forsorgarlógini I
Klaksvik og Tvør
oyri skal hon venda sær til
Havn,
sosialu deild byrådsins, i
hinum bygdunum til Al-
mannastovuna, J.
Broncksgøtu 27, Tórs-
havn tlf. 154 77.
Um nú konan vegna
sjúku ella aldur er soleiðis
skikkað, at hon ikki fær
verið í arbeiði, eigur hon
at sekja um avlamispensi-
Nr. 3 — 14. januar 1978
Jógvan Páll Lassen,
sakferari
ón, ella um hon er yvir 60
ár, so um framskundaða
fólkapensión. Umsóknar-
blað fæst á kommunu-
skrivstovuni ella á Al-
mannastovuni og lækna-
váttan skal fylgja við.
Um veitingin er eftir
forsorgarlógini, so verður
ell inntaka drigin frå í
hjálpini, meðan ein partur
av inntekuni ikki verður
taldur við, um so er at
veitingin er avlamispensi-
on.
Um vit taka dømid,
tygum sjálv nevna, at ár-
liga inntekan er kr.
20.000, so verður einki
veitt eftir forsorgarlógini,
meðan t.d. miðal avlamis-
pensión hevði givið kr.
2.012,— um mánaðin. Tá
havi eg roknað við, at tyg-
um eru einsamøll og ikki
hava bern undir 18 ár.
b. Um einki hóskandi
arbeiði fæst, verður jú
eingin innteka at draga
frá í hjálpini, sum so verð-
ur goldin við fullari upp-
hædd. Forsorgarhjálp
000
Eydun Joensen
sålarfrødingur
sambært $ 9 = 1.729 kr.
um må. Miðal avlamis-
pension, har eingin inn-
tøka er = 3.164 kr. um
må.
Viðv. skattinum, so
skulu tygum beinanvegin
venda tygum til líkningar-
valdið í heimbygdini og til
Landsstýrið | (Umsóknin
stílað til Landsstýrið, men
send Líkningarráðnum),
og biða um at verða um-
líknað frá ti degi, pensi-
ónin hjá manninum fall
burtur. Álíkningin skuldi
so verið eftir tygara nú-
verandi innteku.
Eftir míni meting, er
umredda kona í somu
stødu sum einkja, men
eftir lógini verður hon ikki
javnmett, hóast hennara
kor eru tey somu. Hevði
her verið talan um einkju,
hevði hon fingið einkju-
pensión og skatturin hevði
verið umroknaður av sær
sjálvum.
Marjun Sigurðsdóttir
sosialráðgevari
Loysir seg ikki at fara til handils
'å veg heim úr arbeiði
Kann spurnarkassin
greiða mær henda spurn-
ing, sum vit hava tosað
um, men ikki eru á einum
máli um.
Tað snýr seg um van-
lukkutilburð og nær end-
urgjaldsskylda tekur við,
tá persónur er á veg heim
úr arbeiði sínum.
Tað er fyrikomið, at
maður er farin frá arbeiði
sínum og á veg heim verið
áhaldsin og brotið beinið.
Hann fekk einki endur-
gjald frá tryggingini, tí
hann á veg heim hevði
verið inni í einum handli
og keypt.
Nú er tað, eg spyrji:
Um eg á vegnum til hús
fari inn til handilsmannin
og keypi mær eitt rug-
breyð, t.d. og tá eri á-
haldsin og bróti meg
sundur, er so tryggingin
frá arbeiðsgevaranum ikki
galdandi. Tí eg eri ikki
farin av vegnum, men á
leiðini til hús stokkin inn-
um hjá handilsmanni-
num?
Kann tað vera rætt, at
man missir síni rættindi,
bert tí man ger eitt vanligt
og neyðugt erindi, áðrenn
man er við hús?
H.H.P.
Svar
sosialráðgevarans
Sambært Kgl. fyriskipan
nr. 389 frá 15/11—1966
(við seinri broytingum)
um trygging móti avleið-
ingum av vanlukkutil-
burðum, eru tað bert van-
lukkur, sum henda á ar-
beiðsplássinum, í erindum
fyri arbeiðsgevaran, ella
beinleiðis á veg til og frá
arbeiðsplássinum, sum
koma undir vanlukku-
tryggingarskipanina, um
ein ikki er persónliga
tryggjaður. Tvs. at um tú
fert til handils á veg til
ella frá arbeiðinum, so ert
tú í egnum grindum, og
kemur tískil ikki undir
tryggingina, sum arbeiðs-
gevarin hevur teknað
Soleiðis sum tygum
seta spurningin fram,
kann tað kanska vera iva-
mál.
Tað er Færøernes Ulyk-
kesforsikringsråd, sum
avger, um ein skaðatil-
burður = kemur undir
tryggingarskipanina, men
teirra avgerð kann kærast
(innan tríggjar mánaðir)
til Den Sociale Ankestyr-
else, Amaliegade 25, 1256
København K.
Eg haldi, tað hevði
verið vert at roynt at kæra
nevndu avgerð, tí ivaleyst
eru fleiri í somu steðu og
tað hevði verið áhugavert
at vita, hvat kærustovn-
urin sigur.
Tilskilast skal, at í Dan-
mark koma bert tilburðir á
arbeiðsplássinum, ella
meðan ein ger arbeiði fyri
arbeiðsgevaran, undir
tryggingarskipanina,
meðan tíðin, sum fer til at
fara til og frá arbeiðinum,
ikki ger tað.
Marjun Sigurðsdóttir
sosialráðgevari